týsdagur 20. september 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 178 - 20. september 2005
Meðan HB ikki á
heimavølli hevur
kiksað móti teimum
undir miðstrikuni, so
misti B36 sunnudagin
fyri aðru ferð tvey
stig móti botnliði, og
Skála hevur mist
fimm stig á heima-
vølli móti botnliðum
FORMULADEILDIN
23. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Farið er av álvara undir
endaspurtin í longstu lands-
kappingini nakrantíð. Veðr-
ið var buldrasligt sunnu-
dagin, men kortini spældi
tað merkiliga væl av, tá ið
23. umfarið í landskapping-
ini varð avgreitt. Alla staðni
uttan á Mølini á Eiði. Har
var vindurin so mikið
nógvur, at tað ikki bar til at
spæla. Tí gjørdi dómarin av
eftir lítla løtu, at dysturin
skuldi ikki spælast. Harvið
noyddist TB longu leiðina
suður aftur uttan at hava
spælt, og nú skulu feløgini
og FSF finna fram til
nýggjan leikdag. Tað kann
gerast eitt sindur torført, tí
dagarnir eru av álvara farn-
ir at styttast.
Fleiri av spælarunum hjá
EB/Streymi sóu 2. hálvleik
á Skála. Tað hevur gingið
sum eftir ánni hjá EB/
Streymi, og hóast kapping-
in er farin at styttast, og teir
eru níggju stig frá toppin-
um, so rokna teir framvegis
upp á, hvussu teir kunnu
røkka fyrstu heiðurskrón-
unum nakrantíð og kanska
eisini fyrsta FM heitinum
nakrantíð.
Um tað skal eydnast, so
verður í fyrstu atløgu neyð-
ugt hjá teimum at vinna á
TB. Støðutalvan sigur, at
EB/Streymur er stórfavo-
rittur móti botnliðnum,
men í hesum kappingar-
árinum hevur tað fleiri
ferðir víst seg at vera tor-
ført hjá favorittunum at fáa
fult á heimavølli. Síðsta
dømið um hetta var sunnu-
dagurin, tá ið ÍF fór við
einum stigi úr Gundadali,
har teir kundu havt fingið
øll stigini, um B36 ikki
hevði átt málverja, sum er
betri enn allir hinir.
At tað endaði við javn-
leiki á Skála bar við sær, at
B36 hevði oddasessin á
silvurfati, men teir tóku
ikki av. Sama møguleika
hevði B36 19. juni, tá ið
teir í 13. umfarinum høvdu
vitjan av TB, men eisini ta
ferðina kiksaði B36. Ta
ferðina endaði tað málleyst
í Gundadali.
Javnleikurin á Skála ber í
fyrstu syftu við sær, at støð-
an í toppinum er tann sama,
sum hon var undan viku-
skiftinum. Men tað er einki
at taka seg aftur í, at veg-
urin til FM heitið hjá skála-
monnum er knortlutari nú,
enn hann var undan viku-
skiftinum, og at møguleik-
arnir fyri at talan verður um
finalu, tá ið B36 og HB fara
at spæla í síðsta umfar-in-
um, eru størri nú, enn teir
vóru undan 23. umfarinum.
Úrslitini higartil siga, at
HB hevur trívst nógv verri
á bygd, enn teir hava gjørt í
Gundadali. Um teir høvdu
havt tapt á Skála, so hevði
FM møguleikin verið langt
burtur. Men HB fekk stigið,
sum framvegis ger tað
hugaligt hjá teimum at
venja og stríðast, og nú eru
teir eisini farnir at spæla!
Eftir HB avrikið sunnu-
dagin kann ikki annað
staðfestast enn, at tað er
harmuligt, at lið, sum er
mannað við so knáum fót-
bóltsspælarum, so leingi
skal hava sparkað so nógv
og langt í staðin fyri at hava
spælt fótbólt!
Sunnudagin eigur HB á
pappírinum lættari upp-
gávu, enn hini bæði odda-
liðini bíða eftir, og tað skal
avgjørt ikki síggjast burtur
frá
møguleikanum,
at
meistararnir
sunnudagin
fara at endurvinna odda-
sessin.
Skála er oddalið, og um
skálamenn fáa fulla úrtøku
í fýra teimum seinastu um-
førunum, so fara teir at
vinna FM heitið fyri fyrstu
ferð. Men avbjóðingarnar
hjá Skála tykjast størri, enn
tær eru hjá HB. Skála skal
sunnudagin spæla í Runa-
vík, har teir fyrr í ár hava
tapt 1-0, so skulu teir suður
á Sevmýri og so til Eiðis,
áðrenn GÍ í síðsta umfar-
inum fer at vitja á Skála.
HB skal spæla tríggjar
ferðir í Gundadali. Sunnu-
dagin fáa teir vitjan av illa
sperda VB, so skulu teir til
Fuglafirðar, so skulu teir
spæla móti KÍ í Gundadali,
og í síðsta umfarinum skulu
teir spæla móti B36.
B36
avbjóðingarnar
mugu roknast størri, enn
tær á pappírinum eru hjá
HB. Sunnudagin skal B36
norður á Mølina, síðani fáa
teir vitjan av KÍ, so skulu
teir spæla í Gøtu, áðrenn
teir fara at runda av við
kassadystinum móti HB.
NSÍ vann sunnudagin
sannførandi í Gøtu. NSÍ er
fimm stig frá oddasessin-
um, og í fyrstu atløgu er
neyvan rætt at rokna teir
ella EB/Streym millum
evnini til FM heitið. Tað er
ikki torført at vísa á, hvar
NSÍ hevur mist stigini, sum
teir nú resta. Eftir summ-
arsteðgin var fyrsti setning-
urin at vinna heimadystir-
nar móti KÍ, HB og B36.
Tað eydnaðist. So snúði tað
seg um útidystin á Tvøroyri
og heimadystin móti EB/
Streymi. Burturúr teimum
báðum spurdist bara eitt
stig. Tað vil siga, at NSÍ í
hesum báðum dystunum
misti tey fimm stigini, sum
teir nú eru frá oddasessin-
um.
NSÍ kann styrkja um sína
støðu sunnudagin, tá ið teir
fáa vitjan av Skála. So
skulu teir til Vágs og spæla
á heimavølli móti ÍF, áðr-
enn teir runda av í Klaks-
vík.
Og so er tað EB/Streym-
ur. Roknistykkið hjá teim-
um er áhugavert, so tað
verður tikið upp í serstakari
grein.
Tá ið endaliga uppgerðin
verður 22. oktober fara tey,
sum hava kappast um FM
heitið, men sum ikki gerast
meistarar, at leita eftir tí,
sum fer at resta í. Hjá tí,
sum skal vinna FM, er
neyðugt at vinna heima-
dystirnar. Ikki minst móti
botnliðunum og tað er her,
at fleiri kiksarar eru at
finna. HB er einasta av
teimum trimum, sum kapp-
ast um FM, ið ikki hevur
kiksað á heimavølli móti
teimum undir miðstrikuni.
Skála hevur tapt 1-0 móti
VB og spælt 3-3 móti ÍF, og
B36 hevur mist í javn-
leikum á heimavølli móti
TB og nú ÍF.
Suðuroyggin hevur
tað torført
Klaksvíkingar síggja eitt
sindur ljósari upp á tað, enn
teir leingi hava gjørt. 5-1
stórsigurin á VB bar við
sær, at KÍ flutti seg longri
frá botninum. Men støðu-
talvan sigur, at KÍ fram-
vegis er í vanda, hóast teir
hava fingið tíggju stig síð-
ani
summarsteðgin.
ÍF
hevur fingið seks stig, GÍ
hevur fingið fýra stig, VB
tvey stig, og TB hevur í
fimm
teimum
seinastu
umførunum bara fingið
stigið móti NSÍ. Og so er
tað útsetti dysturin móti
EB/Streymi.
GÍ legði sunnudagin rygg
til enn eitt tap. Sunnudagin
skal GÍ spæla á Sevmýri.
Um TB einki fer at fáa
burturúr, so verður tað mest
sum vónleyst hjá TB at
halda sær í bestu deildini.
Um tað eydnast TB at fáa
fult, so fer tað í seinastu
umførunum at brenna undir
GÍ, sum í trimum teimum
seinastu umførunum skal
spæla móti EB/Streymi,
B36 og Skála!
Men í løtuni sær tað
svartast út hjá feløgunum í
Suðuroy. Tey eru niðast, og
tað er torført at finna dyst-
irnar, har tey skulu skava
neyðugu stigini saman.
VB avrikið í Klaksvik
boðaði ikki frá, at vág-
bingar eru serliga væl fyri.
Hugburðurin tóktist lítið
sannførandi, og tað tóktist
avgjørt ikki at vera gott
hugskot, at teir yrkakvøld
skuldu til Klaksvíkar at
avgreiða
týdningarmikla
landskappingardystin, og at
teir síðani so at siga um
somu leið skuldu til Íslands
at spæla vinardyst.
ÍF er eisini í vanda. At
teir so at siga við høkjuliði
fingu eitt stig í Gundadali
eigur at geva íblástur, um-
framt at úrslitið var stað-
festing av, at tað framvegis
er soleiðis - hóast munurin
á støðutalvuni er stórur - at
eingin dystur er avgjørdur,
áðrenn hann er spældur.
Tað eigur at geva øllum
botnliðnum áræði at leggja
allar árar í sjógv undir
venjingum og síðstu og
avgerandi avbjóðingunum.
Skála eigur brattastu
brekkuna
GÍ tapti hesa ferð fyri triðju
ferð á rað. Komandi
sunnudag skulu gøtumenn
spæla á Sevmýri, og tann
dysturin líkist longu nú
einum veruligum lagnudysti
fyri bæði liðini
Mynd: Álvur Haraldsen