Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir fýra umfør av 4th Klaksvík Inter- national, eru Heini Olsen og Hans Krist- ian Simonsen við í oddastríðnum. Helgi Dam Ziska hevur hin- vegin fingið eina tunga kappingar- byrjan TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í fornum og stásiligum um- hvørvi í "Leikalund" sita seks sterkir telvarar í hes- um døgum og stríðast og berjast ímóti hvørjum øðru- m við intellekti teirra. Hóast tú situr fyri tað mesta púra friðarligur, er slík talvkapping sera møðandi. Og gongst tær illa, kann tað verða torført at finna neyð- uga mentala styrki fram- aftur. Eftir tríggir ósigrar á rað, eydnaðist tað Helga D. Ziska í 4. umfari at fáa javnt ímóti Hans Kristiani Simonsen. Helgi tapti óneyðugt í 1. umfari ímóti Eiriki Gullaksen og helst varð hesin hvøkkur orsøkin til telving undir vanligt støði næstu tvey umførini ímóti ávíkavist Heina Olsen og Johan Eriksson. Men við javnleikinum sunnudagin er Helgi komin í gongd. Vónandi eisini mentalt. Snarsigur á norskum altjóða meistara Hans Kristian og Heini hittust í fyrsta umfari. Upp- gerðina vann Hans Kristian ruddiliga. Heini hevur tó longu vent gongdini, fyrst við sigri á Helga í 2. umfari og síðani fletti hann Gullaksen sera snøgt og skjótt í 3. umfari. Heini vísti taktiskar snildir sínar í hesum talvi, sum er við í blaðnum. Sunnudagin leikt klaks- víkingurin ein góðan javn- leik við svarta fólkinum ímóti Jens Ova Fries Niel- sen og við javnleikinum hevur Heini 2,5 stig eftir fyrstu fýra umførini. Eins og Hans Kristian skal Heini hava 7 stig av 10 møguligum fyri at vinna sær ein norm. Hetta tykist als ikki ógjørligt fyri teir báðar. Hans Kristian hevur eisini 2,5 stig. Eftir sigurin á Heina, hevur sterki koll- firðingurin leikt tríggjar javnleikir, har hann ongan- tíð hevur verið í trupul- leikum. Tvørturímóti, tí í talvinum ímóti Eriksson í 2. umfari, hevði Hans Kristian greiðan vinnandi fyrimun, men flutti síðani skeivt og blakaði sigurin vekk. Orsøk er at fegnast um stigini higartil hjá Heina og Hans Kristiani. Óført at tveir av okkara monnum hava fingið góða byrjan og harvið enn hava møguleik- an fyri normum og kapp- ingarsigri. Mánadagin eftir evstamark var oddabrak millum Heina og Eriksson. Fyrrverandi vinnari á odda Vinnarin av 2nd Klaksvík International, Johan Eriks- son, er á odda við trimum stigum. Hann var sum sagt í trupulleikum ímóti Hans Kristiani, men annars hevur sviin telvað sannførandi. Tvey av talvunum hjá Eriksson hava verið sera drúgv: Eriksson - Gullak- sen remis, 105 leikir, og Ziska - Eriksson 0-1, 114 leikir! Gullaksen og Fries Niel- sen hava skuffað við ávíka- vist tveimum og hálvum- øðrum stigum. Talvini verða víst bein- leiðis á www.faroechess.com. Á www.myndakall.fo eru myndir frá kappingini at síggja. Nr. 178 - 20. september 2005 19 Talvið hesa vikuna IM Eirik Gullaksen (2382) - Heini Olsen (2325) Klaksvik International 2005 (3), 17.09.2005 1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 a6 4.Ba4 Rif6 5.d3 b5 6.Bb3 Be7 7.Ric3 Gullaksen telvar varligt frábrigdi í sponsku byrjanini 7...d6 8.a3 Be6 9.Bxe6 fxe6 10.0- 0 0-0 11.d4 Rixd4 12.Rixd4 exd4 13.Fxd4 Rid7! Riddarin gevur pláss til bispin, umframt at leikurin opnar fyri rókinum. Riddarin kikar sjálvur eftir e5- puntinum 14.Be3 Bf6 15.Fd2 Rie5 Svartur hevur longu fyrimun 16.b3 Rig4 17.Bd4 Bxd4 18.Fxd4 Fh4! 19.h3 Rie5 Nú má hvítur vera á varðhaldi. Men næsti leikur er katastrofalur 20.Fe3?? f3 ella Rie2 eru bestu møguleikarnir, í einari kortini verri støðu. Støðumynd eftir 20.Fe3 20...Rf3!! snøgt og vinnandi 21.Fe1 Lítið hjálpir: 21.gxf3 Fxh3, sum vinnur 21...Rxh3! 22.gxh3 Rif3+ 23.Kg2 Rixe1+ 24.Raxe1 Fg5+ 25.Kh1 Rf8! Hvítur gavst í vónleysari støðu. Gullaksen kann t.d. ikki verja h-finnuna, uttan at missa aðrar finnur. 0-1 Í nógv ár hevur verið tosað um, at føroyingar áttu at fingið sær eina veruliga fótboltscafé, soleiðis sum vit kenna tær uttanlands. Fleiri royndir eru eisinin gjørdar higartil, men ein av teimum meira væl eydn- aðu, tykist kortini vera nýggja Glitnir í Vágsbotni. Sunnudagar hava teir vanliga havt upphiting fyri áskoðarar á skránni, so- leiðis at hesir kunnu sita í Vágsbotni og mýkja stemmubondini, áðrenn leiðin verður løgd niðan í Gundadal, og enskur fót- bóltur hevur sjálvandi eis- ini verið á skránni. Soleiðis var eisini sunnu- dagin, tá arvafíggindarnir Liverpool og Manchester United brustu saman á Anfield Road. Fjepparar í báðum legum høvdu boðað frá, at leiðin nú gekk oman í Glitnir, og tá dysturin varð blástur ígongd á miðdegi, var stúgvandi fult inni í hølunum. Og tó at talan gjørdist um ein málleysan javnleik, har tað í nógvar mátar var langt millum snapsarnar, so nervaði hetta á ongan hátt huglaðnum. Stuðulsróp og -klapp vóru støðugt at hoyra - alt eftir hvør gjørdi hvat. Og einki man vera at ivast í, at bæði viðhalds- fólkini hjá Manchester og Liverpool eisini framyvir fara at síggja fleiri góðar dystir við stórskíggjan. -mørk Føroyingar í toppinum Støðan telvari rating stig Johan Eriksson (2423) 3,0/4 Heini Olsen (2325) 2,5 Hans K. Simonsen (2305) 2,5 Eirik Gullaksen (2382) 2,0 Jens O. F. Nielsen (2381) 2,0 Helgi D. Ziska (2177) 0,5 Saman við Heina Olsen er Hans Kristian Simonsen enn partur av oddastríðnum í stóru talvkappingini í Klaksvík Fótbóltscafé Tað var stúgvandi fult á Glitnum, tá reyðu arvafíggindarnir í Onglandi brustu saman sunnudagin