týsdagur 20. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 178 - 20. september 2005
Einasta felagið við
føroyingum á liðnum,
sum hesa ferð fekk
fult, var Frem, har Jón
Rói Jacobsen taldist
millum málskjúttar-
nar
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gekk ikki meiri enn
passaligt hjá feløgunum í
næstbestu donsku deildini,
sum hava føroyingar á lið-
num. Atli Gregersen spælir
við Skjold, og hjá teimum
hilnaðist tað aftur hesa ferð
illa. Skjold var í Herfølge,
har heimaliðið vann 4-0. Í
átta teimum fyrstu umfør-
unum hevur Skjold bara
fingið tvey stig.
Lyngby átti heimavøll
móti Køge, sum tykist ætla
sær at vera við í toppstríð-
num. Køge vann 3-1, eftir
at teir í steðginum høvdu
verið frammanfyri 2-0.
Christian Lamhauge Holst
taldist enn eina ferð millum
málskjúttarnar. Tíðliga í 2.
hálvleiki minkaði hann um
málmunin til 2-1.
Andrew av Fløtum og
Fremad Amager eru fram-
vegis millum toppliðini.
Tað var tó vónbrot, at tað
ikki skuldi eydnast at fáa
meiri enn eitt stig burturúr
vitjanini í Brønshøj. Úrslit-
ið var 1-1, eftir at heima-
liðið hevði verið á odda, tá
ið tað var hálvleikt. Hóast
Brønshøj
telist
millum
botnliðini, so kom tað ikki
púra óvæntað á Fremad
Amager, at tað ikki eydn-
aðist teimum at fáa fulla
úrtøku. Tað hava teir ikki
rokkið á Tingbjerg stadion
síðani 16. september í
2000.
Andrew av Fløtum var á
vøllinum alla tíðina. Hann
hevði einar tríggjar møgu-
leikar at gera mál, men
hann kom ikki nærri enn
við høvdinum at senda í
tvørtræið.
Fyrsti parturin av hesum
kappingarárinum
hevur
ikki hilnast nakað serligt
hjá Frem, sum í summar
skifti nógv fólk. Hesa ferð
gekk tað tó heilt væl. Frem
var á útivølli í Nykøbing á
Falster. Heimaliðið har,
NFA, hevur havt sera góða
byrjan upp á hetta kapp-
ingarárið. Teir teljast mill-
um oddaliðini, meðan Frem
undan vikuskiftinum var á
13. plássi.
Men tað var Frem, sum
var væl stinnari hesa ferð.
Teir vunnu 4-1, eftir at teir í
steðginum høvdu verið
frammanfyri við einum
máli. Jón Rói Jacobsen var
á vøllinum allar 90 minutt-
irnar, meðan Jónas Þór Næs
og Gunnar Nielsen vóru á
Frem beinkinum. Jón Rói
megnaði akkurát at bjarga
skotroynd hjá heimaliðnum
til horna, tá ið støðan tíð-
liga í 2. hálvleiki framvegis
var 1-0 til Frem, sum var
komið framum við brots-
sparksmáli.
Tá ið tað restaðu tjúgu
minuttir, økti Jón Rói Ja-
cobsen til 3-0. Við handara
stólpan stýrdi hann bóltin-
um í málið, eftir at innlegg
var komið úr høgru.
Bæði B36 og ÍF
mundu iðra seg
sunnudagin. B36, tí
teir ikki tóku av
møguleikanum at
leggja seg á odda. Og
ÍF, tí teir ikki tóku av,
tá øll trý stigini stóu
teimum í boði
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast regnið oysti niður, og
vindurin hevði hug at gera
eitt sindur um seg, so var
tað ikki upp á tal, at dystur-
in millum B36 og ÍF skuldi
avlýsast. Klokkan 15.00
stóðu liðini hvør sínu meg-
in miðstrikuna, og so kundi
tað vera tað asama, at mál-
talvan í Gundadali hevði
givið skarvin yvir mótvegis
nógva regninum.
Dysturin var valla byrjað-
ur, áðrenn liðini fóru at
leita sær í hvør sín leiklut.
B36 hevur í oddastríðnum
tørv á fullari úrtøku at kalla
hvørja ferð, teir eru við, og
byrjunaruppstillingin stað-
festi eisini, at farast skuldi
eftir sigrinum. Við bæði
Óbi og Allan á toppinum og
einum offensivur Welling-
ton hangandi aftan fyri,
varð javnvágin á liðnum
skumpað nógv frameftir.
Og tó at talan ikki var um
teir opnu møguleikarnar, so
tóktist yvirvágin somikið
stór, at tað einamest var ein
spurningur um tíð, áðrenn
hol kom á.
Og árstalsfelagið fekk
eisini fyrsta gylta møgu-
leikan í dystinum. Allan
Mørkøre slapp ígjøgnum í
høgrum, men tá hann
skuldi leggja flatt til púr-
asta leysa Óbi, var sending-
in ov spakulig, soleiðis at
verjuspælari fekk ruddað
burtur.
Spakuliga fekk ÍF betri
tamarhald á spælinum. Teir
megnaðu í størri mun at
halda bóltinum í egnari røð,
so trýstið ikki gjørdist alt
ov nógv, og í løtum ferðað-
ist bólturin eisini nógv á
B36-hálvuni.
Teir máttu tó bíða til
knappir 40 minuttir vóru
farnir, áðrenn teir av álvara
vóru í nánd av B36-málin-
um, men tá møguleikin so
kom, so varð eisini tikið av
alt fyri eitt. Atli L. Petersen
sendi horna inn fyri úr
høgru, og við handaru
stong var Høgni Zacharia-
sen hægri enn Jákup Mikk-
elsen, og so var 0-1.
Stóri trupulleikin hjá B36
var í fyrra hálvleiki, at liðið
als ikki megnaði at fáa
neyðugu ferðina í spælið.
Tað gjørdi tað alla tíðina
møguligt hjá gestunum at
standa rætt í verjuni, áðr-
enn støðurnar av álvara
gjørdust vandamiklar, og
skjótt royndi heimaliðið
eisini at broyta hetta.
Wellington, sum fyri tað
nógva hevði fáar snúningar
í spælinum, varð skiftur um
við Levi Hanssen, men
áðrenn nakar veruligur
munur sást, átti Sylla
kanska at avgjørt tað heila.
ÍF kontraði skjótt upp í
vinstru síðu, men púrasta
leysur við Jákupi Mikkel-
sen megnaði Sylla ikki at
skora. Og nakað seinni
kom B36 so av álvara við í
dystin. Einar tvær ferðir
høvdu Santos og Óbi ann-
ars verið nær við, men tað
skuldi eitt sindur av tilvild
til, áðrenn útjavningin kom.
Santos skeyt fríspark langt
úti í høgra borðið. Bólturin
skrúvaði
móti
handara
stólpa, og tá eingin spælari
fekk skot á, smeyg hann
sær eisini inn handan mál-
verjan, sum stóð púrasta
seldur.
Tað kundi kanska roknast
við, at hetta var startskotið
til eitt ordans trýst frá
heimaliðnum, men hetta
kom ongantíð til sjóndar.
Tað hevur verið sagt fleiri
ferðir í ár, og dysturin
sunnudagin var sum so ein
undirstrikan av hesum. At
stóri trupulleikin hjá B36
hevur verið, at liðið í ov
lítlan mun megnar at leggja
trýst yvir kantarnar. Hesa
ferð var miðvøllurin sam-
ansettir av einum diamanti,
har Fróði og Mikkjal høvdu
ytstu
leiklutirnar,
men
hvørgin teirra er tó nakrar
kantspælari. Ivaleyst var
ætlanin við hesum eisini, at
tað skuldi vera upp til
bakkarnar báðar at skapa
nakað uppeftir, men hetta
eydnaðist bert partvíst.
Fyrst og fremst, so eydnað-
ist tað í stóran mun hjá ÍF at
forða Santos í at koma ov
nógv upp, og í hinum borð-
inum er kvaliteturin í inn-
leggunum
frá
Kenneth
Jacobsen langt ífrá hin
sami, sum hann er tað hjá
Santos.
Gaman í fekk B36 onkr-
an møguleika afturat, og ta
einu ferðina stóðu fugl-
firðingarnir inni á strikuni
og blokkaðu, tá innskifti
Tummas Hans Rubeksen
smekkaði til. Men størstu
møguleikarnir fullur kortini
til ÍF - og serliga Sylla.
Tvær ferðir átti fílabeins-
búgvin gyltan møguleika,
men fyrru ferðina kom
Jákup frágera væl út móti
leysa
áleyparanum,
og
seinnu ferðina fór fluktarin
beint framvið málinum.
Og tað var eisini Jákup
Mikkelsen, sum fekk sein-
asta orðið í dystinum, tá
hann vardi góðum lang-
skoti frá Høgna, sum hevði
kós mót stólparótini.
Soleiðis var tað kanska
alt í alt fuglfirðingarnir,
sum høvdu størstu orsøkina
at iðra seg eftir dystin. Men
tað nertir ikki tann veru-
leika, at vertirnir eisini iðr-
aðu seg. Ikki minst, tí javn-
leikurin á Skála mundi vera
júst tað úrslitið, sum tey
flestu
í
B36-húsinum
høvdu vónir um.
Hinvegin, so var javn-
leikurin ikki nøkur van-
lukka fyri B36. Enn sum
áður, so er tað bara eitt stig,
sum skilir oddaliðini, og
við dystum hjá Skála á úti-
vølli móti bæði EB/Streymi
og NSÍ, so er væl møguligt,
at B36 framvegis kann fáa
hjálp í royndunum at vinna
fram á oddasessin. Men
fyrsta fortreytin fyri hesum
er, at B36 sjálvt tekur
stigini, tá møguleikin er til
staðar. Og tann setningurin
varð ikki greiddur í regnin-
um í Gundadali.
B36-ÍF 1-1 (0-1):
Tóku ikki møguleikan
Jón Rói og Claus skoraðu
B36-ÍF 1-1 (0-1)
0-1: Høgni Zachariassen, 39.
1-1: Alex dos Santos, 67.
Dómari: Páll Augustinussen. Hevði ikki stórvegis
trupulleikar av ferðfátæka dystinum, tó at hann kanska
gav spælarum dekan ov langt toymi at dríggja sær
tíðina við hvørt.
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Pól
Thorsteinsson, Bárður H. Joensen, Alex dos Santos -
Mikkjal Thomassen (Bogi Hermansen, 75.),Wellington
da Silva Soares (Levi Hanssen, 51.), Ingi Højsted, Fróði
Benjaminsen - Allan Mørkøre, Okeke Obele Onyebuchi
(Thomas Hans Rubeksen, 60.)
GK: Okeke Obele Onnyebuchi, 27., Fróði Benjaminsen,
57., Kenneth Jacobsen, 59.
ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen, John Thomsen (Dánjal P.
Højgaard, 63.), Símun Eliasen, Fritleif í Lambanum -
Hanus Eliasen, Emil Nolsøe Leifsson, Eyðun ryggshamar
(Bárður á Lakjuni, 75.), Høgni Zachariassen, Atli Petersen
- Sylla D. Amed (Bartal Eliasen, 90.)
GK: Fritleif í Lambanum, 9.
Fakta um dystin
Hóast B36 hevði bóltin nógv, so eydnaðist
teimum sjáldan at spæla seg ígjøgnum ÍF-
verjuna. Einamest, tí spælið yvir kantarnar
var ov lítið og ov seint