Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 20. september 2005 21 At Keflavík tapti grannauppgerðina bar við sær, at Grindavík eisini verður partur av bestu deildini næsta ár ÍSLAND Jóannes Hansen Grindavík hevði bakið móti múrinum, tá ið teir í átjanda og síðsta umfarinum, sum var á skránni leygardagin, høvdu vitjan av Keflavík. Tað var neyðugt hjá Grindavík at fáa fulla úr- tøku móti grannunum, og so var at vóna hjá teimum, at onnur úrslit lagaðu seg teimum eftir vild. Grindavík vann 2-1, og onnur úrslit lagaðu tað soleiðis, at Grindavík eisini næsta ár verður partur av bestu deildini. Símun Sam- uelsen varð settur á vøllin, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Tá var støðan 2-1. Longu undan 18. umfar- inum var tað greitt, at Þrótt- ur skuldi verða annað av teimum, sum mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Leygardagin segði Þróttur farvæl við manér. Teir vunnu granna- uppgerðina 2-1 móti Vali, sum frammanundan hevði ognað sær silvurmerkini. Fram flutti eisini niður. Harvið var talan um tveir niðurflytarar úr Reykjavík. Leygardagin tapti Fram 5-1 á heimavølli móti meistar- unum FH. Hafnafjørður hevur havt framúr kapping- arár. Teir hava vunnið sekstan og tapt tveir dystir. Tapini løgdu teir rygg til eftir, at teir fyri fleiri vikum síðani høvdu tryggjað sær meistaraskapin. ÍA á Akranesi vann bronsumerkini. Leygardag- in vunnu teir á heimavølli 2-1 móti gamla felagnum hjá Rógva Jacobsen, KR. Talan hevur verið um vón- brot hjá fleirfalda meistara- liðnum KR, sum endaði á sætta plássinum. Ólavsøkugestirnir sóu við eygnum eygum, at ÍBV úr Vestmannaoyggjunum ikki hevur nakað serliga gott lið. ÍBV hevur verið í stórum vanda at flyta niður. Leygardagin taptu teir 1-0 í Reykjavík móti Fylkir. Teir endaðu á sama stigatali sum Fram, men ÍBV megn- aðí akkurát at varðveita plássið í bestu deildini. Hans Fróði millum teir bestu Hóast tvey feløg úr Reykja- vík flyta niður úr bestu deildini, so verður høvuðs- staðurin eins væl umboð- aður í bestu deildini næsta ár, sum hann hevur verið tað í ár. Upp úr næstbestu deild- ini flyta Breiðablik og Vík- ingur. Seinna felagið er í Reykjavík, og Breiðablik er í Kópavági. Vinarbýurin hjá Klaksvík var bygd utt- anfyri Reykjavík, og talan er framvegis um kommunu fyri seg sjálva, men tað er langt síðani, at Kópavogur vaks saman við Reykjavík. Talan hevur verið um fínt kappingarár hjá Breiða- bliki, sum leygardagin rundaði av við 2-2 á útivølli móti HK. Breiðablik hevur vunnið trettan dystir, fimm ferðir hevur tað verið javnt, og teir hava hetta kapping- arárið ikki tapt. Hans Fróði Hansen hevur verið sera stinnur í mið- verjuni hjá Breiðabloki. Tá ið teir í Kópavági leygar- kvøldið fagnaðu uppflyt- ingini, vóru ársins spælarar valdir av áskoðarum, leiðslu og eisini spælarun- um. Hesir seinastu kjósaðu Hans Fróða til at vera besta maðurin í hesum kapping- arárinum. Símun spældi hálvan tíma Satsa upp á heiðurs- merki Við sigrinum á GÍ fekk NSÍ skútuna aftur á beint, eftir at liðið í teimum báðum undanfarnu dyst- unum hevði latið 9 mál ígjøgnum. Eitt avrik, sum avgjørt ikki styðjar upp undir eina vón um at gerast partur av oddinum. Og við teimum fimm taptu stigunum í hesum báðum dystunum í mentu, er einki at ivast í, at iðranin í Runavík er enn størri, tí fimm stig er júst tað, sum NSÍ nú hevur upp til oddasessin. Tá vit eftir dystin í Gøtu høvdu orðið á Helga L. Petersen, tóktist hann tó ikki hava nakran serligan hug at dvølja við tað, sum er farið. - Enn eru 12 stig eftir at spæla um, og okkar mál er púra greitt, at vit vilja striðast um heiðursmerki. Tað er sjálvandi langt ífrá víst, at vit hava nakran møguleika at gerast fremstir. Men vit hava so Skála næstu ferð, og tú skalt ikki vera nakar roknimeistari fyri at síggja, at har hava vit tørv á øllum stigunum. Gera vit tað, so sær tað eisini eitt sindur ljóst út. Í øllum førum skulu bæði Skála og B36 til Eiðis, og í seinasta dystinum spæla HB og B36 innanhýsis. So tey fáa ikki fult stiga- tal øll somul í seinastu dystunum, og vinna vit móti Skála næstu ferð, so eru vit betri innanhýsis í mun til bæði Skála og B36. So vit hava langt ífrá mist mótið, tá tosað verður um heiðursmerki, sigur Helgi at enda. -mørk GÍ-NSÍ 1-5 (1-1): Gøtumenn í aldudali Tá NSÍ eftir steðgin fór at umseta møgu- leikar til mál, skramblaði GÍ full- komuliga saman, og enn mugu steypa- vinnararnir ásanna, at niðurflyting er ein ítøkiligur møguleiki FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Grannauppgerðirnar millum NSÍ og GÍ plaga at borga fyri bæði jøvnum og intens- um uppgerðum. Soleiðis tóktist tað eisini skula vera sunnudagin, tá tey bæði lið- ini hittust í Sarpisgerði. Fyri báðar partar var gald- andi, at tað stóð nógv upp á spæl. Runavíkingar, tí hetta var absolutt seinasti møgu- leikin at hanga so dánt við toppinum, eftir at dýrir stiga- missir tey bæði seinastu vikuskiftini hava hildið teimum burtur frá heilt stutt- liga partinum av stigatalvuni. Og gøtumenn, tí niðurflyt- ingarspøkilsið framvegis hongur tungt oman yvir liðið. Týdningarmikil útjavnan Fyrstu longu løtuna var talan eisini um eina tætta uppgerð. Runavíkingarnir høvdu kanska betra spælið, men teir megnaðu ikki at umseta møguleikarnar til mál, og tí lúrdi vandin fyri kontra- álopum eisini støðugt. Gøtumenninir hinvegin royndu at dúva upp á upp- skriftina, sum teir til tíðir hava fingið heilt nógv burt- urúr í ár. Við at liggja djúpt á vøllinum, og síðani dúva upp á kvik mótálop, royndu teir at halda spenningin í dystinum, og stutt fyri hálv- leik spurdist úrslit eisini burturúr, tá teir fingu lagt seg á odda. Hjá runavíkingum kundi filmurin við hesum kanska knekka fullkomuliga. Fyri tveimum vikum síðani mistu teir sigurin í evstu løtu á Sevmýru, og fyri einari viku síðani tveittu teir 2-0 leiðslu burtur í stórtapinum fyri EB/Streymi. Ivaleyst fuku slíkir tankar gjøgnum høvdini á spælar- unum, men lukkutíð, so megnaðu teir hesa ferð at svara alt fyri eitt. Eitt mál, sum fekk teir at fara inn til steðgin við rættari pannu. Og ikki minst, so var sálar- liga javnvágin eisini í lagi, tá farið varð inn til seinna hálvleik. Korthúsið rapaði Og tá NSÍ so eisini legði seg á odda mest sum beint eftir steðgin, vóru tað brád- liga teir, sum høvdu stóru sálarligu yvirvágina. Gaman í, so hevðið GÍ gyltan møguleika at javna til 2-2, tá ein mest sum púr- asta leysur Hanus Jacobsen smekkaði til víð síðuna av málinum, men so fullu gøtumenninir mest sum púrasta í fátt. og álopini frá runavíkingum skolaðu om- an móti málinum. Breiddin á vøllinum varð nýtt væl og virðiliga, og ferð eftir ferð varð GÍ-verjan spæld tunn, soleiðis at góðar støður spurdust burturúr. Tað komu so heili trý mál afturat, men onkur runavík- ingur vildi helst sagt, at tey bara vóru trý í tali. Og í øllum førum mundu teir hjá heimaliðnum fleiri ferðir takka Pól Næs Joensen fyri sínar dygdir í málinum. Gysari á Sevmýri 1-5 vísti talvan, tá teir 90 minuttirnir vóru lidnir, og tað kundu gestirnir sjálv- sagt vera best nøgdir um. Enn er oddurin ikki horvin heilt í sólarhvarvinum, og so er spurningurin, hvat fer at henda, tá Skála vitjar um eina viku. Hjá GÍ er støðan heldur meira kritisk. Tríggjar tær seinastu ferðirnar - har av tvær á heimavølli - er liðið farið av vøllinum uttan stig, og við tætta botnstríðnum í huga, hava teir ikki ráð til hetta alt ov oftani afturat. Ikki minst tykjast teir báðir heimadystirnir - B36 og EB/Streymur - sum liðið hevur eftir, at vera tungir, og tí líkist tað einum veru- ligum lykladysti, tá teir komandi umfarið skulu á vitjan á Sevmýri. GÍ-NSÍ 1-5 (1-1) 1-0: Sámal Joensen, 42. 1-1: Óli Hansen, 43. 1-2: Jónstein Petersen, 49. 1-3: Christian Høgni Jacobsen, 69. 1-4: Christian Høgni Jacobsen, 74. 1-5: Páll M. Joensen, 86. Dómari: Georg N. Rasmussen GÍ: Pól N. Joensen - Jónreid Dalheim, Robert Rze- czycki, Kaj Ennigarð, Hanus Jacobsen - Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor (Per Jacobsen, 85.), Sam Jacobsen (Bjarni Justinussen, 75.), Sámal Joensen, Símun Louis Jacobsen - Krzystof Popczynski GK: Robert Rzeczycki, 30., Hans Pauli Petersen, 60. NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen,Viggo Johannesen, Sjúrður Jacobsen (Páll M. Joensen, 65.) - Andy Olsen, Kári Hansen (Dánjal Hansen, 11.), Jústinus R. Hansen, Jónstein Petersen - Helgi L. Petersen, Christian Høgni Jacobsen (Ike- chulwu Onyema, 80.) GK: Kári Hansen, 10. FAKTA UM DYSTIN Sámal Joensen og GÍ høvdu eina lítla løtu yvir- vág í granna- uppgerðini, men tá runa- víkingar so svaraðu aftur, gjørdu teir tað við manér Mynd: Álvur Haraldsen Málini í Gøtu 1-0: Sámal Joensen GÍ spælir upp í høgru, og tá bólturin verður sendir innfyri, sparkar Sámal Joensen fyrstu ferð í longra hornið. 1-1: Óli Hansen Adndy Olsen sendir horna úr høgru síðu móti handaru stong. Har er Helgi L. Petersen hægstur, og skallar tvørturum, har Óli kann stýra bóltinum seinasta pettið í kassan. 1-2: Jónstein Petersen Runavíkingar spæla seg ígjøgnum í høgru, og tá bólturin verður skiftur yvirum, smekkar Jónstein Petersen alt fyri eitt til. 1-3: Christian Høgni Jacobsen Enn einaferð verður spælt upp í høgru, og so heilfluktar Christian Høgni Jacobsen sera vakurt við handara stólpa. 1-4: Christian Høgni Jacobsen Hesa ferð er uppspælið í vinstru síðu, og tá bólturin verður sendir innfyri, fær Christian Høgni tíð at temja, áðrenn hann sendir fram við sakarsleysa Pól N. Joensen í GÍ- málinum. 1-5: Páll M. Joensen Helgi sendir Ike avstað við stikningi inn um verjuna. Nigerianin trekkir framvið mál- verjanum, og so kemur Páll drønandi og skumpa bóltin í málið úr spískum.