Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 178 - 20. september 2005 Skála-HB 1-1 (1-1): Skála kendi ikki sína vitjun Í ógvusligum arbeiðs- semi legði heimaliðið sera ógvusliga fyri. Tað eydnaðist tó bara at fáa eitt mál burtur úr yvirvágini. HB vísti betri fótbólts- spæl, enn teir leingi hava gjørt, og sjálv- andi tóku meistarar- nir av, tá ið teir vórðu bjóðaðir eitt mál SKÁLA-HB Jóannes Hansen Hetta var ein av røttu topp- uppgerðunum. Skála legði fyri sum eitt óløgi, báðir partar vóru við upp á tað, báðir partar royndu at spæla heldur enn at sparka fótbólt, nærdystirnir vóru nógvir og tættir, og hóast møðin gjørdi alt meiri um seg, og neyvleikin og hug- flogið minkaðu eitt sindur, so helt spenningurin sær til síðsta bríkslið. Hjá HB ráddi tað mest av øllum um ikki at tapa. Kortini vóru teir rættuliga álopskendir í 4-3-3 útgangs- støðu. Nýggi venjarin hevur flutt Rúna Nolsøe eitt sindur út í høgra borð. Nýggjur sentralur miðvallari er Vagnur Mohr Mortensen. Hann er meiri framrættaður, og Kári Nielsen er meiri verjukendur. Teir spældu seg upp, og 1-1 javnleikurin kann um ein mánað fara at vísa seg at vera ógvuliga hentur. Fyrsta hálva tíman bendi lítið á, at teir á HB miðvøll- inum og í HB yvirhøvur skuldu hava nakað sum helst at siga. Skála sat á øll- um. Nenad og Pauli G. Han- sen pískaðu liðið fram, Iulian Florescu í vinstru var álopssinnaður og við í nógv- um uppspæli, Hanus Thor- leifsson setti í vinstru HB verjuna í høgru grá hár í høvdið, og Jónhard Freder- iksberg og Bogi Gregersen runnu nógv fyri sínum lið- feløgum, tá ið heimaliðið hevði bóltin, og teir vóru skjótir at leggja trýst á aft- astu HB menninar, tá ið gestirnir royndu at fáa tam- arhald á. Tað líkaði HB einki serligt. Skála kundi havt fingið hol á í fyrsta álopinum. Bárður Johannesen, sum fyrstu løtuna var eitt sindur tøvandi, men sum spældi seg upp og endaði ógvuliga sannførandi, misti bóltin, Jónhard snaraði eitt sindur til høgru, men skotroyndin varð blokerað at verju- spælara. Fleiri aðrar ferðir var tætt við. Skála hevði lotið, sum ikki órógvaði so nógv, sum veðurlíkindini kundu havt lagt upp til, undan. Lang- skotsroyndir kitlaðu stólp- arnar, og hornasparksstøð- ur vóru vandamiklar, tá ið heimamenninir eftir skjótt, neyvt og hugflogsríkt sam- anspæl komu í nánd av HB málinum, men tað var bara eina ferð, at úrslit spurdist burturúr. Tað var vorðið sum mál. Pætur Dam Jacobsen, sum onkra ferðina hevur verið meiri sannførandi, legði úr høgra verjuborði og tvørtur um til Iulian Florescu. Hjá mongum mundi sendingin havt kenst vónleys at arbeitt við. Men ikki hjá bóltsnill- inginum, sum tamdi við bringuni í rennirætningin, og so varð eitt av eyðkendu Skála álopsvápnunum nýtt. Tað er flatt at stinga beint fram eftir, so verður bóltur- in tamdur til viðspælara, ið rennur upp á tvørs, og so eru tveir mótstøðumenn lagdir afturum. Í hesum førinum tóktist endin á álopinum vera, tá ið Jónhard Frederiksberg misti bóltin frammi við baklinj- una. Men hann var treiskur, fekk bóltin av aftur mót- støðumanninum, spældi eitt tvey við Hanus Thorleifsson og legði so upp á tvørs, og so tveitti Bogi Gregersen seg fram í brotsteiginum og stútaði í kassan. Sera vakurt mál, og tað kundi havt sæð út sum um, at heimaliðið rættuliga skuldi gera bart. Men so- leiðis tók tað seg ikki upp. HB betri tak á Um tað var HB, sum fekk størri tyngd, ella um tað var heimaliðið, sum fór meiri at hugsa um at verja tað, teir høvdu fingið, heldur enn at halda fram í somu øði, valdast um eygað, sum sær. Tað var nátúrligt, at Skála ikki kundi megna at varð- veita ferðina, sum teir høvdu lagt fyri í, og so fótaði HB sær alt meiri. Miðvallararnir og vong- verjarnir funnu væl saman, og síðsta korterið var tað fleiri ferðir fram ímóti, at álopsspælararnir vístu tenn. Men á síðstu sekstan metrunum vóru teir tunnir. Tí kom tað serliga væl við Serliga fyrstu løtuna hevði Skála dystin í einum jarntaki, men HB fekk útjavnandi málið, og so eru meistararnir enn við í gulldystinum Mynd: Álvur Haraldsen Høvdu betri uppiborið Hjálparvenjarin hjá Skála heldur, at teir áttu at havt vunnið øll stigini, men hann fegnast eisini um, at teir komu burturúr manningarligu illa sperdu uppgávuni við javnleiki SKÁLA Jóannes Hansen Teir iðraðu seg á Skála, eftir at tað endaði við javnleiki móti HB. - Eingin, sum var eygnavitni til dystin móti HB, kann vera ósamdur í, at vit leikliga vóru omaná, og at vit ikki vóru hepnir í avgerandi støðum. Hvørki frammanfyri HB málið ella frammanfyri okkara mál vóru vit hepnir í avgerandi støðunum, men tá ið vit hyggja aftur á hetta stríðið, so var tað positiva, at hóast vit restaðu spælarar og kanska hava verið mettir at vera eitt sindur í aldudalin- um, so megnaðu vit javn- leik móti meistarunum, sum hava verið roknaðir at vera aftur á toppinum, sigur Pauli Poulsen, hjálp- arvenjarin hjá Skála. Hvussu sært tú nú uppá tað? - Vit hava framvegis møguleikan, og vit trúgva upp á tað. Hesa ferð spardu vit Alexandur Jo- hansen, sum var eitt sind- ur ivasamur, og vit vóna eisini, at Bjarni Jørgensen og Sveinur Justinussen fara at verða tøkir til upp- gávurnar, sum eru eftir. Tær vera stórar - ikki minst í Runavík og á Eiði - men vit hava rætta hug- burðin, og hann er týdn- ingarmikil at grunda av- rikini á. Men tit hava ikki ráð at missa nakað? - Vit eru eitt stig frammanfyri B36, og vit eru tvey stig frammanfyri HB. Um tað eftir 27. umfar fer at standa á jøvnum í stigum, so eru vit betri fyri í innanhýsis dystum við HB. Í innan- hýsis dystum stendur á jøvnum við B36, men vit hava betri málmun. Men nú fáa vit at síggja. Eisini Skála málskjútt- in, Bogi Gregersen, held- ur, at um nakar vinnari skuldi verið, so skuldi tað verið Skála. - Men síðstu løtuna vóru teir vandamiklir, og tá kundu teir havt fingið mál onkra ferðina. Tað hevði sjálvandi havt verið betri, um vit høvdu havt fingið fult, men vit kunnu liva við javnleikinum, heldur Bogi Gregersen. Skála-HB 1-1 (1-1) 1-0: Bogi Gregersen 28. 1-1: sjálvmál 44. Dómari: Petur Reinert Skála: Eugen Voda - Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Milan Curcic, Iulian Folrescu - Rói Jacobsen (Teitur Joensen, 74.), Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic, Hanus Thorleifson - Bogi Greg- ersen, Jónhard Frederiksberg Gult kort: Hanus Thorleifsson, Iulian Florescu HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Svenn F. Jacobsen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen - Rúni Nolsøe,Vagnur Mohr Mortensen, Kári Nielsen - Jákup á Borg (Uni Arge, 80.), Bárður Mortansson (Tór-Ingar Akselsen, 74.), Rókur Jespersen (Hendrik Rubeksen, 36.) Gult kort: Hallur Danielsen, Hendrik Rubeksen FAKTA UM DYSTIN