Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 20. september 2005 23 nartíð hjá HB, tá ið teir í síðstu sekundunum undan steðg- inum fingu mál forerandi. HB tóktist gera fríspark í høgru, men tað mettu linju- verji og dómari ikki. Einki spurdist burturúr innlegg- inum. Men so var tað, at málverjin var í gávuhýri. Hann pjakaði sær við bóltinum, innskifti Hendrik Rubeksen royndi at kroysta aftasta skansan, og tá ið málverjin í staðin fyri at sparka burtur valdi at spæla til illa sperdan viðspælara, endaði tað við HB skotroynd, sum málverjin hálvbjargaði. Men ólukkutíð fyri Skála, so sprakk returbólturin í krovið á Nenad. Miðvallar- in royndi alt tað, hann kundi, at bjarga støðuni, men bólturin vann inn um málstrikuna. Harvið hevði HB javnað og undir hvíldini fingið sinniliga yvirskotið, og tá ið teir harafturat eftir steðg- in skuldu hava lotið undan, kundi tað sæð út sum um, at fyritreytirnar fyri HB sigri vóru góðar. Seinna umfarið var tætt og javnt. Báðir partar royndu at spæla heldur enn at sparka, og hóast leik- dygdin lækkaði eitt sindur, tá ið møðin fór at gera um seg, so var talan um fína fótbóltsuppgerð, sum helt áskoðarunum á nálum, inntil góði dómarin hevðí bríkslað fyri síðstu ferð. Talan var ikki um heilt upplagdar málmøguleikar, men tað var um reppið, at Rói Jacobsen vann fram til flatt innlegg úr vinstru frá Jónhardi Frederiksberg, eftir at uppspælið hevði verið fínt, Bárður Johanne- sen var tvær ferðir fyrri á framleggingum enn Jón- hard Frederiksberg, sum var um at renna frá HB miðverjuni, og í hinum endanum var Hendrik Rub- eksen tætt við eftir horna. HB hevði eyka álops- trumfar at spæla út, tá ið teir settu Tór-Ingar Aksel- sen og Una Arge inn, men teir komu ikki nærri enn nær við og næstan eftir deyðbóltsstøður. Skála kundi havt avgjørt fyrsta hálva tíman. Tá kendu teir ikki sína vitjun- artíð, og í heyst kann tað fara at vísa seg dýrt, at teir ikki gjørdu tað, og at teir í síðstu sekundunum í fyrra umfarinum vóru ov blíðir við gestirnar. Álitisvátt- anin kemur væl við Jákup á Borg fegnast um, at nýggi HB venjarin undir øll- um umstøðum vil hava sínar menn at spæla fótbólt, og at fremstu menninir hava fingið so leysar teymar HB Jóannes Hansen Jákup á Borg var - á sama hátt sum liðfelagarnir vóru tað - nøgdur við at hava eitt stig við aftur til Havnar. - Skála er eitt fínt fót- bóltslið. Teir spæla væl, og teir pressa okkum støðugt, tá ið vit royna at byggja upp. Fyrstu løtuna vóru vit á afturpartinum, men vit mentust, og sum 2. hálvleikur leið haldi eg, at vit vóru eins tætt við at fáa sigursmálið, sum teir vóru tað, heldur álopsspælarin, sum sigur seg fegnast um mátan, sum HB liðið nú roynir at fáa stig uppá: - Julian Hansen hevur givið okkum boð um at spæla fótbólt. Hann held- ur seg hava gott spæl- aratilfar at spæla, og so heldur hann onga orsøk vera at sparka. Eisini hev- ur hann lagt um, so vit nú eru tríggir har frammi. Vit hava leysar teymar at flyta okkum úr síðu og í síðu. Venjarin vísti eisini við útskifting eftir stóran hálvan tíma, at hann einki hevur ímóti at taka kon- sekvensirnar beinanveg- in. Hann kundi havt skift fleiri út, tí fyrstu løtuna vóru vit fjáltusstungnir, men tíbetur vunnu vit á hesum. Hvussu sást tú málið, sum tit fingu? - Satt at siga so hevði eg roknað við, at dómarin fór at bríksla fyri frí- sparki til teirra, eftir at eg hevði verið í nærdysti við ein teirra. Og eg haldi eisini, at tað var púra óneyðugt, at bólturin fór inn um strikuna. Eg skilji ikki, at teir ikki fingu hann aftur, tí hann hevðí onga ferð móti vindinum, sigur Jákup á Borg. Hvussu verður nú? - Hjá okkum ræður um at vinna hvørja ferð. Vit eru tvey stig aftanfyri Skála og eitt stig aftanfyri B36, sum vit skulu spæla ímóti. Vit mugu gera okk- ara og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at bera. Eingin av føroysku landsliðsspælarunum var á vøllinum í viku- skiftinum, tá ið FCK legði uppaftur meiri sjógv millum seg og hini SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað gongur strúkandi hjá FCK. Hóskvøldið megnaðu teir 1-1 í UEFA Cup á úti- vølli móti Hamburg SV, og sunnudagin smurdu teir FCM av í Parkini. Teir vóru á odda 3-0, tá ið vanliga leiktíðin var farin, men so pyntaði David Nielsen um fyri FCM. Stóri maðurin á FCK liðnum var Álvaro Santos. Hann skoraði tvey mál, og triðja FCK málið skoraði veteranurin Peter Møller. Brøndby og FCK plaga at kappast um DM, og so- leiðis hevur tað eisini sæð út til, at tað skal ganga í hesum kappingarárinum. Í annaðkvøld skal FCK spæla í Brøndby, og um tað ikki eydnast heimaliðnum at fáa úrtøku og helst at vinna, so verður sera torført at fáa fatur á FCK. Sunnudagin tapti Brønd- by 3-1 í Viborg. Hóskvøldið vann Brøndby 2-0 á heima- vølli í UEFA Cup. Fleiri lyklaspælarar eru skaddir, og tað sást aftur á avrikun- um í superliguni. Viborg telist millum tey, sum eru í hølunum á Brøndby. Føroyskir spælarar eru í Horsens, SønderjyskE og AaB. Felags fyri teir tríggj- ar - ávikavíst Johan B. Han- sen, Rógva Jacobsen og Súna Olsen - var, at eingin teirra var á vøllinum í vikuskiftinum. AaB spældi leygardagin í Århus, og har fingu teir endiliga fulla úrtøku, eftir at tað leingi hevði verið soltið. AaB vann 4-2. Súni Olsen var ikki á liðnum. Á heimasíðuni hjá AaB varð undan vikuskiftinum sagt, at Súni var smáskaddur. SønderjyskE átti í fyrsta dystinum við nýggja venj- aranum, Morten Brun, við róðrið heimavøll móti Es- bjerg. Hjá Esbjerg hevur tað hilnast heilt illa fyrsta partin av kappingarárinum. Tað hevur gingið illa at fáa stig, og tað hevur gingið illa at fáa mál. Hesa ferð eydnaðist tað at vinna 1-0. Harvið er SønderjyskE niðanfyri keðiliga strikuna. Tað eru teir saman við Horsens, sum uttan Johan Byrial Hansen á liðnum legði rygg til stórtap í Farum. FCN vann við ikki minni enn 5-0! Heldur ikki hjá OB hevur tað hilnast nakað serligt. Men hesa ferð royndist tað væl. Á heimavølli vunnu teir 3-1 móti Silkeborg. Miti skoraði tvey mál, og økti harvið um metið sum besti útlendski málskjúttin í superliguni. Tað metið tók hann fyri nøkrum vikum síðani frá Toda Jónsson. Danska Sas-ligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK (M) 9 8 - 1 - 0 16 4 12 25 2 Brøndby (S) 9 6 - 1 - 2 17 10 7 19 3 Viborg 9 5 - 2 - 2 19 11 8 17 4 OB 9 4 - 3 - 2 15 10 5 15 5 FC Nordsj. 9 3 - 3 - 3 15 11 4 12 6 FCM 9 3 - 3 - 3 16 18 -2 12 7 AaB 9 2 - 4 - 3 11 11 0 10 8 Esbjerg 9 2 - 2 - 5 10 12 -2 8 9 AGF 9 2 - 2 - 5 14 19 -5 8 10 Silkeborg 9 2 - 2 - 5 8 17 -9 8 11 SønderjyskE 9 2 - 1 - 6 11 19 -8 7 12 AC Horsens 9 1 - 4 - 4 2 12 -10 7 Føroyskir leikarar: Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Súni Olsen (Aab), Rógvi Jacobsen (SønderjyskE) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kolding 8 6 - 0 - 2 17 11 6 18 2 Randers FC 7 5 - 0 - 2 15 7 8 15 3 Fremad Am. 8 4 - 3 - 1 19 13 6 15 4 NFA 8 4 - 2 - 2 16 10 6 14 5 Køge 8 4 - 2 - 2 16 12 4 14 6 Herfølge 8 4 - 1 - 3 18 10 8 13 7 Lyngby 8 4 - 1 - 3 18 13 5 13 8 Vejle 7 3 - 2 - 2 10 8 2 11 9 FC Fredericia 8 3 - 1 - 4 14 14 0 10 10 Ølstykke 8 3 - 1 - 4 10 11 -1 10 11 Brabrand 8 3 - 1 - 4 6 14 -8 10 12 Frem 7 2 - 3 - 2 13 10 3 9 13 HIK 8 1 - 6 - 1 10 9 1 9 14 AB 8 1 - 2 - 5 8 20 -12 5 15 Brønshøj 7 1 - 1 - 5 6 20 -14 4 16 Skjold 8 0 - 2 - 6 6 20 -14 2 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen, Jónas Þór Næs (Frem), Andrew av Fløtum (Fremad Amager), Christian Holst Lamhauge (Lyngby), Atli Gregersen (Skjold) Norska Elituserian v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Våleranga 21 13- 5 - 3 38 19 19 44 2 Start 20 12- 5 - 3 37 22 15 41 3 Viking 21 11- 4 - 6 32 26 6 37 4 Lillestrøm 21 11- 4 - 6 31 25 6 37 5 Lyn Oslo 21 9 - 7 - 5 28 19 9 34 6 Odd Grenland 21 9 - 3 - 9 22 35 -13 30 7 Brann 20 8 - 5 - 7 36 23 13 29 8 HamarKam 21 7 - 4 - 10 24 29 -5 25 9 Molde 21 7 - 3 - 11 32 40 -8 24 10 Fredrikstad 21 6 - 5 - 10 27 36 -9 23 11 Tromsø 21 4 - 9 - 8 23 27 -4 21 12 Rosenborg 21 6 - 3 - 12 34 40 -6 21 13 Bodø/Glimt 21 5 - 5 - 11 25 34 -9 20 14 Aalesund 21 3 - 8 - 10 19 33 -14 17 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (Start) Norska 1. Deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stabæk 24 15- 7 - 2 44 18 26 52 2 Sandefjord 24 15- 5 - 4 44 28 16 50 3 Moss 24 13- 7 - 4 42 21 21 46 4 Bryne 24 13- 6 - 5 50 26 24 45 5 Hønefoss BK 24 13- 5 - 6 40 32 8 44 6 Pors Grenland 24 11- 10 - 3 40 28 12 43 7 Kongsvinger 24 9 - 4 - 11 34 36 -2 31 8 Sogndal 24 8 - 7 - 9 39 44 -5 31 9 Strømsgodset 24 8 - 5 - 11 33 37 -4 29 10 Hødd 24 8 - 4 - 12 39 45 -6 28 11 Mandalskam. 24 6 - 8 - 10 37 38 -1 26 12 Follo 24 7 - 5 - 12 33 41 -8 26 13 FK Tønsberg 24 6 - 4 - 14 29 43 -14 22 14 Skeid 24 6 - 4 - 14 33 51 -18 22 15 Løv-Ham 24 6 - 4 - 14 21 42 -21 22 16 Alta 24 3 - 5 - 16 22 50 -28 14 Føroyskir leikarar: Atli Danielsen (Sogndal) Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FH 18 16- 0 - 2 53 11 42 48 2 Valur 18 10- 2 - 6 29 16 13 32 3 ÍA 18 10- 2 - 6 24 20 4 32 4 Keflavík 18 7 - 6 - 5 28 31 -3 27 5 Fylkir 18 8 - 2 - 8 28 28 0 26 6 KR 18 8 - 1 - 9 22 24 -2 25 7 Grindavík 18 5 - 3 - 10 23 41 -18 18 8 ÍBV 18 5 - 2 - 11 18 30 -12 17 9 Fram 18 5 - 2 - 11 19 32 -13 17 10 Þróttur 18 4 - 4 - 10 21 32 -11 16 Føroyskir leikarar: Rógvi Jacobsen (KR) (læntur til Sønder- jyskE), Símun Samuelsen (Keflavík) Enska League Championship v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sheff Utd. 9 8 - 0 - 1 20 9 11 24 2 Reading 9 6 - 2 - 1 18 6 12 20 3 Watford 9 5 - 2 - 2 19 12 7 17 4 Luton 9 5 - 2 - 2 12 8 4 17 5 Stoke 9 5 - 1 - 3 10 11 -1 16 6 Southampton 9 3 - 5 - 1 12 9 3 14 7 Leeds 8 4 - 2 - 2 10 7 3 14 8 Wolverhampton 9 3 - 4 - 2 10 9 1 13 9 Derby 9 2 - 6 - 1 13 11 2 12 10 Preston 9 3 - 3 - 3 10 9 1 12 11 QPR 9 3 - 3 - 3 7 10 -3 12 12 Cardiff 8 3 - 2 - 3 11 12 -1 11 13 Ipswich 9 3 - 2 - 4 8 13 -5 11 14 Crystal Palace8 3 - 1 - 4 10 9 1 10 15 Leicester 9 2 - 4 - 3 10 12 -2 10 16 Coventry 9 1 - 6 - 2 10 12 -2 9 17 Norwich 9 2 - 3 - 4 8 10 -2 9 18 Hull 9 2 - 3 - 4 5 7 -2 9 19 Brighton 9 1 - 5 - 3 10 13 -3 8 20 Crewe 9 1 - 5 - 3 10 14 -4 8 21 Plymouth 9 2 - 2 - 5 7 13 -6 8 22 Millwall 9 2 - 1 - 6 8 16 -8 7 23 Burnley 9 1 - 3 - 5 13 15 -2 6 24 Sheff Wed 8 1 - 3 - 4 4 8 -4 6 Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry) Allir føroyingarnir millum áskoðararnar