týsdagur 20. september 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 178 - 20. september 2005
Gøtumenn eru niðri
GÍ tapti botndystin í
Gundadali, og á Sandi
staðfesti Clayton
Soares enn einaferð,
at hann er í serflokki
vandamesti áleyparin
í deildini
2. DEILD
Jákup Mørk
Enn er matematiska vissan
ikki heilt vís. Men tað
munnu tó vera sera fá, sum
ivast í, at næst besta liðið
hjá GÍ longu hevur bílagt
sær atgongumerki til triðju
deild.
Í teimum trettan undan-
farnu dystunum hevði liðið
bert vunnið sær tað eina
stigið, sumteir fingu í
heimadystinum móti B36,
sum alt árið hevur havt
sætið á næst niðasta pláss-
inum.
B36 hevur tó skavað sær
nøkur stig saman gjøgnum
árið, og tí var talan um
sannan lykladyst, tá gí
vitjaði í Gundadali í sein-
asta leikumfari. Tað var ein
dystur, sum at kalla kundi
staðfesta lagnuna hjá GÍ,
og tað gjørdi hann eisini.
Við einum máli hvørju
megin
steðgin
syrgdu
heimamenninir fyri, at tað
so ikki verða teir, sum fara
beinleiðis niður. Og saman
við
hinum
úrslitunum
syrgdu tey trý stigini eisini
fyri, at B36 fyri fyrstu ferð
í ár er røttu megin strikuna,
sum skilur áttan og níggj-
unda plássið.
Tvey-settari á Sandi
Tað er framvegis B68, sum
er oddalið í deildini, men
B71 hevur tó enn ein dyst
til góðar, og leygardagin
staðfestu teir og Clayton
Soares, at liðið er eitt sera
gott boð upp á møguliga
uppflyting.
Skal tosast í tennis-máli,
so gjørdist talan um ein
tvey-settara, sum B71 uttan
stórvegis dikkedarir vann
6-0, 6-0. Ikki minst Clayton
Soares gjørdi um seg, og
við seks málum hesaferð,
hevur brasilski áleyparin nú
skotið imponerandi 23 mál
í 13 dystum.
Týsdagin spælir B71 so
útsetta dystin móti HB, og
verður talan tá aftur um trý
stig, er B71 aftur á odda í
deildini.
Men tað verður so í harð-
ari kapping við B68. Tofta-
menn høvdu hesa ferð vitj-
an av AB, sum gav teimum
ein lítlan skelk, tá Sólbjørn
Olsen legði gestirnar fram-
um. Tað var tó skjótt, at
B68 setti tingini upp á
pláss. Fyri steðgin togaðu
teir seg upp á 2-1, og í
seinna hálvleiki var bara
ein vegur.
Tað var tað eisini í
Sandavági, har FS Vágar
2004 hevði vitjan av HB.
HB hevur í ár staðið seg
rættiliga væl, men nýggja
linjan í Formula-deildini,
har Julian hevur nýtt fleiri
av yngru kreftunum, hava
av álvara trekt tenn úr
liðnum.
Vágamenn høvdu heldur
ikki stórvegis trupulleikar
at vinna ein tryggan sigur,
og tó at tað neyvan verður
talan um uppflyting, so eru
eisini teir enn væl við í
stríðnum um heiðursmerki
í deildini.
Seinasti dysturin var í
Hvalba, har Royn við 1-1
javnleikinum datt eitt pláss
niður á talvuni. Ein veru-
leiki, sum ger tað enn meira
neyðugt at vinna, tá liðið
um eina viku vitjar í Gøtu.
Úrslitini
B36-GÍ 2-1 (1-0)
B71-Sumba 12-0 (6-0)
B68-AB 5-1 (2-1)
FSV04-HB 5-1 (1-1)
Royn-LÍF 1-1 (0-1)
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/-
stig
1 Skála
23
12 - 9 - 2
49
24
25
45
2 B36
23
12 - 8 - 3
32
14
18
44
3 HB
23
13 - 4 - 6
60
30
30
43
4 NSÍ
23
11 - 7 - 5
42
33
9
40
5 EB/Streymur
22
9 - 9 - 4
38
30
8
36
6 KÍ
23
7 - 3 - 13
34
42
-8
24
7 GÍ
23
6 - 4 - 13
30
46
-16
22
8 ÍF
23
5 - 7 - 11
28
52
-24
22
9 VB
23
5 - 5 - 13
30
51
-21
20
10 TB
22
3 - 6 - 13
22
43
-21
15
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/-
stig
1 B68
14
12 - 1 - 1
54
11
43
37
2 B71
13
11 - 1 - 1
56
7
49
34
3 FSV04
14
10 - 1 - 3
44
13
31
31
4 AB
14
8 - 2 - 4
32
28
4
26
5 HB
13
6 - 1 - 6
33
30
3
19
6 LÍF
14
4 - 3 - 7
38
38
0
15
7 Sumba
14
4 - 1 - 9
27
58
-31
13
8 B36
14
3 - 3 - 8
15
34
-19
12
9 Royn
14
3 - 2 - 9
15
48
-33
11
10 GÍ
14
0 - 1 - 13
14
61
-47
1
Máltindarnir
Formula-deildin
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
13
Bogi Gregersen
Skála
12
Sorin Anghel
EB/S
11
Hans á Lag
HB
10
Jónhard Frederiksberg
Skála
10
Allan Mørkøre
B36
9
Súni Olsen
GÍ
9
Heðin á Lakjuni
KÍ
9
Dan Djurhuus
VB
9
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
8
Sámal Joensen
GÍ
8
Tór-Ingar Akselsen
HB
8
Rúni Nolsøe
HB
7
Óli Johannesen
TB
7
Obele Okeke Onyebuchi
B36
6
Sonni L. Petersen
EB/S
6
Rasmus Nolsøe
HB
6
Rókur F. Jespersen
HB
6
Hjalgrím Elttør
KÍ
6
Hanus Thorleifsson
Skála
6
Fróði Benjaminsen
B36
5
Krzystof Popczynski
GÍ
5
Jákup á Borg
HB
5
Atli Danielsen
KÍ
5
Andy Olsen
NSÍ
5
Helgi L. Petersen
NSÍ
5
Páll M. Joensen
NSÍ
5
Milan Kulic
VB
5
2. deild
Clayton Soares
B71
23
Súni Fríði Barbá
AB
15
Jóhan Petur Poulsen
B68
13
Sonny Johansen
FSV04
12
Magnus Olsen
B71
10
Birgir Joensen
FSV04
10
Uni Arge
HB
10
Hendrik Rubeksen
HB
8
Magnus Skorðalíð
LÍF
8
Ovi Magnussen
B68
7
Øssur Jacobsen
B68
7
Tummas Pauli Olsen
B71
7
Kim Poulsen
FSV04
6
Tummas Hans Rubeksen
B36
5
Arnbjørn Danielsen
B68
5
Eli Hentze
B71
5
Fróði Joensen
LÍF
5
Petur Sjúrðaberg
LÍF
5
B36-
dreingirnir
meistarar
Enn er eitt umfar eftir at
spæla, men teir verða ikki
tiknir kortini. Sum er, er
B36 trý stig undan NSÍ á
øðrum plássi, og við einum
betri innan hýsis roknskapi
eru havnardreingirnir tí
vísir í, at FM-gullið kann
leggjast afturat steypinum,
sum teir vunnu fyrr í ár.
Johan Ellingsgaard skeyt
einsamalla málið í Klaks-
vík, har gullið altso varð
endaliga staðfest við einum
1-0 sigri leygardagin.
-mørk
B36 vann
eisini
smápiltarnar
Í kapping við TB, VB og
HB vunnu smápiltarnir hjá
B36 sína kapping, tá fin-
aluumfarið varð spælt í
Havn leygardagin.
Talan var um eina sera
spennandi kapping, har TB
legði seg á odda, eftir at
B36 tapti sín fyrsta dyst
móti HB.
B36 vann tó dystin móti
TB, og so máttu teir í árs-
talsfelagnum vóna, at HB
eisini kundi arga tvøra-
menninar,
meðan
B36
skuldi vinna sín dyst móti
VB.
Tað var júst eisini tað,
sum hendi, og tá teir báðir
seinastu dystirnir vórðu
blástir av, mundi fagnaður-
in í B36 leguni ongan enda
tikið.
-mørk
NSÍ er í
finaluni
NSÍ skal spæla unglinga-
finaluna móti HB. Tað varð
greitt í kvøld, tá ið NSÍ í
góðveðrinum í Runavík
vann í hálvfinaluni móti
KÍ.
Tá ið vanliga leiktíðin
var farin, stóð tað á jøvnum
1-1. KÍ legði seg á odda
tíðliga í 2. hálvleiki, og lítla
løtu seinni javnaði NSÍ.
Einki mál kom afturat í
vanligu leiktíðini. So varð
spælt tvær ferðir tíggju
minuttir. Heldur ikki tá
kom
nakað
mál.
Tað
skýmdi rættuliga, tá ið farið
varð undir brotssparks-
kappingina. Hana vann NSÍ
6-5. Eftir at báðir partar
høvdu skotið fimm spørk,
var støðan 4-4. Báðir partar
skoraðu, tá ið teir royndu
fyri sættu ferð. So misnýtti
KÍ sjeynda sparkið, og tá ið
NSÍ síðani skoraði, tryggj-
aðu teir sær pláss í finaluni.
HB vann mikukvøldið
hina hálvfinaluna móti
B36. Komandi mikukvøld
skulu HB og NSÍ spæla fin-
alu á uttanveltaðum vølli,
og sama kvøld skulu B36
og KÍ spæla um bronsu-
merkini.
-jh
Nick Heid-
feld verður
BMW
koyrari í
2006
Dámligi týski Williams
BMW
koyrarin
Nick
Heidfeld skiftir sambært
f1.com til nýggja BMW
liðið í næsta kappingarár.
BMW og Williams gevast
við samstarvinum aftan á
hetta
kappingarárið,
tí
BMW hevur keypt Sauber
liðið, ið samstundis skiftir
navn til BMW racing.
Nick Heidfeld hevur áður
koyrt fyri Sauber, og hevur
í ár brúkt BMW motorin í
sínum Williams bili, sostatt
kennir hann væl bæði lið-
ini. Hann sigur við f1.com,
at hann gleðir seg almikið
til samstarvið, ið fyribils
fevnir um ein trý ára sátt-
mála.
Heidfeld hevur møguliga
koyrt sína seinastu koyring
fyri Williams. Tvær tær
seinastu formel 1 koyring-
arnar hevur hann sitið utt-
anfyri við høvuðpínu, aftan
á eitt óhapp í eini formel 1
venjing. Hann er nú komin
fyri seg aftan á hendan
skaða, men var áhalsin á
súkklu í vikuni og brákaði
økslina. Hann verður tí enn
einaferð avloystur av bras-
iliumanninum Antonio Piz-
zonia, tá formel 1 koyring-
in verður í Brasilia í kom-
andi vikuskifti.
-nud
---
U 19 lands-
liðið er nú
úttikið
Frá 5. og til 9. oktober skal
føroyska U 19 fótbólts-
landsliðið luttaka í EM
undankapping í Svøríki. Nú
er tað greitt, hvørjir teir
átjan spælararnir eru, sum
fyrst í oktober skulu um-
boða Føroyar í Svøríki.
Einir átta spælarar hava
hetta kappingarárið spælt í
Formuladeildini. Summir
eru fastir menn í bestu
deildini, og aðrir hava verið
løtir á vøllinum. Tveir
spælarar royna í eingilsku
Everton og Manchester
City at stríða seg gjøgnum
nálareygað fyri at sleppa
framat á høgum støði í út-
landinum, og ein roynir seg
á unglingaliðnum hjá OB í
Odense.
Teir, sum hava fingið
landsliðsboð, eru Trúgvi
Askham og Ólavur í Ólav-
stovu, FS Vágar, Einar Han-
sen og Bogi Løkin, NSÍ,
Andreas Lava Olsen, LÍF,
Jóhan V. Gunnarsson og
Levi Hanssen, B36, Krist-
offur Jacobsen, KÍ, Poul T.
Dam, HB, Gunnar H. Har-
aldsen, Fram, Jón Krosslág
Poulsen, VB, Sam Jacobsen,
GÍ, Símun Rógvi Hansen,
B71, Frank Poulsen, ÍF, Per
Heinasson, SÍ, Jóhan Trost
Davidsen, Everton, Pætur T.
Jørgensen, OB og Christian
R. Mouritsen Manchester
City.
Føroyar skulu 5. oktober
spæla móti Belgia, 7.
oktober móti Ungarn og 9.
oktober móti Svøríki. Venj-
arar hjá U 19 landsliðnum
eru Bill McLeod Jacobsen
og Heðin Askham.
-jh