týsdagur 20. september 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 20. september 2005
25
Friðarligt val
Fyri fyrstu ferð í 36 ár vóru afghanar á vali sunnudag-
in, og hóast Taliban hevði hótt fólk við báli og brandi,
fóru tey á val, var valið friðarligt.
Sambært einum talsmanni hjá innanríkisráðnum í
Kabul royndu uppreistrarmenn at órógva valið
summastaðni har suðuri og har eysturi í landinum,
men samanbrestir vóru kortini ikki. Myndugleikarnir
stúrdu fyri ófriði og yvirgangsatsóknum, men tá val-
hølini lótu aftur seinnapartin sunnudagin, hevði einki
valstað boðað frá ófriði.
– Valið er ein sigur fyri tað afghanska fólkið og ein
ósigur fyri Taliban, segði talsmaðurin hjá innanríkis-
ráðnum við Reuters.
Umleið 12,5 milliónir afghanar høvdu skrásett seg
sum veljarar, og tey skuldu velja umboð í tey 34 lands-
partatingini umframt 249 umboð í undirhúsið í Kabul.
Tað er ikki greitt, nær úrslitið av valinum kemur.
6 milliardir horvnar
Ein milliard dollarar ella einar seks milliardir krónur
eru horvnar úr kassanum hjá irakska verjumálaráðn-
um, og sambært landsins fíggjarmálaráðharra er helst
talan um ein tann størsta stuldurin í søguni.
Ali Allawi, fíggjarmálaráðharri, segði við bretska
blaðið The Independent í gjár, at pengarnir eru farnir
úr Irak, og at tað tykist vónleyst at finna teir aftur.
Nógv bendir tó á, at pengarnir eru endaðir í Pakistan
og Pólandi. Irak hevur keypt nógv vápn úr hesum
báðum londunum, men í hesum førinum hevur landið
fingið avgomul og ónýtilig vápn, og tí er talan um
bæði svik og stuldur, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Sambært The Independent hava tey ónýtiligu vápnini
kostað nógvum irakskum hermonnum og løgreglu-
monnum lívið, tí tey virkaðu ikki, tá tey skuldu brúk-
ast.
Tað er ikki óhugsandi, at vesturlendskir millum-
menn hava verið uppi í handlinum, og í Bagdad halda
embætismenn, at teir veruligu millummenninir eru at
finna í teimum amerikonsku trygdartænastunum í
Irak, skrivar The Independent.
Tað er heldur ikki bara irakska verjumálaráðið, sum
hevur mist pengar. Sambært fíggjarmálaráðharranum
hava elorku-, flutnings- og innanríkisráðið eisini mist
fleiri milliardir krónur. Sambært ráðharranum kann
tað vera orsøkin til, at elveitingin í Irak hevur virkað
stak illa, síðani stýrið hjá Saddam Hussein varð koyrt
frá.
Ikki fleiri konur
Andaligu leiðararnir í Zimbabwe skjóta nú upp, at
menn skulu ikki hava loyvi at hava meiri enn eina
konu.
Tað er gamal siður í Zimbabwe, at menn hava fleiri
konur, men teir kristnu leiðararnir í landinum halda, at
tíðin er komin til at sleppa hesum gamla siðinum,
skrivar AP. Hugskotið hevur fingið góða undirtøku frá
politikarunum. Teir vísa á, at umleið ein fjórðing-ur av
fólkinum í Zimbabwe eru smittað við eyðkvæmi, og at
hugskotið hjá kirkjuleiðarunum kann vera eitt gott
amboð í stríðnum ímóti sjúkuni.
Teir kristnu leiðararnir hava eisini skotið upp at
broyta lógina, so tað verður bannað monnum at gifta
seg við heilt ungum gentum. Teir mæla eisini politik-
arunum til at broyta ta lógargreinina, sum heimilar
monnum at arva einkjurnar hjá brøðrum sínum.
Nakin politikari
Nýsælendski politikarin Keith Locke man iðra seg um,
at hann tók munnin dekan ov fullan ein dagin undan
tjóðartingsvalinum, sum var sunnudagin.
Í síðstu viku segði Keit Locke, sum er tingmaður hjá
Teimum Grønu, at hann var til reiðar at renna nakin
ígjøgnum gøturnar í býarpartinum Epsom, um tann
konservativi Rodney Hilde bleiv valdur inn á ting. Tá
atkvøðurnar vóru taldar sunnukvøldið, vísti tað seg, at
Rodney Hilde var valdur í tingið, so nú noyðist Keith
Locke at halda orð.
– Eg havi ikki gjørt av, nær tað verður, og hvussu eg
fari at gera, men eg vænti, at tilburðurin fær ein listar-
ligan dám av einum ella øðrum slagi, segði Keith
Locke við nýsælendsku fjølmiðlarnar í gjár. Fleiri í
Epsom hava boðað frá, at tey ætla sær at geva Locke
eitt ella annað, sum kann fjala ein ávísan part av
kroppi hansara, tá hann fer út at renna.
Bæði Gerhard
Schröder og Angela
Merkel taptu valið
sunnudagin
TýSKLAND
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Týskarar sótu sum á nálum
sunnukvøldið og gjáranátt-
ina. Líka síðani Gerhard
Schröder, kanslari, skrivaði
út val, høvdu veljarakann-
ingarnar givið andstøðuni
og Angelu Merkel sigurin,
men longu tann fyrsta for-
søgnin vísti, at so var ikki.
Andstøðuflokkar nir
fingu als ikki ta framgongd,
sum roknað varð við.
Tvørturímóti hevði tann
borgarliga samgongan hjá
CDU og CSU afturgongd.
Á seinasta vali fekk hon
38,5 prosent, men hesaferð
bara 35,2 prosent og 225
umboð í ríkisdagin. Tann
lítli borgarligi flokkurin,
Fríu Demokratarnir, hevði
kortini framgongd og fekk
9,8 prosent av atkvøðunum
og 61 tingmenn, men tað
var kortini als ikki nóg
mikið til at útvega and-
støðuni meiriluta í ríkis-
degnum.
Sosialdemokratarnir
taptu eisini valið. SPD fekk
á seinasta vali 38,5 prosent,
men sunnudagin bara 34,3
prosent og 222 umboð, og
harvið
misti
Schröder
meirilutan, sum hann hevur
havt saman við Teimum
Grønu, sum høvdu eina
lítla afturgongd og fingu
8,1 prosent og 51 tinglimir.
Vinstraflokkurin
Die
Linke, sum hevur fyrrver-
andi SPD-formannin Oscar
Lafontaine sum ein av
sínum oddamonnum, hevði
tað besta valið og fekk 8,7
prosent og 54 tinglimir.
Fáir møguleikar
Við 225 tinglimum aftan
fyri seg er tað Angela
Merkel, sum skal royna at
skipa stjórn, men tað kann
gerast ein tungur burður.
Tann fyrsti møguleikin,
sum hon hevur, er at venda
sær til Gerhard Schröder og
sosialdemokratarnar fyri at
vita, um tað ber til at skipa
eina
stórsamgongu
av
CDU/CSU og SPD, men
sunnukvøldið tóktist sit-
andi kanslarin ikki serliga
hugaður fyri hesum hug-
skotinum.
Hennara næsti møguleiki
er at royna at fáa Tey Grønu
at skipa stjórn saman við
verandi andstøðu. Formað-
urin hjá Teimum Grønu,
Joschka
Fischer,
segði
sunnukvøldið, at hann er
sjálvandi sinnaður at tosa
við Angelu Merkel, sendir
hon boð eftir sær, men at
samgongumøguleikarnir
teirra millum eru smáir.
Miseydnast hesar báðar
royndirnar
hjá
Angelu
Merkel, kemur Gerhard
Schröder aftur fram á pall-
in. Hann hevur tvinnar
møguleikar. Hann kann
royna at skipa stjórn saman
við Fríu Demokratunum,
men formaðurin í FDP,
Guido Westerwelle, segði
sunnukvøldið,
at
Fríu
Demokratarnir halda seg til
Merkel. Hin møguleikin
hjá Schröder er at gera eina
vinstrasamgongu
saman
við Teimum Grønu og Die
Linke, men tað fer í hvussu
er at krevja, at alt agg
verður lagt til viks.
Ein vanlukka
Týsku bløðini vóru í gjár á
einum máli um, at valið
sunnudagin var ein van-
lukka fyri Angelu Merkel.
Bløðini vístu á, at hon fekk
færri atkvøður enn undan-
maðurin Edmund Stoiber,
sum tapti ímóti Schröder
fyri trimum árum síðani.
– Merkel hevur bæði
vunnið og tapt, og úrslitið
var eitt stórt bakkast í
royndum hennara at gerast
kanslari, skrivaði blaðið
Bild.
– Hennara framtíð er
ótrygg, og ta næstu vikuna
fer onkur at umhugsa, hvør
skal loysa hana av sum
kanslaraevni. Hon noyðist
at stríðast fyri at røkka tí,
sum hon hevði væntað at
vinna, skrivaði Die Welt.
Angela Merkel er ættað
úr gamla Eysturtýsklandi,
og blaðið Leipiger Volks-
zeitung heldur, at tað vóru
hennara fyrrverandi lands-
menn, sum revsaðu hana.
UTTAN ÚR HEIMI
Týskarar mugu bíða
eftir úrslitinum
Gerhard Schröder og Angela Merkel taptu valið sunnudagin. Ein møguleiki er, at tey semjast um at skipa stjórn saman