týsdagur 20. september 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 178 - 20. september 2005
Sum nakað nýtt,
hevði SMS bjóða
fjepparum inn til eina
útgávukonsert við
Páll Finnur Páll leyg-
arkvøldið í Rex. Hetta
var gjørt fyri at
heiðra nýggju fløguna
"Førist", sum kom út
fyri stuttum
UMMÆLI
Rókur Jákupsson Jakobsen
Klokkan var júst farin av 22
tá ið dyrnar opnaðu. Ein
vælsmakkandi grýturættur
var settur framm til okkara,
meðan vit spent bíðaðu
eftir tónleikinum. Har vóru
ikki nógv fólk at byrja við -
vit mundu vera um 40 tá ið
Páll Finnur Páll komu á
pallin um 23 tíðina. Spell,
tá ið hugsað verður um at
har var matur til eini 120
fólk. Men teir løgdu til
brots við vælsvingandi lag-
num "herbergið", og fólk
settust til rættis. Hetta var
ein undarlig løta - tónleik-
urin svingaði væl, men tað
var ein nokkso stívur hýrur
í rúminum, eins og áhoyr-
arar ikki ordiliga vistu
hvussu teir skuldi uppføra
seg. Orkestri og áhoyrarar
máttu líka sum í felag
finnað útav hvussu formelt
ella óformelt hetta tiltakið
skuldi vera. Men tað gjørd-
ist skjótt greitt, at hetta ikki
var av formellastu tiltøkum,
tí tað loyvir hetta slagið av
tónleiki slett ikki.
Teir spældu bæði nýtt og
gamalt. Ljóðgóðskan var
ikki í topp, men hóast tað
gjørdist tað til eina hugna-
liga løtu við Páll Finnur
Páll. Av tí at teirra lyrikkur
er altavgerandi fyri tónleik-
in, var tað sera gott at vit
fingu høvi at sita og njóta
tónleikin í friði. Og lat tað
verða sagt beinavegin, at eg
rodnaði tá ið teir grovastu
sangirnir vóru spældir. Vit
hava ofta lindi til at halda at
vit eru harðfør, men tá ið
PFP seta sær fyri at vera
grovir, tá krimpi eg tærnar.
Hjá teimum er alt loyvt - at
syngja um pedofilar sum
spæla "1, 2, 3 sting inní" er
als onki problem fyri hesar
ungu menn.
Sjálvur haldi eg, at dygd-
in í tí nýggjara tilfarinum er
væl betri enn tað eldra. Løg
sum "Dýr Tíð" og "Raspu-
tin" eru stuttlig og væl
skrivaði. Men um tú leitar
eftir at hoyra framúr væl
spældan og sungnan tón-
leik, er Páll Finnur Páll
nokk ikki ordiliga tað ið tú
leitar eftir. Teir spæla fínt,
men ikki super væl. Kon-
septið hjá teimum er bygt
rundan um kassaguitar og
sang, og restin er har mest
fyri at stuðla undir. Ljóð-
myndin á Rex líktiskt ikki
serliga nógv ljóðmyndini á
nýggju fløguni "Førist",
men tað er eisini gott at
hoyra løgini í eini live-út-
gávu.
Ein avgjørt styrkja hjá
teimum er, at teir onkus-
vegna upptraðka so "nørd-
ugt". Teir standa allir so
fittir og syngja um tey
ræðuligasti
tingini
við
einum smíli, og hetta gevur
tónleikinum ein ambivalens
- á tann góða háttin. Finnur
hevur okkurt í síni upp-
traðkan, sum man bara má
elska. Hann uppførur seg
sum "enhver svigermors
drøm" og hetta riggar
ólukkusáliga væl sum mót-
spæl til sarkastiska tón-
leikin.
Í seinastuni hava røddir
verið frammi um, at kassa-
guitarin er horvin í tí før-
oyska tónleikinum, men tað
er gleðiligt at hoyra ein
bólk sum varveitur kassa-
gutarin so sentralt sum Páll
Finnur Páll gera. Løgini eru
einføld og hetta gevur
áhoyrarunum møguleikan
at tralla við.
Veitslan tekur yvir
Tá ið ein konsert verður
hildin á einum náttklubba
er vandi fyri at tað váttliga
elementið tekur yvirhond,
og
tónleikurin
verður
goymdur í bakgrundini.
Hetta hendi eisini tá or-
kestrið kom á pallin til
seinna settið. Klokkan var
sligin "ball" og tískil hoyrdi
tú meir til áhoyrarnar enn
til Páll Finnur Páll. Tað var
sera keðiligt, tí at tekstirnir
gjørdist heilt ótýðiligir, og
tískil fall tað stuttliga líka-
sum burtur. Men tað skal
sigast, at fólki sum kendi
sangirnar frammanundan,
sungu dúliga við, og so-
leiðis bar til hjá okkum sum
ikki kenna sangirnar so
væl, at fylgja við í teimum
ymisku søgugongdunum.
Teir góvust um 2 tíðina,
og tá ið eg fór gangandi
oman trappurnar var eg eitt
sindur keddur av at tón-
leikurin var órógvaður av
fólki í veitsluhýri. Men
hetta er kanska eisini væl
hóskandi tónleikinum hjá
Páll Finnur Páll, tí at hann
er skrivaður fyri at undir-
halda og at fáa fólk at
brosa. Og hetta riggaði
heilt væl hjá teimum.
SMS eigur allan heiður
til góðar fyri at skipa fyri
hesari
útgávukonsertini.
Vónandi
verður
hetta
endurtikið tá ið aðrir bólkar
geva fløgur út, tí at
tónleikurin eigur at fáa eitt
virðiligt startskot. Eg takki
Páll Finnur Páll fyri eina
hugnaliga og góða konsert -
teirra partur liggur ikki
eftir.
Hósdagin í næstu
viku letur upp ein
nýggjur mótahandil á
Norðskála. Tað er
Anna Maria Zacha-
riasen, sum stendur
fyri handlinum við
navninum "Brá".
Hesa vikuna hava tær
hildið fram við at
pakka út vøruna, sum
fólk fáa høvið at
síggja og keypa seinni
í mánaðinum
MÓTI
Snorri Brend
Norðskáli: Tað er langt til
næsta klædnahandil, og tí
hevur Anna Maria Zacha-
riasen sett sær hetta fyri at
lata upp ein handil mið-
skeiðis í landinum.
Hon hevur sjálv arbeitt í
10 ár í Handilskjarnanum í
Havn, men hevði nú hug at
royna okkurt nýtt – og fyri
seg sjálva.
- Eg hevði hug at royna
við einum handli her norð-
uri, tí eg haldi at tað er
tørvur á einum slíkum
handli í hesum økinum,
sigur Anna Maria.
Hon hevur longu merkt
til áhugan hjá fólki fyri
handlinum. Tað skilst á
henni, at tey eisini eru sera
positiv og ikki minst spent
til tann 29., tá handilin letur
upp.
Hvønn einasta dag koyra
túsundtals bilar eftir brúnni
um Streymin, og í økinum,
har handilin hjá Onnu
Mariu er, liggur framman-
undan ein stórur matvøru-
handil og ein kaffistova.
- Tað eru ikki øll, sum
keypa í Havn. Nógv koma
eisini út á bygdirnar at
keypa, so tí vænti eg mær
eisini kundar aðrastaðni
frá, sigur ein spent Anna
Maria.
Í Brá fer at bera til at fáa
barnaklæðir,
ungdóms-
klæðir og annars klæðir til
kvinnur. Harraklæðir eru
eingi enn, men nakað av
skógvum verður selt her.
- Kanska tað kemur
seinni, sigur hon.
Um middagsleitið
leygardagin boðaði
Framtaksgrunnurin
frá, at Jens Kári Vil-
helm hevur sagt seg
úr starvi sum stjóri
í grunninum.
Nevndin varð
kunnað framman-
undan, men lands-
styrismaðurin í
vinnumálum visti
av ongum
FRAMTAKS-
GRUNNUR
Snorri Brend
Grunnurin fer í næstum
at lýsa eftir nýggjum
dagligum leiðara.
Inntil nýggjur stjóri er
settur røkir formansskap-
urin í grunninum dagligu
leiðsluna.
Bjarni
Djurholm,
vinnumálaráðharri visti
ikki av hesum framman-
undan, og kann tí ikki
siga nakað um málið enn.
Í gjár sat hann á fundi í
fíggjarmálaráðnum, - ein
fundur sum eftir ætlan
skuldi vara til út á
seinnapartin.
- Eg hoyrdi okkurt
graml um at hann var
farin frá fríggjadagin.
Men annars havi eg onga
viðmerking, sigur hann
stutt, tá vit fingu orðið á
hann um middagsleitið í
gjár.
Vit ætlaðu at fáa eina
viðmerking frá Jens Kára
Vilhelm sjálvum, men
hann er í feriu uttanlands.
Dagmar S. Joensen,
forkvinna í grunninum
var ikki at hitta, og næst-
formaðurin, Árni M.
Dam á Norðskála vildi
heldur einki siga, men
vísti til forkvinnuna.
Hann váttaði tó, at
nevndin visti um avgerð-
ina hjá stjóranum.
Páll Finur Páll - Útgávukonsert í Rex
Tað var eitt sera væl eydnað tiltak, nú Páll Finnur Páll gjørdu av at hava serstaka
útgávukonsert
Jens Kári frá
sum stjóri
Nýggjur mótahandil
við Norðskála
Anna Maria Zachariassen pakkar vørur út til tann stóra
dagin, tá handilin letur upp um slakar tvær vikur
Mynd: Jens Kr. Vang