Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 20. september 2005 27 Fast starv á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familjudeild- ina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt fulltíðar- starv er leyst til setan frá 15.11.2005 ella skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við- komandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á,hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam- starvsevnir. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðnum er skriftligt arbeiði,og við- komandi má tí vera góður at málbera seg skriftligt. Útbúgving: Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio- terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina tera- peutiska eftirútbúgving. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið, verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 04.10.2005. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hallbjørg Lamhauge, deildarleiðara ella Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda við Steinsgøta 10 FO-100 Tórshavn Pedagogur Til Sambýlini á Mýrini Innan Almanna- og Heilsumálaráðið og stovnum undir tí, við tænastu inntil víðari á Sambýlinum á Mýrini í Hoyvík, er eitt pedagogstarv leyst til setan 15. oktober 2005 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og viku- skiftisarbeiði. Sambýlini á Mýrini eru heim hjá 10 vaksnum menningartarnaðum fólkum, sum krevja hjálp og vegleiðing í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar hava kunn- leika og royndir inna serøki. Tann, sum settur verður, skal umframt at samstarva við onnur, eisini kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Starvið er eitt tænastustarv, sum verður sett eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri tænastumannasettar pedagogar, lønarstig 24, 25, 27, 28, 30 - 33. Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu verða stovinum í hendi í seinasta lagi 3. oktober 2005. Nærri uppýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran á stovninum á tlf. 211478. Sambýlini á Mýrini Att.: Leiðarin á Mýruni 4-6 FO-188 Hoyvík Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Sambýlini á Mýrini - FO-188 Hoyvík Hús í Hvannasundi til sølu Tlf. 452151 ella 252084 best eftir kl. 18.00 Kunngerð um kirkjuráðsval Hervið verður gjørt kunnugt,at kirkjuráðsval verður í Tórshavnar Eystaru kirkjusókn týsdagin 8. november 2005. Valið fer fram í Meinigheitshúsin- um nevnda dag frá kl. 10-12 og 16-18. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri valstýr- inum, Jensu Heinesen, Mammulág 6, í hendi í sein- asta lagi 11. oktober kl. 10.00. Valevnini mega í mesta lagi vera 20, og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum stillarar undirskriva listan. Høvuðs- treytin fyri valrætti er, at ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi val- dagin 8. november 2005, hevur vælrætt. Skilað verður til, at veljast skulu 14 limir. Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella fyri einum valevni á listanum. Øll valevni skulu geva skrívliga váttan um, at tey vilja lata seg stilla upp, og hava tey ikki sitið í kirkjuráði áður, at tey eru sinnað at undirskriva ta váttan, sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka sæti í kirkjuráðnum. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta á kirkju- skrivstovuni 10. og 11. oktober, báðar dagar frá 18-19; annars á telefon 313422. Tórshavn hin 18. september 2005 Valstýrið fyri Tórshavnar Eystaru kirkjusókn Jens Heinesen, formaður Lesið - so eru tit við