mikudagur 21. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 179 - 21. september 2005
Fáa hjálp úr
Fraklandi
Franska løgreglan tók
fyrradagin seks menn,
sum eru skuldsettir fyri
at hava roynt at fáa ungar
franskar muslimar til
Irak at berjast ímóti teim-
um amerikonsku her-
deildunum har.
Fambært
fronskum
fjølmiðlum hava trygdar-
tænasturnar arbeitt leingi
við málinum, tí síðani á
heysti í fjør hava mynd-
ugleikarnir lagt til merk-
is, at sjáldsama nógvir
ungir muslimar eru farnir
úr Fraklandi til Sýria-
lands og haðani víðari til
Irak. Í juni bleiv ein mað-
ur tikin, tá hann kom
aftur úr Sýrialandi til
Fraklands, og tá varð
sagt, at løgreglan hevði
funnið ymiskt bumbu-
tilfar í viðføri hansara.
Fronsku myndugleik-
arnir hava gjørt av at
halda eyga við monnum,
sum
koma
aftur
úr
Sýrialandi og Irak, tí
hildið verður, at teir
kunnu hava samband við
yvirgangsfelagsskapir.
Sjálvt um Frakland var
ímóti krígnum við Irak,
hava tær fronsku trygdar-
tænasturnar arbeitt tætt
saman við teimum til-
svarandi tænastunum í
USA og Bretlandi, skriva
fronsku bløðini.
Vil ikki eta
Tann kendi bretski ráns-
maðurin Ronald Biggs,
sum situr í einum fongsli
í Bretlandi, er farin í
hungursverkfall.
Ronald Biggs gjørdist
kendur um allan heim, tá
hann saman við øðrum
rændi meiri enn 30 milli-
ónir krónur úr einum
bretskum toki í 1963.
Biggs fekk 30 ára fong-
sul, men tað eydnaðist
honum at flýggja til
Brasil
15
mánmaðir
seinni. Har gifti hann seg
við einari brasilskari
kvinnu, og tað gjørdi, at
teir brasislku myndug-
leikarnir
kundu
ikki
senda hann aftur til
Bretlands. Í 2001 gjørdi
hann kortini av at fara
heimaftur,
og
síðani
hevur hann sitið í fongsli.
Biggs, sum nú er 76
ára gamal, søkti herfyri
bretsku stjórnina um
grið, men tá hann um
vikuskiftið fekk at vita,
at málið verður ikki við-
gjørt enn, gjørdi hann av
at fara í hungursverkfall.
Sonur hansara, Michael
Biggs, sigur við Sky
News, at pápin er illa fyri
likamliga, og at hann tí
ikki tolir at svølta seg
leingi.
Fekk lívlangt
fongsul
Ein serdómstólur í Irak
hevur dømt Ayman Sa-
bawi lívlanga fongsuls-
revsing, eftir at hann varð
funnin sekur í at hava
hjálpt uppreistrarmonn-
um við pengum, so teir
kundu keypa bumbur til
bardagan ímóti ameri-
kanarunum.
Dómurin hevur vakt
ans, tí Ayman Sabawi er
sonur ein hálvbróður
fyrrverandi irakska for-
setan Saddam Hussein,
og hetta er fyrstu ferð, at
iraksku myndugleikarnir
hava felt dóm ímóti ein-
um skyldmanni hjá fyrr-
verandi
forsetanum.
Hann og pápin blivu
tiknir fyrr í ár, tá irakskar
trygdardeildir
gjørdu
húsarannsóknir í býnum
Tikrit, haðani Saddam er
ættaður.
Stjórnin í Bagdad hev-
ur samstundis boðað frá,
at Ayman Sabawi skal
aftur í rættin, tí hann er
ákærdur fyri ymisk onn-
ur brotsverk, sum hann
skal hava játtað seg sekan
í, skrivar Reuters. Mill-
um annað er hann ákærd-
ur fyri at hava lagt fleiri
milliónir dollarar undir
seg, tá skyldmaður hans-
ara ráddi fyri borgum í
Irak.
Oljustuðul
Norska
oljufelagið
Hydro hevur latið lærda
háskúlanum í Bergen
níggju milliónir norskar
krónur í stuðuli.
Hydro hevur leingi
havt samstarv við deild-
ina Centre for Integrated
Petroleum Resarch á
lærda
háskúlanum
í
Bergen, og í síðstu viku
skrivaðu partarnir undir
eina nýggja samstarvs-
avtalu, skrivar Bergens
Tidende.
Leiðslan á CIPRI sigur
við blaðið, at pengarnir
frá Hydro koma væl við,
tí teir geva skúlanum
munandi betri møgu-
leikar at hava granskarar
í starvi. Í Hydro eru tey
fegin um júst hetta, tí
sambært leiðsluni har
hevur oljufelagið brúk
fyri granskarunum og tí
førleika,
sum
kemur
burtur úr arbeiðinum á
deildini.
UTTAN ÚR HEIMI
Maðurin, sum fann
nazibrotsmannin
Adolf Eichmann og
fleiri av feløgum
hansara, doyði í gjár
DEYÐSFALL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Simon Wiesenthal var 96
ára gamal, nú hann doyði í
Wien.
Hann var borin í heim í
1908 í býnum Lviv í
Ukraina, sum tá var partur
av keisararíkinum Eystur-
ríki-Ungarn. Sum ungur
lærdi hann til arkitekt, men
sum so mangir aðrir jødar
endaði hann í týningarlegu
hjá
nazistunum
undir
seinna heimsbardaga.
Amerikanararnir komu
fram á hann í týningarleg-
uni Mathausen í mai í
1945, og tá hann var komin
fyri seg aftur, fór hann alt
fyri eitt undir at jagstra tey,
sum høvdu gjørt seg sek í
krígsbrotsverki í nazitíðini.
Tað eydnaðist honum og
medarbeiðarunum
á
Wiesenthal-stovninum at
finna umleið 1.100 krígs-
brotsmenn og at fáa teir fyri
rættin. Tann best kendi
mundi vera Adolf Eich-
mann, sum var ein av
oddamonnunum aftan fyri
jødatýningina hjá nazist-
unum. Ein annar var bøð-
ilin Franz Stangl.
- Wiesenthal var sam-
vitskan hjá offrunum fyri
jødatýningini, segði Rabbi
Marv á Wiesenthal-stovn-
inum í gjár.
Fólk, sum ætlaðu sær
at flyta aftur til New
Orleans, noyðast at
setast aftur, tí nú er
aftur ein ódn á veg
VEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Um vikuskiftið gav Ray
Nagin, borgarstjóri, fólki
loyvi at flyta aftur til
summar býarpartar í New
Orleans, men nú heitir hann
staðiliga á fólk um at verða
verandi, har tey eru. Og tey,
sum eru í býnum, skulu
fara haðani alt fyri eitt.
Orsøkin er tann tropiska
ódnin "Rita". Teir seinastu
dagarnar hevur hon ment
seg úti í Atlantshavinum,
og veðurmenninir siga, at
hon helst fer at versna mun-
andi, tá hon fær megi úr tí
heita sjónum í Meksi-
kanska Flógvanum. "Rita"
er ikki so ógvuslig sum
"Katrina", ið herjaði New
Orleans og økið har um
vegir tann 29. august, men
hon kann kortini gera stór-
an skaða, tá hon kemur inn
yvir land. Amerikonsku
veðurmenninir
siga,
at
"Rita" ber fyrst við Florida,
og at hon síðani fer at halda
leiðina fram vestureftir.
Sambært veðurmonnunum
kann vindferðin koma upp í
einar 60 metrar um se-
kundið. Tí er vandi fyri, at
oljuútbúnaðurin í flógvan-
um kann fáa skaða, og tað
hevur longu ávirkað olju-
prísin, skrivar Reuters.
Longu
sunnukvøldið
lýsti Jeb Bush, guvernørur,
statin Florida í undantaks-
støðu, og umleið 40.000
fólk har suðuri í statinum
fingu boð um at fara heim-
an. Jeb Bush ætlar ikki, at
tað, sum hendi í New
Orleans, skal endurtaka seg
í Florida, og hann hevur tí
hótt við at biðja tjóðarhirð-
ina flyta tey burtur, sum
ikki fara við góðum.
Ray Nagin, borgarstjóri í
New Orleans, segði í gjár,
at býurin er als ikki fyri-
reikaður
til
eina
ódn
afturat, skuldi "Rita" komið
tann vegin. Pumpustøðirnar
virka ikki nóg væl enn, og
byrgingarnar kring býin eru
heldur ikki liðugt um-
vældar.
Aftur vandi á ferð í New Orleans
Simon Wiesenthal deyður
Simon Wiesenthal var deyðanum nær, tá hann bleiv funnin í
týningarleguni Mathausen
Mynd: Reuters
Soleiðis sær tað framvegis út í New Orleans, og nú er enn ein ódn í Meksikanska Flógvanum
Mynd: Reuters