mikudagur 21. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 21. september 2005
3
Tað undrar løgmann,
at Hergeir Nielsen nú
krevur, at kanningar-
stjóri skal setast at
kanna um hann
hevur gjørt nakað
skeivt, tí fyri bara eini
viku boðar Hergeir
Nielsen saman við
restini av uttanlands-
nevndini frá, at ivi
verður ikki reistur
um framferðina mál-
ið verður uppfatað
sum endað
ÍSLANDSSÁTTMÁLIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Ongin løgmaður fer at
spæla hasard við sínum
embæti. Og tað geri eg
heldur ikki.
Jóannes Eidesgaard følir
seg á púra tryggari grund,
hóast
Hergeir
Nielsen,
løgtingsmaður, nú krevur at
kanningarstjóri skal setast
at kanna um løgmaður hev-
ur brotið nakað so grund-
leggjandi sum sjálva stýris-
skipanarlógina.
– Løgmaður er altíð í
andgletti, tí hvør einasta
avgerð verður vektað og
vigað og tí havi eg sjálvsagt
onki gjørt uttan at hava
ráðført meg bæði væl og
virðiliga við mítt embætis-
verk.
– Tá ið eg gjørdi avtaluna
um at seta frælsan vøruflut-
ning í gildið ímillum Før-
oyar og Ísland, var tað
sjálvsagt grundað á eina
neyva løgfrøðiliga meting,
har fleiri embætisfólk eru
komin til ta niðurstøðu, at
her var onki at finnast at.
Ráðførdi seg við
allar flokkar
Jóannes Eidesgaard sigur,
at í stýrisskipanini stendur,
at tað er landsstýrið, sum
tingast og ger millumtjóða
avtalur.
Men krevja hesar avtalur
lógarbryotingar av onkrum
slagi, ella er talan um týdn-
ingarmiklar avtalur, skulu
tær leggjast fyri løgtingið.
– Í sambandi við at seta
tollfrælsi í gildi fyri vøru-
flutning ímillum Føroyar
og Ísland, kannaðu vit mál-
ið hjá fremsta sakkunnleika
hjá Toll og Skatt og teirra
niðurstøða er, at har eru
ongar
lógarbroytingar
kravdar.
Spurningur er so um av-
talan er so týdningarmikil,
at hon skal fyri tingið.
Løgmaður
heldur,
at
hetta er ein politisk meting.
– Sjálvandi hevur hetta
týdning fyri Føroyar. Men
spurningur er eisini um
avtalan er týdningarmikil í
einum stýrisskipanarligum
høpi.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at av tí at her er talan um
ein part í tí samlaða sátt-
málanum er sáttmálin ikki
ókendur fyri løgtinginum,
tí tað er uttanlandsnevndin
kunnað um frammanundan.
– Men fyri at ongin ivi
skuldi vera, setti eg meg í
samband við allar flokkar
og beinleiðis og óbeinleiðis
við allar limir í uttanlands-
nevndini fyri at vita, um
nakar av teimum metti, at
talan var um so týdningar-
mikið mál, at tað átti at
verðið lagt fyri tingið.
– Tað var tað ikki ein,
sum helt!
Í uttanlandsnevndini av-
sannar Hergeir Nielsen, at
tú hevur verið í sambandi
við hann um hetta?
– Tað er rætt. Men sum
eg segði, vóru vit í sam-
bandi við limirnar í uttan-
landsnevndini antin bein-
leiðis ella óbeinleiðis. Við-
víkjandi tjóðveldisflokk-
inum var støðan tann, at eg
fekk fatur á formanni flok-
sins, Høgna Hoydal og
kunnaði hann um ætlanina.
Høgni Hoydal bjóðaði sær
sjálvboðin til at tosa við
Hergeir Nielsen um málið.
Eg ivaðist ikki í, at høvdu
nakrar
viðmerkingar,
høvdu teir boðað mær frá
tí, men tað gjørdu teir ikki,
sigur løgmaður.
Jóannes
Eidesagaard
sigur, at heldur ikki nakar
annar flokkur hevði nakrar
viðmerkingar.
– Sostatt fekk eg vissu
fyri, at ongin flokkur metti,
at avtalan hevði so stóran
týdning at hon átti at leggj-
ast fyri Løgtingið. Sam-
stundis fekk eg vissu fyri
frá fremsta serkunnleikan-
um á økinum, at avtalan
heldur ikki kravdi lógar-
broytingar. Og tað var útfrá
hesum sannroyndum, at eg
skrivaði undir avtaluna.
Men í sínari niðurstøðu
sigur umsitingin hjá uttan-
landsnevndini tvørturímóti,
at tú hevur ikki ráðført teg
við uttanlandsnevndina?
– Tað er ikki ásett nakra-
staðni, hvussu ein møgulig
ráðførsla skal fara fram.Tað
stendur onganstaðni, at vit
skulu sita samlað rundan
um eitt borð. Í hesum føri
gjørdu vit tað ígjøgnum
telefon. Tað er eisini ein
spurningur um, hvussu
óliðiligar mannagongdirnar
skulu vera í einum lítlum
samfelagið sum okkara.
Bara Føroyar fáa
fyrimunin
Nú skerst ikki burtur, at ivi
er um, hvussu løgmansins
heimildir skulu tulkast í
einum føri sum hesum. Ert
tú samdur við Bjørn á
Heygum, tá ið hann í
Sosialinum í gjár heldur, at
tað hevur sera stóran týdn-
ing, at greiðar manna-
gongdir verða gjørdar fyri
at sleppa undan slíkum.
– Eg haldi nú, at stýris-
skipanarlógin er púra greið
á hesum øki. Tað einasta,
sum ivi kann takast seg
upp, er um ein avtala er so
týdningarmikil, at hon eig-
ur at vera løgd fyri tingið. –
Men tað var júst tí, at vit
settu okkum í sambandi við
allar flokkar í uttanlands-
nevndini og ongin av teim-
um mettu, at talan var um
eitt mál, sum kundi skrivast
undir og fáast at virka bein-
anvegin.
– Og so kann tað leggjast
afturat, at tað eru bara Før-
oyar, sum fáa fyrimun av
avtaluni.
Men alt kann jú henda í
politikki. Hvat nú vissi løg-
tingið vrakar sáttmálan?
– Avtalan, sum vit skriv-
aðu undir og sum nógv
stríð er um, er ein fyribils
avtala, sum fellur burtur, tá
ið samlaði sáttmálin er
góðkendur. Verður hann
ikki góðkendur, fellur øll
avtalan burtur av sær sjálv-
um. Hinvegin hava vit fing-
ið greiðar fráboðanir frá
øllum flokkum um at teir
taka undir við sáttmálan-
um.
Fullan rætt at skifta
meining
Annars undrar tað løg-
mann, at Hergeir Nielsen
nú krevur at kanningarstjóri
skal setast at kanna um
løgmaður
hevur
brotið
stýrisskipanarlógina.
Hann sipar til, at tað er
ikki meiri enn ein vika síð-
ani, at Hergeir Nielsen var
við í einum meiriluta í
uttanlandsnevndini
sum
kom til ta niðurstøðu, at ivi
verður ikki sáddur um
heimildina hjá løgmanni
um at skriva undir avtaluna
við íslendingar. Samstundis
ger hesin sami meirilutin
greitt, at fyri teirra viðkom-
andi er málið endað?
– Løgtingslimir hava
óskerdan rætt til at hava
eina meining og til at skifta
meining, men hugsa vit um
støðuna hjá uttanlands-
nevndini beint aftaná at
avtalan var gjørd, undrar
tað meg ikki sørt, at tað nú
verður kravt, at kanningar-
stjóri skal setast, sigur løg-
maður.
– Àkærur um brot á
stýrisskipanarlógina, eigur
løgmaður at taka í fullum
álvara og tað geri eg eisini.
Men eg tók avgerðina á
púra tryggari grund, so
hetta er til at liva við, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Hví legði tú ikki bara
allan sáttmálan fyri tingið,
so slapst tú undan øllum
hesum.
– Vit mettu, at vit høvdu
fulla heimild at gera av-
taluna. Hetta er ein avtala,
sum bara føroysk vinna
hevur fyrimun av og vit
hildu at tað hevði týdning
at fáa avtaluna í gildi sum
skjótast fyri at lætta um hjá
føroyskari vinnu. Og so
mettu vit, at kundu einsvæl
skriva undir avtaluna, nú
var íslendski forsætisráð-
harrin var her kortini, held-
ur enn at bíða og tað skuldu
tveir partar til at undir-
skriva avtaluna, sigur løg-
maður.
Sáa iva um heimildina
hjá løgmanni
Tað er í kjalarvørrinum á nógv umrødda íslandssátt-
málanum, at ivi nú verður sáddur um antin løgmaður
hevur brotið stýrisskipanarlógina.
Tann 31. august skrivaðu løgmaður og íslendski
forsætisráðharrin undir fríhandilsavtalu ímillum
Føroyar og Ísland.
Men 2. september gera løgmaður og íslendski
forsætisráðharrin semju um, at tann parturin av av
fríhandilsavtaluni, ið fevnir um frían vøruflutning
ímillum londini, skal koma í gildi beinanvegin.
Í einum skrivi til uttanlandsnevndina, greiðir løg-
maður í 13 punktum frá, hvussu hann og Løgmans-
skrivstovan hava tryggjað sær, at hetta var í samsvari
við stýrisskipan Føroya.
Men umsitingin hjá uttanlandsnevndini sáar iva um
frágreiðing løgmans og um løgmaður yvirhøvur
hevur havt heimild til tað, hann hevur gjørt ella um
hann hevur brotið stýrisskipanarlógina.
Løgmaður: Eg kundi ikki
droymt um at spælt hasard
– Eg standi á púra tryggari grund so ákæran um at hava
brotið stýrisskipanarlógina er til at liva við, sigur løgmaður