Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 179 - 21. september 2005 Politikarar kolldøma útrokning um barnaansing Umsitingin hjá Klaks- víkar kommunu hev- ur roknað út, at tað loysir seg betur at gjalda fyri vantandi barnaansing enn at útvega nýggj ansing- arpláss. Men sosiala nevnd vil ikki hoyra talan um hetta, og nú er útbjóðingartilfar um bygging av nýggj- um ansingarstovni í Klaksvík sent út til átta byggifyritøkur BARNAANSING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað loysir seg betur fyri kommunukassan at gjalda fólki fyri vantandi barna- ansing enn at økja um talið á ansingarplássum. Tað er niðurstøðan í ein- ari útrokning, sum umsit- ingin hjá Klaksvíkar kommunu hevur gjørt og latið sosialu nevnd hjá bý- ráðnum. Men sosiala nevnd tekur frástøðu frá útrokningini og staðfestir, at kommunan skal útvega fleiri ansingar- pláss fyri at fáa bíðilistan til barnaansing niður. – Vit ætla okkum als ikki at gjalda fólki fyri at ansa børnunum heima, bara tí at tað loysir seg betur. Hetta er ikki bara ein spurningur um pengar, men eisini ein spurningur um trivnað og møguleikar hjá fólki, og vit ætla at fáa fleiri ansingar- pláss til vega, sigur Jórun Høgnesen, sum er for- kvinna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu. Harvið kolldømir hon út- rokningina hjá umsitingini, og tað hevur hon undirtøku fyri bæði í sosialu nevnd og í fíggjarnevndini hjá Klaks- víkar kommunu. Umsitingin roknar út Tað er Almannastovan, sum í fyrstu atløgu rindar fólki pengar, um tey ikki kunnu fáa ansingarpláss til síni børn. Hetta er eitt slag av endurgjaldi fyri, at fólk ikki kunnu vera á arbeiðs- marknaðinum. Pengarnir, sum Almanna- stovan rindar fólki fyri vantandi barnansing, verða síðani tiknir innaftur gjøgnum skattaavrokning- ina hjá kommununum. Umsitingin hjá Klaksvík- ar kommunu hevur roknað út, at tað loysir seg betur fyri kommunukassan at gjalda fyri vantandi barna- ansing enn at økja um ans- ingarplássini í kommununi. Tí hevur umsitingin í ein- um skrivi mælt býráðnum til at umrøða barnaansing- ina í einum breiðum høpi, og tað fekk býráðið møgu- leikan til á fundi týs- kvøldið. Har stóð málið um barnaansingina á skránni. Men tað er eingin undir- tøka fyri at brúka útrokn- ingina hjá umsitingini til nakað. Bæði sosiala nevnd og fíggjarnevndin hava stað- fest, at kommunan skal rað- festa eina loysn av barna- ansingartørvinum. – Sjálvandi skal kommun- unan hugsa um at fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu, men vit fara á ongan hátt at velja eina loysn, har vit gjalda fólki fyri vantandi barnaansing heldur enn at gera nýggj ansingarpláss, sigur Jórun Høgnesen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu. Byggja nýggjan barnagarð Klaksvíkar kommuna hev- ur júst sent út útbjóðingar- tilfar um bygging av einum nýggjum barnagarði í býn- um. Átta byggifyritøkur hava fingið tilfarið, og tey hava nú nakrar vikur til at rokna eitt tilboð út. Nýggi ansingarstovnurin skal byggjast við Traðar- gøtu, sum liggur mitt í ein- um lívligum barnakvarteri á vestursíðuni í Klaksvík. Økið var fyri nógvum árum síðani gjørt klárt til at byggja á, men byggingin gjørdist ongantíð veruleiki. Fakfólk hava gjøgnum- gingið gomlu tekningarnar av ansingarstovninum, og tekningarnar eru tíðarhósk- andi, verður sagt. Tí kann farast undir byggingina av ansingarstovninum um stutta tíð. – Vit ætla at gera so skjótt av, sum tað ber til. Nú skulu fyritøkurnar fyrst lata kommununi síni tilboð, men tá ið tey eru komin inn, gongur ikki long tíð til farið verður undir sjálva byggingina, sigur Jórun Høgnesen. Nýggi ansingarstovnurin skal hýsa bæði barnagarði og vøggustovu, og tað verða umleið 70 ansingar- pláss á stovninum. Umframt hetta er ætlanin eisini at gera 15 pláss aft- urat á ansingarstovninum Blákolluni við Kjalarvegin. Tað skal gerast við at flyta spælistovuna hjá dagrøkt- ini, sum heldur til í kjallar- anum, og gera eina vøggu- stovu har ístaðin. – Við hesum báðum ítøkiligum ætlaninum koma vit væl ávegis við at loysa ansingartørvin í kommununi, sigur Jórun Høgnesen. – Føroyska fólkið kann ikki liva við, at ein so álvarsamur ivi verður reistur ímóti løgmanni, sigur løg- tingsmaðurin Her- geir Nielsen, sum ætlar at finna undir- tøku fyri, at ein kanningarstjóri verð- ur settur at kanna undirskrivingina av tollavtaluni við ís- lendingar POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Løgtingsmaðurin Hergeir Nielsen ætlar at gera eina roynd at fáa undirtøku fyri, at ein kanningarstjóri verð- ur settur at kanna undir- skrivingina av tollavtaluni við íslendingar. Umsitingin í løgtingin- um hevur sett spurnartekin við heimildirnar hjá løg- manni at gera hesa avtalu uttan at løgtingið góðkendi hana, og tað er hendan iva, sum Hergeir Nielsen vil hava av vegnum. – Føroyska fólkið kann ikki liva við, at ein so álv- arsamur ivi verður reistur ímóti løgmanni. Okkara týdningarmesta lóg er stýr- isskipanin, og hon kann samanlíknast við grund- lógina í øðrum londum, og vit kunnu ikki liva, at løg- maður møguliga hevur brotið stýrisskipanarlóg- ina, sigur Hergeir Nielsen. Ivast í undirskrift Tað var tann 2. september í ár, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, skrivaðu undir eina avtalu við íslendingar um tollfrælsi. Hendan avtalan bygdi á ein meira umfatandi fríhandilssátt- mála, sum var undirskriv- aður tríggjar dagar framm- anundan. Sjálvur høvuðssáttmálin hevði fingið eitt einmælt viðmæli frá uttalands- nevndini, men hann er ikki enn samtyktur í løgtingin- um. Tá ið tollavtalan við ís- lendingar varð undirskriv- að, hevði uttanlandsnevnd- in hjá løgtinginum ikki havt nakra viðgerð av henni, hóast einstakir limir í nevndini vóru spurdir um avtaluna. Formaðurin í uttanlands- nevndini, Johan Dahl, bæð løgtingsskrivstovuna gera viðmerkingar til grund- gevingarnar hjá løgmanni fyri at gera avtaluna, og í viðmerkingunum verður spurnartekin sett við heimildirnar hjá løgmanni at gera avtaluna, uttan at løgtingið var tikið við. Johan Dahl segði tó við Sosialin í gjár, at hann gjørdi ikki meira við mál- ið, og at nú var tað upp til løgtingið at gera av, hvussu leikur skuldi farast. Samgongan eigur at rudda Hergeir Nielsen, sum um- boðar størsta andstøðu- flokkin, Tjóðveldisflokkin, í uttanlandsnevndini vil tó ikki sleppa málinum, og hó- ast løgmaður hevur grund- givið alment fyri sínari av- gerð og sagt, at hann gjørdi einki skeivt, vil løgtings- maðurin hava ivan um heimildarloysi av vegnum. – Tað besta hevði verið, um samgongan sjálv rudd- aði upp í hesum málinum. Tað kundi hon gjørt við at sett sáttmálan úr gildi aft- ur, og síðani gjørt hann eftir røttum mannagongd- um. Men um samgongan ikki vil ella kann tað, so má okkurt annað gerast, sigur Hergeir Nielsen. Hann sigur seg hava nakrar møguleikar fyri at fara víðari við málinum. Ein møguleiki hevði verið at sett ein skrivligan fyri- spurning til løgmann, so hann fekk nærri frágreið- ing um málið, ein annar møguleiki er at kæra til landsstýrismálanevndini, og enn ein møguleiki er at reisa misálit. Kanningarstjóri Men stigið, sum Hergeir Nielsen helst vil taka nú, er at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra at kanna málið. Fyri at ein kanningar- stjóri skal setast, skulu tveir fimtapartar av løg- tingsmonnunum heita á løgtingsformannin um at seta ein slíkan. Hetta merkir samstundis, at andstøðan ikki einsamall kann gera hetta, tí hon hevur ov fáar løgtingslimir til at gera tað. Tí skulu samgongu- tingmenn verða við í áheit- anini á løgtingsformannin. – Um samgongan einki ger við málið, so fer eg at royna at fáa undirtøku fyri, at ein kanningarstjóri verð- ur settur at kanna málið, sigur Hergeir Nielsen. Hergeir leitar eftir undirtøku Klaksvíkar kommuna hevur júst sent út útbjóðingartilfar um bygging av einum nýggjum ansingarstovni í býnum. Byggingin skal byrja sum skjótast, og við nýggja ansingarstovninum fáa klaksvíkingar eini 70 nýggj ansingarpláss Mynd: Dávur Winther