Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2005 5 Ungdómsráðstevna í Havn Føroya Ungdómsráð og Tórshavnar kommuna geva um mánaðaskiftið sept- ember/oktober ung- um í aldrinum 14 til 18, møguleikan at vera við til at orða framtíðar ungdóms- politikkin í Tórs- havnar kommunu UNGDÓMSRÁÐSTEVNA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Vikuskiftið 30. september til 2. oktober verður skipað fyri ungdómsráðstevnu á Háskúlanum í Havn, har ung í aldrinum 14-18 hava møguleika at luttaka. Tað eru Tórshavnar kommuna og Føroya Ungdómsráð, sum skipa fyri ráðstevnuni, sum hevur til endamáls, at geva teimum ungu møgu- leikan, at bera fram teirra hugsjónir, um hvussu man kann betra um umstøðurnar hjá ungdóminum. Eisini er hetta ein roynd at skapa eitt forum, har tey ungu fáa møguleika at møta øðrum ungum, deila roynd- ir, menna og kveikja teirra skapandi og listarligu evnir. Ein partur av ráðstevnuni verður eisini, at tey ungu sleppa at viðgera ungdóms- samleikan sum heild, val, virðir, vinir o.a,. sum hoyrir ungdóminum til. Øll ung boðin við Í hesum døgum eru faldarar og plakatir borðin út á allar skúlar í landinum, ið hava framhaldsdeildir, og til ber hjá áhugaðum millum 14- 18 at melda til á heima- síðuni www.torshavn.fo. Undir herrópinum "Hetta er tín kommuna" verður skipað fyrilestrum og verk- støðum. Tað eru Alisa Hammer og Salua Manai, ið til dagligt starvast á Margarinfabrikkini í Havn, sum samskipa tiltakið. Tær siga við Sosialin, at tær hava lagt dent á góðsku. Allir verkstaðsleiðarar eru dugnaligir, og flest allir ungir. Tað er sera týdning- armikið, at luttakararnir kunnu identifisera seg við verkstaðleiðararnar. Hetta eru somuleiðis fólk við góðum royndum innan teirra øki, og í fleiri førum kend andlit. Verkstaðir í heimsflokki Skipað verður fyri dansi- verkstaði, filmsverkstaði, handlistaverkstaði, mynd- listaverkstaði, sjónleikar- verkstaði, tónleikaverk- staði, øðrvísi ítróttar verk- staði og einum ungdóms- politiskum verkstaði. Í ung- dómspolitiska verkstaðnum verður arbeitt við hvussu umstøðurnar hjá teimum ungu kunnu betrast. Tey, ið luttaka á hesum verkstaði, fara somuleiðis runt á hinar verkstaðirnar, at fáa teirra íkast til hetta spennandi mál. Dansiverkstaðurin hevur útlendskar lærarar, men annars eru allir lærararnir føroyingar, ið á onkran hátt skara framúr á sínum økið. Allir verkstaðirnir uttan tann í øðrvísi ítrótti og tann ungdómspolitiski, krevja ein grundleggjandi kunn- leika til evnið. Kanna trivnaðin Ráðstevnan er fyri Tórs- havnar kommunu ein partur av einum størri átakið har arbeitt verður við at betra um trivnaðin millum tey ungu í kommununi. Í fjør var stór kanning gjørd á øll- um framhaldsdeildum, fyri at kannað trivnaðin, og nið- urstøðurnar á hesi ráð- stevnuni verða nýttar til at geva tølunum í kanningini eitt kvalitativ mótspæl. Politikarar bodnir við Allir býráðspolitikararnir í Havn eru bodnir at luttaka á ráðstevnuni leygardagin, har fáa teir høvið at ganga runt, og tosað við tey ungu. Eisini eru aðrir politikkarar vælkomnir sigur Salua Manai við Sosialin. Hon leggur afturat, at tær hava tosa við onkran býráðspol- itikara í Klaksvík, ið hevur sagt, at Klaksvíkin eisini verður umboðað. Sýning í Norðurlandahúsinum Ráðstevnan endar við eini stórari sýning sunnudagin 2. oktober í Norðurlanda- húsinum. Umframt tann skapandi partin verður eisini skipað fyri pallborðs- fundi, har ungdómpolitikk- urin verður settur á skrá. Við pallborðið sita luttakar- ar úr ungdómspolitiska verkstaðnum og politikarar. Í sambandi við stevnuna er danski fyrilestarhaldarin Søren Lynge í Føroyum saman við sjey ungum fólk- um. Tey ferðast til dagligt kring Danmark við fyri- lestrinum "Dit liv dit valg", hesin fyrilestur verður al- mennur. Fyrilesturin verður í veitsluhøllini á Lands- sjúkrahúsinum, leygardag- in 1. oktober kl. 15. Eingin tilmelding er neyðug til fyrilesturin, men atgongu- merkið kostar 150 kr. Tilmelding Seinasta freist at melda lut- tøku til ráðstevnuna er 26. september. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 300,- í hesum er matur íroknaður. Eru aðrir spurn- ingar, ber til at senda ein teldupost til ung@torshavn.fo. Verkstaðir í heimsflokki Dansiverkstaður Dansiverkstaður við Natalie og Kenneth Fogel frá Flowdance Academy, Hip Hop við frálæru av veruligum Hip Hop fólki. Her verður dansa break, hip-hop dance, lockin', salsa, electric boogie, house, latino hiphop, jazz funk, teknik. Filmsverkstaður Filmsverkstaður við tveimum agurkum Jákupi Weyhe og Jan Berg, arbeitt verður við ymsum táttum innan filmsgerð: tilrættarlegging, myndaarbeiði, ljóðarbeiði, klipping o.ø. Handlistaverkstaður Verkstaður í handlist, arbeiði í leiri við Guðrið Poulsen, skræddara arbeiði við Sólvør Jacobsen og Beintu Vilhelmsen og tøving við Unn Petersen. Myndlistaverkstaður Myndlistaverkstaður við Ian Luid og Suffíu við Stein. Arbeitt verður við tekning, grafikki og máling. Dentur verður lagdur á uppbygging av myndum og litir og litaval. Høvi verður at velja listagrein. Sjónleikarverkstaður Sjónleikarverkstaður við Gunnvá Zachariasen og Beintu Clothier, tvær ungar sjónleikarakvinnur geva frálæru í hugflog rødd og rørslu. Arbeitt verður við grundleggjandi sjónleikarvenjingum og karakterum. Á verkstaðnum verður ein sjónleikur gjørdur. Tónleikaverkstaður Tónleikaverkstaður við tveimum av okkara allar bestu tónleikarum Una Debess og Bjarka Meitel um rútmik og samanspæl. Arbeitt verður somuleiðis við ljóði og sangskriving. Ungdómspolitiskur verkstaður Ungdómspolitiski verkstaðurin fer at arbeiða við evninum "Hvussu kunnu vit betra um umstøðurnar hjá teimum ungu í Føroyum" Hugskotini hjá teimum ungu skulu brúkast til ger av ungdómsálitið. Øðrvísi ítróttar verkstaður Verkstaður í øðrvísi ítrótti við Sølva Reinert Hansen ítróttar ráðgeva, Sjúrða Hansen, Boga Andreasen og Jákupi Jacobsen. Frálæra verður í kajak, klatring og sýðing.