Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 179 - 21. september 2005 Føroyska ar- beiðið í Elias- kirkjuni 25 ár Vikuskiftið 7. og 8. oktober fara føroy- ingar í Keypmanna- havn at hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síð- ani kristiliga arbeiðið byrjaði TRÚARLÍV Snorri Brend 25 ár eru nú liðin síðan byrjað varð við Føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni. Arbeiðið byrjaði í 1980 við at nøkur les- andi komu saman til bíbliutímar í heimunum hjá hvør øðrum. Árið eftir varð ar- beiðið víðkað til eisini at umfata møti í Eliaskirkj- uni annaðhvørt leygar- kvøld og frá 1989 hevur møtið, sum er høvuðs- tiltakið, verið hvørt leygarkvøld. Í 1992 var byrjað við sunnudagsskúla á Oyra- sundskollegi’inum og umframt hetta verður eisini skipað fyri m.a. andaktum á Hotel Tórs- havn, heystlegu og evn- isdøgum. Eisini hevur arbeiðið eina heimasíðu har kunnað verður um ar- beiðið og tey ymisku til- tøkini, sí www.eliaskirkjan.dk Føðingardagurin verður hildin við veitslu fríggja- kvøldið 7. oktobur kl. 19 og einum møti leygar- kvøldið 8. oktober kl. 19. - Øll hesi árini hava nógvir føroyingar havt sína gongd í Eliaskirkj- uni og á ymiskan hátt tikið lut í arbeiðinum. Vit vóna tí at síggja nógv av teimum aftur til hátíðarhaldið, siga fyri- reikararnir. Vøllurin í Nólsoy skal gerast liðugur Tað nyttar lítið at spæla fótbóltsdyst í Nólsoy, tá spælarar- nir kunnu verða undiroystir í brim- brotum mitt undir dysti BÓLTSPÆL Snorri Brend Nólsoy: Hetta ætlar Tórshavnar kommuna sær nú at bøta um, so- leiðis at hesin graslíkis- vøllurin kann gerast endaliga liðugur. Seinasta ár keypti tá- verandi Nólsoyar kommuna graslíki, og hevur kommunan longu brúkt 1,8 mió. kr. uppá vøllin. Enn vantar at gera undirlendið og girðingina lidna. Hinvegin er eisini neyðugt at hækka verju- garðin móti brimi sum skjótast, meðan ein kann koma framat hesum, uttan at skula gera skaða á vøllin og girðingina. Nú hevur býráðið so samtykt at gera vøllin lidnan – eitt arbeiði sum kemur at kosta um 1 mió. kr. Kirkjuliga Missiónsfelagið ársmøti TÍÐINDASKRIV Ársmøtið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum verð- ur í Missiónshúsinum við Landavegin í Havn í døgunum 22.-25. sep- tember. Høvuðstalari verður Hans Erik Nissen úr Danmark. Hann var í mong ár fyristøðumaður á Luthersk Missions- forenings Højskole í Hillerød, har fleiri før- oyingar hava gingið. Byrjað verður hós- kvøldið kl. 20 við møti. Hildið verður so fram fríggjadagin kl. 16 við bíbliutíma. Kl. 20 fríggjakvøldið er missi- ónsmøti við Elsu Jacob- sen og Absalon Matras. Leygarmorgunin verð- ur byrjað við bíbliutíma kl. 10. Kl. 16 verður møti við Øssur Kjølbro. Um kvøldið verður fyrst møti kl. 20, har Meinig- heitskórið syngur, og síðani ungdómsmøti kl. 22. Sunnudagin er fam- iljumøti á skránni kl. 14. Ársmøtið endar við møti í Vesturkirkjuni kl. 17. Hetta møtið er skip- að saman við Meinig- heitshúsinum í Havn. Har talar aftur Hans Erik Nissen og Taborkórið syngur. Fyrr var havnaøkið á Sundi bert ætlað sum vinnuøki. Nú er tað sundurbýtt til bæði at fevna um vinnuøki og havnaøki HAVNIR Snorri Brend Við teirri gomlu byggi- samtyktini fyri økið var tað lagt av til vinnur, ið bein- leiðis ella óbeinleiðis vóru fremjandi fyri føroyskan útflutning. - Men hetta avmarkaði møguleikarnar at brúka økið, helt kommunan. Tá økið er avlagt til vinnuøki, so kundu vinnur, sum ikki hava nakað sam- band við skipaferðslu og skiparakstur, eisini liggja á økinum. - Hetta førir við sær, at vinnur sum hava tørv á at liggja á havnaøkinum, helst vórðu noyddar at fara á annað stað, tí havnaøkið varð brúkt til vinnuenda- mál, sum ikki høvdu tørv á at liggja beint har. Nú er so eitt øki lagt av til havnaøki, har møgu- leikar eru fyri havnarakstri og goymslum í sambandi við skipaferðslu og til annað virksemi, sum hevur serliga stóran tørv á sjó- vegis flutningi. Á økinum liggur ein bóndagarður, og hann verður varðveittur har hann liggur, - nú við áseting av marki til hitt økið. Í dag finst eisini eitt asfaltverk á tí ovara øki- num. Hetta verður leigað frá kommununi. Fólk á Kalsoynni sóu fram til dagin, tá nýggja ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu. Ferðasambandið er nú vorðið munandi betri, men tá talan er um farmin so er støðan tann sama sum hon var við Fyrra Heimsbar- daga FERÐASAMBAND Snorri Brend Við nýggju ferjuleguni sleppa tey av oynni við bili fleiri ferðir um dagin. Á henda hátt hava tey nú fingið ein møguleika at skipa sín gerandisdag sum øll onnur her á landi. Men tá talan er um flutn- ingin av farmi, so hevur framburðurin ikki fylgt við tíðini. Tí sambært ting- manninum, Karsten Han- sen so eru farmatúrarnir til Kalsoynna skornir niður úr átta til einans tveir túrar um vikuna. Frammanundan varð farmur fluttur til oynna fýra og fimm ferðir um vikuna, og gjarna tvær til tríggjar ferðir um dagin. Løgin sparing - Eg skilji ikki, hví ein hevur gjørt hetta. Tí hetta er nærum tað sama sum at sparka beinini undan møguleikanum fyri øllum framburði hjá kalsoying- um, sigur hann. Orsøkin til hetta er møguliga sparing, heldur hann, uttan tó at kunna góðtaka eitt slíkt sjónar- mið. Hann hevur tí sett Jógv- ani við Keldu, landsstýris- manni ein fyrispurning um hví ein hevur skorið farma- flutningin til Kalsoynna so nógv niður. – Tað er óskiljandi. Tað er ósømiligt. Tað kann snøgt sagt ikki góðtakast, at man so at siga eftir einari nátt broytir umstøðurnar hjá teimum, sum búleikast á Kalsoynmni. - Hetta er ein so stór og ógvuslig broyting, at tey ikki uttan eykakostnað og tíð kunnu fáa tað, sum teimum tørvar í dagliga virki teirra, sigur Karsten Hansen í grundgevingum sínum. Kalsoyingar sparkaðir 100 ár aftur í tíðina Havnaøkið á Sundi er nú skipað Jakob Lange lestrarstjóri á Københavns Universitet er í hesum døgum í Føroyum og heldur fyrilestrar fyri ungum lesandi, um val- møguleikar innan hægri út- búgvingar í Danmark. Men í Danmark er hann komin í sera harðan andróður. Sum lestrarstjóri hevur hann ábyrgd av upptøkuni á skúlan. Í ókeypis dagblað- num URBAN, verður í dag avdúkað, at ein feilur hevur verið í upptøkuni av kvotu 2 næmingum á ítróttar- lesturin. Í staðin fyri at taka tey best egnaðu, eru 20 tey verst egnaðu tikin inn. Tey varnaðust feilin ov seint, og høvdu longu boðað næm- ingunum frá. Tí varð av- gjørt, at lata næmingarnar sleppa inn, og víðka lest- urin soleiðis, at eisini tey best egnaðu sloppu inn. Hetta er sera dýrt fyri skúl- an, tí í staðin fyri at hava fýra flokkar, hava tey nú fimm skrivar URBAN. Jakob Lange sigur við URBAN, at hann harmast um feilin. Men hvørki Lange ella lestrarleiðarin á ítróttarútbúgvingini vilja siga hvussu nógvan pening hetta fer at kosta. -nud Jakob Lange í andróðri Kalsoyingar hava nú bara tveir farmatúrar um vikuna. – Tað er óskiljandi, heldur Karsten Hansen