Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2005 7 Flúgvingin hjá At- lantsflog hevur nú vundið so nógv uppá seg, at túratalið má økjast munandi komandi ár. Boðað er longu frá fleiri eyka- túrum til Billunds FLOGFERÐSLA Snorri Brend Flúgvingin hjá Atlantsflog hevur nú vundið so nógv uppá seg, at túratalið má økjast munandi komandi ár. Boðað er longu frá fleiri eykatúrum til Billunds. Komandi summar er ætlanin at flúgva ikki færri enn 9 ferðir millum billund og Vágarnar. Men ynskið hjá Atlants- flogi er eisini at geva hes- um fólkunum ein møgu- leika at flúgva víðari til Ís- lands í sama viðfangi. Og hesin møguleikin verður veruliga tøkur komandi summar. - Eitt lætt og einfalt skifti á teimum vøkru oyggjun- um, er herrópið til hesa nýggju rutuna, sum hevur mangar spennandi og posi- tivar fylgjur við sær. Fyrr í vikuni kom fram, at Atlantsflog ætlar at koma fram við nøkrum serliga góðum prísum á nýggju rutuni millum Billund og Reykjavík. Fyrimunurin við at flúgva til Reykjavíkar er, at ein so sleppur undan koyr- ingini úr Keflavík og til Reykjavík. Fornfrøðilig kanning Úti í Toft í Vest- manna TÍÐINDASKRIV Í døgunum 12.-16. sep- tember hevur Fornminn- issavnið gjørt fornfrøði- liga kanning Úti í Toft í Vestmanna. Staðurin, talan er um, liggur í gomlum bø, nak- að uttari enn sjálvur býlingurin á Rógvu ger í dag. Á staðnum sæst lágur heyggur. Sagt hev- ur verið, at har skuldu tey elstu Rógvuhúsini standa. Longu í 2003, tá tað kom fram, at ætlanir vóru at gera dagtilhald fyri uppilagstar sjómenn niðan fyri nýggja kirkju- garð, fór savnið undir at kanna hvørjar ítøkiligu ætlanirnar vóru. Tað var áhugabólkur, ið varð far- in undir ætlanirnar um eitt sambýli og dagtil- hald; men seinni hevði eisini Vestmanna komm- una víst lendinum har áhuga. Lendið er slætt og rættiliga vítt, og væl- egnað sum byggilendið. Kommunan var tí farin undir at kanna møgu- leikar fyri at byggja eitt røktarheim beint við, soleiðis at hesar verkætl- anirnar kundu verða tengdar hvør at aðrari. Og tað er júst har, møgu- ligu bústaðaleivdirnar Úti í Toft liggja. Fornminnissavnið gjørdi tí vart við, at slíkar bústaðaleivdir eru umfataðar av fornminna- friðingarlógini. Varð hildið fast við byggi- ætlanirnar, var greitt, at neyðugt fór at verða at loysa tær úr friðing. Hetta verður vanliga gjørt við at lata bústaða- leivdirnar kanna. Tað vil siga, at í fyrstu syftu fór at verða gjørd ein for- kanning, ið skuldi geva ábending um, hvussu umfatandi og av hvørj- um slagi møguligu bú- staðaleivdirnar eru. Grundað á forkanning- ina fór ein fornfrøðilig rannsókn at verða løgd til rættis — eisini við tíðar- og kostnaðarætlan. Útreiðslur í samabnd við forkanning og rannsókn ber arbeiðstakarin. Sum nevnt er skilligur heyggur í lendinum, um 20x10 m til víddar. Sagt er frá, at tá Hans Jákup Thomsen, bóndi (f. 1889), velti har, gavst hann, tí illa bar til at velta vegna grót, og tí at hann sá, at har var okk- urt serligt. Grundað á upplýsing- ar og tað ið sæst í lend- inum var tí lítið at ivast í, at í heygnum kundu fjala seg fornar bústaðaleivdir. Hetta fekst tó ikki vissa fyri uttan at sett varð á. Í samstavi við Vest- manna kommunu, varð tískil sett í verk forkann- ing. Grivnar eru tvær veitir tvørtur um sjónliga heyggin. Ætlanin var at arbeiða í tvær vikur, men kanningin hevur longu staðfest, at bústaðaleivd- ir eru fjaldar í heygnum Úti í Toft. Tað verður mett, at vit sum er hava nóg mikið av upplýsing- um til at avgera, at neyð- ugt verður við fornfrøði- ligari rannsókn av lend- inum. Líkt er til, at bú- staðarøkið er avmarkað til sjálvan heyggin, men er hetta spurningur, ið má kannast neyvari. Av tí at tað bert varð grivið niður á bústaðaleivdir- nar og ikki ígjøgnum tær, eru eingir lutir funn- ir, ið kunnu siga nakað um hvat slag av búseting her kann hava verið ella tíðarfestingina av henni. Hinvegin, við at sam- anbera staðin Úti i Toft við staðir aðra staðir í landinum, har smærri miðaldarligir bústaðir eru funnir í gomlum bø — eitt nú í Eingjartoft- um og Innanfyri Heyga- gerði í Sandavági — er ikki óhugsandi, at tað í hesum føri er talan um bústað av sama slagi. Kann sostatt vera, at fólk eru flutt úr fyrndarbý- linginum á Rógvu og hagar út heldur enn hin- vegin, soleiðis sum frá- søgn er um. Forkanningin er at enda komin. Nú verður so lagt upp til kommun- una at skipa fyri fígging av eini rannsókn í sam- starvi við Fornminnis- savnið. Við eini forn- frøðiligari rannsókn hevði helst borið til at fingið staðfest, hvussu bústaðaleivdirnar Úti i Toft eiga at verða fataðar í búsetingarsøguliga høpinum í Vestmanna sum heild. Livst so spyrst. Tórshavnar komm- una ætlar at gera fleiri smærri vøllir ymsa staðni í Havn. Í dag er bert tann eini – á Hamrinum á Argj- um – men komandi ár gerast teir mun- andi fleiri. BÓLTSPÆL Snorri Brend Havn: Henda ætlanin er ein partur av teirri sonevndu "Sparkivallarætlanini" hjá Fótbóltssambandinum har stuðul kann fáast til smærri bóltvøllir. Kommunan hevur fingið fleiri áheitanir og ítøkiligar umsóknir frá eigarafeløg- um og áhugabólkum um slíkar vallir ymsa staðni í býnum – í Folagerði, á Teigum, úr Líðunum úti í Grønlandi, Millum Gilja, Fjalsgøtu, Hvítanesi, Signabø og Mækjugøtu. Eitt yvirlit yvir øll hesi støðini er nú gjørt, og skal nú arbeiðast eftir hesum, soleiðis at helst eini 10 slíkir vallir kunnu verða gjørdir hetta komandi árið. Hetta fer at kosta komm- ununi 2,6 mió. kr. komandi ár, sum hóast alt er mun- andi bíligari enn um gjørt skuldi verið sum framman- undan, har ein einstakur vøllur kostaði um 600.000 kr. Støðan er nevniliga hon, at kommunan ætlar at skifta graslíkið á niðara vølli í Gundadali. Í hesum sam- bandi er møguleiki at endurnýta hetta graslíkið og leggja tað á smærri bóltvallir kring allan býin – til stóra gleði fyri fótbólts- hugaðu børnini í býnum. Í hesi vikuni er eitt umboð fyri Shetland College til Føroyar. Her fer Maggie Marr m.a. at kunna um møguleikarnar á hesum skúlanum. Hon ynskir haraftrat at fáa samstarv í lag við føroyskar skúla- myndugleikar SKÚLI Snorri Brend Maggie Marr skal á Før- oya-ferðini luttaka á ráð- stevnuni "Snið og handverk í heimligum og altjóða høpi" sum verður í Norð- urlandahúsinum í dag. Her fer hon at greiða nærri frá teim møguleikum, sum kreativir føroyingar hava á skúlanum, har hon starvast. Í løtuni gongur ein danskur næmingur á skúl- anum, men Maggie vil fegin hava føroyskar næm- ingar á skúlan. Í hesum døgum hendir so nógv innan ta kreativa økið í Føroyum, og nógvir før- oyingar leita sær til Dan- markar, Onglands og aðrastaðir fyri at fáa sær út- búgving innan hesa vinnuna. - Hví ikki koma til Het- lands? Her eru eisini nógvir møguleikar, sigur Maggie Marr. Løgmaður Jóannes Eid- esgaard er júst afturkomin av ferð í Suðuroyggjum, og er tí líkt til at eitt økt sam- starv kann verða millum okkum og oyggjalondini fyri sunnan. Bæði danska Komm- unufelagið og familjuráðharrin Lars Barfoed úr Vinstra eru sinnaði fyri eini royndarskipan við sonevndum luksus- barnagørðum. Her hava foreldur møgu- leika at keypa eyka upplivingar til barna- garðs- ella vøggu- stovubørn síni, so- leiðis at góðskan í dagstovnunum hækkar, skrivar Berlingske Tidende. DAGSTOVNAR Snorri Brend Uppskotið um at kunna keypa eyka upplivingar til børnini er sett fram av kon- servativa borgarstjóranum í Gentofte, Hans Toft. - Øll foreldur ynskja góðsku, og tey vilja fegin gjalda fyri hana. Tað kann t.d. vera ein pedagogur hvørs sergrein er list, og sum kemur í barnagarðin at undirvísa. Tað kann eisini vera ein náttúruvegleiðari, sum tekur børnini við sær í skógin, ella ein handverk- ari, sum børnini kunnu byggja okkurt saman við. - Foreldur hava so nógv um at vera um dagin. Og tað er hóast alt í dagtím- unum, meðan børnini eru á stovnunum, at tey eru nóg frísk til at taka ímóti spenn- andi upplivingum. So hví ikki geva teimum loyvi til tað?!, spyr borgarstjórin í Gentofte. Hann vísir eisini til, at foreldur í dag ikki hava loyvi ti lat fíggja serstøk initiativ í hesum sambandi. Atlantsflog: Beinleiðis úr Billund til Íslands Atlantsflog brynjar seg enn meiri út og fer nú undir flúgving millum Billund og Ísland komandi summar Hetland: Ynskir tættari samband við føroyska skúlan Fleiri smærri graslíkisvøllir í Havn Luksusbarnagarðar kunnu lata upp í Danmark