mikudagur 21. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 179 - 21. september 2005
Seinastu vikuna hevur verið sera forvitnisligt og gott tiltak
í Müllers pakkhúsi í Havn og í Norðurlandahúsinum.
Talan er um tiltakið "Snið og handverk", sum er sølufram-
sýning hjá Gluggaglæmu. Hetta er afturvendandi tiltak,
men í ár er nógv meira gjørt burtur úr, bæði tí at áhugin
fyri at vera við hevur verið so stórur og tí fyrireikararnir
eisini hava valt at skipa fyri eini ráðstevnu undir heitinum
"Snið & handverk í heimligum og altjóða høpi". Tann
ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum mikudag.
Sjáldan hittir tú so mong glað og fegin andlit sum á
tiltøkunum hjá Gluggaglæmu. Tey, sum vitja og tey, sum
sýna fram. Tað, sum hendur og hugflog í heimum og á
handverksvirkjum kring alt Føroya land hava skapt, verður
víst fram í teimum ómetaliga hugnaligu hølunum í Müllers
pakkhúsi, har tey ordiliga koma til sín rætt. Tað er líkasum,
at øll tey mongu pløggini og lutirnar annars, sum føroyskar
hendur hava evnað til, fara upp í eina hægri og felags eind
við vøkru kálkaðu veggirnar, træstólparnar og tí steinlagda
gólvinum í tí aldargamla pakkhúsinum. Betri umhvørvi
kundi ikki verið funnið til slíka framúr framsýning við før-
oyskum handverki og listahandverki. Og gott er, at
Norðurlandahúsið eisini er partur av hesum, tí talan er eisini
um listarliga mentan og er hetta eisini eitt signal til okkara
myndugleikar um, at vit í Føroyum vilja eisini vera við til
at menna handverkslistina til eina vinnu, eins og granna-
lond okkara hava gjørt. Hyggið bara eftir Grønlandi.
At síggja alt hetta vakra, sum kvinnur og menn hava skapt
við sínum hondum og hugflogi, er einki minni enn ein
stóruppliving. Tað er ein sonn frøi at kunna ganga millum
básarnar og práta við tey, sum hava evnað lutirnar til. Slík
framsýning gevur okkum eina kenslu av, at vit í Foroyum
eru rík uppá bæði rávøru at evna burtur úr og at eiga
fólk, sum hava evni og hugflog til at skapa nakað.
Kanska hava vit givið hesum ov lítið fær, tikið tað sum eina
sjálvfylgju, tí hetta er "bara" ein partur av okkara mentan.
Men nú tað eru fólk, sum síggja møguleikan at menna hesi
handverkini, so hóma vit spíran til eitt nýtt vinnuvirksemi.
Vinna er so nógv. Og oftani hava vit lyndi til at gloyma hesi
smáu tingini, tvs. tær heimaarbeiðandi kvinnurnar, tær
kjallara- og loftsfyritøkurnar. Hetta at kunna flætta saman
mentan og handverk og list soleiðis at hesi eisini gerast til
eina livandi og gevandi vinnu er nakað, sum vit eiga at
síggja nakað stórt í. Síggja møguleikar í.
Fleiri ungfólk fáa sær útbúgving innan hesi handverk, eitt
nú innan sniðgeving, og koma so við og við at menna
henda partin av handverki og vinnu í Føroyum, soleiðis at
onkur teirra eisini kann koma at gera seg galdandi í
útlandinum. Soleiðis at spírin, sum nú er við at verða
lagdur, ein dag kann gerast til eina blómandi handverks-
vinnu. Gerast eitt bein, um enn lítið so tó prýðiligt og
virðiligt og harvið virðismikið bein undir búskapinum.
Til luttakararnar í hesum tiltaki, til fyrireikararnar og til
øll tey, sum vilja hesum handverki væl: tillukku og góða
eydnu víðari. Vónandi fer ráðstevnan í Norðurlandahúsin-
um at vera við til at skapa uppaftur størri áhuga fyri og
vera við til at menna henda so týðandi men oftani
gloymda part av okkara fólksligu mentan, sum okkara
myndugleikar eiga at geva størri gætur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Handverksvinna og
listahandverk
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tilfeingisgjøld
Frímund Hansen
Nú so nógv verður tosað um
at fiskurin í havinum er ogn
Føroya Fólks. At tað líkist
ongum sum landskassin
slongir um seg við loyvum
til Per og Pól, vinir og kenn-
ingar. Tilfeingi sum landi
brúkar nógvar pengar uppá
at samráða seg til o.s.fr.
Er ikki neyðugt her at
steðga á og hugsað eitt lítið
sindur, um hví ið landi
hevur tann frammíhjárætt
yvirhøvur at hava nakað
samráðast við eitt nú norð-
menn og russar um.
Uttan at kenna søguna
nóg væl, so rokni eg við, at
eigarnir av Vesturvón, tá
fyrst í 70unum vóru illa á
holdi komnir fíggjarliga.
Hetta av sínum knossi og
baksi sum tað er, og áltíð
hevur verið, at hava við skip
at gera. Tað varð nokk tí at
kommunan har vesturi kom
uppí virksemi teirra tá.
Tað varð um sama mundi
at Stellurnar vóru seldar av
landinum, neyvan tí at hetta
varð nakað gullnám. Magn-
us Heinason kom og fór.
Nónhamar kom og fór.
Í tíðini tá eg arbeiddi hjá
Kjølbro, plagdi Thulesen at
tosað um, hvussu tað líka
so væl kundi verið at kjøl-
brobátarnir
(Skálaberg,
Sundaberg og Sjúrðara-
berg/Enniberg) vóru um-
bygdir ella bygdir sum
rækjuskip, tí at hetta varð
tað sum loysti seg best tá.
Eftir hesum omanfyri at
døma, eru tað bert tvær
avgerðir fyrst í 70unum
sum eru orðsøk til at vit
hava nøkur rættindi í Bar-
entshavinum í dag. Av-
gerðin hjá monnunum aft-
anfyri Vesturvón, saman
við kummununi har vesturi,
um at halda fram uppi í
Barentshavinum. Og so av-
gerðin í nevndini í Kjølbro
um at halda fram við
toskafiskiskapi, heldur enn
at leggja um til rækjur.
Tað eru hesi reiðaríðini,
saman við tí hjá Ennibergi,
sum við treiskni og áhaldni
hava vunnu og røkt okkum
teyð rættindi sum vit eiga í
Barentshavinum. Fyri tær
útreiðslur sum landskassin
hevur havt av viðlíkahaldi
av hesum tilfeingið, er
goldið fyri í ríkiligt mát
ígjøgnum skattir og avgjøld
frá hesum feløgum.
Høgni Hoydal
Rolf Guttesen., lektari á
lærda Háskúlanum í Keyp-
mannahavn, spyr meg tveir
spurningar í bløðunum.
1. Havi eg sjálvur skrivað
mína talu, ið eg helt á
fólkatingi 6. september?
Svarið er sjálvandi ja. Eg
havi gjørt og skrivað allar
tær meira enn 20 talurnar,
ið eg havi hildið á fólka-
tingi higartil. Onkuntíð
havi eg skrivað tær rættiliga
nágreiniliga, áðrenn eg
haldi tær. Men oftast eru
tað stikkorð, sum eg síðani
brúki at halda taluna við frá
røðararapallinum.
2. Skulu eitt nú Canada
og USA roknast við, tá eg
havi víst á, hvat landa- og
sjóøki Grønland hevði
átt, um teir nýttu ein eins
lítlan part (0,6%) av síni
fíggjarlóg sum Danmark
ger, til tess at fasthalda
fullveldið yvir Grønland?
Svarið er: Ja, Rolf Guttesen
kann rokna hvat sum helst
landa- og sjóøki í heimin-
um við. Eg havi í míni røðu
víst á, at Danmark rindar
0,6% av síni fíggjarlóg ár-
liga til Grønland og heldur
harvið fast um danskt full-
veldi og yvirvaldsrætt á
einum landa- og sjóøki,
sum er 30 ferðirnar størri
enn tað danska. Til Føroya
rindar Danmark 0,1% ár-
liga av síni fíggjarlóg til
tess at krevja fullveldið
yvir Føroyum - og føroyska
landa-og sjóøkið er tvífalt
so stórt sum tað danska.
Til tess á vísa á, hvussu
langt úti hetta er, havi eg til
samanberingar víst á tvey
hugsað dømi: Um Føroyar
rindaðu 0,1% av okkara
fíggjarlóg og fingu tað
sama
afturfyri
sum
Danmark, so høvdu vit
kunnað kravt fullveldið
yvir einum landa- og sjóøki
tvífalt so stórt sum okkara
fyri 4 mió. krónur um árið.
Um Grønland á sama hátt
rindaði 0,6% av síni fíggj-
arlóg og fekk tað sama
burturúr sum Danmark, so
hevði Grønland fyri 9 milli-
ónir um árið havt fullveldi
og yvirvaldsrætt á einum
landa- og sjóøki sum var 30
ferðirnar størri enn Grøn-
land.
Landafrøðingurin Rolf
Guttesen kann so velja tey
øki í heiminum, sum hon-
um lystir til tess at skilja
hesi dømi um, hvussu bí-
liga Danmark keypir sær
ræðið á Føroyum og Grøn-
landi.
Dømini hjá mær leggur
Rolf Guttesen soleiðis út, at
eg vil, at Føroyar og
Grønland
eisini
skulu
gerast koloniveldi! Sera
seriøs útlegging hjá Rolf
Guttesen, má eg siga.
Ein sera skilagóður lær-
ari, sum eg hevði í fólka-
skúlanum, segði okkum
næmingum einaferð eitt,
sum eg ongantíð havi
gloymt: "Fólk, sum ikki
skilja dømir og myndatalu,
skulu tit ansa tykkum fyri!
Um tildømis onkur fer at
siga við ein yrkjara, sum
hevur samanborið eitt vak-
urt konufólk við eina vakra
rósu: Hov, hov, tú! Ein rósa
hevur ongi bein og bróst, so
hatta passar ikki! - Ja, tá er
skilagóð samrøða neyvan
møgulig."
Eg bíði nú spentur eftir,
at Rolf Guttesen fer at harta
allar føroyskar politikarar,
sum so ofta samanbera før-
oyska samfelagið við eitt
skip ella ein skútu. Rolf
Guttesen kann so spyrja
teir: Hvussu nógvar hesta-
kreftir teir meina, at før-
oyska samfelagið hevur -
og um tað er ein trolari, ein
línubátur ella eitt ferða-
mannaskip, teir meina við -
ella, hvar masturin stendur.
Tað fer ivaleyst at gerast
sera festligt at hoyra hesi
komandi innlegg frá Rolf
Guttesen.
Svar til tveir spurningar frá Rolf Guttesen