mikudagur 21. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 21. september 2005
9
VIÐMERKINGAR
Nýggj vallóg
Jógvan Sundstein
Herfyri hevði eg eina grein
um nýggja valskipan til
løgtingsval. Niðurstøðan
hjá mær var, at ikki ov
nógvar broytingar áttu at
veri gjørdar í núverandi
valskipan, og serliga átti
ikki at verið minkað um
lokalu umboðanina á tingi.
Tað eru serliga tvey
fyribrigdi menn ikki rætti-
liga kunnu foreina seg við:
1. "Skeiva" umboðanin av
tingmannatalið í mun til
atkvøðutalið
hjá
flokkunum
2. Tað at ein tingsessur í
stóru valdønunum "kostar"
meira enn ein í smáu
valdømunum
Til tað fyrra spurningin er
at siga, at hetta kann
hjálpast uppá við at hava
fleiri eykamandatir ella út-
javningarmandatir. Annars
er tað ein spurningur, um
hetta er so skeivt kortini.
Valini vera nógv meira
áhugaverd, tá einstøk val-
dømi kunnu avgera saman-
setingarnar, og persónarnir
koma at hava nógv meira at
týða. Til dømis hevur tað
nógv størri týdning, at ein
flokkur sum fær 7 ting-
menn, fær hesar í 6 ella 7
valdømum,
heldur
enn
hann hevði fingið teir í
einum stórum landsval-
dømi, hvar kanska ein ella
tveir persónar fáa flest allar
persónligu
atkvøðurnar,
meðan seinastu fimm fáa
fáar atkvøður, og tilvildin
ræður fyri hvørjir hesir
persónar vera.
Til seinra spurningin
kann sigast, at tað ger einki,
um
tingsessirnir
kosta
minni í smærru valdømun-
um enn í teim størru. Tað
avgerandi er, at øll vera
umboðað. Demokratiið er
ikki ein spurningur um
matematiskan
rættleika,
men ein spurningur um, at
so nógv áhugamál sum
møguligt verða umboðað.
Tí hevur tað nógv størri
týdning, og er nógv meira
demokratiskt, at t.d. Sand-
oygging
ella
Vágarnar
verða umboðað við tveim-
um løgtingsumboðum enn
at Suðurstreym verður um-
boðað við 10 ella 11 um-
boðum.
Eg fari tí at koma aftur til
tað sum eg skrivaði fyri
góðum mánaða síðani og
seta tað upp ímóti nýggja
uppskotinum hjá Sjálvstýr-
isflokkinum. Eg skal tó
viðmerkja, at eg meti tað
uppskotið at vera rættiliga
moderat, men kortini hevur
í sær nakrar broytingar, sum
ikki tæna demokratiinum
ella fjølbroyttari umboðan.
Sjálvstýrisflokksins
uppskot
Hetta uppskotið loyvir í
mesta lagi 33 tingumboð-
um ímóti nú 32. Tað er í
lagi. Men samstundis skulu
vera 28 umdømisvald í 5
valdømum móti nú 27 í 7
valdømum. Uppskotið hev-
ur við sær øking av um-
dømisvaldum í stóru val-
dømunum (Suðurstremoy
og Eysturoy) og minking í
smáu valdømunum (Suð-
uroy/Sandoy) og (Vágoy/-
Norðstreymoy). Hetta hev-
ur við sær, at lokal umboð-
anin verður veikari, serliga
kann Sandoyggin koma at
vera við sviðið soð, tí Suð-
uroyggin hevur lutfallsliga
størri fólkatal. Og áhuga-
málini hjá hesum báðum
oyggjunum kunnu vera
ymisk. Sum eg havi nevnt
frammanfyri
er
rættari
vegurin at fara heldur at
luta færri umdømisvald til
stóru valdømini. Eftir míni
metan er veikleikin við
uppskotinum
bæði
ein
samanlegging av valdøm-
um og nógvar umdømis-
valdar til størri økini.
Mítt uppskot
Høvuðsinnihaldið í mínum
uppskoti er, at verandi val-
dømi verða varveitt, at
smáu valdømini varveita
sínar umboðanir, ein lækk-
ing av umboðunum í stóru
valdømunu, ein hækking til
33 tingumboð tilsamans og
at eykavaldu umboðini vera
9 í staðin fyri nú 5. Upp-
skotið sær soleiðis út:
Hendan skipanin tryggjar
øllum valdømum umboðan,
eisini teimum við lítlum
fólkatali. Hinvegin vilja tey
stóru valdømini, sum lut-
fallsliga fáa færri valdømis-
valdar, fáa teir flestu av teim
eykavaldu.
Við
fleiri
eykavaldum verður tryggj-
að, at tann politisk/ideolog-
iska umboðan verður lut-
fallsliga røtt, tað vil, at
flokkarnir fáa lutfallsliga
tingmannatal eftir sínum
samlaðu atkvøðum fyri alt
landi, meðan teir umdømis-
valdu í smærru valdømnum
tryggja lokalu áhugamálun-
um góðar umstøður. Annars
skal eg eisini viðmerkja, at
eg dugi ikki at síggja at ein
broyting
frá
d`Hondts
roknihátti til Sainte-Lagues
gevur nakra serliga meining
og skuldi væl veri óneyðug.
Um hendan skipanin
hevði
verið
nýtt
við
seinasta val í 2004 hevði
úrslitið verið hetta;
Sí talvu í endanum á
greinini
Hendan valskipanin hevði
givið størsta flokkinum í
atkvøðutali,
Sambands-
flokkinum, 8 tingmenn
móti 7 eftir galdandi skip-
an. Hinvegin hevði Tjóð-
veldisflokkurin fingið 7
tingmenn og ikki 8, sum
hann fekk eftir galdandi
skipan.
Tingmannabýtið
hevði sostatt verið "rætt-
vísari" í mun til atkvøðu-
býtið. So vítt eg dugi at
meta um vil hjálagda upp-
skot altíð geva eitt rætt býti
útfrá samlaðu atkvøðutøl-
unum fyri alt landið.
Eftir frammanfyristand-
andi uppseting vil hvør ting-
maður hjá teim ymsu flokk-
unum kosta í atkvøðum:
Orsøkin
til,
at
Sjálvstýrisflokkurin hevur
dýrasta tingmannin, er, at
hann júst ikki náddi upp á
brotspartin 1,5 fyri tað ein
umdømisvaldur kostaði við
útrokningini.
Hinvegin
kom Miðflokkurin uppá 1,7
og fekk sostatt 2 manns og
harvið
eisini
teir
"bíligastu". Hjá teim størru
flokkunum
eru
tølini
rættiliga jøvn.
Norðoya valdømi
4 valdømisvaldir
Eysturoya valdømi
4 valdømisvaldar
Norðstreymoyar valdømi
2 valdømisvaldar
Vága valdømi
2 valdømisvaldar
Suðurstreymoyar valdømi
6 valdømisvaldar
Sandoyar valdømi
2 valdømisvaldar
Suðuroyar valdømi
4 valdømisvaldar
Tilsamans
24 valdømisvaldar
Harafturat koma í mesta lagi
9 eykavaldir
Hetta gevur tilsamans max.
33 tingmenn
A
B
C
D
E
H
Total
Norðoya valdømi
1.434
602
741
264
849 148
4038
2
1
1
4
Eysturoya valdømi 1.217 2.012 1..254
529 1.254 466
6.732
1
1+1
1
+1
1
+1
4+3
Norðstr. vald.
531
663
489
60
582
78
2.403
+1
1
1
2+1
Suðurstr. vald.
2.041 2.638 2.267
527 3,076 788 11.337
1+1
2+1
1+1
2
+1
6+4
Vága valdømi
532
663
373
39
263
79
1.949
1
1
2
Sandoya valdømi
259
105
326
22
285
26
1.023
1
1
2
Suðuroya valdømi
516
818 1.471
20
581
74
3.480
1
2
1
4
________________________________________________
Total
6.530 7.5016.921 1.4616.890
1.659
30.962
5+2
6+2
6+1
+1
7+0
+2
24+8
A. Fólkaflokkurin
933 atkv.
B. Sambandsflokkurin
938 atkv.
C. Javnaðarflokkurin
989 atkv.
D. Sjálvstýrisflokkurin
1.461 atkv.
E. Tjóðveldisflokkurin
984 atkv.
H. Miðflokkurin
830 atkv.
TÍÐINDASKRIV
Demens er sjúka, ið kann
raka ein og hvønn: Høgan
sum lágan, ungan sum
gamlan, ríkan sum fátækan,
sterkan sum veikan. Henda
sjúkan spyr ikki eftir, hvør
tú ert, ella hvar tú býrt, tá ið
hon loypur á.
Hvat er demens
Kring heimin allan eru í dag
yvir 18 milliónir fólk við
demens, flestu teirra, uml.
60% við Alzheimers sjúku.
Aðrar orsøkir til demens
kunnu vera so mangar, eitt
nú blóðtøppur í heilanum,
heilaskaði eftir vanlukku-
tilburð, eitran av heilivágs-
hjáárini ella rúsevnamis-
nýtsla. Demens er felags
hugtak fyri varandi evna-
frøðiligar broytingar í heil-
anum, ið gera, at sálarligu
evnini svinna og versna so
líðandi. Hetta snýr seg ikki
bara minnisbrek, men um
mangt annað, soleiðis at
evnini at virka í gerandis-
degnum verða skerd.
Av teimum, ið gerast 65
ár og eldri, fáa uml. 5 %
hetta brekið, og teirra mill-
um, ið fara upp um 80 ár,
rakar sjúkan uml. 20 %.
Framrokningar vísa, at livi-
aldurin økist, og tað fer at
føra við sær, at enn fleiri
fólk verða rakt av demens
næstu 15 árini. Tí noyðast
vit at fyrireika okkum nú til
væntaðu støðuna, so at vit
verða ikki tikin á bóli. De-
mens er ein av størstu
heilsu- og samfelagshóttan-
um, hóast vit tykjast ikki
geva tí gætur.
Øll kenna vit ella vita um
ein hvønn, ið hevur dem-
ens. Vit eru eisini so líðandi
farin at skilja og góðtaka, at
hetta er ein sjúka, og at
sjúklingurin skal hava ta
viðgerð og ta virðing, ið
vanligir sjúklingar fáa. Tað
er tungt at vita, at næstu
okkara broytast líðandi, og
at vit missa tey spakuliga,
hóast likamið framman fyri
tær er óbroytt. Men tað er
ikki skomm, um tey gera
nakað, ið ein við fullum
skili aldri hevði kunnað
funnið uppá.
Tað besta fyri sjúklingin
er, um sjúkan verður stað-
fest so tíðliga sum gjørligt,
tá ið fyrstu eyðkenni skapa
illgruna um demens. Tá
kunnu vit hjálpa teimum
sjúku til eitt ríkari lív við
sjúkuni, ið kann ganga yvir
fleiri ár, og tey avvarðandi
kunnu fáa hjálp og stuðul til
at
gera
gerandisdagin
liviligan.
Tí er umráðandi, at fólk
við ábyrgd, bæði lands- og
kommunupolitikkarar,
skapa karmarnar fyri góð-
ari umsorgan, at starvsfólk
fáa neyðuga og hóskandi
útbúgving til at vera um
tann sjúka, at avvarðandi
fáa neyðugan kunnleika til
sjúkuna og sjúkueyðkenni
og fáa stuðul og samkenslu
undir sjúkugongdini, so-
leiðis at sjúklingurin og av-
varðandi fáa tað so gott
sum gjørligt ta tíðina.
Í ár eru liðin 99 ár, síðan
Alois Alzheimer á fyrsta
sinni lýsir sjúkuna, ið seinri
varð kallað upp eftir hon-
um, 21 ár eru liðin, síðan
altjóða Alzheimerfelagið
varð stovnað, og føroyska
felagið fylti 4 ár 9nda sep-
tembur í ár. Í næsta ár, tá ið
sjúkan hevur verið kend í
eitt hundrað ár, skipar før-
oyska felagið fyri norðu-
lendskum fundi í Havn í
juni mánað, har støðan ella
leikluturin hjá avvarðandi
verður høvuðsevnið.
Føroyska Alzheimerfel-
agið veitir fólki ráð og veg-
leiðing í sambandi við Alz-
heimers og aðrar demens-
sjúkur,
felagið
hevur
heimasíðu og telefon, og alt
verður viðgjørt í trúnaði.
Felagið rekur eisini Mið-
støðina fyri minnisveik við
Dalavegin í Havn. Henda
miðstøðin, ið er ein 2-ára
royndarverkætlan, verður
rikin við almennum stuðli,
og har hendir nógv: Har er
dagtilhald
fyri
heima-
búgvandi fólk við demens,
avvarðandi kunnu fáa ráð
og vegleiðing í sambandi
við sjúku og sjúkueyð-
kenni, skipað verður fyri
skeiðum eftir áheitan og
annað. Tey, ið starvast á
miðstøðini, hava øll serút-
búgving um demens. Til-
takið hevur fingið stak
góða undirtøku, og nógv
fólk við demens á ymiskum
stigum hava sína dagligu
gongd har hvønn mánadag
til fríggjadag.
Altjóða
Alzheimerdagur
Um kvøldið mikudagin
21nda septembur er mið-
støðin opin fyri almenning-
inum. Klokkan 19.30-22.00
verður høvi at støkka inn á
gólvið at síggja, hvussu
umstøðurnar eru hjá teim-
um, ið vitja miðstøðina,
videofilmur verður sýndur
kl. 20.00, kunnað verður
um demens, og kaffi verður
afturvið.
Alzheimerfelagið,
tlf.: 313102
Miðstøðin tlf. 318102
Heimasíða:
www.alzheimer.fo
Eingin skomm at hava demens