Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 179 - 21. september 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 21. september. Matteus. Ápostulin og evangelisturin Matteus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór Matteus til Etiopiu og boðaði evangeliið har. Er helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er avmyndaður við bók í hendi. Kongurin í Etiopiu læt hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guðs gáva. Í dag, 21. september, verð- ur Johannus Jacobsen í Fuglafirði nítifimm ár. Millum fuglfirðingar man hann best – og eina mest – verða kendur sum Skómak- arin. Jóhannes Jacobsen kom til Fuglafirðar í 1930 at virka sum skómakari. Hann er føddur og uppvaksin í Funningi, men fór sum fjúrtan ára gamal til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen. Skómakaranum dámdi sera væl tíðina í Havn, og tosar hann ofta um Havnina í 20’unum, tá hann seymaði sjómonnum stylvar á verk- staðnum hjá Knút í Smiðju- stovu í Bringsnargøtu. Tó at minnið er farið at bila, dámar honum framvegis væl at tosa um tíðina í Havn og um gomlu Havn- ina, sum tá í stóran mun fevndi um Reynið og leið- irnar har um vegir. Í 1930 fór Jóhannus til Fuglafirðar. Tað verður sagt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði var eingin skómakari – og skómakari kravdist í eini bygd við nógvum sjófólki. Saman við systrini, Magninu, flutti hann til Fuglafjarðar. Har fekk hann sær verkstað, og skjótt fann hann sær eisini konu, Ellufíu hjá Óla á Miðgerði, og giftust tey í februar 1936. Í fimmtiárunum fór Jóhannus til Danmarkar at nema sær kunnleika innan ortopediska skómakara- yrkið, og mong eru tey, ið frá skómakarnum í Fugla- firði fingu góða hjálp. Jóhannus og verkstaðið hava altíð verið ein eind, og enn er verkstaðið ein partur av húsinum, hóast skómak- arin ikki longur nýtir tíðina á verkstaðnum. Húsini í Fuglafirði vóru karmurin um lívið hjá Elli- fíu og skómakaranum øll árini. Hann var á verkstaðn- um í kjallaranum allan dag- in, og hon helt hús. Ellifía doyði í 1977, og sum við handverkinum hevði skó- makarin evnini at skapa trivna og lív rundan um seg. Ellifía og skómakarin fingu sjey børn. Tólv eru abbabørnini, 26 eru lang- abbabørnini og ein er oldurabbasonurin. Í dag, mikudagin, millum klokkan 16 og 18 verður dagurin hildin hjá dóttrini Oddvør á Hvítanesvegi 17 í Hoydølum. Martin Mouritsen verður fimmti 21. september. Martin er sonur Morid, fødd Mortensen, og Gunn- leivur Mouritsen, bæði úr Havn. Unn Kallsoy og Martin Mouritsen eiga børnini Rúni, Morid, Niklas og Heini. Martin Mouritsen er út- búgvin klassiskur tónleik- ari og lærari frá »Det Kgl danske Musikkonservatori- um« í Keypmannahavn við klarinett sum høvuðsljóð- føri og hevur síðan 1986 starvast í føroysku musikk- skúlaskipanini. Hann er eisini útlærdur bilsmiður. Seinastu tjúgu árini hev- ur hann stjórnað orkestrum og m.a. verið formaður í musikklærarafelagnum. Í løtuni starvast Martin sum landsmusikkskúlaleið- ari í Mentamálaráðnum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 20. september høvdu Elin og Leivur á Torkilsheyggi, Nes, Toftir silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd silvurbrúdleypsdagin. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma og vermóðir okkara Margreta Vilhelm Klaksvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til øll, sum hjálptu. Vegna familjuna Jens og Odda Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Svenny Vang Tvøroyri andaðist og fór til gravar. Vegna tey avvarðandi Jaspur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri bróðir Thomas Elias Joensen Tórshavn føddur í Froðba andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Epileptikarafelagið. Tøkk til tykkum á B7 á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Ein serlig tøkk til Birgit og Svenning á Lofti, sum hava verið so nógv fyri hann, síðani hann kom til Føroya. Familjunar vegna Maria og Lina Skómakarin í Fuglafirði 95 Martin Mouritsen hálvtrýss Ingun Mørkøre, Eiði: Útbúgving sum politistur 1. august 2005 hevur Ingun Mørkøre, Eiði, lokið útbúgv- ing sum politistur. Hon starvast nú á politistøðini í Havn. Myndatøka: KDA