Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. oktober 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 198 - 14. oktober 2000 gult cyan magenta svart Nú verður tað! Vit lata upp Vit lata upp í dag 14/10 kl. dag 14/10 kl. 9.00 vi 9.00 við kaffi, kaffi, rundstykkjum og kakao. rundstykkjum og kakao. Fr Frá kl. kl. 12.00 til kl. 12.00 til kl. 17.00 bor 17.00 borðreieiða vit vi a vit við sandwich, sandwich, soda sodavatn o. atn o.ø. Nú verður tað! Vit lata upp í dag 14/10 kl. 9.00 við kaffi, rundstykkjum og kakao. Frá kl. 12.00 til kl. 17.00 borðreiða vit við sandwich, sodavatn o.ø. STARAVEGUR 5 • 100 TÓRSHAVN • TELEFON 31 49 50 kondensturkitrumla WTL 5100 • Rúmd: 5.0 kg. • Lága ljóðstyrki (62 dB) • Tíðarstýrt instillingsprogramm • Spariprogramm • Rustfrí trumla • Stødd: H:59, 8 B:85 D:58 cm. ZANUSSI vaskimaskina FLS 1072 C • Sentrifugering 600/1000 u/min. • Ullvask • Elektronisk skúmeftirlit • Mongdarautomatikkur • Orkusparandi PHILIPS fønari HP483 • 1600 Watt • Við føn-nevi • 3 hita-/ skjótleika innstillingar og kalda luft kaffimaskina TKA 1201 • 750 Watt • 8 koppar • Aromabevarandi glaskanna við loki • Svingfiltur við drypp-stopp VOSS keramiskur komfýrur ELK 870-1 • 4 dup. kókisonir • 58 ltr. sjálvreinsandi multiovnur • 3 plusheitluftsystem (200o uppá bert 7 min.) • Barnatrygd: kalda ovns- hurð við 3 løgum av glasi OBH mikroovnur 7510 • 17 ltr. ovnsrúm • 800 Watt • Sjálvvirkandi snara- tallerkur til javna upphiting • Skjóta upptining • Stødd: H:31 B:46,5 D:34 cm. frystiboks SB 400 • 368 ltr. • Innfrystningsmongd 22 kg. um samdøgrið • Stødd. H:85 B:156 D:65 frystiboks SB 300 • 284 ltr. • Innfrystningsmongd 22 kg. um samdøgrið • Stødd· H:85 B:126 D:65 2.895,- 2.895,- 4.495,- 4.495,- 149,- 149,- 179,- 179,- 999,- 999,- 3.350,- 3.350,- 2.950,- 2.950,- 7.295,- 7.295,- Sosialurin - 311820 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Internet: www.sosialurin.fo Sosialurin Oddagrein Ógreið signal frá landsstýriskvinnu TANN nýggja stýrisskipanin við ráðharrastýri og lóg um ábyrgd landsstýrismanna hevur havt stóra ávirkan á politiska lívið í Føroyum. Hóast stór framstig eru hend, er kortini nógv, sum vantar í, sum m.a. formaðurin í Fiski- mannafelagnum hevur víst á. Tað verið seg bæði viðvíkjandi regluverki, siðvenju, em- bætismannaverki og tilvitanini um, at vit liva í einum rættarsamfelag. EIN onnur lóg, sum eisini hevur sett sína týðuligu slóð, er lógin um fyrisiting og um alment innlit í fyrisiting okkara. Henda lógin kom seint. Hóast Føroya Blaðmannafelag strongdi á frá seinast í sjeytiárunum, fingu vit ikki hesa lóg fyrr enn miðskeiðis í nítiárunum. Men í dag kundu vit ikki hugsað okkum eitt samfelag uttan hesa lóg. Henda lógin er fyri- treytin fyri, at vit hava eitt víst gjøgnumskygni í samfelagnum. Lógin er komin, og hon verður brúkt, men tað er heilt givið, at høvdu føroysku fjølmðlarnir havt størru orku var væl meiri komið fram. HERFYRI kom undan kavi, at landsstýris- málanevndin hevði ikki fingið øll skjøl í sam- band við málið um pensjónirnar. Lógin um skjalainnlit hevur tryggjað, at vit fingu hesi skjøl hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Tey vísa m.a., at aðalstýrið nærum skuldsetir Almannastovuna fyri ikki at hava hildið land- sins lóg í samband við kunngerðir um nakrar persónligar viðbøtur. Men fyrrverandi stjórin á Almannastovuni hevur bæði sett Almanna- og Heilsumálastýrið og landsstýrismannin so dyggiliga upp á pláss. HVØRJAR avleiðingar hetta fær, er ikki greitt, tí hetta er jú sama mál, sum er kastibløðka millum landsstýrismálanevndina og løgmann - ivamálið um, um landsstýrismaðurin handfór lógina á rættan hátt, tá nýggju pensjónirnar vórðu settar í gildi. Hetta er eitt stórt og viðbrekið málsøki, sum málið um sjúkrahús- verkið og sjúkrahússtjóran fryi skjótt einum ári síðani vísti. Vit kunnu altíð diskutera, um landsstýrismaðurin klárar seg væl ella illa, men ikki skerst burtur, at signalini frá henni eru ikki altíð líka greið, og tað er óheppið. Líka so óheppið, sum at leggja eftir einum stovni, sum sambært fyrrverandi stjóran-um hevur sítt „á tí turra“. Her kiksar okkurt í aðalstýrinum. TAÐ kann ikki góðtakast! At so tvídráttur er komin í pensjónsmálið millum Fólkaflokin og Sjálvstýrisflokkin og kanska fakfeløgini við, er landsstýrisins søk. Og tað kunnu føroyingar bara fegnast um, so vit sleppa undan tí ósam- haldsfastu eftirlønarskipanini hjá Fólkaflokk- inum. Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin HEINI Í SKORINI Vágar: Mikudagin 11. ok- tober fór løgreglan í Vágum saman við ferðsluløgregluni undir at gera kanningar í ferðsluni, sum heilt víst hevur givið eina heildar- meting av, hvussu lóglig føroyska ferðslan er. Løgreglan byrjaði at gera kanningar mikudagin frá 17-18.30, og vóru ferðmát- ingar gjørdar í fjølbygdum øki á landsvegnum í Sanda- vági . Hetta tíðarskeiðið vóru 140 akfør skrásett at hava koyrt gjøgnum radar- feltið. 13 frágreiðingar vórðu skrivaðar fyri ferð frá 60 km/t til góðar 70 km/t. Av teimum 13 frágreiðing- unum sum vóru gjørdar á landsvegnum í Sandavági, vóru fleiri frágreiðingar eisini skrivað fyri onnur brot á ferðslulógina, hóast upprunaliga ætlanin var at gera ferðmátingar. Millum annað kundi løgreglan stað- festa, at fleiri førarar ikki høvdu koyrikortið hjá sær, at koyriljósini hjá fleiri av akførunum ikki vóru sum tey skuldu, og so vóru fleiri, sum ikki nýttu trygdarbelti meðan koyrt varð. Síðani varð hildið á við ferðslukanningum seinni um kvøldið, og var hetta í tíðarskeiðinum frá kl 20.15- 21.30 á landsvegnum á Giljanesi. Tær kanningar, sum løgreglan gjørdi hetta kvøldið, verða róptar grein 13 kanningar. Umleið 40 akfør vórðu kannaði av løg- regluni, og 15 frágreiðingar vórðu skrivaðar. Sum vera man kom løgreglan fram á nógv, ið ikki var lógligt, og á fleiri akførum var nógv, sum ikki var í lagi. Ljósini virkaðu ikki sum tey skuldu, dekkini vóru ikki í lagi, nógv høvdu ikki koyri- kortið hjá sær, meðan trygd- arbeltini heldur ikki vórðu nýtt. Síðani varð hildið á við grein 13 kanningum sum fevndu yvir alla Vágoynna, og vóru hesar kanningar hósdagin 12. oktober í tíðar- skeiðinum frá kl 7.30 á morgni til kl 13. Umleið 50 akfør vórðu kannaði í hes- um tíðarskeiði, og av hesum 50 akførum vórðu 24 frá- greiðingar skrivaðar av løg- regluni. Løgreglan kundi eftir hesar frágreiðingar staðfesta, at á saman hátt sum við hinum ferðslukann- ingunum vóru feilir á ljós- unum, meðan nøkur av ak- førunum ið vóru kannaði, ikki høvdu nakra nummar- plátu á akfarinum. Síðani kom løgreglan eisini fram á áðurnevndu feilirnar, sum t.d. at koyriljósini ikki vóru Løgreglan gjørt ferðslu- kanningar í Vágum 11. og 12. oktober gjørdi løgreglan og ferðsluløgreglan í Vágum ferðslu- kanningar kring oynna tendrað, at nøkur ikki høvdu koyrikortið hjá sær, meðan uppaftur onnur ikki nýttu trygdarbeltið. Hetta er ikki eitt tiltak, ið javnan og regluliga er á skránni hjá føroysku løg- regluni, men fyri nøkrum árum síðani varð ein slík kanning gjørd, sum fevndi yvir alt landið. Løgreglan í Vágum sigur, at tað er neyð- ugt við slíkum kanningum av og á. Løgreglan í Vágum held- ur eisini, at hyggja vit at nøgdini av bilum sum vóru steðgaðir, og hvussu nógv fingu bót, skuldi talið helst verið minni, hóast tað ikki er eitt óvæntað tal av bótum og ólógligari koyring, sum varð givið undir ferðslu- kanningunum. HEINI Í SKORINI Ein nýggjur hvítvøruhandil letur í dag upp á Hálsi, og er tað Poul Jacobsen, sum er stjóri í nýggja handlinum. Navnið á handlinum er EL- Keyp, og er hann partur av vælkendu handilsketuna EL-Køb, sum hevur 35- 40% av marknaðinum í Danmark. Poul Jacobsen, stjóri í nýggja hvítvøruhandlinum, sigur, at allar vanligar hvít- vørur kunnu fáast til keyps, samstundis sum smálutir innan el-tól eisini verða seldir í nýggja handlinum. El-Keyp fer at liggja í nýggjum høli við síðuna av Køksmiðstøðini, og sam- bært Poul Jacobsen hóskar tað eisini sera væl fyri handilin at liggja har, við tað at hatta er ein sokallað miðstøð fyri húsharhaldstól. - Vit síggja fleiri og størri møguleikar við at fara uppí handilsketuna EL-Køb, tí har fáa vit bestu prísirnar sum eru á marknaðinum, sigur Poul Jacobsen við So- sialin. Poul leggur afturat, at tað hevur leingi verið ar- beitt við hesi ætlan, og nú er so klárt at lata upp. Vinjard Johansen og Jar- nold Nattestad reka hand- ilin, sum í dag letur upp á Hálsi. Nýggi hvítvøruhandilin El- Keyp letur fyri fyrstu ferð upp í dag, og er handilin partur av handilsketuni El-Køb Fleiri fingu bót í Vágum mikudagin og hósdagin, tá løgreglan gjørdi ferðslukanningar Nýggjur hvítvøruhandil á Hálsi EL-Keyp er navnið á nýggja hvítvøruhandlin- um, sum í dag sær dagsins ljós uppi á Hálsi