leygardagur 14. oktober 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 198 - 14. oktober 2000
Nr. 198 - 14. oktober 2000
STEFAN Í SKORINI
Mikudagin 28. oktober
skipar Ferðaráðið fyri tíð-
indafundi, har Bornholms
Forskningscenter fer at
leggja sítt kanningararbeiði
fram. Bornholms Forskn-
ingscenter hevur gjørt eina
umfatandi
kanning
av
ferðavinnuni í Føroyum.
Kanningin fer at vísa á,
hava gingið og leitað eftir
hesum møguleikanum, men
at sum er hava tey einki at
bjóða ferðafólki, sum vilja
fiska. Hetta verður alt klárt
til næsta summar.
Ein stórur trupulleiki hjá
ferðavinnuni í Føroyum er,
at alt ov fá skelti eru hjá
ferðafólki at miða seg eftir.
Tí er Tórálvur Weihe,
arkitektur, settur í starv at
gera eina ætlan yvir, hvar
skelti eiga at setast upp.
Skeltini skulu vísa á nátt-
og tvátthús, dvalarvikar,
tjald- og kampingpláss.
Tórálvur Weihe skal eisini
vísa á, hvar slíkir hentleikar
Ferðaráðið ger seg
út til næsta ár
Ferðaráð Føroya er longu farið undir at fyrireika seg til næsta ár og hevur tveir
faldarar klárar. Eingi tøl eru at vísa á enn, men Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráðnum, heldur, at árið í ár hevur verið á góðari leið, hvat ferðafólki viðvíkur
best kunnu leggjast.
Ferðaráðið hevur saman
við Atlantsflogi og Smyril
Line keypt eina lýsing-
arsíðu í einum ferðablaði,
sum verður prentað í
400.000 eintøkum og fer
um alt Týskland. Hesum
vænta tey sær nógv av, og
tí ræður um at vera fyri-
reikaður.
Umframt alt hetta verður
Dennis Holm: Flytingar
av bygd í bý. Trupulleikar,
orsøkir og avbjóðingar.
Fólk miðsavnast, flyta av
bygd og í bý. Hetta er ikki
eindømi fyri Føroyar,
men hendir eisini í lond-
unum rundan um okkum.
Dennis Holm fer at greiða
frá, hvør gongdin er í
londunum rundan um
okkum og hvussu hon
hevur verið í Føroyum
seinastu 10 árini. Hvørjar
eru orsøkirnar, hvørjar
eru avleiðingarnar uttan
fyri miðstaðarøkið, og
hvørjar avbjóðingar hev-
ur gongdin við sær fyri
økini uttan fyri megin-
økið? Hvat er avgerandi
fyri, um fólk búsetur seg
uttan fyri sokallaða mið-
staðarøkið?
Bjarni
Mortensen:
Lokalt samstarv — ein
vegur til vinnuligt fjøl-
broytni? Vitan, nýskapan
og førleikamenning eru
hugtøk, ið javnan eru
frammi í orðaskiftinum
um
vinnumenning.
Í
flestu førum eru teoriirnar
um hesi fyribrigdi bygd á
royndir úr samfeløgum,
ið eru nógv størri enn
okkara. Hvussu kunnu vit
‘umseta’ hesar royndir til
okkara viðurskifti? Við
øðrum orðum orðum:
Hvussu skapa vit eitt um-
hvørvi, har vinnan menn-
ist? Hendan spurning fer
Bjarni Mortensen at við-
gera. Lokalt samstarv
kundi verið eitt svar:
Vinnuligar
fyritøkur,
stovnar og einstaklingar
liggja inni við førleikum,
ið eisini kundi komið øðr-
um til góðar; men for-
treytin er, at partarnir
møtast. Víst verður til
royndir í øðrum londum.
Ólavur Waag Høgne-
sen: Nýggj vinnulig hug-
skot — søpla vit ríkidømi
burtur? Føroyingar eru
eitt ‘finn uppá-fólk’ hevur
eina ferð verið havt á
munni. Hvussu er og ikki,
so eru fleiri ‘uppfinnarar’
í Føroyum, enn flestu vita
um. Hvørja lagnu fáa tey
hugskot,
sum
vera
kveikt? Hendan spurning-
in fer Ólavur Waag
Høgnesen at umrøða. Í
summum førum vera
uppskotini til veruleika,
gera búskap okkara meiri
fjøltáttaðan og skapa inn-
tøkur. Men í nógvum
førum eru royndirnar tær,
at uppfinningarnar als
ikki ella eisini alt ov seint
vera til veruleika. Spurn-
ingurin er: Søpla vit
møguligt ríkidømi burt-
ur? Um so er, hvat eigur
at vera gjørt fyri at hetta
ikki hendir?
Fyrilesturin er almennur
og verður í Klingruni í
Norðurlandahúsinum
hósdagin 19. oktober kl.
9.30-12.00.
Fyrilestur um
økismenning
Hvussu fáa vit eina meiri fjølbroytta vinnu? Og
hvussu fáa vit eitt meiri fjølbroytt búsetingar-
mynstur? Hetta eru tveir av teimum
spurningunum, sum Granskingarverkætlanin fyri
Økismenning fer at taka upp í Norðurlanda-
húsinum hósdagin. Talan verður um tríggjar
framløgur, ið tilsamans mynda ein fyrilestur
Heri Niclasen (vm), stjóri á Ferðaráði Føroya, leggur
stóran dent á at ferðafólkið verður spjatt kring alt landið.
Her er hann avmyndaður saman við norska sendiharr-
anum í Danmark, sum vitjaði Ferðaráðið
Mynd: Jan Müller
STEFAN Í SKORINI
Á tíðindafundi fríggjamorg-
unin varð nýggja Árbókin
fyri Føroyar 2000 sýnd
fram fyri fjølmiðlum og
øðrum áhugaðum. Bókin er
í ár gjørd í nýggjum sniði,
eisini er hon at fáa á fløgu.
Undanfarin
ár
hevur
Árbókin verið í so stór og
tung at fáast við. Hetta er
nú tikið til eftirtektar, og í
ár er hon minni enn áður.
Eisini eru síðurnar tynri.
Bókstavirnir
eru
eisini
minni, men hetta ger ikki
bókin verri at arbeiða við -
heldur tvørturímóti. Nýggja
sniði ger bókina lættari at
handfara og nýta í arbeiði.
Umframt at bókin er í
nýggjum sniði, eru eisini
undirtekstir á enskum, og
tað er fyrstu ferð.
Herman Oskarson frá
Hagstovuni sigur, at teirra
uppgáva er at bara fram-
leiða upplýsingar. Árbókin
fer ikki í dýbdina við evn-
unum, men leggur nakrar
yvirskipaðar upplýsingar
um evnið fram. Haðani
kunnu fólk so leita sær
nærri inn á eitt ávíst evni.
Endamálið er, at fólk
skulu brúka upplýsingarnar,
og tað hevur ofta skortað
fyrr. Hetta er ein uppgáva
hjá teimum at gera tilfarið
lættari at nýta.
Upplýsingarnar, sum eru
framleiddar,
eru
eisini
komnar út á fløgu. Fløgan
er ikki í sama líki sum
bókin, og við fløguni eru
fleiri møguleikar at arbeiða
við tilfarinum enn í bókini.
Har eru upplýsingarnar
meira nágreiniligar. Árbók-
in verður í fyrsta ikki umfari
løgd út á alnetið.
Ein onnur fløga varð
eisini sýnd fram, og tað var
„Hagtøl um landamørk
2000“. Hetta er ein felags
útgáva hjá hagstovunum í
Føroyum,
Grønlandi,
Álandi, Danmark, Noregi,
Íslandi, Svøríki og Finlandi.
Hvørt land hevur tveir
datagrunnar - ein á enskum
og ein á egnum máli. Har-
umframt eru tveir felags
norðurlendskir grunnar. Í
grunnunum er rúgvismikið
tilfar um nógv ymisk við-
urskifti. Henda fløgan kost-
ar 500 krónur, og atgongd
kann eisini fáast fyri 100
krónur gjøgnum alnetið.
Niels
Petersen
frá
Skúlabókagrunninum, sum
stendur fyri útgávuni av
bókini, greiddi frá, at hetta
samstarvið millum Hag-
stovu Føroya og Skúla-
bókagrunnin byrjaði í 1994,
og fyrsta útgávan kom í
1995. Síðani er Árbókin
komin á hvørjum ári. Hetta
er tískil sætta útgávan, og
triðju ferð at hon eisini fæst
á fløgu.
Niels Petersen sigur, at
Árbókin er grundarlag undir
nógvum øðrum tilfari, sum
verður givið út til undirvís-
ing í bæði fólka- og mið-
námsskúlunum. Útgávan er
eisini ætlað teimum, sum
hava áhuga í føroyskum
samfelagsviðurskiftum.
Skúlabókagrunnurin
hevur givið út lærubøkur til
landalæru, søgu og samtíð,
samfelagsfrøði og kunn-
ingartøkni. Tær eru allar
gjørdar við Árbókini sum
grundarlag.
Árbókin
kostar
150
krónur, og fløgan kostar 200
krónur.
Framleiða upplýsingar
hvussu
nógvan
pening
ferðafólk leggja eftir seg, og
hvørji ferðafólk leggja leið-
ina hendavegin, t.v.s. hvat
slag av fólki velur at vitja
Føroyar. Eisini hava tey
kannað, hvussu Føroyar eru
runnar teimum til hugs sum
ferðamál.
Tey tølini fara eisini at
vísa, hvussu tað hevur hiln-
ast við ferðafólki í Føroyum
í ár. Heri Niclasen heldur
seg hava eina hilling á støð-
uni, og hann væntar at tølini
fara at vísa, at ferðafólka-
talið er økt nakað.
Ferðaráðið hevur longu
lagt nakrar ætlanir fyri kom-
andi ár, har gjørt verður
meira burturúr teimum
møguleikum, sum vit kunnu
bjóða á ella í havinum.
Ein kavarafaldari er nú
klárur at fara til prentingar,
men tað seinasta er enn ikki
komið uppá pláss. Síðani er
ein havfiskifaldari eisini
gjørdur, tí á Ferðaráðnum
siga tey seg hava lagt til
merkis, at fleiri ferðafólk
eisini arbeitt við einum
nýggjum filmi um Føroyar,
sum
verður
eini
sjey
minuttir til longdar.
Tað, sum Heri Niclasen,
stjóri, sær sum eina av
størstu uppgávunum hjá
Ferðaráðnum, er, at spjaða
ferðafólkið kring alt landið,
so øll kunnu fáa ágóðan av
ferðavinnuni.
Árbók fyri Føroyar er í ár komin út í
nýggjum sniði og á fløgu. Eisini er
ein partur av upplýsingunum at finna
á eini fløgu við hagtølum frá fleiri av
grannalondunum
Hermann Oskarson hevur arbeitt við nýggju Árbókini
fyri 2000, og hann greiddi frá útgávuni á tíðindafundi
Mynd: Jens Kr. Vang