mikudagur 21. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 179 - 21. september 2005
Føroyingarnir
fylgja væl við
Mánadagin blandaði
Hans Kristian Sim-
onsen seg av álvara
upp í toppstríðið, tá
ið hann vann á
norðmanninum
Eiriki Gullaksen
TALV
Jóannes Hansen
Tað var rættuligur spenn-
ingur í luftini, tá ið tað
klokkan tvey seinnapartin
í gjár varð farið undir
sætta umfarið í fjórðu
Klaksvík International í
talvi, sum í hesum døgum
er í Leikalund í Klaksvík.
Hans Kristian Simon-
sen úr Kollafirði syrgdi
mánadagin fyri, at vónir-
nar fyri føroyskum sigri
eru góðar. Við svarta fólk-
inum vann hann við góð-
um spæli á norska IM
Eirik Gullaksen og legði
seg harvið undir liðina á
svenska IM Johan Eriks-
son, sum mánadagin við
svarta fólkinum telvaði
remis móti Heina Olsen.
Mánadagin gekk tað
eisini væl hjá Helga Dam
Ziska, sum verður sagdur
at hava telvað væl alla tíð-
ina, men sum ikki fekk
nakað burturúr teimum
fyrstu trimum umførunum.
Sunnudagin og mánadagin
hilnaðist betri. Tá fekk
ungi havnarmaðurin tvær
ferðir remis, og tað tað
varð í gjár avgjørt ikki mett
óhugsandi, at hann skal
fara at vinna okkurt talvið.
Teir seks telvararnir
telva allir tvær ferðir móti
hvørjum øðrum. Mána-
dagin vóru teir komnir runt
soleiðis at skilja, at allir
høvdu sitið yvir av hvørj-
um øðrum. Síðsta umfarið
verður leygardagin.
Tað ber til at fylgja
gongdini á heimasíðuni
hjá Talvsambandi Føroya.
Hon
er
at
finna
á
www.farochess.com.
5. umfar mánadagin
Helgi Dam Ziska-IM Jens
Ove Fries-Nielsen 0,5-0,5
FM
Heini
Olsen-IM
Johan Eriksson 0,5-0,5
IM Eirik Gullaksen-Hans
Kristian Simonsen 0-1
6. umfar týsdagin
IM Johan Eriksson-Helgi
Dam Ziska
FM Heini Olsen-IM Eirik
Gullaksen
IM
Jens
Ove
Fries-
Nielsen-Hans
Kristian
Simonsen
7. umfar mikudagin
Hans Kristian Simonsen-
IM Johan Eriksson
Helgi Dam Ziska-FM
Heini Olsen
Eirik Gullaksen-IM Jens
Ove Fries-Nielsen
Støðan eftir fimm tey
fyrstu umførini
Hans Kristian Simonsen
og IM Johan Eriksson 3,5
stig
Heini Olsen 3,0 stig
IM Eirik Gullaksen og IM
Jens Ove Fries-Nielsen
2,5 stig
Helgi Dam Ziska 1,0 stig
NSÍ og HB unglingar-
nir skulu spæla finalu
á Skála,og finalan í 4.
deild verður leygar-
dagin í Sandavági
ENDADYSTIR
Jóannes Hansen
Nú er tað greitt, at finalan
í unglingadeildini verður
á Skála mikudagin í næstu
viku klokkan 17.00. Fin-
aluliðini eru HB, sum
vann sína hálvfinalu móti
B36, og NSÍ, sum eftir
brotssparkskapping vann
sína hálvfinalu móti KÍ.
Finalan skal sambært
ásetingunum spælast á
uttanveltaðum vølli, og
FSF hevur gjørt av, at hon
skal spælast á Skála. Petur
Reinert verður dómari.
NSÍ liðið verður sammett
við liðið, sum hevur spælt
seg í finaluna, ikki so lítið
skert, tí tveir lyklaspælar-
ar ikki vera við.
Einar Hansen var leik-
bannaður í hálvfinaluni,
og hann verður eisini leik-
bannaður í finaluni. Páll
M. Joensen, sum NSÍ
hevur leigað úr HB, fer
ikki at spæla við móti
barndómsfelagnum.
Dysturin
um
triðja
plássið verður mikudagin
klokkan 17 í Leirvík.
Hann verður millum KÍ og
B36, og tað verður Rúni
Gaardbo, sum fer at døma.
Í 4. deild verður finalan
nú
leygardagin.
Hon
verður millum MB og
HB, hon verður spæld í
Sandavági klokkan 15, og
tað verður Suni Johansen,
sum fer at døma.
Dysturin um triðja pláss-
ið verður í Gundadali leyg-
ardagin klokkan 11.00.
Hann verður millum TB og
KÍ, hevur Fótbóltssam-
bandið gjørt av.
Unglingarnir spæla í
næstu viku
90 føroyingar á hálkubreyt
Mánadagin sluppu út
við 90 fólk úr Føroy-
um at royna seg í
hálkukoyring á koyri-
teknisku breytini hjá
KTI í Roskilde
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Flestu lond um okkara leið-
ir krevja í dag koyriroyndir
á royndarkoyribreyt ella á
hálkukoyribreyt,
tá
ið
koyrikort verður tikið. Men
soleiðis er ikki í Føroyum,
tí í Føroyum er eingin
hálkubreyt.
Hóast tosað hevur verið
um hesa hálkubreyt í eini
30 ár, so er púrt einki hent á
økinum. Tí var tað, at Fríðr-
ik Bláhamar stjóri á Super
Dekk tók stig til hendan
túrin, fyri at vísa fakfólki,
lokal- og landspolitikarum
o. ø., hvussu eitt slíkt skeið
kann verða.
Tað var Ferðslutrygd,
sum bjóðaði til skeiðið,
sum varð hildið á KTI
(Køreteknisk Institut) í
Roskilde, meðan GoodYear
í Danmark hevði leigað
breytina til føroyska ferða-
lagið.
Jón Kragesteen, leiðari á
Ferðslutrygd sigur, at um
vit ikki hava somu umstøð-
ur á slíkum koyritekniskum
breytum, sum onnur lond,
so er vandi fyri, at koyri-
kort okkara missir virði.
– Hvørt ár senda fyri-
tøkur og stovnar nógv fólk
uttanlands
at
venja
á
royndarbreytum fyri at
dagføra
koyriførleikan.
Hetta kundi eins væl verið
gjørt í Føroyum, heldur
hann.
Meðan ferðalagið var í
Roskilde, var eisini høvi at
síggja, hvussu Roskilde
kommuna hevur skipað
ferðslutrygdina í býnum.
Meira verður um hetta
evnið í bilasíðunum í
blaðnum í morgin.
Hóast tað hevur verið tosað um hálkubreyt í Føroyum seinastu 30 árini, so er einki hent í málinum. Tað er eitt krav í flestu
grannalondum okkara, at fólk skulu á skeið á koyrtekniskari breyt, áðrenn tey fáa koyrikort
Mynd: Eirikur Lindenskov
Triðju viku á rað er tað
fløgan "Lívsins Land" við
Ólavi á Váli, ið er mest
selda fløgan á sølu-
listanum hjá 3’aranum. Á
øðrum
plássi
liggur
nýggjasta NOW fløgan
"NOW 13". Á triðja og
fjórða plássi hava "Førist
við Páll Finnur Páll og
"Alt" við Kim Hansen
býtt um pláss.
Kim hevur støðugt ligið
í topp 5, líka síðan fløgan
kom út, og er hesa vikuni
á fjórða plássi. Hitt før-
oyska íkastið á listanum
eigur Teitur. Alt meðan
Teitur fyrireikar seg til
upptøkuna av síni aðru
fløgu, hevur Poetry &
Aeroplanes leitað sær inn
aftur á listan, og hevur
ligið har nú í nakrar vikur.
Ikki færri enn tríggjar
savnsfløgur eru á list-
anum hesa vikuna, um-
framt Now 13 er talan um
"Hits for kids 14" á fimta
plássi
og
"Broken
Dreams" á sætta plássi.
nud
Lívsins Land
aftur á odda
ØLFAGNAÐUR
Fríggjakvøldið var hini
fyrsti ølfagnaðurin hildin á
Hotel Føroyum. Tað var
fullsett til borðhaldið á hot-
ellinum, har ársins skemtari
Hilmar Jan Hansen stóð fyri
undirhaldinum.
Bryggjaríini og umboð
fyri útlendsku ølini søgdu
eisini nøkur orð um, hví
júst teirra øl var so gott - og
so sluppu øll at royna ymsu
ølsløgini.
Skipað var eisini fyri
einsi sokallaðari blind-
smakking, har fýra gløs við
frámerki vóru sett á borðið
- uttan at fólk vistu, hvat øl
var í hvørjum glasi.
Úrslitið
av
atkvøðu-
greiðsluni var:
Royal:
131
Restorffs:
112
Føroya Bjór:
94
Carlsberg:
66
el
Royal smakkaði best