mikudagur 21. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 • mikudagur • 21. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Okkurt um 2500 fólk
vitjaðu framsýning-
ina hjá Gluggaglæmu,
og sambært fyrireik-
arunum ber til at
staðfesta, at eitt nýtt
ættarlið ger vart við
seg innan føroyska
handverkslist
GLUGGAGLÆMA
Terji Nielsen
Ein av høvuðsfyrireikarun-
um
av
Gluggaglæmu,
Randi Vang, sigur, at hóast
vitjunartalið í ár er nakað
væl lægri enn í fjør, so eru
tey stak væl nøgd við und-
irtøkuna.
- Í fjør høvdu vit jú sjal-
kappingina sum ein part av
sjálvari framsýningini, og
tað hevur ivaleyst drigið
nógv fólk, soleiðis at vitj-
unartalið í fjør var óvanliga
høgt. Eg vænti tí, at talið í
ár er meiri veruligt, sigur
Randi Vang.
Fleiri og fleiri við
útbúgving
Randi Vang sigur, at tað fyri
hvørt ár eru fleiri og fleiri
nýggir ungir føroyskir snið-
gevar ella skraddarar, sum
taka lut á Gluggaglæmu.
- Talan er um eitt heilt
nýtt ættarlið av føroyskum
handverkslistafólkum, og
tey flestu av teimum hava
eina útbúgving á økinum.
Hesi hava nomið sær út-
búgving annaðhvørt í Dan-
mark ella Bretlandi, og tey
eru við til at geva nýggjar
impulsir. Oftani eru hesi eitt
sindur djarvari enn fleiri av
teimum gomlu, og tey tora
betur at seta tingini saman,
greiðir Randi Vang frá.
Sambært Randi Vang
vísti Gluggaglæma í ár, at
føroysk handverkslistafólk
hava eina góða vøru, sum
er bæði gott handverk og
gott snið. Eini 40 framsýn-
arar tóku lut í Glugga-
glæmu í ár.
Vilja hava føroyska
handverkslist fram
uttanlands
Í dag verður skipað fyri
stórari ráðstevnu í Norður-
landahúsinum undir heitin-
um "Snið og handverk í
heimligum
og
altjóða
høpi", og fleiri enn 120 fólk
hava boðað frá luttøku.
Á ráðstevnuni fer millum
annað
Michael
Lange,
stjóri í Erhvervscenter for
erhverv, vækst og udvikling
í
Keypmannahavn,
at
greiða frá um kreativar
íbirtarar í Keypmannahavn.
Randi Vang sigur, at høv-
uðsendamálið við ráðstevn-
uni í Norðurlandahúsinum
er at birta lív í eitt kjak her
heima um, hvat vit vilja við
føroyskari handverkslist,
og hvussu vit kunnu fáa
hana longur fram í ljósið
uttanlands.
Umframt fyrilesturin hjá
danska erhvervsstjóranum
eru fleiri aðrir fyrilestrar á
skránni. Eitt nú fer Maggie
Marr, ið er leiðari á snið-
gevaraútbúgvinigini
á
Shetland College, at greiða
frá hesari útbúgving, og
vísa á hana sum ein møgu-
leika fyri kreativar føroy-
ingar. Møguleiki verður
eisini at hitta Maggie Marr
til eitt prát eftir ráðstevn-
una.
Stóra finalan á ráð-
stevnuni í dag verður ein
sonevnd
Catwalk,
har
pløgg frá kappingini Upp-
rák verða sýnd fram al-
ment.
Síðst í komandi mánað
verður Faroexpo 2005
á skránni í Runavík.
Talan er um eina al-
tjóða vinnustevnu, har
okkurt um 70 fyritøk-
ur úr bæði Føroyum
og útheiminum fara at
taka lut
VINNUSTEVNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er vorðið alsamt meiri
vanligt her á landi, at skip-
að verður fyri ymiskum
ráðstevnum, sum hava til
endamáls at tæna føroysk-
um vinnulívi. Í døgunum
25. til 27 oktobur í ár verð-
ur stór altjóða vinnustevna í
Runavík, sum ber heitið
Faroexpo 2005. Á skránni
verða bæði eitt sonevnt
partneriat, har vinnufyri-
tøkur hittast til prát, og ein
røð av áhugaverdum fyri-
lestrum.
Leggur upp til
samstarv
Tað er Eysturoyar Vinnufe-
lag, ið hevur tikið stig til
Faroexpo 2005, og felagið
heitti síðani á Sp/F Virkis-
ráðgeving í Saltangará um at
skipa fyri stevnuni, og á
skrivstovuni hjá Virkisráð-
geving hava tey havt úr at
gera við at fyrireika stevnuna.
Faroexpo 2005 vendir
sær í høvuðsheitinum til
føroyskar og útlendskar
vinnufyritøkur og feløg,
sum fáast við, ella ætla sær
í holt við útflutning og
møguligt samstarv innan
útflutning.
Sum áðurnevnt verður
skipað fyri einum sonevnd-
um partneriati í høllini í
Runavík, har ein stórur
partur av ráðstevnuni verð-
ur. Mannagongdin á slíkum
partneriatum er tann, at lut-
takararnir á stevnuni hava
fingið sendandi ein lista
yvir allar luttakararnar, og
síðani hava teir hvør í sín-
um lagi ynskt at hitt ávísar
luttakarar
á
skipaðum
fundum, sum verða hildnir
innan fyri eitt avmarkað
tíðarskeið á einum stevnu-
bási á Faroexpo 2005.
Hetta verður gjørt, so at
fyritøkurnar og feløgini
kunnu hittast á ein mið-
vísan hátt og fáa greiðu á,
um partarnir hava felags
áhugamál, ið kunnu verða
til frama fyri eitt møguligt
útflutningssamstarv.
Statoil ætlar at hitta
føroyskar veitarar
Millum útlendsku luttakar-
arnar á altjóðu vinnustevn-
uni í Runavík verða norsk
umboð fyri Statoil. Hesi
koma til Føroya við tí fyri
eyga at hitta føroyskar
veitarar, ið Statoil kann
samstarva við, tá ið farið
verður undir oljuleitan aftur
í føroyskum øki.
Afturat
Statoil
koma
eisini fleiri aðrar norskar
fyritøkur úr serliga Sta-
vanger-økinum. Talan er
fyrst og fremst um fyritøk-
ur, ið Statoil frammanund-
an hevur samstarv við, og
sum eru veitarar hjá norska
oljurisanum.
Millum hinar útlendsku
luttakararnar á stevnuni
teljast fleiri íslendsk reiða-
rí, og úr Danmark koma
fleiri ídnaðar- og tænastu-
fyritøkur, sum fyrst og
fremst virka innan fiski-
vinnuna.
Áhugaverdir
fyrilestrar
Umframt sjálva framsýn-
ingina í høllini í Runavík,
har stevnuluttakararnir fara
at hava básar, har teir sýna
fram nakað av tí, sum teir
hava at bjóða, verður eisini
skipað fyri eini fyrilestra-
røð.
Fyrilestrarnir verða hild-
nir í Kelduni í Skálabotni,
og evnini, ið verða við-
gjørd, eru áhugaverd.
Millum teirra ein fyri-
lestur, har umboð fyri
Dansk Industri fara at tosa
um leiðsluavbjóðingarnar í
altjóða handli. Somuleiðis
fara umboð fyri Kaupthing
Bank Ísland at greiða frá,
hvussu uppkeyp kann nýt-
ast sum ein háttur hjá eini
fyritøku at koma uttanlands
og vaksa.
Fyrilestrarnir eru eisini
fyri almenninginum, og teir
verða mettir at verða sera
viðkomandi og forvitnis-
ligir fyri øll, ið hava áhuga
fyri útflutningsvinnu og
altjóða vinnuviðurskifti. Til
ber at síggja eitt nærri yvir-
lit yvir skránna fyri stevn-
una á heimasíðuni hjá Faro-
expo 2005, sum eitur
www.faroexpo.fo, og har
ber eisini til at ogna sær
atgongumerkir til fyrilestr-
arnar.
Fjølbroytt vinnustevna
Nýtt ættarlið innan handverkslist
Ikki færri enn 40 framsýnarar tóku lut á Gluggaglæmu í ár, og sum heild kann sigast, at talan er um eina góða vøru, sum er
bæði gott handverk og gott snið, sigur Randi Vang.
Mynd: Jan Müller
Randi Vang, ið er millum
høvuðsfyrireikararnar av
Gluggaglæmu, heldur, at eitt
nýtt ættarlið er á veg innan
føroyska handverkslist. Hon
letur annars stak væl at
undirtøkuni fyri
framsýningini.
Mynd: Jan Müller