Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 179 - 21. september 2005 Víkingaborðið vekir ans Eitt av mest sermerku verkunum, sum er við á framsýningini hjá Gluggaglæmu í løt- uni, er sonevnda Vík- ingaborðið. Stóri áhugin fyri borðinum bendir á, at tað onku- staðni finst ein marknaður fyri slík- um, men tað hevur minni at siga fyri sniðgevan, Rógva í Bø. - Eg helt tað bara vera stuttliga at vita, um tað bar til at gera hetta hugskotið til veruleika, sigur hann GLUGGAGLÆMA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað eru ikki bara tey før- oysku og norðurlendsku vitjandi, sum hava verið hugtikin av sermerkta Vík- ingaborðinum hjá Rógva í Bø og Jógvan A. Absalon- sen, sum er at síggja í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar. Ein bólkur av amerikanskum ferðafólk- um sýndu til dømis eisini borðinum sera stóran um enn nakað øðrvísi áhuga. - Tey vóru hugtikin, men tey skiltu vist ikki rættiliga hugskotið. Og tað er kanska ikki so løgið, um tú ikki kennir søguna aftan- fyri, sigur Rógvi Stólar sum skjøldrar Søgan aftanfyri, sum Rógvi sipar til, er sum vera man víkingasøgan, sum flestu norðurlendingar kenna. Við íblástri frá teimum eykendu víkingaskipunum hevur Rógvi sniðgivið nógv um- rødda Víkingaborðið á ein hátt, so bæði skjøldrar, mastur og rá koma til sín rætt av nýggjum. - Tað var ikki soleiðis, at eg setti mær fyri, at nú skuldi eg gera eitt borð, sum sá út sum eitt víkinga- skip. Tað byrjaði við, at eg teknaði eitt borð við íblástri frá tí føroyska bátinum. Seinni fingu vit so hugskot- ið, at klæða rygglenini á stólunum í sum skips- troyggjur, so teir minna um menn, sum draga en bát, greiðir Rógvi frá. Harfrá spretti so hugskot- ið um at gera eitt størri borð í stíl við eitt víkinga- skip, har rygglenini eru skapað sum skjøldrar. Sjálvur heldur Rógvi, at tað serliga eru hesir skjøldrar- nir, sum geva heildini fatan av einum víkingaskipi. Fyri at geva eina meir livandi mynd av skjøldrunum, eru rygglenini fest við hongsl- um, so tey kunnu vikast aft- ur og fram. - Tað mest eyðkenda við víkingaskipunum vóru utt- an iva hesir blanku, út- skornu skjøldrarnir, sum hingu á síðuni á skipinum. Uttan teir, var tað ikki vist, at fólk sum tað fyrsta koma at hugsa um eitt víkinga- skip, tá tey síggja borðið, heldur Rógvi. Og tó. Drekastavnurin letur neyvan nakran iva verða um, at talan er um eitt ávíst slag av skipi. Eisini er sjálv borðplátan skipað sum tríggir bekkir, og uppi yvir hongur "mastur og rá", sum virka sum borðlampur. Hugskotið sum telur Fyri tey, sum hava skil fyri slíkum, er tað týðiligt, at her er talan um serliga dygdargott handverk. Tað er Jógavn A. Absalonsen, snikkari, sum hevur smíðað borðið, umframt at fleiri onnur eisini hava verið við í arbeiðinum. Sjálv borðplát- an er ein formlímað ma- hognipláta, sett saman við glasplátum, og í allar mátar sæst, at hjúklað er um hvønn smálut í hesum ikki minni enn fimm metur langa borðinum. Júst hetta borðið hevur ikki verið ætlað sum inn- búgv í eini vanligari stovu. Tað er tað ov stórt og fyri tey flestu eisini ov dýrt til, og sum skilst, hevur Norð- oya Sparikassi keypt Vík- ingaborðið fyri 250.000 kr. - Vit hava ongantíð hugs- að um at marknaðarført hesi borðini, og í prísi kunnu tey als ikki gerast kappingafør við so nógv annað. Tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin hjá okkum, tí um víkingaborð knappliga verða at síggja í hvørjum horni, er øll idéin við hesum horvin. Tað hevði sjálvandi verið lættari at gjørt næsta borðið, og tú hevði fingið møguleika at gjørt okkurt betri, men tá er spenningurin so eisini burt- ur, sigur Rógvi. Ein máti at hugsa Fyri Rógva hevur hetta allatíðina snúð seg um at fáa eitt hugskot og so síggja, um tað ber til at gera tað til veruleika. Soleiðis eisini við "Blómuborði- num", sum eisini er at síggja í modellútgávu í Norðurlandahúsinum. Borðið er runt, og stólarnir rundanum hava skap sum blómubløð. Tankin við blómuborðinum kemur best til sín rætt, um tú sært niðuryvir tað, meðan tú ímyndar tær, at fólk sita rundanum. - Eg helt, at hesin tankin, við at lata fólk sita í blómu- bløðunum í eini makro blómuverð vera rættiliga stuttligan. Eftir mínum tykki er sniðgeving kanska fyrst av øllum ein máti at hugsa, sigur Rógvi. Fyri Rógva hevur tað eis- ini verið sera áhugavert at hoyra reaktiónirnar hjá øðr- um, nú hesi verkini hava verið at sæð í Norðurlanda- húsinum. - Vit gjørdu Víkingaborð- ið fyri eini seks árum síð- ani, og tey flestu hava spurt, hvar vit hava krógvað tað so leingi, smílist Rógvi. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, borðið verður sýnt fram. Borðið vakti longu stóran ans á eini framsýn- ing á Norðoyastevnu fyri trimum árum síðani, og áhugin er eftir øllum at døma ikki vorðin minni við tíðini. Heldur tvørtur ímóti. Við íblástri frá teimum eykendu víkingaskipunum hevur Rógvi sniðgivið nógv umrødda Víkingaborðið á ein hátt, so bæði skjøldrar, mastur og rá koma til sín rætt av nýggjum Mynd: Jan Müller Tað er Jógvan A. Absalonsen (t.v.), sum hevur smíðað og Rógvi í Bø, sum hevur sniðgivið sermerkta Víkingaborðið Mynd: Jan Müller