mikudagur 21. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 179 - 21. september 2005
Alheimsupphiting – ella óvanliga heit ár:
Hitin á landgrunninum ongantíð
Síðan 1991 hevur
Fiskirannsóknarstov-
an mátað hitan á sjó-
num við Oyrargjógv
og ongantíð áður,
síðan hesin mátingar
byrjaðu, hevur miðal-
hitin verið so høgur
síðan á sumri 2003.
Hinvegin var summ-
arið 2004 tað næst
heitasta. Eisini var
veturin 2002-2003
tann heitasti hetta
tíðarskeiðið. Á Fiski-
rannsóknarstovuni
duga tey tó enn ikki
at siga, um økti hitin í
sjónum er ein avleið-
ing av alheims upp-
hitingini, tí aðrar
kanningar vísa, at
sjógvurin eisini var
óvanliga heitur árini
1959, 1960 og 1961
SJÓVARHITI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskirannsóknarstovan sig-
ur, at sjógvurin, sum er inn-
ast á landgrunninum, lut-
víst er avbyrgdur frá sjó-
num uttanfyri.
- Hetta hevur við sær, at
hesin sjógvur ikki líkist
sjónum uttanfyri. Eitt nú er
hitin
á
landgrunninum
næstan altíð lægri enn hitin
uttanfyri. Sjógvurin innast
á landgrunninum, innanfyri
100-150 metrar, er umleið
eitt stig kaldari enn sjógv-
urin úti á. Tað er eitt so-
nevnt hitamót, sum skilir
sjógvin inni á frá tí ytra
sjónum, og í hesi greinini
er tað sjógvurin, sum er
innanfyri hetta hitamót,
sum verður umrøddur.
Hesin sjógvur er væl
blandaður, tí hitin er næstan
tann sami allastaðni innan
fyri mótið á landgrunnin-
um, serliga í norðraru
helvtini. Úti á er sjógvurin
heitari vestanfyri land-
grunnin enn eystanfyri.
Karin Margretha Larsen,
sum starvast á Fiskirann-
sóknarstovuni, vísir á, at
umframt henda munin mill-
um sjógvin úti á og inni á,
er eisini munur á, hvussu
hitin broytist við dýpi.
Árstíðarbroyting
- Á landgrunninum er
nógvur røringur í sjónum,
og hann er tí sera væl
blandaður. Tað hevur við
sær, at hitin er hin sami úr
vatnskorpu og niður á botn.
Orsøkin til hetta, sigur
hon, er harða sjóvarfallið
inni á grunnum, sum alla
tíðina
blandar
sjógvin.
Hinvegin er sjóvarfallið
ikki so hart úti á, og tí kann
sjógvurin har verða lag-
skipaður við heitum sjógvi
í erva og køldum í neðra.
- Hitin í sjónum hevur
eina regluliga árstíðarbroyt-
ing, har sjógvurin er kald-
astur í februar ella mars og
heitastur í august ella sep-
tember. Munurin millum
summar og vetur liggur um
eini 4 stig, sigur hon.
Lagt verður aftrat, at árs-
tíðarbroytingar í sjógvi og
luft vera stýrdar av, hvussu
nógv sólin skínur, og
hvussu høgt sólin stendur á
himli.
- Men hitin í luftini
ávirkast nógv skjótari av
sólini, og luftin ger sítt til at
hita ella køla sjógvin. Mát-
ingarnar vísa, at hitabroyt-
ingin í luftini millum
summar og vetur er størri
enn í sjónum, nevniliga
umleið 8 stig. Sjógvmát-
ingarnar eru gjørdar við
Oyrargjógv og luftmáting-
arnar í Havn. Um veturin er
hitin í luftini minni enn í
sjónum, men um summarið
er hitin í luftini hægri.
Hetta merkir, at longu tíð-
liga um summarið, tá ið
luftin er vorðin heitari enn
sjógvurin á landgrunnin-
um, verður hiti fluttur úr
luftini í sjógvin.
Ikki avbyrgdur heilt
Karin Margretha vísir á, at í
august, tá ið summarið fer
at halla, byrjar luftin at
kólna aftur – og tá ið so luft
og sjógvur eru líka heit,
hitnar sjógvur ikki meira,
men fer aftur at kólna.
- Av tí, at luftin kólnar
skjótari
enn
sjógvurin,
verður sjógvurin um vet-
urin kóldur av luftini, legg-
ur hon aftrat.
Luftin kølir tó ikki bara
sjógvin inni á, men eisini
úti á, og her er rættiliga
stórur munur.
- Inni á er sum kunnugt
rættiliga grunt, og tí er
lutfalsliga nógv minni av
sjógvi inni á enn úti á. Tá ið
røringur kemur í sjógvin úti
á um veturin, eitt nú av
vindi, blandast hesin sjógv-
ur heilt niður á 400-500
metra dýpi, so tað er sjálv-
sagt, at her er meira sjógv-
ur, ið skal kølast. Tí megnar
luftin at køla sjógvin inni á
meira enn sjógvin úti á.
Aðrastaðni í greinini er
nevnt, at hitamunurin á sjó-
num inni á landgrunninum
á sumri og vetri er umleið 4
stig, men úti á er munurin
bert eini 2 stig. Úti á er
hetta tó bert galdandi, um
miðalhitin verður roknaður
úr vatnskorpuni og niður á
umleið 100 metra dýpi.
- Hóast eitt hitamót er
millum sjógvin inni á og
sjógvin úti á, er sjógvurin
inni á ikki heilt avbyrgdur.
Sjógvurin blandast sjálv-
sagt nakað, og tá ið lutfals-
liga lítið av sjógvi er inni á,
kann sjógvurin uttanífrá
gera mun og ávirka hitan í
sjónum á landgrunninum,
sigur hon.
Hitin setir met
Nú sjóvarhitin á landgrunn-
inum hevur sett met, er tað
kanska freistandi at halda,
at nógv umrødda alheims-
upphitingin eisini er farin
at ávirka viðurskiftini við
Føroyar.
- Fyribils eru tað tó bara
trý ár, ið hava verið óvan-
liga heit, og tí ber ikki til at
staðfesta enn, um talan er
- Hetta tíðarskeiðið, vit eru í
nú, er ikki tað heitasta, vit
vita um. Sambært máting-
unum í Mykineshólmi vóru
árini 1959, 1960 og 1961
eisini óvanliga heit – og um-
leið líka so heit sum árini
2002, 2003 og 2004. Hetta er
ein orsøk til, at vit ikki
kunnu siga, um tey trý sein-
astu árini eru ein avleiðing
av alheimsupphitingini,
hóast fleiri hitamet eru sett
hesi árini, sigur Karin
Margretha Larsen