Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

um alheimsupphiting – ella um hesi árini bara eru náttúrlig frávik frá miðal- heitum árum. Í øllum før- um ber tó til at siga, at vit í løtuni eru í einum heitum tíðarskeiði. Karin Margretha vísir á, at vitapassarin í Mykines- hólmi mátaði hitan í sjó- num dagliga í tíðarskeiðin- um 1914-1969. Tá ið hitin máldur við Oyrargjógv og hitin máldur í Mykineshólmi verða sam- anbornir, sæst, at av 24 mánaðum í 2003 og 2004 eru teir 14 líka heitir ella heitari enn tilsvarandi heit- astu mánaðirnir mátaðir í Mykineshólmi í árunum, 1914-1969. - Eisini eiga mátingarnar við Oyrargjógv metið fyri heitasta mánaða í sjey av ársins 12 mánaðum, harav eitt av hesum mánaðarmet- um er frá 2002. Soleiðis var september 2003 við miðal- hitanum 11,1 stig tann heitasti mánaðurin, vit vita um á landgrunninum, sigur hon. Men, leggur hon aftrat: - Hetta tíðarskeiðið, vit eru í nú, er tó ikki tað heit- asta tíðarskeiðið, vit vita um. Sambært mátingunum í Mykineshólmi vóru árini 1959, 1960 og 1961 eisini óvanliga heit – og umleið líka so heit sum árini 2002, 2003 og 2004. Hetta er eis- ini ein orsøk til, at vit ikki kunnu siga, um tey trý seinastu árini eru ein av- leiðing av alheimsupphit- ingini, hóast fleiri hitamet eru sett hesi árini. Ikki haldbarar - Tað fyrsta, vit vita um av regluligum hitamátingum á landgrunninum, eru hita- mátingar úr Tórshavn, mátaðar í tíðarskeiðinum, 1875-1919. Mátingarnar úr Tórshavn hava av ymiskum ávum víst seg at verið held- ur óálítandi; í øllum førum kunnu tær ikki sigast at umboða hitan á landgrunn- inum. Hon vísir á, at máting- arnar í Mykineshólmi fóru fram á tann hátt, at vita- passarin dagliga fylti eina spann við sjógvi frá ávísum staði, og síðan mátaði hann hitan við hitamátara. - Hetta er tó ikki gjørt hvønn dag frá 1914 til 1969, og tí eru nøkur hol í mátirøðini. Tey flestu árini eru tó fleiri enn 350 mát- ingar, men summi ár, ser- liga miðskeiðis í fimtiárun- um og síðst í sekstiárunum, eru færri enn 300 mátingar um árið. Í 1991 var tøknin mun- andi meira framkomin, og Fiskirannsóknarstovan kundi tí leggja elektron- iskar hitamátarar við Oyr- argjógv. - At valið fall á Oyrar- gjógv, var tí, at sjógvurin har er væl blandaður av sjóvarfalli, og tí er umboð- andi fyri sjógvin á land- grunninum. Hesir mátarar eru battaríriknir, og teir máta hitan við jøvnum millumbilum. Hvørja ferð, ein máting er gjørd, verður hon goymd í minninum, sum mátarin hevur. Fyri at tryggja, at mátingarnar eru í lagi, eru støðugt tveir ella tríggir hitamátarar við Oyrargjógv, um tað skuldi hent, at ein av mátarunum gongur fyri. Tvær til tríggjar ferðir um árið verða mátararnir tiknir upp, og mátingarnar verða lisnar inn á teldu: - Tíverri er tøknin ikki betur enn so, at tað onkun- tíð er hent, at mátingarnar partvís eru farnar fyri skeytið - og tískil eru eisini hol í hesi mátirøðini, sigur Karin Margretha Larsen at enda. Í grein í tíðarritinum, "Frøði" viðger Karin Mar- gretha Larsen tær mátingar, sum gjørdar eru. Síðan 1997 hevur hon starvast á Fiskirannsóknar- stovuni, fyrst sum verk- frøðingur og seinni sum havfrøðingur. Á heysti 2004 byrjaði Karin Margretha Larsen ph.d-lestur við heitinum, "Circulation and exchange of water masses on the Faroe Shelf". Nr. 179 - 21. september 2005 17 ð áður verið so høgur sum í 2003 Tvær ella tríggjar ferðir um árið verða mátararnir tiknir upp, og mátingarnar lisnar inn á teldu. Her verður ein mátari tikin upp við Oyrargjógv. - Tíverri er tøknin ikki betur enn so, at tað onkuntíð er hent, at mátingarnar partvís eru farnar fyri skeytið - og tískil eru eisini hol í hesi mátirøðini, sigur Karin Margretha Larsen, havfrøðingur Hetta er ein fylgissveinamynd av havinum kring Føroyar, sum vísir vatnskorpuhitan, 18. apríl 2003. Litstigin niðast á myndini vísir hitan. Tey hvítu økini eru skýggj. 200 metra dýpdarlinjan er teknað við hvítum. Mynd: Peter Miller Plymouth Marine