mikudagur 21. september 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 179 - 21. september 2005
Tunglyndi valdar í
okkara fiskivinnu
Seinnapartin sein-
asta fríggjadag
skipaði Farec fyri
ráðstevnu í út-
varpshøllini um
oljuprísir undir
heitinum, "Olju-
prísir – enn ein av-
bjóðing"
SEMINAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað vóru búskaparfrøð-
ingarnir, Óli Samró, sum
stendur aftanfyri Farec,
Teitur
Poulsen,
sum
starvast hjá Faroe Petrol-
eum og Magni Laksafoss,
sum starvast við Fróð-
skaparsetur Føroya, ið
viðgjørdu
spurningin,
hvussu
oljuprísirnir
kunnu ávirka fiskivinn-
una og føroyska búskapin
komandi árini.
Uppgávan hjá Teiti var
at meta um útlitini fyri
oljuprísunum í komandi
tíðum og helt fyri, at sam-
felagið noyðist at laga seg
eftir einum høgum olju-
kostnaði í framtíðini.
Í síni viðgerð lýsti hann
útboð, eftirspurning og
møguleikarnar at finna
nýggjar keldur.
Óli Samró kom við sín-
um
metingum
um,
hvussu oljuprísirnir fara
at ávirka raksturin hjá
føroyska fiskiskipaflot-
anum tey næstu árini, og
við grundarlagi í dátu-
grunninum, "Nemo" og
roknskapartølum fyri før-
oyska fiskiflotan gjørdi
hann sínar metingar um
úrslitini
hjá
ymisku
veiðibólkunum.
Magni Laksafoss, sum
í løtuni granskar sam-
bandið millum oljuprísir
og føroyskan búskap,
metti um, hvussu olju-
prísurin kemur at ávirka
føroyska búskapin.
Eftir
framløgurnar,
hevði Hákun Djurhuus,
stjóri á Shell, eina stutta
frágreiðing um olju og
oljuprísir, og síðan var
orðaskifti við Hákuni
Djurhuus, Bergi Poulsen,
stjóra á Havsbrún og
teimum, sum høvdu havt
framløgurnar, við pall-
borðið.
Orðstýrari á fundinum
var Jóhan Mortensen, út-
varpsmaður.
Lítil tillaging
Farec, sum skipaði fyri
seminarinum, metir, at
Føroyar ikki hava lagað
seg eftir broyttu umstøð-
unum í heimssamfelag-
num.
- Livistøðið er á veg at
lækka munandi, kanska
niður í eina helvt av tí í
Íslandi og Danmark um
fá ár.
Farec vísir á, at búskap-
arfrøðingar í nógv ár hava
tosað um "tillagingar,
men lítlar og ongar tillag-
ingar eru hendar í nógv
ár.
- Tey, sum ikki virka í
vinnuni, síggja ongar til-
lagingar. Tey spyrja, hvar
alternativini eru, og hví
tey lærdu fólkini ongar
tillaging fremja.
Farec heldur, at tung-
lyndi er yvir fiskivinnuni.
Nýggj seminarrøð
Í vetur fer Farec undir
eina nýggja seminarrøð,
har spurningurin um til-
laging verður viðgjørdur.
Heitið á røðini verður:
"Tillaging til heimssam-
felagið - eitt gandaorð
ella ein trongdur veru-
leiki".
- Løgmaður hevur sett
eina 2015-ætlan út í
kortið, har málið er, at
Føroyar skulu í fremstu
røð.
Farec fer at varpa ljós á
ávirkanina, sum globali-
seringin og broytingarnar
í altjóða búskapinum
hava á Føroyar.
- Hetta er ein stór av-
bjóðing, metir Farec.
Millum tey evni, sum
verða viðgjørd á seminar-
unum í vetur, eru hesi:
• Hvat og hvørjum liva
vit av nú – og hvørjum
skulu vit liva av í
framtíðini?
• Er fiskivinnan liðug?
• Hvussu fyribyrgja vit,
at livistøðið í Føroyum
verður helvtina av tí,
tað er í Íslandi og Dan-
mark?
• Er nakar møguleiki
uttan fyri ES – og er
EFTA loysnin?
• Hava fakfeløg ov stóra
makt í mun til politik-
arar og vinnulívsfólk?
• Kann tann breiðkandi
gjógvin millum samfe-
lagsbólkar steðgast?
• Koma útlendingar at
eiga enn meira av før-
oyskari vinnu?
• Hví hava føroysk virkir
lítið og einki virksemið
uttanfyri
landoddar-
nar?
- Nei, eg haldi so av-
gjørt ikki, at tað bert
er vinnan, sum eigur
avbjóðingina við øktu
oljuprísunum.
Gongdin fer eisini at
hava ávirkan á rakst-
urin av almennum
stovnum, bæði við
dýrkandi olju og
væntandi hægri el-
prísum sum frá líður
OLJA OG ÁVIRKAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Magni Laksafoss, búskap-
arfrøðingur, viðgjørdi í síni
framløgu fyrst avleiðing-
arnar uttanlands av høgu
oljuprísunum og nevndi, at
inflatiónin í USA er við at
veksa, at keypiorkan mink-
ar og soleiðis eisini sølan,
samstundis sum búskapar-
vøksturin minkar.
Hann nevndi eisini, at
flogfeløg í USA eru farin í
gjaldssteðg av hækkandi
oljulprísunum.
Men tað eru eisini posi-
tivar avleiðingar av støðuni,
og í hesum sambandi
nevndi búskaparfrøðing-
urin, at stórar bíleggingar
eru av eitt nú vindmyllum.
- Í Danmark siga tey, at
høgir oljuprísir "ryster ikke
supersund økonomi", legði
hann aftrat.
Um avleiðingarnar av
høgu oljuprísunum í Før-
oyum, segði búskaparfrøð-
ingurin, at eitt vanligt
Tað var Farec við Óla Samró, sum skipaði fyri seminarin-
um í útvarpshøllini fríggjadagin. – Livistøðið í Føroyum er
á veg at lækka munandi – kanska niður í eina helvt av
livistøðinum í eitt nú Íslandi og Danmark
Mynd: Vilmund Jacobsen
Øktu oljuprísirn
til vinnuna – me
Í vetur fer Farec undir eina nýggja
seminarrøð, har spurningurin um
til-laging verður viðgjørdur. Heitið
á røðini verður: "Tillaging til
heimssamfelagið - eitt gandaorð ella
ein trongdur veruleiki"
Mynd: Jens Kristian Vang