mikudagur 21. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 21. september 2005
19
húsarhald noyðist at gjalda
einar 400-500 krónur meira
á oljukontoina um mánðin,
eins og væntandi er, at SEV
fer at hækka el-prísin.
- Soleiðis, sum olju-og
bensinprísirnir eru í dag,
verður talan um ein øktan
kostnað hjá hvørjum húsar-
haldi upp á einar 6.000
krónur um árið til fýr-
ingsolju - og einar 3.000
krónur til bilin.
Búskaparfrøðingurin
segði, at øktu útreiðslurnar
fara at merkja minni tøkan
pening hjá fólki.
- Men enn hava vit ikki
sæð, at so er. Vit fara tó at
síggja hetta, um oljuprís-
urin fer enn longur upp,
legði hann aftrat.
Bjarni fer skeivur
Magni helt ikki nógv um
úttalilsini hjá Bjarna Djur-
holm, landsstýrismanni í
bløðunum herfyri, tá ið
hann segði, at tað er "vin-
nan, sum eigur avbjóðing-
arnar…"
- Eg haldi ikki, at øktu
oljuprísirnir bert er ein
spurningur, sum vinnan
eigur at taka sum sína
avbjóðing.
Hann segði, at við ver-
andi gond mugu flestu
vinnur rokna við hægri
útreiðslum og minni eftir-
spurningi.
- Nei, eg haldi so avgjørt
ikki, at tað bert er vinnan,
sum eigur avbjóðingina við
øktu oljuprísunum. Gongd-
in fer eisini at hava ávirkan
á raksturin av almennum
stovnum, bæði við dýrk-
andi olju og væntandi
hægri el-prísum sum frá
líður.
Magni væntar, at saml-
aða ávirkanin av øktu olju-
prísunum kann gerast stór,
bæði fyri vinnuna og fyri
samfelagið sum heild.
- Eg vænti eisini, at hallið
á fíggjarlógini fer at veksa,
tí øktu oljuprísirnir raka
føroyska
samfelagið
harðari enn aðrar búskapir,
sigur hann.
Tengt at oljuni
Á eini áhugaverdari talvu
vísti hann á, hvussu danska
orkunýtslan sær út – hvussu
hon í prosentum býtir seg
millum ymiskar orkukeld-
ur.
- Danir eru ikki so heftir
av oljuni sum vit. Av orku-
nýtsluni hjá dønum er bert
39% olja, 23% gass, 23%
kol og 15% varandi orka.
Til samanburðar nevndi
Magni, at av føroysku orku-
nýtsluni er 94% olja, 5%
vatn og umleið 1% vindur.
- Hetta merkir, at vit eru
rættiliga nógv bundin at
oljuni, legði hann aftrat.
Magni vísti eisini á,
hvussu samlaða orkunýtsl-
an í Føroyum bítir seg í
2003-tølum:
- Av samlaðu nýtsluni
brúkar fiskiflotin 43%, ein-
stakir brúkarar og felags-
skapir 17% - og síðan
brúkar SEV hini 18%.
Búskaparfrøðingurin
segði seg ikki ivast í, at
SEV fer at hækka el-prísin,
nú oljan er vorðin so dýr.
Fiskaprísir fylgja
ikki oljuprísunum
Magni vísti eisini á, at
sambært hansara kanning-
um bendir einki á, at fiska-
prísirnir fylgja oljuprísin-
um.
Hann nevndi tíðarskeið,
tá ið oljan hevur verið dýr,
men vísti samstundis á, at
hetta ikki – av sær sjálvum
– merkti, at fiskaprísirnir
fór upp.
- Eg haldi ikki, at nakað
bendir á, at samband er
millum høgar ella lágar
oljuprísir og fiskaprísirnar.
Tað vísa søguligu tølini
ikki, segði Magni Laksa-
foss, búskaparfrøðingur.
nir ikki bara ein avbjóðing
en eisini fyri tað almenna
- Eg haldi ikki, at nakað
bendir á, at samband er
millum høgar ella lágar
oljuprísir og fiskaprísirnar.
Tað vísa søguligu tølini ikki,
segði Magni Laksafoss,
búskaparfrøðingur
Mynd: Vilmund Jacobsen