Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 179 - 21. september 2005 Oljan er alt ov bí Ikki bara í Miðeystri Sum verandi heimsins størsta oljugoymsla, so er tað ikki løgið, at nógv av tí, sum Sim- mons førir fram, snýr seg um Miðeystur og serstakliga Saudi- Arabia. Ikki minst tí tað neyvan nakra aðra staðni í verandi goymslum ber til - so- leiðis uttan víðari - at økja framleiðsluna við fleiri milliónum tunn- um um dagin. Men støðan aðra staðni er lítið frægari. Í 1985 megnaði USA einsamalt at framleiða 8,9 mió tunnur av olju um dagin. Í 1990 var talið fallið til 7,3 mió/ dagin, og í dag er framleiðslan 5,1 mió tunna um dagin. Hetta hóast oljuframleiðslan í dag verður mett at vera 100% effektiv. Hóast raffandaríini í dag framleiða alt sam- døgrið og hóast eingin ídnaðarferia verður hildin. Samstundis er orku- nýtslan vaksin somikið nógv, at heimsins størsta ídnaðarsamfe- lag, sum eitt langt skifti megnaði at nøkta sín egna oljutørv, í dag noyðist at innflyta einar 11 mió tunnur av olju um dagin. Hartil skal eisini hugsast um metvøkst- urin í asiatiska búskap- inum. Ein vøkstur, sum uttan nakran sum helst iva fer at hava ein alsamt vaksandi eftir- spurning við sær, uttan at hesi lond sjálvi megna at nøkta tann tørvin við egnari fram- leiðslu. Og í Norðsjónum er sama støðan. Hóast nýggj leiti- og fram- leiðslutøkni fyri bara 10 árum síðani gav vónir um, at verandi fundini bara vóru byrj- anin, so hevur veru- leikin verið ein annar. Tað vísur seg nevnliga, at síðani 1999 er fram- leiðslan í Norðsjónum minkað við 25%, enn er einki fund gjørt av slíkari stødd, at tað talar fyri einum vøkstri í bræði. -mørk Heldur enn at halda talan vera um eina fyribils støðu við høgum oljuprísum, eiga vit at venja okk- um við støðuna. Og veruleikin kann væl verða, at dagsins prís- ir verða bæði fimm- og tíggjufaldaðir OLJUPRÍSIR Jákup Mørk Soleiðis sigur Matthew R. Simmons, og hann er ikki hvør sum helst. Sum nevndarformaður í einum íløgufeløg, sum hevur ser- vitan innan orkuídnaðin, hevur hann eitt ógvuliga stórt innlit í ídnaðin, og hartil hevur hann í fleiri umførum verið partur av ymsum ráðum og nevnd- um, sum onkursvegna eru tengd at oljuvinnuni. Hann gav fyrr í ár út bók- ina, Twilight in the Desert, og her viðger hann serstak- liga tey oljufund, sum í dag eru hornasteinurin undir alheims oljuframleiðsluni. Og ikki minst, hvussu hann roknar við, at hesi fara at tømast innan alt ov leingi, uttan at onnur fund av til- svarandi stødd koma ístað- in. Nakað sum uttan iva fer at trýsta oljuprísirnar langt uppeftir. Avmarkað útboð Fyri góðum mánaði síðani var Simmons partur av eini samrøðu í tíðindasending- ini, Financial Sense, og snýr hendan samrøðan seg í stóran mun um oljuprísir. Hvussu hesir verða stýrdir, og - ikki minst - hvussu hesir í veruleikanum eru alt ov lágir. - Tað er ótrúligt, men all- ar simulatiónir av alheims orkutørvinum, taka støði í, at Saudi Arabia framleiðir 25 millónir tunnur av olju um dagin í 2025. Og tað er nú slettis ikki so víst, held- ur hann. - Heldur verður tað so, at vit í 2030 hava eina heims- framleiðslu, sum einans megnar at framleiða mill- um 10 og 20 milliónir tunn- ur um dagin, og tað er altso 100 milliónir minni, enn búskaparfrøðin roknar við. So talan er veruliga um eina »major, major, major global issue«, sum hann málber seg. Hóast oljuídnaðurin er ein av týdningarmestu stuðlunum í dagsins ídn- aðarsamfelag, og hóast Saudi Arabia er mest týð- andi framleiðarin í hesum, so var tað skelkandi fyri Simmons at koma eftir, at enn hevði eingin kortlagt oljugoymslurnar í landin- um. Hetta setti hann sær so fyri at gera fyri fáum árum síðani, og sambært egnari útsøgn, so var niðurstøðan skelkandi. Somikið skelk- andi, at hann gjørdi av at skriva eina bók. Falskar vónir Ein av teimum trupulleik- um, sum Simmons nertir við í bók síni, er, at stóra framleiðslan í Saudi Arabia, og tosið um eina nógv størri framleiðslu í framtíðini, byggir á skeivar fortreytir. Oljuframleiðslan hjá OPEC-londunum verður partvíst stýrd av, hvussu stórar goymslur - reservar - tað verður roknað við, at undirgrundin goymir. Eitt slag av stýring, soleiðis at virðini ikki verða tikin ov skjótt upp, og at oljufeltini á tann hátt verða tømd ov tíðliga. Her hava boðini úr Saudi Arabia verið, at talan er um nærum ótømandi goymslur av olju. Sagt hevur verið, at goymslurnar, sum í dag eru 260 milliardir tunnur, lætt- liga kunnu økjast til 460 mia, og at tað hartil skulu leggjas aðrar 200 mia tunn- ur, ið er væntað goymsla á feltum, sum enn ikki eru funnin. Men veruleikin er tó ein annar. Í dag verður bróður- parturin av oljuni í Saudi Arabia vunnin úr fimm stórum feltum. Og tað sein- asta av hesum varð funnið í 1967. So hóast leitingin hevur verið meira intensiv seinastu 40 árini, og hóast útgerðin at leita og bora við hevur verið tann besta, sum Heldur verður tað so, at vit í 2030 hava eina heimsframleiðslu, sum einans megn- ar at framleiða millum 10 og 20 milliónir tunnur um dagin, og tað er altso 100 milliónir minni, enn búskaparfrøðin roknar við ” Tað er nógv, sum bendir á, at oljuframleiðslan hjá størsta framleiðaranum í heiminum, Saudi Arabia, langt síðani hevur verið í hæddini. Og enn eru eingi nýggj felt av týdningi funnin