Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2005 21 ílig til ber at finna. So er einki nýtt stórt felt komið undan kavi. Í hesum sambandi verður eisini víst til eina kanning, sum franska oljumálaráðið gjørdi fyri eini 20 árum síðani. Sum eitt slag av simplum loggiki, so er tað onkursvegna ein greiður tendensur í oljuleiting, sum ger, at tú rættiliga skjótt rakar við næst størsta partin av einum felti - drotning- ina. Vitanin, sum tú fært til vega við hesum, ger, at tú hampuliga skjótt finnur kongin, og síðani verða fleiri lordar funnir nær- hendis. Og tá alt kongs- húskið er funnið, gest talan ikki um nevniverdar nøgdir, sum verða funnar eftir hetta. Verður hetta sammett við Saudi Arabia, so funnu tey kongin longu í 1940, tá Abqaiq-feltið varð funnið. Og framleiðslan í hesum toppaði altso longu í 1972! Timmons metir sjálvur, at metingarnar um oljufelt, sum vórðu gjørdar áðrenn 1979, tá OPEC tengdi framleiðslu og goymslur saman, helst eru væl meira veruleikanærar, enn ver- andi metingarnar. Er hetta rætt, so eru samlaðu olju- goymslurnar í Saudi Arabia einar 70 mia tunnur, og av hesum eru tær 55 longu framleiddar. Sama mynstrið er eisini galdandi fyri onnur OPEC- lond. Kuwait, Iraq og Arab- isku emiratarnir søgdu seg brádliga hava goymslur á 90 mia tunnur, heldur enn 30, soleiðis at tey eisini kundu fylgja við í eini kvota-skipan, og tí eru greiðar ábendingar á, at talan seinastu fjórðings øldina hevur verið um yvir- framleiðslu í ovurmát. Sum gomul fólk Og aldurin á feltunum er eisini ein trupulleiki, vísir Simmons á, og sammetur hetta við fólk, tá tey eldast. Flestu av feltunum í Saudi Arabia eru um 50 ára aldur, og sum rithøvundurin sigur, so kunnu hesi metast við menniskju, um vit skulu kanna eftir, hvussu hesi eru um 20 ár. Tekur tú tey fólk, sum eru 50 ár í dag, hvussu hava tey tað so sum 20 ár? Nøkur eru deyð, men fyri tey flestu er galdandi, at ymisk smærri brek gera um seg. Gerandisdegurin verð- ur ikki eins lættur, og yvir høvur er talan um minni lívsgóðsku, sæð úr einum fysiskum sjónarhorni. Og júst soleiðis er eisini við oljufeltunum. Eftir meira enn 50 ár, har milliardir av tunnum eru pumpað upp, eru feltini farin at slítast. Tað er nú dýrari at fáa oljuna úr undirgrundini, og góðskan er heldur ikki tann sama, og tí er prosessin at raffandera rávøruna eisini dýrari. Skilaleys framleiðsla í heila øld Grundað á omanfyristand- andi, so ivast amerikanski serfrøðingurin ikki í, at verandi kreppan í oljuídn- aðinum við methøgum prísum bert er byrjanin í so máta. - Tað er eingin sum helst møguleiki fyri, at Saudi Arabia uttan víðari kann leggja fleiri milliónur tunn- ur afturat dagsframleiðslu teirra. Tí ivist eg ikki í, at eftirspurningurin eftir olju framhaldandi fer at vera væl størri enn útboðíð, og tað trýstir prísin uppeftir. - Og er olja altso rættiliga bílig. Við einum prísi á 65$ fyri tunnuna, er prísurin einans 10 cents fyri eina sodavatnsfløsku av olju. Og tað er altso munandi minni, enn fólk rinda fyri vatn nógva staðni í heiminum! - Og søguliga hava olju- prísirnir verið so nógv lægri. Í veruleikanum er ídnaðarheimurin bygdur á eina trúgv, at ein "nor- malur" oljuprísur liggur um einar 15-20$ fyri tunnuna, og tað er ein prísur, sum snøgt sagt hevur gjørt tað ógjørligt at halda gongd í eini skilagóðari fram- leiðslu. Prísin rinda vit nú, tí tann oljan, sum er eftir, er dýr at fáa upp. Hon er skit- in og runut, og er tí dýr at framleiða. Og tí koma vit at rinda ovurhonds stóra upp- hædd fyri hana, staðfestir Matthew R. Simmons. Og tá tosar hann altso ikki um prísir, sum liggja um 75-80$ fyri tunnuna. - Nei, nei, nei. Oljuprís- irnir kunnu lættliga bæði fimm- og tíggjufaldast. Og fyri mær at síggja, tykist heimurin enn ikki at rea- gera. Men tað verður kanska, sum tá Hitler her- setti Póland. Brádliga hevði hann bara gjørt tað, stað- festir hann at enda. Av heimsins oljufeltum, eru tað bara á leið 120, sum framleiða meira enn 100.000 tunnur um dagin. Fram- leiðslan á hesum svarar til 49% av samlaðu oljufram- leiðsluni í heiminum. Bara á 14 oljufeltum er framleiðslan meira enn 500.000 tunnur um dagin. Framleiðslan á hesum svarar til 20% av samlaðu heimsframleiðsluni. Miðalaldurin á hesum feltunum er 53 ár. Í Miðeystri eru 3-5 oljufelt, sum framleiða á leið 90% av samlaðu framleiðsluni í økinum. Í eini senats-hoyring eftir oljukreppuna í 1973, var bert ein persónur, sum helt, at oljuframleiðslan var í vanda. Bill Messick frá Chevron staðfesti: »Oljugoymslurnar verða troyttar alt ov skjótt, og tað er eingin møguleiki, at vit framhaldandi kunnu halda gongd í slíkari framleiðslu« Samrøðan hjá Matthew R. Simmons á Financial Sense, kann lesast á slóðini: http://www.financialsense.com/transcriptions/Simmons.html FAKTA Hóast leitingin í Saudi-Arabia hevur verið meira intensiv seinastu 40 árini, og hóast útgerðin at leita og bora við hevur verið tann besta, sum til ber at finna. So er einki nýtt stórt felt komið undan kavi hesi árini. ” Í veruleikanum er ídnaðarheimurin bygdur á eina trúgv, at ein "normalur" oljuprísur liggur um einar 15-20$ fyri tunnuna, og tað er ein prísur, sum snøgt sagt hevur gjørt tað ógjørligt at halda gongd í eini skilagóðari framleiðslu ” Við bók síni, Twilight in the Desert, hevur Matthew R. Simm- ons av álvara gjørt upp við vanligu fatanina av heimsins oljuríkidømi Fingu boð í 1979 Longu í 1979 kom ein merkisverd kanning fram í amerikanska senatin- um. Í 33 síðum varð greitt frá, at Saudi-Arab- iska oljufelagið, Aramco, hevði lækkað fram- leiðslumál síni úr 25 mió tunnum um dagin til 12 mió um dagin. Orsøkin til hetta var, at felagið hevði avskrivað 70 mia tunnur av fjaldum olju- goymslum sum verandi veruleikafjarðar. Í frágreiðingi varð høvuðsstaðfestingin, at oljugoymslurnar í Mið- eystri ikki eru óavmark- aðar, og sjálvur ivast Matthew R. Simmons ikki í rættleikanum av hesi frágreiðing, og lagn- an, sum hendan fekk, gevur eisini orsøk til illgruna. Mett varð nevnliga, at upplýsingarnar í frá- greiðingini vóru alt ov viðkvæmar, og tí varð hendan læst inni. Fyribils í 50 ár var ætlanin. Í dag verður sagt, at fekk frágreiðingin tann gjøgnumlestur og tað uppmerksemi, sum hon hevði uppiborið, hevði alheims orkustøðan í dag verið ein heilt onnur. Tað hevði noytt heimssam- felagið at leggja ein nógv miðvísari orkupolitikk, sum soleiðis kundi verið førdur í trý áratíggju. -mørk Krevur eina greiða ætlan Tá tosað verður um, hvussu vinnast kann á hóttandi oljukreppuni, tykist Simmons hava greiða talu. Sjálvur ivast hann ikki í, at fremsta málið má vera at finna nýggjar og varandi orkukeldur, so- leiðis sum mannaættin eisini hevur gjørt fyrr. Frá viði til kol og frá koli til olju. Somuleiðis er hann greiður fortalari fyri, at flutningsvinnan alt meira flytir seg yvir á kollek- tiva ferðslu. Heimaar- beiðspláss er ein annar háttur at spara orku upp á í so máta, og bara tað at venja fólk við at hugsa øðrvísi, tá matur skal keypast, kann eisini vera ein máti. Hví skulu til dømis føroyingar keypa kjøt úr Ný Sælandi, tá tað krevur munandi meira orku at flyta krov kring alla klótuna, heldur enn at keypa úr Hetlandi. Og hví skulu amerikumenn eta australsk súrepli, tá hesi eisini veksa í Cali- fornia. Hóast hetta ljóðar lætt, so er tó einki at ivast í, at alt hetta ikki er nakað, sum verður gjørt uttan víðari. Men Simmons metir sjálvur, at verður ein miðvís ætlan løgd - og fylgd - so ber á hendan hátt til at spara onkra staðni millum 20 og 40% av dagsins olju- nýtslu. -mørk Saddam vildi hava prísirnar upp Seinast í august mánaði vóru júst 15 ár síðani, at irakiski herurin hertók Kuwait. Oljuríkidømið á Miðeysturi var sjálv- sagda málið hjá Saddam Hussein, og longu tá var veruligur vandi fyri, at prísurin fór upp um 100$ fyri tunnuna. Tá sameindi herurin legði seg út í kríggið, var Kuwait longu hersett. Og hermegin var ávegis markinum móti Saudi Arabi. Hevði tann herset- ingin eydnast, vildi irak- iski einaræðisharrin stýrt 15% av allari heims- framleiðsluni. At prísirnir ikki fóru longur upp ta ferðina, komst eina og aleina av, hvussu skjótt Saudi Arabia megnaði at økja um framleiðsluna. Eftir 90 døgum øktu teir fram- leiðsluna úr 5 í 8 mió tunnur um dagin. Og tað eru júst slíkar framleiðsluøkingar, sum Simmons heldur vera vandamiklar fyri tann hugburð, sum hevur eyð- kent framleiðsluna. At fólk halda, at »tá Saudi Arabia hevur megnað slíkar økingar í 70 ár, hví skulu teir so ikki megna tað í 70 ár afturat?« -mørk