mikudagur 21. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 179 - 21. september 2005
Analysur frá Nordea
Bank, Danske Bank,
OECD og Arbejder-
bevægelsens Er-
hvervsråd eru á ein-
um máli um, at
danski búskapurin
sum heild hevur tað
fínt. Tvey høvuðseyð-
kennir eru, at vøkst-
urin í framleiðslu av
vørum og tænastan
veksur skjótt. Men í
Danmark, har lítil
munur hevur verið
millum rík og fátæk,
er munurin vaksandi
undir borgarligu
stjórnini við Fogh-
Rasmussen sum stats-
ministara
DANMARK, BÚ-
SKAPUR OG ÓJAVNI
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Skandinaviski bankin Nor-
dea skrivar, at hóast ein lítil
afturgongd var tíðliga í vár,
so koyrir danski búskapurin
aftur við fullari ferð. Teir
rokna Danmark "en af de
sundeste og stærkeste øko-
nomier i Europa med høj
vækst, faldende ledighed og
overskud på både de offent-
lige budgetter og betalings-
balancen."
Privat nýtsla og út-
flutningur eru
motorar
Samfelagsligi
vøksturin,
sum fyri fáum árum var í
botni, er í fyrsta lagi settur í
gongd, tí privati eftirspurn-
ingurin aftur er stórur. Men
nú er hetta broytt, soleiðis
at útflutningurin eisini gev-
ur eitt stórt íkast til fram-
gongdina
og
styrkina.
Hóast konjunkturirnir eru
rættiliga veikir í Eurolandi,
sum umfatar mesta av Eu-
ropa, men ikki Danmark,
Svøríki og Bretland, so
hevur danski útflutningurin
verið í stórari framgongd,
eisini til hetta økið.
Við hesum ískoyti frá út-
flutningssektorinum, hevur
vøksturin og framgongdin í
danska búskapinum fingið
breiðari støði og fastari
grund. Hetta er sera posi-
tivt, tí ein góður partur av
privatforbrúkinum komst
av skattalættanum, sum
borgarliga stjórnin brúkti
sum chokara. Nordea Bank
væntar tí, at framgongdin
fer at standa við, og at
vøksturin í framleiðslu
bæði í ár og næsta ár fer at
liggja um 2,5%. Danske
Bank hevur somu meting.
Stórt avlop á
handilsjavnvágini
Munurin millum inn- og
útflutning gevur nettoút-
flutning ella handilsjavn-
vágina. Danska handils-
javnvágin hevur í fleiri ár
verið positiv. Í ár hevur
lutfallið millum euro og
dollar gingið soleiðis, at
euro er blivin 11% minnið
verd. Hetta hevur verið ein
fyrimunur
fyri
donsku
útflutningsvinnuna. Danske
Bank sigur í síni Analyse,
at teir vænta at dollarin eis-
ini komandi árið fer at
styrkjast, og at tað tí verur
lættari at selja framleiðsl-
una, tí danskar vørur verða
relativt bíligari í mun til
vørur sum verða framleidd-
ar í USA ella asiatiskum
londum, har valutan oftast
fylgir dollaranum upp og
niður.
Helst hava teir rætt, tí
einki bendir á at euran
styrkist. Heldur hin vegin í
løtuni, tí valið í Týsklandi
setti landið í pass-støðu.
Eingin klárur meiriluti, og
vaksandi ivi um programm-
ið at bøta um búskaparligu
rammurnar kann gjøgnum-
førast.
Oljuprísir skapa
óvissu
Danske Bank hevur í mun
til prognosuna í mai upp-
skrivað
tann
væntaða
vøksturin til hægri tøl. Men
framvegis eru óvissar, sum
eingin, av góðum grundum,
torir at siga nakað serligt
um. Sum nógv umtalað,
hava oljuprísirnir gjøgnum
summarið ligið ógvuliga
høgt, millum 50 og 60$ fyri
tunnuna.
Melduródnin
Katrina, sum herjaði suður-
strondina á USA, fekk
oljuprísin enn hægri upp,
og nakrar dagar herfyri var
prísurin uppi á 70$ fyri
tunnuna, men síðan er
hann
fallin
við
5-6$.
Óvissan um oljuprísirnar
framyvir kunnu væl ávirka
heimsbúskapin.
Serliga lond, sum brúka
núgva olju í framleiðsluni
kunnu vera hótt av stagna-
tión og afturgongd, um
prísirnir
framyvir
vera
høgir. Her liggja Føroyar
illa fyri, meðan Danmark
liggur heilt væl fyri, tí teir
hava minkað um oljunýtsl-
una ella slept vinnugrein-
um, sum hava høgan olju-
intensitet.
Um oljuprísirnir fara at
liggja høgt, upp móti 60$
fyri tunnuna, so kemur
hetta at ávirka keypikraft-
ina hjá donskum og eisini
øðrum brúkarum. Nordea
hevur roknað út, at eitt
meðal danskt húsarhald
kann koma at brúka 6.500
danskar krónur meira um
árið til benzin og oljufýr-
ing.
Danski búskapurin sum
heild er í dag minni bundin
at olju í framleiðsluni enn
undir fyrru oljukreppuni í
1979, tá oljukranin varð
skrúvaður fyri í Iran. Hesin
minni olju-intensitetur ge,
at negativa árinið í dag av
høgum oljuprísum, er nógv
minni enn í 1979. Haraftrat
er Danmark blivið netto-
útflytari av orku og olju. Tí
virka høgu oljuprísirnir
eisini positivt uppá landsins
gjaldjavna og uppá stats-
inntøkurnar. Hetta svarar
til, at Danmark fær ein góð-
an "blokkstuðul," og polit-
iskur vilji er til at brúka
hesa eykainntøku við skili.
Millum annað til at minka
um statsskuldina og til
íleggingar.
Arbeiðsloysið fer
framvegis at minka
Tann høgi búskaparligi
vøksturin fer frammá at fáa
fleiri fólk í arbeiði. Ar-
beiðsloysið er síðan de-
cember 2003, tá tað var í
hæddini við 180.000 uttan
arbeiði, fallið við 25.000.
Roknað í procentum vænt-
ar Nordea, at talið fyri alt
2005 verður 5,7%. Bankin
væntar at næsta ár koma
eini 30.000 fleiri í arbeiði.
Hóast talið kann sigast at
vera høgt, so er longu nú
soleiðis,
at
sokallaðir
trongar (flaskehalse) koma
í, tí arbeiðsfólk innan ser-
ligar vinnugreinir, eitt nú
byggifakunum, ikki eru
tøk.
Men
globaliseringin,
sum til dømis gevur bíligar
vørur úr Kina, men eisini
tann opni arbeiðsmarknað-
urin í ES við bíligari ar-
beiðskraft úr Polandi, ger
eisini, at lønirnar í Dan-
mark í vøruframleiðandi
vinnunumi
bert
vaksa
spakuliga. Men service-
fakini, sum ikki beinleiðis
merkja kappingina frá tí
globala, hava havt størri
lønarvøkstur.
Størri munur millum
rík og fátæk
Í einari kanning frá Ar-
bejderbevægelsens
Er-
hvervsråd hevur M. Baads-
gaard víst, at inntøkumun-
urin millum tey ríku í sam-
felagnum og tey fátæku
hevur verið vaksandi sein-
astu árini. Hetta hendi
eisini undir socialdemo-
kratisku Nyrup-stjórnini,
men er versnað nakað undir
borgarligi Fogh-stjórnini.
Myndin
vísir
hvussu
gongdin í inntøku, víst sum
index-tal, hevur verið hjá
teimum fátækastu 10% av
fólkinum í Danmark, og hjá
teim ríkastu 10%, hevur út-
viklað seg seinastu 8 árini,
fram til 2003, sum eru
nýggjastu tølini.
Kanningin vísir, at tey
10% av fólkinum, sum hava
lægstu inntøku, í tíðar-
skeiðinum 1995 til 2003
hava havt eina árliga fram-
gongd í inntøku uppá 0,5%.
Tey ríkastu 10% av fólkin-
um hava harafturímóti havt
eina
inntøkuframgongd
uppá 3,6% um árið. Við
øðrum orðum hava tey ríku
havt eina framgongd í dis-
poniblari inntøku uppá
85.499 kr í hesum tíðar-
skeiði. Teir lægstu inntøku-
bólkarnir hava bert fingið
2.700 kr.
Orsøkirnar til henda økj-
andi mun er millum annað
avkast av fastari ogn, rentu-
inntøkur og virðisbræva-
vinningar.
Konklusiónin er
positiv
Tikið samanum, kann sig-
ast soleiðis sum Politiken
tekur til 14. september:
"Hvad enten det drejer sig
om den økonomiske vækst,
arbejdsløsheden, inflation-
en, betalingsbalancen eller
de offentlige financer, klar-
er Danmark sig bedre end
eurolandene."
Danski
búskapurin
"strutter af sundhed"
í
løtuni, sum Politiken tekur
til.
Keldur:
- Nordea: Markets, Økonomisk
Perspektiv september 2005
<http://www.nordea.com>
- Danske Bank: Skandinavisk
økonomi august 2005, Danmark
<http://danskeanalyse.danskebank
.dk>
- ae-rådet, MikkelBaadsgaard:
Indkomstuligheden stiger
fortsat, 29. august 2005-09-19
<http://www.ae-
dk.dk/dokument/analyse/nyea/aug
05/indkomstfordeling2003.pdf>
- Lars O. Løcke: Nordea spår
ultralav rente et år mere.
Politiken 14. sept. 2005
Danski búskapurin hevur tað fínt, hóast
globalisering og høgar oljuprísir