mikudagur 21. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 • mikudagur • 21. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
TB skal spæla
á Mølini í dag
Tvørámenn ætlaðu
sær frá húsum í
gjárkvøldið, tí FSF
hevur gjørt av, at
útsetti landskapp-
ingardysturin mill-
um EB/Streym og
TB skal spælast
klokkan fýra seinna-
partin í dag
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Dysturin skal spælast í
hesi vikuni. Tað vóru boð-
ini, eftir at Lassin Isaksen
sunnudagin í ótýdligum
heystarveðri á Mølini
hevði gjørt av, at tað ikki
bar til at halda fram at
spæla. Tá var dysturin
tveir minuttir gamal.
Fyrrapartin í gjár fingu
EB/Streymur og TB og
Lassin Isaksen boð frá
FSF skrivstovuni, sum
sigur, at dysturin skal
spælast mikudagin 21.
september klokkan 16.00.
Tað við øðrum orðum
siga, at TB spælararnir
skulu norður í seinasta
lagið í morgun, men tá ið
boðini vóru komin suður
fyrrapartin í gjár varð
roknað við, at teir flestu
skuldu fara norður í
gjárkvøldið.
- Útspælið var, at dyst-
urin skuldi spælast klokk-
an
17.15
mikudagin.
Sjálvandi ber tað til at
fara norður mikumorgun-
in, men tað er ikki opti-
malt. Fyritreytirnar eru
betri, um vit fara norður
dagin fyri. Um dysturin
so hevði verið klokkan
17.15, so høvdu vit verið
við hús aftur hósdagin
klokkan 15. Tað vil siga,
at
tveir
arbeiðsdagar
høvdu farið. Nú er tíbetur
avgjørt, at dysturin verður
klokkan 16. So sleppa vit
suður aftur mikukvøldið,
siga teir í TB.
Á Tvøroyri liva teir
framvegis í vónini um, at
tað skal eydnast at bjarga
lívinum í bestu deildini,
hóast tað ikki sær nakað
serligt út.
- Vit vóna, at vit fáa stig
suður aftur við. Men heilt
avgerandi lykladystirnir
eru teir, sum vit skulu
spæla móti hinum botn-
liðunum.
Sunnudagin
kemur GÍ at vitja. Tá nytt-
ar einki annað enn full úr-
tøka hjá okkum. Um tað
eydnast, so verður fram-
vegis vón, tí vit skulu eis-
ini spæla móti VB og ÍF,
verður sagt av Tvøroyri.
Jon Johannesen er leik-
bannaður, og Dan Mort-
ensen verður heldur ikki
við í dag. Hann er vødda-
skaddur, og hann verður
heldur ikki við móti GÍ.
Tað verður Jon heldur
ikki. Leikbannið hjá hon-
um er í tríggjar dystir.
Útreiðslurnar hjá TB í
sambandi við ferðirnar
norður um liggja um einar
6-8 túsund krónur hvørja
ferð. Tí vóna teir inniliga,
at tað fer at bera til at
spæla í dag. Veðurvánir-
nar hava ikki verið nakað
serligar, men nú fæst at
síggja.
Á Mølini vandu teir
mánakvøldið í silvitni. Í
gjár var veðrið gott at
spæla fótbólt í, og teir
vóna, at tað fer at bera til
í dag, hóast veðurvánirnar
í gjár ikki søgdu frá besta
veðri.
Í EB/Streymi rokna teir
við sera torførari uppgávu
seinnapartin í dag.
- TB spælir fyri lívin-
um, og tí verður tað tor-
ført, hóast tað hjá okkum
hevur hilnast væl nógvu
tær seinastu ferðirnar. ÍF
avrikið í Gundadali móti
B36 staðfesti, at tað fram-
vegis er soleiðis, at einki
er givið frammanundan,
staðfesta teir í EB/-
Streymi.
Hans Pauli Samuelsen
gongur við brotnum beini,
og Knút Vesturtún er
framvegis
ikki
tøkur.
Annars eru allir hinir hjá
EB/Streymi til reiðar at
stríðast fyri sigrinum í
dag.
Mánakvøldið
tapti Start í
Bergen, og nú er
alneyðugt at
vinna
toppuppgerðina,
sum verður í
Kristiansand
sunnukvøldið
NOREG
Jóannes Hansen
Tað gongur ikki so væl hjá
Start Kristiansand, sum tað
gjørdi undan summarsteðg-
inum. Mánakvøldið taptu
teir 1-0 í Bergen móti
Brann. Todi Jónsson var
bara á vøllinum seinastu
knappliga 20 minuttirnar.
Todi heldur seg sjálvan at
vera nóg væl fyri at spæla.
Síðani landsliðsferðina í
Frakland og skaðan, sum
helt honum burtur frá venj-
ing í nakrar dagar, so hevur
Todi vant við fullari ferð
síðani næstsíðsta fríggja-
dag. Men Start venjarin,
Tom Nordlie, segði undan
uppgerðini í Bergen, at
hann hevði tikið avgerð
um, at Todi skuldi var á
beinkinum, tí hann ikki
rættuliga var komin fyri seg
aftur.
Hóast Start heilt víst ikki
hevur ráð at hugsa um
annað enn fyrstu uppgáv-
una, sum stendur fyri
framman, so kann tað
kanska hugsast, at tað fyri
venjaran er heilt avgerandi,
at Todi verður førur fyri at
spæla næsta sunnudag. Tá
verða
meistaramøgu-
leikarnir hjá Start av-
gjørdir. Tað er einki
sum eitur. Um Start
ikki á heimavølli
fær fulla úrtøku
móti oddaliðn-
um
Våler-
enga,
so
v e r ð u r
N
M
m ø g u -
l e i k i n
burtur.
Start hevði
m ø g u l e i k a
mánakvøldið at
styrkja um sína
støðu sammett við
høvuðsstaðarliðið.
Sunnudagin megnaði
Vålerenga ikki meiri
enn málleysan javnleik
á
heimavølli
móti
Lillestrøm. Men Start
tók ikki av. Teir taptu
1-0 mánakvøldið, og
teir spældu ikki væl.
Brann hevði leik-
liga yvirvág alla
tíðina. Teir høvdu
fleiri góðar møgu-
leikar at gera mál,
og um Start ikki
hevði havt so
stinnan mál-
verja,
so
høvdu
teir
tapt við fleiri
málum. Málið
kom í 54. min-
utti. Eftir horna
úr høgru varð
stútað innfyri aftur úr
vinstru, og so varð bólturin
heilfluktaður í málið.
Start var í 4-3-3 uppstill-
ing, ella er tað rættari at
siga, at talan var um 4-5-1
uppstilling. Teir báðir í
borðunum luttóku nógv í
verjupartinum,
og mið-
framherjin,
Bala Garba,
var fyri tað
m e s t a
einsamallur á toppinum.
Luturin hjá honum var at
renna eftir bóltinum, eftir at
langar
sendingar
vórðu
lagdar fram á vøllin, og tað
var einki serliga hugalig
uppgáva at hava.
Todi loysti Bala Garba
av. Ta løtuna, tá ið Todi var
á vøllinum, royndi Start at
flyta fólkið longri fram í
roynd at vinna eitt mál og
harvið eisini eitt stig.
Onkra ferðina var um repp-
ið, at tað eydnaðist Toda at
bróta ígjøgnum, men tað
kom einki mál afturat.
- Nú skulu vit vinna
sunnukvøldið á heimavølli
móti Vålerenga. Um tað
ikki eydnast, so hava teir so
at siga tryggjað sær meist-
araheitið, staðfestir Start
venjarin Tom Nordlie.
Hjá trettan falda meist-
araliðnum, Rosenborg úr
Tróndheimi, gongur alt
annað enn væl í landskapp-
ingini. Mitt í síðstu viku
vunnu teir í europeisku
meistarakappingini á úti-
vølli í Grikkalandi. Talan
var um framúr avrik. Leyg-
ardagin spældu teir á úti-
vølli í Molde. Heima-
liðið vann 4-1, og
harvið er Rosenborg
á triði aftasta pláss-
inum. Vandin er stór-
ur fyri, at Rosenborg
skal flyta niður, og í
norskum fjølmiðlum
verður tað mett sum
veruligur møguleiki, at
tað skal koma har til.
Meistararnir eru
púra fyri ong-
um.
V i k i n g
S t a v -
anger
hevði
í
vikuskiftinum
møguleika at blanda seg
upp í meistarastríðið, men
teir taptu 1-0 í Skien móti
Odd. Lyn tapti 1-0 móti
HamKam, og tað vil siga,
at einki av fimm teimum
ovastu á talvuni fekk fulla
úrtøku.
Niðanfyri Rosenborg eru
Bodø og Aalesund, sum í
innanhýsis uppgerð í Aale-
sund spældu 1-1. Tromsø,
ið hevur sama stigatal sum
Rosenborg, vann 2-0 á
Fredrikstad, sum tað hevur
gingið heilt illa hjá síðani
summarsteðgin.
Toppuppgerðin sunnu-
kvøldið
í
Kristiansand
verður at síggja á NRK1
rásini.
Norska Elituserian
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 Våleranga
21
13 - 5 - 3
38
19
19
44
2 Start
21
12 - 5 - 4
37
23
14
41
3 Viking
21
11 - 4 - 6
32
26
6
37
4 Lillestrøm
21
11 - 4 - 6
31
25
6
37
5 Lyn Oslo
21
9 - 7 - 5
28
19
9
34
6 Brann
21
9 - 5 - 7
37
23
14
32
7 Odd Grenland
21
9 - 3 - 9
22
35
-13
30
8 HamarKam
21
7 - 4 - 10
24
29
-5
25
9 Molde
21
7 - 3 - 11
32
40
-8
24
10 Fredrikstad
21
6 - 5 - 10
27
36
-9
23
11 Tromsø
21
4 - 9 - 8
23
27
-4
21
12 Rosenborg
21
6 - 3 - 12
34
40
-6
21
13 Bodø/Glimt
21
5 - 5 - 11
25
34
-9
20
14 Aalesund
21
3 - 8 - 10
19
33
-14
17
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (Start)
Tað er tungt hjá Toda
Sunnukvøldið verður toppuppgerð í norsku tippeliguni, tá Todi og Start á
heimavølli taka ímóti Vålerenga