hósdagur 22. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 180 - 22. september 2005
Týsdagin var málara-
meistarin, Henning
Sørensen av Argjum í
ferð við at leggja
seinastu hondina á
málingina av Húsa
kirkju. Hóast skift-
andi veður, so hevur
arbeiðið gingið sum
ætlað. – Tað hevur
altíð verið ein síða við
lívd, sigur hann
KIRKJUR
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Húsar: Á mongum støðum
telist kirkjan millum teir
vakrastu bygningarnar í
bygdini.
Nógvastaðni eru fólk
eisini sera glað fyri kirkj-
una, og eru tí íðin eftir at
ganga kirkjugøtuna hvørja
ferð, kirkjuklokkan kallar
til gudstænastu.
Kirkjurnar eru ofta vak-
urt prýddar innan, og uttan-
fyri verður eisini gjørt eitt
stórt arbeiði fyri at halda
økið og kirkjugarðin í góð-
um standi.
Eisini á Húsum eru fólk
glað fyri kirkjuna, og tað
hava tey eisini alla orsøk
til: Tí henda kirkjan er
sjáldsama vøkur á at líta, og
stendur sum eitt vakurt
prýði miðskeiðis í bygdini.
Men sum við øllum tí sum
stendur úti alt árið, so hevur
hesin bygningurin eisini
tørv á at haldast viðlíka.
Hóast boðskapurin, ið boð-
aður verður, ikki slítist av
tíðarinnar tonn, so ger
bygningurin sjálvur kortini
tað.
Fyri nøkrum árum síðani
varð kirkjan málað innan,
og nú var so túrurin komin
til at mála hana uttan. Og
tað arbeiðið er so liðugt á
hesum sinni.
Spírar
Fyrrapartin týsdagin var
Henning Sørensen í ferð
við ta myrkareyðu máling-
ina.
Arbeiðið byrjaði annars
mánadagin í farnu viku, og
hevur verið arbeitt hvønn
dag síðani tá – líka til týs-
dagin, tá arbeiðið skuldi
verða liðugt eftir ætlan.
- Eg ætli mær so at verða
liðugur í dag, men kanska
verður tað ikki fyrrenn í
morgin (mikudagin), sigur
Henning
Sørensen
við
Sosialin.
Tá teir byrjaðu at arbeiða
í farnu viku var lagt til
brots á fleiri støðum sam-
stundis, millum annað við
at mála takið á kirkjuni.
Júst hetta við takinum er
ein rættiliga serstøk upp-
gáva, tí tornið er vakurt
prýtt við fleiri smærri spír-
um.
Alt hetta kundi eisini væl
lata seg gera, tí tá vóru teir
fýra mans til arbeiðis.
Men týsdagin var so bara
Henning sjálvur eftir og
legði hond á seinasta ar-
beiðið.
Árstíð við vindi
Um vikuskiftið kom rætti-
liga fitt av regni niður, men
hetta hevur kortini ikki
forðað arbeiðinum við at
mála Húsa kirkju.
Teir arbeiddu ikki um
vikuskiftið, men hava ann-
ars verið hepnir við veðrin-
um, hóast heystið er væl á
veg.
- Hóast árstíðina, so hev-
ur tað altíð verið ein síða
við lívd fyri vindi, meðan
vit málaðu, sigur Henning.
Hinvegin, so hevur hetta
við vætuni í luftini júst ver-
ið ein fyrimunur hjá málar-
unum.
Kirkjan er nevniliga mál-
að við kálki, og tí er best
um tað er eitt ávíst vætu-
innihald í luftini. Á henda
hátt harðnar tað skjótari.
Hinvegin so eru vindeyg-
uni úr træi, og tá tey skulu
málast, so krevst sjálvandi
turt veður. Og hetta hevur
eisini eydnast teimum at
fáa málað hesa seinastu
vikuna.
Vøkur sjón
Kirkjan á Húsum er nú
vorðin so kritahvít við eini
myrkareyðari grund.
Uppmóti tí bláa himmal-
inum er hon ein sera vøkur
sjón, og nú hon er vorðin
nýmálað er hon veruliga
eitt prýði fyri bygdina.
Sjálvur heldur Henning,
at kálkmálingin er vøkur –
ja, sera vøkur.
Tað er næstan soleiðis, at
henda kálkmálingin hoyrir
til eina slíka kirkju.
Í øllum førum er greitt, at
Húsa kirkja tekur seg væl
út, nú hon er vorðin nýmál-
að uttan.
Veðurlagið ávirkar
Eins og aðrir bygningar so
hevur Húsa kirkja eisini
tørv á at verða hildin við-
líka við jøvnum millum-
bilum.
Seinast kirkjan varð mál
var í seinnu helvt av áttati-
árunum, eisini av Henningi
Sørensen. Nú var so tíðin
komin til at gera hetta av
nýggjum.
Hóast væl verður málað
av góðum málara og góðsk-
an á málingini er góð, so
heldur málingin ikki longur
enn eitt vist – heldur ikki
kálkmálingin.
Í okkara veðurlagi kann
ein slík máling halda
kanska í eini fimm ár,
onkustaðni helst nakað
longri. Men í Danmark er
haldbærið hjá slíkari mál-
ing nógv longri.
- Men tað er eisini hvør
sítt veðurlag, vit tosa um,
sigur Henning.
Eitt nýmálað prýði fyri bygdina
Størri arbeiði bíða
Hóast nógvar kirkjur eru í Føroyum, so er eingin
málara+meistari sum hevur hetta sum sína sergrein.
Allir eru førir fyri at mála hesar kirkjur, og Henning
Sørensen hevur eisini sjálvur málað fleiri aðrar kirkjur
enn hesa á Húsum.
Nú Henning er vorðin liðugur við Húsa kirkju liggja
onnur størri arbeiði fyri framman.
Millum hesi arbeiðini eru partar av nýbyggingini av
Landssjúkrahúsinum og tann nýggja tannlæknastovan
sum verður bygd á Óðinshædd í Havn.
Henning Sørensen málaði
kirkjuna seinast – og er júst
við at leggja seinastu
hondina á málingina á
hesum sinni