hósdagur 22. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 22. september 2005
3
Í sambandi við al-
tjóða vinnuráðstevn-
una Faroexpo 2005,
sum verður í Runavík
síðst í komandi mán-
að, skipar Runavíkar
kommuna fyri ment-
anarviku somu dagar
MENTAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit nakað um skránna fyri
altjóða vinnuráðstevnuna,
sum verður í Runavík um
ein góðan mánað. Tá ið
stigtakararnir til ráðstevn-
una fóru í gongd við fyri-
reikingarnar, var tað skjótt,
at Runavíkar Kommuna lá
framvið, og kommunan
hevur gjørt av at gera eina
mentanarviku í sambandi
við ráðstevnuna.
Størri uppliving til
borgararnar
Rodmund Nielsen, borgar-
stjóri í Runavíkar komm-
unu, sigur, at kommunan
tók stig til mentanarvikuna,
tá ið teir frættu um ráð-
stevnuna, og at mentanar-
tiltøkini verða gjørdi fyri at
gera karmarnar kring Faro-
expo eitt sindur meiri
litríka.
- Vit skipa fyri hesi ment-
anarvikuni,
soleiðis
at
borgararnir í Eysturoynni
fáa eina enn størri uppliv-
ing burtur úr hesi ráðstevn-
uni, og á henda hátt royna
vit at seta okkara dám á
Faroexpo, sigur Rodmund-
ur Nielsen.
Borgarstjórin greiðir frá,
at kommunan í sambandi
við mentanarvikuna hevur
boðið fleiri listarfólkum úr
vinarbýunum hjá Runavík
at koma til Føroya at sýna
fram, spæla tónleik ella
hvat, ið tey nú einaferð
fáast við.
- Vit royna at fáa so
breiða umboðan sum gjør-
ligt, men tá ið tú fæst við
mentanartiltøk, tekur tað
altíð langa tíð at fáa
skránna endaliga upp á
pláss, og soleiðis er eisini í
hesum førinum, sigur Rod-
mund Nielsen. Hann sigur,
at ein fyribilsskrá er gjørd,
men tað legst allatíðina
afturat, og endaliga skráin
verður neyvan tøk fyrr enn
beint undan vikuni.
Millum tey tiltøk, ið tó
eru fastløgd fyri mentanar-
vikuna, eru eitt nú máln-
ingaframsýning, útisjón-
leikur og klassisk konsert.
Umráðandi við
virknum vinnulívi
Tað er Eysturoyar Vinnufe-
lag, ið hevur tikið stig til
Faroexpo 2005, og borgar-
stjórin í Runavíkar komm-
unu fegnast um, at slík stig
verða tikin:
- Tað at vinnulívið setur
fokus á samstarvsmøgu-
leikar í sambandi við útflut-
ning, tulki eg sum eitt seri-
øst útspæl frá vinnulívinum
um at koma víðari í menn-
ingini, og tað haldi eg er at
fegnas um, sigur Rodmund
Nielsen.
Borgarstjórin sigur, at
týdningurin av einum virk-
num vinnulívi er ovurhonds
stórur, og í Eysturoynni
hava tey fleiri dømi um, at
fyritøkur hava sligið seg
saman um okkurt arbeiði,
soleiðis at tað ikki er glopp-
ið teimum av hondum.
Hesar seinastu vikurnar
hevur rættuliga nógv
fólk ferðast við Norr-
ønu samanborið við
undanfarin ár, og á
Smyril Line vænta tey
eisini nógv ferðafólk
bæði í heystfrítíðini og
um jólini
FERÐAFÓLKA-
FLUTNINGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ár ið í ár sær út til at eydn-
ast væl hjá Smyril Line.
Herfyri kunngjørdi felagið,
at ferðafólkatalið í summar
var um 16 prosent hægri
enn í fjør, og hagtølini fyri
hesar seinastu túrarnar hjá
Norrønu hava somuleiðis
verið stak góð.
Tað sær gott út
Áki Jespersen, deildarleið-
ari á skipsdeildini hjá
Smyril Line, sigur, at tað
sær gott út fyri hesa ársins
tíð.
- Mánadagin komu sløk
700 fólk hendan vegin við
skipinum, og tá ið hon fer
til Danmarkar seinni í
vikuni, fer ferðafólkatalið
at tátta í 600, greiðir Áki
Jespersen frá.
Hann sigur, at hetta eru
rættuliga góð tøl fyri sep-
tembur mánað. Somuleiðis
sigur Áki Jespersen, at
onkur annar túrur fyrr í
hesum mánaðinum hevur
roynst enn betur, og tá
hevur ferðafólkatalið næst-
an verið uppi á 1000 fólk-
um, og tað er óvanliga gott.
Komandi leygardag, tá
ið Norrøna kemur til Dan-
markar, fer hon á sleipi-
støð, tí at stabilisatorararnir
skulu
umvælast. Tískil
verður eingin ferðafólka-
sigling í døgunum frá 24.
septembur til 1. oktobur, tá
ið Norrøna er liðugt um-
væld.
Smyril Line hevur eisini
nøkur serlig tilboð í vetrar-
hálvarínum, sum fleiri úti-
setar ivaleyst fara at gera
sær dælt av á jólum. Til ber
nevnliga at koma aftur og
fram millum Danmark og
Føroyar fyri einans 500
krónur, og tað enntá í ein-
um av betru kømurunum,
um tú bíleggur tær ferða-
seðilin í góðari tíð.
Áki Jespersen sigur, at
ongar kamarstreytir eru í
sambandi við tilboðið, og tí
kanst tú, um tú bíleggur
pláss tíðliga, kanska fá
pláss í einum tvey-mans
kamari við kúgveyga og
kuldaskápi.
Ivaleyst
er
hetta eitt tilboð, sum kemur
væl við hjá fleiri av ungu
føroyingunum, ið eru uttan-
lands í lestarørindum, og
sum ætla sær heim á jólum.
Søkt verður eftir flogskiparum til flogførini
hjá Atlantic Airways.
Krøv
Umsøkjarar skulu hava Commercial Pilot
License (CPL), hava staðið prógv til Airline
Transport Pilot License (ATPL) og Instrument
Rating Multi Engine (IRME).
Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum
skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10.
oktober 2005. Nærri upplýsingar kunnu fáast
hjá Hans Hansen, flogovasta, á tlf. 21 31 72
ella e-mail: hans@atlantic.fo.
Umsókn skal sendast til Atlantic Airways, att.
Hans Hansen, Vága floghavn, 380 Sørvágur.
Flogskiparar til Atlantic Airways
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági.
Umleið 140 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi
umsetningurin var 234 milliónir krónur í 2004. Atlantic Airways hevur
fýra flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja
rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalond-
unum Onglandi, Skotlandi, Íslandi og Noregi. Virksemið veksur í
øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr
útlondum. Tyrlurnar røkja ferðasamband til útoyggjarnar, og
bjargingartyrlan stendur á varðhaldi alt samdøgrið.
www.flyfaroe.com
Mentanarvika
í Runavík
Nógv fólk við Norrönu
Rodmund Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, sigur, at
kommunan hevur skipað fyri
mentarnarvikuni í eini
roynd at gera karmarnar
kring Faroexpo 2005 meiri
litríkar.
savnsmynd
Rættuliga nógv fólk hevur ferðast við Norrønu seinastu túrarnar, septembur mánaði hevur
roynst stak væl í mun til undanfarin ár. Komandi leygardag fer Norrøna á sleipistøð í
Danmark at umvæla stabilisatorararnar, og tí verður eingin sigling í eina viku.
savnsmynd