Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 180 - 22. september 2005 Samráðingarnar ímillum Starvs- mannafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru byrjar, men formað- urin í Starvsmanna- felagnum væntar, at tað verður torført SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sáttmálasamráðingarnar ímillum Starvsmannafelag- ið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála, eru byrj- aðar. Nakrir fundir hava verið og hildið verður fram kom- andi dagarnar. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum sigur, at enn eru tey ongan veg komin, men hann sigur, at samráðst verður í einum positivum anda. Kortini væntar hann, at samráðingarnar verða tor- førar. Vil ikki siga so nógv um samráðingarnar, ella, hvat Starvsmannafelagið hevur kravt. – Men vit kenna øll út- spælið frá landsstýrinum og tað er, at ongin lønarhækk- ing skal vera. Samstundis hevur lands- stýrið boðað frá, at einhvør lønarhækking skal takast inn aftur við sparingum, tí útreiðslurnar til lønir skulu ikki hækka á komandi fíggjarlóg. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at undir slíkum umstøð- um verður tað torført at koma til eitt úrslit, tí skal lønin standa í stað, merkir tað í veruleikanum, at keypiorkan lækkar av tí at prísirnir fara uppeftir alla tíðina. Sostatt merkir tað at løn- in ikki skal hækka í veru- leikanum at lønin lækkar og tað hevur Starvsmanna- felagið ongan hug til at góðtaka. Landsstýrið boðaði eisini frá, at peningur fer ikki at verða settur av á fíggjarlóg- ini fyri næsta ár til møgu- ligar lønarhækkingar. Men tað órógvar ikki for- mannin í Starvsmannafel- agnum. – Tað plagar lansstýrið ongantíð at gera, so tað er ikki øðrvísi enn vanligt, sigur hann. Landsstýrið hevur øll árini sagt, at verður ein ávís upphædd sett av á fíggjar- lógini til lønarhækkingar kann tað fatast sum ein ábending tilfakfeløgin um, hvat Landsstýrið er til reið- ar at góðtaka av lønarhækk- ingum. Tað verður torført at koma til eitt úrslit Smyril, sum nú er í sigling, verður torfør- ur at selja, sigur stjór- in á Strandferðsluni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin verður nýggja suðuroyarferjan doypt, har hon verður smíðað á skipa- smiðjuni í Spania. Men tað er ikki tað stóra dulsmálið, at hon fær navn- ið Smyril. Tað ber ikki til at Strand- ferðslan skal hava tvey skip, sum eita Smyril. Tað merkir tískil, at Smyril, sum nú siglur, má broyta navn. Og tað skuldi hann gera í gjár, ella kanska í dag. Sostatt fer Smyril, sum nú siglur, at fáa eitt eitttal afturat navninum og kemur hereftir at eita "Smyril 1". Tá ið nýggi Smyril er komin í sigling, verður Smyril 1, lagdur og ætlanin er síðani at selja hann. Landsstýrið hevur fyrr boðað frá, at miðað verður eftir at fáa eina millión amerikanskar dollarar fyri Smyril 1. Tað eru góðar seks milliónir krónur. Men Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsuni, ásannar, at hann verður trupul at selja yvirhøvur og tíansheldur fyri góðar seks milliónir. Smyril 1 er gamal og illa slitin. Samstundis er oljan dýrkað nógv seinastu tíðina og tað ger alt samalt, at hann verður ógvuliga trupul at selja, í hvussu so er vissi hann skal lúka tey krøv, sum verða sett til ferðamannaskip um okkara leiðir. Hann sigur, at í løtuni eru ongar samráðingar um at selja Smyril 1. Tað hava verið nakrir fyrispurningar úr øðrum pørtum í verðini og onkrir av hesum fyrispurningum hava eisini ført til samráð- ingar. Men allar hesar samráð- ingar eru dotnar niðurfyri aftur, tí teir áhugaðu keyp- ararnir hava tikið seg aftur og í løtuni er ongin at sam- ráðast við, sigur stjórin á Strandferðsluni. Ì morgin og leygar- dagin verða ymisk tiltøk í svimjihøllini og í skúlanum, nú Vágs Svimjifelag fyllir 25 ár SVIMJING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágs Svimjifelag fyllir 25 ár í ár. Í tí samband, verða ymisk tiltøk í svimjihøllina í morgin og leygardagin. Svimjararnir hjá felagn- um fara at royna at svimja so langt sum gjørligt í eitt døgn. Tað skal alla tíðina verða ein svimjari í gongd og svimjarar í øllum aldri verða við. Hvør svimjari svimur so langt sum hann klárar í einar 10 minuttir og hvílir seg síðani til hann eigur tørn aftur. Hendan svimjingin verður skipað sum stuðulssvimjing, har virki, stovnar og privat kunna stuðla við eini ávís- ari upphædd fyri hvønn Kilometur, sum svomið verður. Leygarmorgunin klokk- an 10 verður móttøka í svimjihøllini og skúla- aulini, har Vágs Svimji-fel- ag er vertur og har verður okkurt fyri bæði børn og vaksin. Ein framsýning av gomlum myndum og grein- um er eisini á skránni. Leygarmorgun ímillum kl. 8 og 12 er ætlanin at gamlir svimjarar í felagn- um eisini skulu taka lut í 24-tíma svimjingini, eini 5 - 10 min. í part og felagið kundi tí hugsa sær at sæð so nógvar gamlar svimjarar sum gjørligt um at koma í høllina leygarmorgunin og hava svimjiklæði við. Komið fyri seg aftur Tað var Jens Chr. Morten- sen sum tók stig til at stovna felagið saman við øðrum tann 9. september í 1980. Vágs skúli hevði fingið svimjihøll árið fyri og tað hildu tey vera eitt gott høvi at stovna svimji- felag. Vágbingar fingu tá landsins bestu venjingar- umstøður, við snøggu og sera góðu svimjihøllini við hyli uppá 25 metrar. Felagið fótaði sær skjótt, og var frá 1982-90 millum tey sterkastu í landinum. Men frá 1991 til 1997 lá tað mestsum í dvala, men kom so fyri seg aftur. Síðani hevur tað gingið upp og niður, men tá Johan Martin Poulsen varð settur sum venjari seinasta heyst, kom rættulig vend í: Fyrstaliðið hevur tikið seg nógv fram, og fingið svimjarar í lands- liðs-hópin. Og ímillum tey yngru er eisini veruliga farið at blóma, tí har hevur stór tilgong hevur verið, og venjingin er væl skipað, sigur felagið. Smyril fær nú eitt eitttal afturat navninum Gunnleivur Dalsgarð sigur, at samráðingarandin er positivur, men hann væntar, at tað verður torført at koma til semju Smyril, sum nú siglur, fær nú navnabroyting. Ætlanin er at selja hann, men fyribils er lítil og ongin áhugi fyri at keypa Svimifelagið í Vági hátíðarheldur 25 ára føðingardagin