hósdagur 22. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjakvøldið 23. sep-
tember verður kafékvøld
við GoGoBlues í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn. Hetta vikuskiftið er
bluesfestivalur í Keyp-
mannahavn og spælt verð-
ur á átjan ymiskum
pallum við einum skara av
framúr góðum blues tón-
leikarum
KAFÉKVØLD
GogoBlues, sum vann Prix
Føroyar 2005, er mannað
við Una Reinert Debess,
vocalur og guitari, Arnhold
Ludvig, bass og Rógva á
Rógvu, trummur. Bassist-
urin og trummuslárin vóru
mettir at vera teir bestu í
Atlantic Music Event í ár.
GoGoBlues hevur nýliga
verið í Kanada og ferðast
eisini í Norðanlondum. Nú
teljast teir við í blues-
festivalinum í Keypmanna-
havn. Dyrnar i Føroyahús-
inum lata upp kl. 21 og
opið er til kl. 01. Atgongu-
merki er einans 40 kr. Sí
eisini copenhagenbluesfestival.dk
Stuðul til New
Orleans, sum var
fyri vanlagnu
Vit hava sæð og hoyrt um ta
øðiligu skaðaódnina, sum
rakti stórbýin New Orleans
og tók túsundtals fólk av
fótum. Í býnum hevur verið
sera fjølbroytt og týdning-
armikið tónleikalív, sum
fólk víða um í heimi hava
frøtt seg um og tikið eftir.
Eisini nógv av hesum virk-
semi er meint rakt. Tí er av-
gjørt at skipa fyri stuðuls-
konsert í Vega til frama fyri
hesi tónlistafólk. Tað er
bólkurin SP Just Frost, sum
hevur valt at gera teirra
konsert um teimum í New
Orleans til frama. Har vera
fleiri aðrir bólkar eisini á
palli.
Bluesfestivalurin í Keyp-
mannahavn ætlar eisini at
stuðla við at fáa fólk á yms-
an hátt at lata nakrar krón-
ur, meðan festivalurin er. -
Vit í Føroyahúsinum vilja
fegin taka undir við hesum.
Heitt verður tí á tey, sum
koma til kafékvøldið, um at
lata meira enn kr. 40 í at-
gongumerki. Eisini fer kr. 5
av hvørji fløsku, sum verð-
ur seld kafékvøldið.
Hetta ger kanska ikki
stóran mun. Tí verður eisini
høvi frá 20. - 27. septembur
hjá øllum, sum koma inn á
gólvið, at lata nakrar krón-
ur til endamálið. Peningur-
in verður latin til Christian
Unity Church, har Dwight
Webster er prestur og hevur
alstóran týdning fyri tón-
listalívið í býnum.
Nú er gongd
komin á aftur
Um summarið er friðarligt.
Eftir væl eydnaða ólavsøku
var aftur ein steðgur, men
frá 25. august hevur verið
gongd á aftur. Fótatraðk
skipaði fyri frálíkum dansi
við fullum húsi 3. septemb-
er og Eyðun Nolsøe var
"unplugged" á væl vitjað-
um kafékvøldið. Týsdags-
døgverðarnir mennast aftur
og ymist er til dagdvølju
eftir matin. Fyrsta týsdag í
hvørjum mánað er bingo.
Stundum eru fyrilestrar/
frásagnir sum nú týsdagin
27. septembur, tá ið Anja
Holtze heldur fyrilestur um
zonuterapi.
Mong gleða seg til at
síggja Harkaliðið á palli her
8. oktobur. Annað stórt til-
tak verður mentanarnáttin
14. oktobur, har vit m.a.
skula hava alskyns fisk á
skránni. Men eisini verður
mótaframsýning, føroyskur
dansur, sangur og upplest-
ur.
Í septembur hevur Selma
Mikladal listaframsýning,
sum er sera væl umtókt av
fólki. Selma, sum er úr
Klaksvík og arbeiðir á
Ríkissjúkrahúsinum,
er
sjálvlærd listakvinna. Tí
varð hon rættiliga bilsin at
síggja, hvussu fegin fólk
vóru um myndir hennara.
Á 1. hædd er framsýning-
in við brúdleypsferð til Før-
oya í 1938. Hendan fram-
sýning hongur til 24. sep-
tember.
Feløgini í húsinum eru
eisini komin í gongd aftur:
Fótatraðk, Húsakórið, Talv-
felagið, Kvinnufelagið og
MFS, sum skipar fyri lest-
rardegi leygardagin 24.
september og hugnakvøldi
fríggjakvøldið 30. sep-
tember.
Meira at vita um
Føroyahúsið
Húsið, sum síðani 1993
hevur ligið á Vesterbrogade
17 A, er dagliga opið kl. 14
- 18. Á heimasíðuni hjá
húsinum ber til at fáa
mangt at vita um húsið og
feløgini har. Heimasíðan
eitur www.faroehouse.dk
<http://www.faroehouse.dk
/> . Hvørja viku verða tíð-
indi eisini send við maili.
Yvir 1000 fólk eru á hesum
maillista. Tað ber til at seta
seg á hendan listan á forsíð-
uni á heimasíðuni. Húsið
hevur eisini ein faldara við
skránni fyri hvønn mánað.
Nr. 180 - 22. september 2005
5
Viðareiðis kommuna
noktar at gjalda
Klaksvíkar kommunu
pengar fyri eitt eldri
fólk, sum býr á Sam-
býlinum á Heygnum í
Klaksvík. Sosiala
nevnd vil nú gera
fasta mannagongd
fyri, hvussu tað skal
farast fram, tá ið eldri
fólk úr øðrum
kommunum fáa pláss
á sambýli í Klaksvík
ELDRAØKIÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvíkar kommuna og
Viðareiðis kommuna eru
ósamdar um, hvør skal
gjalda fyri eitt eldri fólk av
Viðareiði,
sum
býr
á
sambýlinum á Heygnum í
Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna tók
stig til byggingina av sam-
býlinum og eldraíbúðun-
um, sum eisini eru í
grannalagnum, og Klaks-
víkar kommuna heldur, at
Viðareiðis kommuna eigur
at gjalda ein part av gjald-
inum fyri fólkið av Viðar-
eiði.
Vanliga gjalda fólk sjálvi
eitt ávíst gjald fyri at búgva
á sambýlinum, og restina
av kostnaðinum stendur
Klaksvíkar kommuna fyri.
Viðareiðis
kommuna
heldur, at eldraøkið er ein
landsuppgáva, og tí skal
rokningin sendast til lands-
myndugleikarnar.
Gera mannagongd
Sosiala nevnd hjá Klaks-
víkar kommunu hevur við-
gjørt málið, og har hava tey
gjørt av, at fastar manna-
gongdir skulu gerast fyri,
hvussu tað skal farast fram,
tá ið eldri fólk úr øðrum
kommunum fáa pláss í
Klaksvíkar kommunu.
– Vit hava havt fólk úr
øðrum kommunum enn
Viðareiðis kommunu á
sambýli í Klaksvík, og tá
hevur eingin trupulleiki
verið. Nú hevur eitt ítøki-
ligt mál stungið seg upp,
har
kommunurnar
eru
ósamdar, og so halda vit, at
tað er best at gera greiðar
mannagongdir á økinum,
sigur Jórun Høgnesen, for-
kvinna í Sosialu nevnd hjá
Klaksvíkar kommunu.
Harvið verða treytirnar
fyri plássum á eitt nú sam-
býli í Klaksvíkar kommunu
gjørdar púra greiðar fyri
øðrum kommunum, áðrenn
fólkini sleppa inn.
Verður búgvandi
Sosiala nevnd hjá Klaks-
víkar kommunu ætlar sær
at taka ein fund við Viðar-
eiðis kommunu um málið,
men tað stendur púra fast,
at fólkið av Viðareiði slepp-
ur framhaldandi at búgva á
Sambýlinum á Heygnum.
– Vit fara als ikki at
órógva fólkið ella tey av-
varðandi, og eingin verður
koyrdur út. Men tað er best
fyri bæði okkum og aðrar
kommunur, at treytirnar
fyri hesum plássum eru
greiðar, og tí skulu vit gera
eina mannagongd, sigur
Jórun Høgnesen, forkvinna
í Sosialu nevnd.
Stóru nevndirnar hjá
Klaksvíkar kommunu
eru nú farnar undir at
gera ætlarnarskjal
fyri sítt øki. Hesi skjøl
skulu hava við sær, at
nevndirnar arbeiða
meira miðvíst fram
ímóti nøkrum mál-
um, sigur borgar-
stjórin
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú skulu stóru nevndirnar
hjá Klaksvíkar kommunu
seta sær greiðari mál og
málsetningar fyri sítt øki.
Hósdagin í farnu viku
vóru allir býráðslimirnir og
umsitingin á fundi at tosa
um, hvussu býráðsarbeiðið
kann verða betur skipað við
so sokallaðum ætlanar-
skjølum.
Hugskotið við hesum
skjølum er, at nevndirnar
gera sær sjálvum og øðrum
greitt, hvat ætlanin er á
teimum ymsu økjunum, og
hvussu málini skulu náast.
– Býráðsarbeiðið hevur
hug til at flóta eitt sindur
við hvørt, men við einum
slíkum skjali verður tað
nógv greiðari, hvat býráðið
ætlar sær, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík.
Politikarar og
umsiting saman
Nevndirnar hava nú gjørt
minni arbeiðsbólkar, sum
skulu orða ætlanarskjalið,
og tað eru bæði politikarar
og fólk úr umsitingini við í
hesum arbeiði.
– Umsitingin kundi iva-
leyst gjørt nógv av arbeið-
num við einum ætlanar-
skrivi, men tað er umráð-
andi, at politikararnir eru
við í hesum arbeiði, so at
tað er politisk undirtøka
fyri teimum málunum, sum
verða sett, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen.
Málini í ætlanarskjalin-
um skulu vera so ítøkilig, at
tað skal bera til at knýta tey
at fíggjarætlanini. Í onkrum
føri vera talan um mál, sum
arbeitt verður við í nøkur
ár, men tó skal bera til ber
at luta hesi sundur og sjón-
liggera, hvussu stórur part-
ur hoyrir til hvørt fíggjar-
árið.
Gongur tað sum ætlað
við
ætlanarskjølunum,
skulu tey verða liðug fyri
jól í ár.
Eingin greið
niðurstøða
um SEV
Klaksvíkar býráðið
viðgjørdi týskvøld-
ið framtíðina hjá
SEV, men eingin
niðurstøða varð
gjørd, og máið varð
beint í fíggjar-
nevndina
SEV
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Varaborgarstjórin
í
Klaksvíkar kommunu,
Jákup Mikkelsen, var
herfyri alment frammi
við
sjónarmiðinum
um, at kommunurnar
eiga at selja SEV.
Hann tók samstundis
stig til, at málið kom
fyri býráðið í Klaksvík
til umrøðu.
Týskvøldið kjakað-
ust býráðslimirnir í
hálvan annan tíma um
framtíðarviðurskiftini
hjá SEV, og tað vóru
bæði røddir, sum tal-
aðu fyri og ímóti at
selja SEV.
– Undirtøkan fyri
uppskotinum var eitt
sindur ivasom, og í øll-
um førum ber til at
siga, at tað vóru ymsar
meiningar um málið.
Eg haldi, at hetta er eitt
so stórt og álvarsamt
mál, at vit eiga at fara
hóvliga fram, sigur
Steinbjørn O. Jacob-
sen,
borgarstjóri
í
Klaksvík.
Málið um SEV var
beint í fíggjarnevnd-
ina.
Sóttreinsað
vatn í Árnafirði
Mikudagin varð nýtta
vatnreinsiverkið
í
Árnafirði
tikið
í
nýtslu. Hetta er triðja
reinsiverkið hjá Klaks-
víkar kommunu.
Alt
rávatnið
til
reinsiverkið í Árna-
firði kemur frá Stór-
høvdaá, og reinsiskip-
anin er sandfiltur og
UV-stráliútbúnaður.
Drekkivatnsgoymsl-
an er 80 rúmmetrar.
Kommunur ósamdar um
gjald fyri pláss á sambýli
Býráðsnevndir skulu seta sær mál
– Býráðsarbeiðið hevur hug
til at flóta eitt sindur við
hvørt, men við einum
ætlanarskjali verður tað nógv
greiðari, hvat býráðið ætlar
sær, sigur Steinbjørn O.
Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík
»Go« í Føroyahúsinum