hósdagur 22. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 180 - 22. september 2005
El&tele eisini
við bíligum
breiðbandi
BREIÐBAND
- Sum ein liður í okkara
støðugu stremban eftir at
veita kappingarførar tæn-
astur á øllum teimum økj-
um, el&tele veitir tænastur
á. (el-tele og internet), eru
vit nú komnir við nýggjum
breiðbandstilboðum
til
privatkundarnar, sigur Ras-
mus Magnussen, stjóri í
el&tele í tíðindaskrivi.
- Vit hava lagt dent á at
hava teir bestu prísinar til
tey, sum hava eina skyn-
sama internetnýtslu, sigur
hann.
Í internetpakkunum frá
el&tele eru stórar mongdir
av fríari ferðslu, og so verð-
ur tað ókeypis hjá teimum
størru pakkunum at verða á
netinum frá leygardegi kl
14 til mánamorgun kl 06.
Tann minsti pakkin kost-
ar 195 kr um mánaðin við
275 MB fríari ferðslu og
tann størsti kostar 575 kr
við 5000 MB fríari ferðslu.
Nærri fæst at vita á
www.eltele.fo
-
Breiðbandstænastan
hjá el&tele eitur ET-Net, og
veita vit tænastur í Tórs-
havn og pørtum av Skála-
fjørðinum, sigur Rasmus-
sen.
Fyrilestur um
giktsjúkur
Í vetur hevur Giktafelag
Føroyatvey tiltøk á skránni.
Tann 22. september kl 19
verður skipað fyri einum
fyrilestri við danska ser-
læknanum Karsten As-
mussen. Fyrilesturin verður
í MBF húsinum á Ìs-
landsvegi 10c. Hann fer at
greiða frá ymsum gikt-
sjúkum og viðgerðarhætt-
um. Felagið vónar, at nógv-
ir limir møta til hetta tiltak.
Tað næsta verður árligi
vikuskiftistúrurin hjá fe-
lagnum. Vikuskiftið 15. og
16 oktober verður skipað
fyri árliga túrinum, har
limir í Giktafelagnum møt-
ast til gamans og álvara.
Vikuskiftið byrjar leygar-
dagin 15. oktober kl. 11, tá
øll møta á Gjáargarði. À
skránni henda dagin eru
smáir fyrilestrar um al-
ternativa viðgerð, og um
viðgerðarmøguleikan
í
Føroyum.
Um
kvøldið
verður døgurði, undirhald
og felagssangur.
Sunnudagin 16. oktober
verður Turkalands túrurin
umrøddur og eftirmettur.
Limir í Giktafelagnum
gjørdu á páskum ein túr
saman til Turkalands, har
tey keyptu sær eitt við-
gerðaruppihald á kenda
viðgerðarstaðnum Balcova.
Hetta høvið er gott at
eftirmeta um nyttuna av
viðgerðini, og um hetta
skal endurtakast aftur
eina aðru ferð.
Fríggjakvøldið skipar
felagið »Náttarravn-
arnir í Tórshavnar
Kommunu« fyri fundi
í læraraskúlahøllini
undir heitinum »Eg
vil liva lívið«. Enda-
málið við fundinum
er at fáa orðaskifti í
lag um ungdóm og
rúsevni
UNGDÓMUR OG
RÚSEVNI
Við á fundinum verður m.a.
Lene Risberg, fyrrverandi
rúsevnamisnýtari úr Dan-
mark. Hon greiðir frá egn-
um royndum sum rúsevna-
misnýtari, og hvørjar av-
leiðingar tað hevur havt fyri
hana – eitt nú tað, at hon
ikki kann fáa børn.
Tey ungu vilja út at liva
lívið.
Er nakað nýtt ella skeivt í
tí?
Nei, sjálvandi ikki. So-
leiðis hevur tað altíð verið.
Tey ungu hava áræði. Tey
vilja slíta seg leys, gera
sínar egnu royndir, royna
alt, flyta mørk. Tey seta seg
ikki niður at grunda um,
hvøjar avleiðingar hetta
ella hatta møguliga kann
hava.
Soleiðis hevur ungdóm-
urin altíð verið, og soleiðis
eigur tað at vera.
Vit »gomlu« hava kanska
lyndi til at stúra ov nógv.
Vit hoyra, at nú er nógv
ecstasy og onnur rúsevna-
sløg í landinum
... at ung heilt niður í 12
ára aldur ganga og mala
full úti um náttina
... at so gott sum hvørja
ferð dansur er fyri tey ungu,
má eitt ella fleiri koyrast á
sjúkrahús til útpumpingar.
Er tað løgið, at nógv for-
eldur eru rødd?
Vit vilja hava okkara
ungu livandi heimaftur, tá
tey hava verið úti.
Hvat skulu ella kunnu
vit gera?
Summi lata bara eyguni
væl aftur og krossa bara
fingrar fyri at einki skal
henda, og tað kann jú held-
ur ikki vera rætt.
Nei, vit skulu hava eyg-
uni opin og fylgja við í,
hvussu tey ungu hava tað,
og saman skulu vit royna at
gera umhvørvið trygt.
Fríggjakvøldið 23 sept
kl. 19.00 skipar felagið
»Náttarravnarnir í Tórs-
havnar Kommunu« fyri
áhugaverdum fundi í lær-
araskúlahøllini undir heit-
inum »Eg vil liva lívið«.
Endamálið við fundinum
er at fáa orðaskifti í lag um
ungdóm og rúsevni.
Við á fundinum verður
millum onnur Lene Ris-
berg, fyrrverðandi rúsevna-
misnýtari úr Danmark, sum
er ein royndur fyrilestra-
haldari. Hon greiðir frá
egnum royndum sum rús-
evnamisnýtari, og hvørjar
avleiðingar tað hevur havt
fyri hana.
Millum annað at hon ikki
kann fáa børn.
Luttakandi á fundinum
eru:
Umboð fyri Tórshavnar
Kommunu
Erik Thorsted stjóri fyri
náttarravna landssekretari-
atinum í Danmark
Lene Risberg (Stuðlað av
Føroya Sparikassa) fyrr-
verandi rúsevnamisnýtari
www.risberg.dk
Umboð fyri Løgregluna
Hans P. Strøm Lands-
stýrismaður í almanna og
heilsumálum
Sjálvandi skulu tey ungu
út at royna flogið.
Men vit skulu royna at
tryggja,
at
tey
koma
heimaftur.
Klókari,
sterkari, meira ment og
búgvin og fyrst og fremst
livandi.
Hevur hetta tín áhuga
og/ella hevur tú okkurt gott
hugskot, so hittast vit í
Læraraskúlahøllini 23 sept.
Kl. 19.00.
Líka so lítið, sum
læknarnir vita um
evnið ecstasy otg tað,
sum verður latið í tað
lika so lítiið vita teir,
hvørjar skaðar, tað
elvir til í heilanum og
restina av kroppin-
um, sigur Lene Ris-
berg, fyrrverandi
ecstasy-misnýtari
MISNÝTSLA
– Summarið 2000 varð eg
spurd, um eg vildi halda
fyrilestrar um ecstasy og
onnur líka skaðaelvandi
evni við støði í mínum
egnu royndum, og tað játt-
aði eg, sigur Lene Risbjerg,
fyrrverandi evnismisnýtari.
Fimm ár eru nú liðin, og
áhoyrararnir hava nú verið
meir enn 150.000 ung fólk,
foreldur, og ikki minst folk,
sum dagliga arbeiða mill-
um ung.
– Eg fortelji um mínar
upplivingar í og aftan á
ecstasymisnýtluna, mínar
fyrstu upplivingar við evn-
unum, og teir næstu 12
mánaðirnar, meðan eg so
við og við gjørdist verri og
verri fyri, uttan at eg visti
hví, til eg brádliga ein dag-
in stóð á 16. hædd og ætlaði
at gera enda á mær...
Og so alla søguna um,
hvussu misnýtslan ógvus-
liga broytti tey næstu 10
árini av lívi mínum - og
framhaldandi fer at merkja
restina av lívinum. Tí líka
so lítið læknarnir vita um
evnið ecstasy og tað, sum
verður latið í tað, líka so
lítið vita teir, hvørjar skað-
ar, tað elvir til í heilanum
og restini av kroppinum,
sigur Lene Risberg. Meira
fæst at vita um hana og
misnýtsluna á
www.risberg.dk
Kaj Klein hevur givið
út fløgu við føroysk-
um slagarum, sum
hann hevur sett út av
nýggjum. Úrslitið er
einastandandi
FLØGUUMMÆLI
Meinhard Jensen
Síðan Tutl góvust við plátu-
handlinum, hevur saknur
verið í einum handli við
tónleikaligum gullgrevstri,
far from the madding
crowd. Men handlarnir,
sum eru, hava altíð okkurt
forvitnisligt. Tað var, með-
an eg vitaði, hvat tey hava
av etniskum tónleiki hjá
HCW Tórgarð, at eg bara
hálgvum gav mær far um
tann góða tónleikin, tey
høvdu frá. Eftir eini fimm
løg, vaknaði eg úr svøvni.
So gott føroyskt hevði eg
ikki hoyrt leingi. Tey for-
taldu mær, at tað var Kaj
Klein, sum sang. Fløgan æt
"Hálvt frá hálsi" og vísti
seg at vera spildurnýggj.
Mangur
tónleikaáhug-
aður í Føroyum man javnan
spyrja, hvat gerast kann við
tónleikastøðuna hjá Út-
varpi Føroya og fjølmiðlum
annars. Fløgan hjá Kaj
Klein minnir okkum á, at í
smala høvuðsrákinum rek-
ast stórir sangir, tey bestu
løgini, meistaraverkini í
føroyskum tónleiki. Men
tað er langt ímillum, at tað
rínir við. Sangirnir hava
brúk fyri nýggjum klangi,
upptøkum, kenslum, tank-
um, upplivingum, søgum
og øllum tí nýggja, sum
kann bjarga einum sangi frá
deyðanum.
Og tað hevur Kaj Klein
gjørt. Ikki púra einsamall-
ur, tí hann hevur fólk aftur-
at sær, men tað er hansara
fløga. Hann hevði tó ikki
maktað uppgávuna uttan
tónleikarar, sum vita, hvat
teir gera. Tað gera hesir. Og
teir svinga, og tað ljóðar
væl. Ljóðblandið er lýta-
leyst.
"Tú og eg á ástartingi,"
"Eg siti so eina," "Ras-
mus," "Eitt sunnukvøld í
plantasjuni" og "Gullkálva-
valsurin" eita sangirnir m.a.
Útsetingarnar eru í slekt.
Okkurt er meira rokk,
annað meira blues. Tón-
leikurin er eitt slag av
norðurlendskum vísutón-
leiki.
Ljóðførini
eru
trummur, bass, gittar og
hammond umframt mando-
lin, saxofon og trompet á
onkrum løgum, og so eru
góðar bakgrundsrøddir.
Sangurin hjá Kaj Klein er
skyldur við Leonard Cohen
og Nick Cave og serliga
Tom Waits. Tað er tó ikki
herm og riggar væl. Tað
kann vera freistandi at
hugsa sær ein bodegadám í
løgunum, men tað haldi eg
ikki er rætt. Tað rætta er at
síggja støðuna, sum sang-
urin lýsir. Tá kann sangurin
fáa ein nýggjan høvuðs-
persón, sum vit ikki eru
von við. Tað er ikki Kaj
Klein sjálvur, haldi eg, men
tann syngjandi menskan,
sum "reið sær avstað til
Texas bý." Hann er tann,
sum "aftan fyri tey lá eitt
sunnukvøld í plantasjuni."
Sangirnir fáa spildurnýggj-
ar dimensjónir, tí tað fják-
uta kann gerast óhugnaligt,
meðan tað lættsinta kann
gerast sera álvarsamt.
Ironiin í "So langt eg
kann minnast" fær eisini
annað ljóð. Tað ljóðar ikki
bara sum spei. Sangurin er
um Satan, sum fór út úr
hjartanum, tá Mammon
flutti inn. Hann er ein
parodi av einum sálmi, men
tað er ikki gott at vita, hvør
adressan er í dag. Hon kann
vera tey, sum sungu hendan
sangin fyri tretivu árum
síðan. Hvussu er og ikki, so
verður hesin sangurin, sum
summi fara at leypa um, tí
hann hevur ikki tann friðin
yvir sær, sum hinir hava.
"Rasmus" er tað lagið,
sum minst hendir við,
meðan "Eg siti so eina"
gerst ein heilt onnur søga.
Hvussu er hesin endaður í
Texas? Er hetta ein dráps-
vísa ella er longsulin púra
reinur? Sama kann sigast
um "Eitt sunnukvøld í
plantasjuni." Hvat ger ein
maður við sovorðnari rødd í
plantasjuni sunnukvøld?
Ætlanin við fløguni man
vera at gera góðar upptøkur
av góðum sangum. Øll
løgini eru landaplágur, og
tað er eitt genialt konsept.
Onki hevur so nógv brúk
fyri einum avsmurningi
sum ein landaplága. Og
onki er so býtt sum at
skriva egin løg, tá so nógv
onnur løg hava so nógv
betur uppiborið at verða
spæld.
Tónleikararnir eru danir
fyri tað mesta, eftir nøvn-
unum at døma. Tað er gott,
tí at roknast kann við, at
teir kenna ikki so væl upp-
runaupptøkurnar. Úrslitið
er ein fløga, sum verður
ring at taka.
– Eg vil liva lívið
Lene misnýtti ecstasy
Besta fløga í ár: Kaj Klein
Lene Risberg, fyrrverandi
rúsevnamisnýtari úr Dan-
mark, greiðir frá egnum
royndum sum rúsevnamis-
nýtari