hósdagur 22. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 22. september 2005
7
Arbeiðið við nýggju
bowlinghøllini í
Leirvík gongur væl,
og væntast kann, at
henda kann lata upp
seinast í næsta
mánaði
SPÆL
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Leirvík: Leygardagur 29.
oktober 2005.
Tað er dagurin, sum
Ólavur Olsen og onnur í
Leirvík bíða spent eftir.
Gongst sum ætlað, so
kann hann henda dagin lata
upp dyrnar fyri almenning-
inum til ta nýggju bowling-
høllina í bygdini.
Hóast tað er enn er nakað
av tíð til henda dag, so er
longu stórur áhugi manna
millum fyri hesi høllini.
– Tað eru nógv fólk sum
spyrja meg um ymiskt við
hesi høllini, og ikki minst,
nær vit fara at lata upp.
– Tað stuttliga er, at tað er
ikki bert fólk higani úr
oynni sum spyrja, men eis-
ini ein hópur av fólki úr
Norðoyggjum, sigur ein
spentur Ólavur Olsen.
Pólsk arbeiðsmegi
Týsdagin kom ein stór
bingja í túnið, nærhendis
Statoil-støðini í Leirvík,
har henda høllin eisini
stendur.
Í bingjuni var alt tilfarið
og øll útgerðin, sum skal
nýtast til hesa høllina.
Inni í høllini eru vítt til
veggja og høgt til lofta, og
tí er gott pláss hjá fólki at
bowla á teimum seks breyt-
unum, sum verða í høllini.
Fýra mans úr Polen, og
sum hava drúgvar royndir
við júst slíkum høllum, eru
eisini komnir til Føroyar at
seta upp hesa høllina.
Tá bingjan var komin í
túnið, fóru teir beinanvegin
til verka við at taka útgerð-
ina inn í høllina og síðani
seta hana alt upp.
Gongst sum ætlað kann
høllin tí lata upp 29. okto-
ber. Lítil ivi man vera um,
at nógv folk fara at vitja
hesa høllina – í fyrstu syftu
mest
eysturoyingar,
og
seinni í hópatali av norðoy-
ingum, tá undirsjóvartunni-
lin fer at lata upp komandi
ár.
Veðrið var av tí allar
fagrasta, tá vit týs-
morgunin stukku inn
á gólvið í Mikladals
skúla. Eitt lítið hús
við einari hugnaligari
stovu
SKÚLAGONGD
Katrina Eyðunsdóttir
Hansen/
Elsa Maria H. Hansen
Tey vóru í holt við næst
síðsta skúlatíman á degn-
um. Í søgutímanum henda
dagin sótu tey og loystu
uppgávur um veiðimanna-
samfelagið.
Vit fingu okkum eitt prát
við lærarinnuna Magnu
Auðunsson, ið hevur starv-
ast har síðan ár 1993. Hon
fortaldi um hvussu vanliga
skúlagongdin er.
Í alt ganga 11 næmingar
í skúlanum. Dagurin er
býttur upp í tveir partar.
Um morgunin eru næming-
ar frá 1.-3. flokki í skúla.
Har eru einans tríggir næm-
ingar í hesum aldursbólkin-
um. Tá teirra skúladagur er
lokin, koma teir eldru
næmingarnir frá 4.-7. flokk
í skúla. Har eru átta næm-
ingar, helvt um helvt av
hvørjum kyni. Næmingarn-
ir eru bæði av Mikladali og
Trøllanesi.
Skúli og frítíð
Hvønn mánadag fara børn-
ini til Klaksvíkar at svimja.
Hetta dáma teimum avbera
væl, og eftir at hava verið
ein heilan dag í Klaksvík,
gongur leiðin aftur til Kals-
oynna, og síðani sleppa
børnini til hús.
Magna segði eisini, at
allir næmingarnir høvdu
sjálvandi ikki sama fak í
sama tíma, vegna aldurs-
munin. Summi kunnu t.d.
hava alis-/evnafrøði, meðan
onnur samstundis hava
søgu. Men Magna roynir at
býta hetta upp sum frægast.
Skúlin
hevur
ongan
skúlagarð, so í fríkorterin-
um eru børnini bara uttan-
fyri og spæla. Vit tosaðu
eisini við næmingarnir um
skúla og frítíð. Í frítíðini
rulliskoyta og súkkla tey
nógv, tey eru ofta fleiri.
Eisini spæla tey ofta bólt á
tí lítla graslíkisvøllinum í
bygduni. Um ringt veður er,
plaga tey at vera inni, har
tey spæla teldu ella hyggja
eftir sjónvarpi.
Ofta er vandi fyri at skúl-
arnir í teimum heilt smáu
bygdunum í Føroyum verða
niðurlagdir, av tí at næm-
ingatalið er ov lítið. Næsta
ár fara tveir næmingar víð-
ari í framhaldsdeildina.
Men í skúlanum í Mikladali
er enn vón fyri framman,
har eru nú heili seks gentur
undir skúlaaldur.
Kunnu bowla í næsta mánaði
Lítil skúli við framtíð
Teir átta næmingarnir í
Mikladals skúla:
Fremst v.m. Marget
Heldarskarð, Mikladalur,
Marta Heldarskarð,
Mikladalur, Alfred
Eyðunsson, Trøllanes,
Jóhannus Kalskar Joensen,
Trøllanes.
Aftasta v.m. Jens Jón
Andreasen, Mikladalur,
Eivindur Eyðunsson,
Trøllanes, Asta Østerø,
Trøllanes, Miriam í
Norðnastovu, Mikladalur.
Ímillum tey stendur Magna
Auðunsson, lærari
Mynd: Jens Kr. Vang
Skúlin í Mikladali er lítið,
men hugnaligur
Mynd: Jens Kr. Vang
Pólendiingarnir eru farnir til verka, og eru byrjaði at seta upp útgerðina til tær seks breytirnar í
høllini
Ólavur Olsen er spentur eftir degnum, tá bøwlinghøllin fer at
lata upp. Umstøðurnar eru góðar til slíkt spæl