Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 180 - 22. september 2005 Um stutta tíð letur dagtilhald fyri eldri upp í eldrasambýlin- um, Vesturskini á Toftum. Leiðari er settur fyri tilhaldið, og tað er Elin Dahl Kastalag av Glyvrum DAGTILHALD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri skipaði Kvinnufel- agið á Toftum, har Jansy Olsen er formaður, fyri fundi við evninum: "Hvussu varðveita vit lívsvirðið, tá ið vit eldast"? Eini 80 fólk møttu til upplýsandi fundin, og hetta var nógv meira, enn fyri- reikararnir høvdu droymt um. Góður fundur Av Toftum verður sagt, at hetta var ein ógvuliga góð- ur og ikki sørt stuttligur fundur – ein fundur bæði til gamans og álvara. Tey, sum høvdu framløg- urnar, vóru Katrin Dahl, sum er pensjónerað sjúkra- systir og fyrrverandi bý- ráðslimur í Havn, Vanja Petersen, sjúkrasystir og leiðari fyri Tilhaldinum í Havn og Sofus Joensen, sálarlækni. Jansy Olsen hevði eisini ymiskt at bera fram, og tað høvdu onnur, sum vóru við á fundinum, eisini. Tórður Mikkelsen, sum er toftamaður og tíðinda- maður, var orðstýrari, og tað var ikki sørt, at hann hevði onkra "góða" at for- telja inn ímillum framløgur og hugnaligt prát um viður- skiftini hjá teimum eldru og gomlu. Dagtilhald Ynski hevur verið um at skipa fyri einum dagtil- haldi, nú Nes kommuna eigur snotuligt eldrasam- býli, og tað er ikki minst Kvinnufelagið á Toftum, sum hevur slóðað fyri ætl- anini. Tað eru soleiðis Nes kommuna og Kvinnufelagið í felag, standa aftanfyri dag- tilhalið, sum verður fíggjað við peningi, ið tað almenna letur til forsorgararbeiði. Elin D. Kastalag, leiðari fyri tilhaldinum, sigur, at almennur fundur verður um tilhaldið á Vesturskini, 27. sepbember klokkan 16, og ætlanin er, at tilhaldið letur upp fyri pensjónistum í Nes kommunu klokkan 14 dag- in eftir, nevniliga mikudag- in 28. september. Ætlandi verður tilhaldið opið hvønn dag frá klokkan 14 til 18. Pensjónistar í Nes kommunu fáa n Stórur áhugi var fyri fundinum á Toftum herfyri, sum Kvinnufelagið skipaði fyri. Heitið á fundinum var: "Hvussu varðveita vit lívsvirðið, tá ið vit eldast"? - Fiskiskipaflotin hev- ur ikki í nóg stóran tillagað seg til broytt- ar umstøður, men nú oljuprísurin er øktur so nógv, hava nóta- skipini tillagað seg við eitt nú at partrola eftir norðhavssild – bæði, tí tey fáa størri nøgdir við partroli og tí, at tey spara olju, segði Óli Samró á seminarinum, "Olju- prísir – enn ein av- bjóðing", sum Farec skipaði fyri SEMINAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag skipaði ráðgevingarfelagið Farec fyri seminari í útvarpshøll- ini um oljuprísir undir heit- inum, "Oljuprísir – enn ein avbjóðing". Tað vóru búskaparfrøð- ingarnir, Óli Samró, sum stendur aftanfyri Farec, Teit- ur Poulsen, sum starvast hjá Faroe Petroleum og Magni Laksafoss, sum starvast við Fróðskaparsetur Føroya, ið viðgjørdu spurningin, hvussu oljuprísirnir kunnu ávirka fiskivinnuna og før- oyska búskapin komandi árini. Hvussu hongur "lívið" saman? Óli Samró vísti til áhuga- verda bók, hann hevur lisið hjá norska prestinum, Jan Kjærstad, sum setir spurn- ingin: "Hvordan hænger et liv sammen"? Hann helt fyri, tá ið hann vísti til fiskiflotan og hækkandi oljuprísirnar, at ofta verður tikið fatt um viðurskifti, sum vit einki kunnu gera við, meðan tað, vit kunnu gera nakað við, ikki verður nortið. Hann reisti eisini spurn- ingin, hvat tað merkir fyri fiskiflotan, um oljuprísurin fer upp við eini krónu, sam- stundis sum fiskaprísurin fer upp við eini krónu. - Tað er ikki bara olju- prísurin, sum hevur sína ávirkan á skiparakstur. Óli ásannaði, at prísurin, sum skipini fáa fyri fiskin, hevur verið eitt niðurgang- andi "trend", sum hann tók til, samstundis sum oljuprís- urin er eitt uppgangandi "trend". Sostatt venda bæði hesi "trend" skeivan veg, og skipini fáa ikki hesa einu krónuna meira fyri kilo, sum kundi byrgt upp fyri hækkandi oljuprísinum. Óli vísti á eina talvu, hann hevur gjørt við fimm skipabólkum, sum vísir, at hækkandi oljuprísurin ser- liga gongur útyvir raksturin hjá djúpvatnstolarum og partrolarum, meðan prísir- nir hava minni ávirkan á raksturin hjá eitt nú flaka- trolarum og línuskipum, har manningin í størri mun luttekur í oljuútreiðslunum. Tillaging neyðug Hann helt ikki, at fiski- skipaflotin í nóg stóran mun hevur tillagað seg til broytt- ar umstøður, men vísti kortini á, at nú oljuprísurin er øktur so nógv, hava nóta- Óli Samró á seminari: Ger tað n Á seminarinum, "Oljuprísirnir – enn ein avbjóðing", smá-provokeraði Óli Samró teir, sum varða av fiskiflotanum við at spyrja, um tað ger nakað, um skipini liggja eina tíð, um raksturin ikki ber seg Mynd: Jens Kr. Vang Á seminarinum gjørdi Teitur Poulsen, búskaparfrøðingur (Faroe Petroleum), eina køna meting av gongdini í olju- prísunum í komandi tíðum. Hetta fara vit at venda aftur til í komandi blaði Mynd: Jens Kr. Vang