Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 22. september 2005 9 - Mín uppgáva verður at skapa karmarnar um og at hjálpa teimum eldru og gomlu at realisera síni ynskir. Sjálvsábyrgd Elin D. Kastalag sigur, at ætlanin er at hava fastar skráir fyri hvønn dagin, soleiðis at fólk vita, hvat er á skránni, tá ið tey koma í tilhaldið. - Enn er ikki alt komið upp á pláss, men vit fara at skipa fyri eitt nú fyrilestrum ella frásøgu, fimleiki, sangi og øðrum ítrivstiltøkum. Ætlanin er eisini at útvega okkum einar tvær teldur, har tey eldri og gomlu kunnu verða við í "ættarpráti" og møguliga lesa tíðindi. Leiðarin, sum sjálv hevur verið á tilhaldinum í Havn nakrar dagar og kunnað seg um, hvat tey gera har, heldur tað vera umráðandi, at tey, sum koma í tilhaldið á Toftum, hava eina nokso stóra sjálvsábyrgd av tí innihaldi, sum tilhaldið verður karmur um. - Tað var sera áhugvera at síggja, hvat tey gera í Havn, og eg haldi, at Vanja Peter- sen er ein sera dugnaligur leiðari, sigur hon. Gott tiltak Anna Jacobsen, sum er dagligur leiðari á eldrasam- býlinum á Toftum, heldur, at hugskotið við tilhaldin- um er gott. - Vit hava góðar umstøður til eitt slíkt tilhald við stór- um veitsluhøli í kjallaran- um, stórum køki og tveim- um øðrum rúmum, sum kunnu nýtast til endamálið. Eisini eru wc’ir og brúsu- møguleikar tøkir í niðaru hæddini. Hon heldur ikki, at eitt slíkt tilhald fer at taka nak- að frá eldrasambýlinum. - Nei, eg trúgvi, at tað verður øvut, tí fólk, sum búgva á eldrasambýlinum, kunnu eisini fáa nakað burtur úr, at skipað verður fyri tiltøkum fyri pensjón- istum, sum ikki búgva á sambýlinum. Anna Jacobsen heldur, at fólk, sum ikki eru pensjón- istar, saktanst kunnu hjálpa til við at aktivera tey, sum eru eldri. - Vit fegnast um, at tilhald nú verður í húsinum, og vit ivast onga løtu í, at hetta kemur at seta uppaftur meira lív í húsið, sigur leiðarin. Trý í nevnd Nes kommuna hevur havt eina skjóttarbeiðandi nevnd sitandi, sum hevur arbeitt við einum tilhaldi, og í nevndini hava sitið; Petur í Túni (fyri kommununa), Anna Jacobsen (fyri eldra- sambýlið) og Jansy Olsen (fyri kvinnufelagið). nú dagtilhald Julius býr á eldrasambýlin- um, og Richard Wenzel er óførur at vitja skipini tillagað seg við eitt nú at partrola eftir norð- havssild – bæði, tí tey fáa størri nøgdir við partroli og tí, at tey spara olju. Á seminarinum, sum Farec skipaði fyri, vóru eisini umboð fyri vinnu- feløgini, og millum hesi var eitt nú Jákup Sólstein, for- maður í Føroya Reiðara- felag. Tá ið Óli Samró reisti spurningin, um tað ger nakað, um skip liggja eina tíð, um raksturin ikki hong- ur saman, fekst í lag kjak um hesi viðurskifti. - Er tað nakað problem, um skipið verður lagt eina tíð? spurdi hann. Jákup Sólstein helt, at tað nyttar lítið at tosa um eina krónu upp á fiskaprísin, tá ið hon ikki er har – og prís- irnir í staðin eru lækkaðir munandi. - Tað veldst eisini um, hvønn veiðibólk vit tosa um. Fingu partrolararnir, sum fiska upsa, eina krónu meira upp á prísin, hevði tað havt stóran týdning, tí nøgdirnar av upsa eru so stórar, samstundis sum prísirnir eru so lágir. Nógv kann gerast Óli Samró helt, at tað eru nógv viðurskifti, sum teir, ið reka skipini, kunnu ávirka – ikki minst við størri umsetiligheit. Hann endurtók, at bæði pelagiski flotin og virkið Havsbrún í Fuglafirði eru áhugaverd dømir um, at hesin parturin av flotanum og virkisliðnum hevur til- lagað seg broyttu umstøð- urnar. - Virkið er útbygt og til- lagað í fleiri ár, segði hann. Óli Samró reisti eisini spurningin, um hýrupro- sentini neyðturviliga skulu vera tey, tey eru, har mann- ingin í eitt nú línuflotanum fær upp ímóti eini 60%. - Hýruprosentini við eitt nú norsku rækjuskipum hava verið munandi lægri enn í Føroyum. Kortini hava norskir rækjumenn tjent meira enn teir føroysku – og í dag er rækjuvinnan hjá okkum at kalla burtur. Óli vísti eisini á, at hans- ara royndir eru, at útreiðs- urnar av fiskiflotanum veksa við aldrinum á skip- inum. - Hvussu nógvar ration- ellar "handlingar" hava vit sæð í føroyska fiskiskipa- flotanum seinastu árini? spurdi hann. Einki bendir á, at hækk- andi oljuprísir merkja, at fiskaprísurin hækkar. - Eg haldi ikki, at søgan sigur okkum, at saman- hangur er millum høgar oljuprísir og høgar fiska- prísir. Á seminarinum vísti Magni Laksafoss, búskap- arfrøðingur á, at saman- hangur ikki er millum hesi viðurskifti. - Eg trúgvi ikki, at Unilever fer at rinda meira fyri fiskavørur, hóast olju- prísurin er høgur, segði Óli Samró. Hugburðsbroyting Hann helt eisini, at neyðugt er við eini hugburðsbroyt- ing í føroyskari fiskivinnu, har størri dentur verður lagdur á tað, sum veiðiliðið kann gera nakað við - heldur enn at brúka nógva tíð upp á tað, sum einki kann gerast við. - Oljuprísurin í Føroyum og Noregi er hin sami, men gongdin er ikki hin sama, segði Óli Samró, sum vegna Farec skipaði fyri seminarinum, "Oljuprísir – enn ein avbjóðing". nakað, um skipini liggja eina tíð? - Nótaskipini og Havsbrún í Fuglafirði hava tillagað seg broyttu umstøðurnar, segði Óli Samró Mynd: Jens Kr. Vang Umboð fyri vinnuna vóru við á seminarinum, og tey fylgdu við áhuga framløgunum um útlitini um oljuprísirnar Mynd: Jens Kr. Vang