hósdagur 22. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 180 - 22. september 2005
Ein av heimsins mætastu antinazistum,
Simon Wiesenthal, er deyður 96 ára gamal.
Hann var føddur 1908 í eini bygd í Eystur-
ríki og kom frá fyrsta degi av at kenna anti-
semitismuna uppá sín kropp. Hann yvir-
livdi á undurfullan hátt uppihaldi í ikki
minni enn 12 kz legum og slapp í 1945
livandi út úr Mauthausen, ið var ein av
teimum ræðuligastu legunum. Wiesenthal
gjørdist skjótt eitt livandi hugtak við tað, at
hann beint eftir stríðslok fór undir at jagstra
teir verstu nazi brotsmennininar, sum vóru
sloppnir til rýmingar.
Eftir stríðslok arbeiddi hann á eini ameri-
kanskari dokumentatiónsmiðstøð. Har
gekk tað av álvara upp fyri honum, hvussu
ræðulig og umfatandi týningin av fóki
hansara hevði verið í Nazitýsklandi og í
hersettu londunum serstakliga eystanfyri
eitt nú Póllandi. Wiesenthal øtaðist yvir ta
líkasælu, ið valdaði og hann var sera harm-
ur um, at áhugin fyri at gera upp við
nazismuna ikki var størri í eftirkrígstíðini.
Hann fór tí undir eitt miðvíst kanningar-
arbeiði at leita upp allar teir verstu nazi-
brotsmenninar fyri at fáa teir fyri rættin.
Hetta starv hansara eydnaðist framúr væl.
Honum eydnaðist at finna heilt nógvar av
teimum vestu brotsmonnunum og síggja til,
at teir komu fyri rættin.
Wiesenthal var onga løtu yvirtikin av
hevndarhugi, Hann vildi júst ikki hava
hevnd, men hann vildi hava rættvísi. Við at
tryggja at rættvísin sigraði vildi hann
tryggja øllum teimum milliónunum, sum
nazistarnir týndu, uppreisn. Hann var ein
maður, sum mangan nógv rok var um, og
hann var ofta í stríð við sítt egna fólk. Hann
var sera atfinningarsamur mótvegis statin-
um Ísrael, og mælti staðiliga til sótt og
semju heldur enn til stríð. Hann var ein
stórur humanistur og ein framúrskarandi
rithøvundur og eftirmæli hansara verður
uttan iva, at hann var ein av teimum heilt
stóru persónmenskunum frá einum tíðar-
skeiði, har øll menniskjanslig virði vóru
undir stórum trýsti.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ikki hevnd men rættvísi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Pól Jespersen
studentaskúlalærari
1. september fylti Føroya
Studentaskúli og HF-Skeið
68 ár. Leingi var hann ein-
asti skúli av sínum slagi í
landinum, og hann er fram-
vegis størstur í sínum bólki
og eisini bíligastur í rakstri
roknað fyri hvønn næm-
ingin. Tað er eingin ivi um,
at hesin skúlin hevur havt
ómetaliga stóran týdning
fyri menningina í okkara
lítla landi. Helst nógv
størri, enn tey flestu geva
sær far um.
Hoydalar
Síðan fyrst í 60´árunum
hevur skúlin hildið til í
Hoydølum. Teir 530 næm-
ingarnir og einir 75 leysir
og fastir lærarar húsast í
sjálvum skúlabygningin-
um, sum fyllir 40 í ár, og í
tveimum húsum, sum í síni
tíð hýstu tuberklasjúkling-
um. Tey bæði húsini eru nú
ávikavist 72 og 97 ára gom-
ul.
Í 82 varð skúlin í Eystur-
oy settur á stovn. Tað lætti
nakað um trýstið í Hoydøl-
um, men eftir fáum árum
var støðan aftur tann sama,
og fyrst í 90´árunum kom
av álvara gongd á kjakið, at
nú mátti nakað gerast.
Arkitektakapping varð út-
skrivað at útbyggja og um-
byggja skúlan. Hon varð
avgreidd í 1994. Vinnara-
uppskotið varð sett í for-
høllina, og har stendur tað
enn.
Í 97 fylti skúlin 60 ár.
Landsstýrismaðurin møtti
upp at ynskja til lukku, og
so læt hann bumbuna
bresta. Útbyggingin í Hoy-
dølum varð av ongum.
Byggjast skuldi í staðin ein
depil í Marknagili.
Arbeiðsumstøðurnar
Nú er av álvara farið at
treingjast um í Hoydølum,
bæði so og so. Umhvørvið
er annars heimsins besta at
halda skúla í, men tað sigur
seg sjálvt, at so gamlir
bygningar lúka ikki nútíðar
krøv. Undirvíst verður í alt
ov smáum hølum við ong-
ari útlufting. Tá ið tímarnir
byrja, nærkast hitin eftir
lítlari løtu 30 stigum. So er
at lata upp hurð og vind-
eyga - í fleiri stovum fæst
bara eitt av 4 vindeygum
upp. Næmingarnir kunnu
so sita og kulsa. Her eru
líkasum bara tveir møgu-
leikar, sum hvørgin fremur
nakra hugsavnan. Tað er
heilt vist, at tað eru ikki
nógv onnur starvsfólk hjá tí
almenna, sum høvdu latið
sær slíkar arbeiðsumstøður
lyndað, hvørki í landsstýri,
mentamálaráði, brunaum-
sjón ella arbeiðseftirliti.
Í 1999 varð útbúgvingar-
álit skrivað. Á kunnandi
fundi í Hoydølum læt ein
nevndarlimur okkum vita,
"at tað er á miðnámsøkin-
um, teir stóru pengarnir eru
at spara. . ." . So vistu vit
tað, men tá varð longu
spart inn at beini. Av árligu
játtanini fara nøkur og
hálvfems prosent til lønir.
Tá ið einir tveir mánaðir
eru farnir av skúlaárinum,
koma boðini: "Nú skal ikki
keypast meira í ár". Her er
eingin bøn, heldur ikki í
lærugreinum, sum krevja
amboð til at gera royndir. Í
mong ár hevur játtanin til
søvn og vanligt viðlíkahald
ikki verið nøktandi. Tí
forfalla bæði bygningar og
søvn. Foreldur hava tað á
orði á foreldrafundum.
Skúlavegurin
Av parkeringsplássum eru á
hesum stóra arbeiðsplássi
bara helvtina so mong, sum
brúk er fyri. Tí standa bilar
eisini parkeraðir har, sum
forboðsskelti av trygdaráv-
um eru sett upp. Oman-
koyringin til skúlan er ein
søga heilt fyri seg. Í fleiri
áratíggju hava myndugleik-
ar, almennir og kommunal-
ir, trætst um, hvør hevur
ábyrgdina av hesum vega-
stubba. Tað gera teir enn,
og tí verður einki gjørt,
hóast ein liðug verkætlan lá
á borðinum fyri næstan
fjórðingsøld síðani. Seinast
ið frættist frá hesum máli,
var tað farið í ein arbeiðs-
bólk í Mentamálaráðnum.
Ófriður um upptøku
Í próvtøkutíðini í vár var
sum kunnugt ófriður um
skúlan í Hoydølum (og
aðrar miðnámsskúlar). Ikki
av omanfyri nevndu ávum,
men av næmingaupptøkuni
til komandi skúlaár. Ar-
beiðslagið hjá Mentamála-
ráðnum førdi til, at skikk-
aðir næmingar í hópatali til
miðnámsskúlarnar alt ov
leingi vórðu hildnir í óvissu
um upptøkuna. Haraftrat
vórðu nógvir næmingar av-
vístir. Eftir at málið varð
viðgjørt í fjølmiðlunum og
eftir mótmæli bæði frá lær-
arum og foreldrum ljóðaði
frá myndugleikunum, at nú
skuldu kortini allir skikk-
aðir næmingar til studenta-
skúlar og hf-skeið verða
tiknir upp, sum siður hevur
verið í mong ár. Tað skuldi
Mentamálaráðið síggja til,
so ella so.
Í summarfrítíðini var so
eitt lítið millumspæl, tá ið
vit í útvarpsviðtali hoyrdu
rektaran siga frá, at nú
hevði hann mist alla vón
um bata. Hetta var í sam-
bandi við ætlaða depilin í
Marknagili.
Í tí skili byrjaði nýtt
skúlaár. Dagin, tá ið byrjað
varð, visti leiðslan ikki fyri
vist, hvussu nógvir flokkar
skuldu vera. Á málsligu
deild vóru eftir boðum úr
Mentamálaráðnum møttir
76 næmingar, sum fyribils
vórðu settir í 3 flokkar við
24, 26 og 26 næmingum.
Haraftrat
stóðu
nakrir
næmingar
á
bíðilista.
Mentamálaráðið visti full-
væl, at Yrkisfelagið hevði
verið í drúgvum, dýrum og
beiskum verkfalli um næm-
ingatalið í flokkunum. Ikki
við hølisviðurskiftunum í
huga, men av námsfrøðilig-
um ávum, sum væl og
virðiliga er grundgivið fyri
í bløðunum. Á náttartíð
varð tá niðurfeld ein semja,
at næmingatalið í flokkun-
um skuldi vera í mesta lagi
24. Tó kundi í heilt serlig-
um føri verða vikið frá hesi
reglu; hugsað varð t.d. um,
at onkur AFS næmingur
kanska kundi verða tikin
upp í ein fullan flokk. Ella
at onkur næmingur flutti
heimaftur úr útlondum. Tað
líkist ongum, at Menta-
málaráðið ikki virðir hesa
semju, tí her er als ikki
talan um serstakar umstøð-
ur. Ráðið visti umsøkjara-
talið longu hálvan mars,
men tað hevur ligið á boð-
unum og hevur, hóast eyka-
játtanir og politiskt trýst,
ikki gjørt sítt arbeiðið til
lítar.
Tað er beiskt hjá yf-lim-
um at vita sær, at nýggja
skúlaárið byrjaði, sum tað
farna endaði, við ófriði.
Tað er eisini beiskt hjá
nýggjum miðnámsskúla-
næmingum, og foreldrum,
at stríð skal vera um teirra
flokk frá fyrsta skúladegi.
Skommina eigur Menta-
málaráðið einsamalt.
Skúlin í Hoydølum í andróðri