Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 22. september 2005 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hóast Bjørn Kalsø stað- festir, at hansara fatan - og fatanin í Fiskimála- ráðnum sum heild - er, at bjargingararbeiðið við Jøkulfell gekk væl, so ásannar hann tó sam- stundis, at tað er rúm fyri batum. - Tí má eg enn einaferð siga, at eg eri sera fegin um frágreiðingina. Tí hon er í nógvar mátar ein konstruktivur kritikkur, soleiðis at vit meira mál- rættað kunnu gera av, hvar vit skulu betra okk- um, sigur Bjørn Kalsø, og vísir á, at arbeiði hes- um viðvíkjandi longu er farið ígongd. Eitt nú er eitt samskip- anarráð gjørt, soleiðis at stovnarnir, sum eru við í tilbúgvingini, kunnu samskifta enn betri. Skeiðsvirksemið er in- tensiviserað, eins og ein ávís útveksling við fólki er fingin í lag. Hetta seinasta soleiðis at fólk í føroysku tilbúgvingini kunnu fáa royndir frá størri skipanum, har fre- kvensurin av slíkum til- burðum er hægri, og at royndirnar á tann hátt gerast fleiri. Samstundis verður ar- beitt við nøkrum bygnað- arbroytingum, soleiðis at øll tilbúgvingin kann verða í eini meira náttúr- ligari legu. Leiðarin tykist offraður Í øllum hesum er tó eisini ein spurningur, sum tað enn ikki hevur verið tos- að so nógv um. Síðani sjóbjargingar- støðin varð sett á stovn, hevur tað verið Djóni Weihe, sum hevur verið leiðari á hesari. Og tí kann tað tykjast sera óheppið, nú broytingar og umstruktureringar verða framdar, at tann embætismaðurin, sum kanska hevur drúgvastu royndirnar í so máta ikki er við. Serstakliga ikki, tá bæði landsstýrismað- urin og Fiskimálaráðið halda fast við rættleikan- um í teimum avgerðum, sum hesin framdi í Jøkulfell-málinum. Eitt mál, sum hevur havt við sær, at leiðarin ikki long- ur er í starvinum. - Lat meg fyrst undir- strika, at Djóni Weihe er altso ikki sagdur úr starv- inum, sigur Bjørn Kalsø, tá vit leggja hendan spurningin fyri hann. - Vit samdust um, at hann var leiðari, meðan kanningin fór fram, og eftirfylgjandi hevur hann søkt um farloyvi, og hetta er játtað. Seinast er so tað hent, at partarnir eru samdir um, at tað nyttar lítið at lata heilan stovn liggja í leiðsluloysi, tí leiðarin er í farloyvi, og tí verður í næstum søkt eftir nýggjum stjóra til MRCC-støðina. Men fyri tað verður á ongan hátt sagt, at Djóni Weihe ikki skal aftur í nakra funk- tión í hesum samanhang- inum. Tað er nakað, sum tíðin fer at vísa, staðfestir landsstýrismaðurin at enda. -mørk Johan Mortensen Pf Restorffs Bryggjarí Tiltakið ØLFAGNAÐUR á Hotel Føroyum seinasta vikuskiftið var sera væl- eydnað. Umleið 500 øl- glaðir føroyingar fingu høvi at smakka upp á 22 ymisk sløg av øli, og fyri fyrstu ferð var fyriskipað ein almenn blindsmakking av pilsnarøli, har luttakar- arir kundu atkvøða um, hvønn øl tey hildu smakk- aðu best. Urslitið var: Royal hjá Unibrew: 131 atkvøður Tarvur hjá Restorff: 112 atkvøður Veðrur hjá Føroya Bjór: 94 atkvøður Hof hjá Carlsberg: 66 atkvøður Persónliga eru vit sera feg- nir um góða undirtøkuna fyri Tarvinum, hesum sera vælsmakkandi pilsnarinum við munchernermalti. Hotel Føroyar eigur stórt rós uppiborið fyri hetta stóra tiltak, ølinum at frama, og tað er at vóna at hetta verður eitt árligt aftur- vendandi tiltak. Bert spell at Hotel Føroyar og fjøl- miðlarnar eru siktaðir fyri brot á rúsdrekkalógina fyri at lýsa við hesum óføra tiltaki. Enn eitt dømi uppá at okkara rúsdrekkalóg er avoldað og vóna vit at Vinnumálaráðið fer at taka stig til at broyta hana í heyst. Tað er at fegnast um at áhugin her á landi fyri øli er støðugt vaksandi. Ølfagnaður Skal virka betur Bjørn Kalsø heldur, at málið viðvíkjandi bjargingini av Jøkul- felli er blást alt ov nógv upp. Sjálvur sig- ur hann seg hava fult álit á umsiting sínari, men at føroyska til- búgvingin fyri tað bæði kann og verður betrað TILBÚGVING Jákup Mørk - Bæði undan og eftir kann- ingina av Jøkulfell-bjarg- ingini hevði eg ta fatan, at arbeiði hevði gingið væl. Sjálvandi eru lutir, sum kunnu betrast, og tað verð- ur eisini arbeitt við hesum. Men at leggja málið út, sum um alt gekk illa, er at blása málið heilt út av pro- portiónum. Tað heldur Bjørn Kalsø, nú tað aftur verður sáddur ivi um handfaringini av nógv umrøddu bjargingini. Bæði handfarinini av sjálv- um bjargingararbeiðnum, og nú eisini politisku hand- faringini av málinum. Við politisku handfaring- ini verður serliga sipað til fyrispurningin, sum Tor- bjørn Jacobsen, tingmaður, setti á tingið, har hann vildi hava at vita, hvørt løgmað- ur visti nakað um málið, áðrenn fyrispurningurin varð reistur á tingið. Essensurin í hesum er helst meira av politiskum slag enn nakað annað. Tí tað, sum tingmaðurin her í veruleikanum vil hava at vita, tykist vera, um upp- lýsingar vóru fjaldar fyri tinginum, inntil ein óheft kanning varð sett í verk. Málið er gruggað Sum svar upp á fyrispurn- ingin segði løgmaður, at hann hevði ikki hoyrt um trupulleikarnar í bjarging- ini, fyrr enn fyrsta fyri- spurningin frá Torbjørni Jacobsen. Og landsstýris- maðurin í fiskivinnumálum sigur framvegis, at heldur ikki hann visti um nakrar trupulleikar undan hesum. Hetta seinasta tykist undra fleiri. Ikki minst tá Sjónvarpið í Degi og Viku kundi staðfesta, at umsit- ingin hjá Bjørn Kalsø var kunnað um hetta longu sama dag, sum bjargingin varð framd. - Tað er sjálvandi rætt, men akkurát hatta haldi eg var at taka eitt brot úr heildini. Sjálvandi verður ein eftirmeting gjørd í hvørjum einstøkum føri, og eg verði eisini kunnaður um tey mál, sum umsiting- in heldur hava størsta týdn- ingin. Í hesum førinum hevur tó ikki verið mett, at júst tann upplýsingin var so átrokandi neyðug at geva mær, og tað er so tað. Sjálv- andi kann tað hava verið ein skeiv meting, men eg má siga, at eg eri sera fegin um, at eftirfylgjandi kann- ingin frá Norsk Veritas staðfestir, at bjargingin í flestar mátar gekk væl. Og tað haldi eg eisini er und- irstrikað av, at bæði MRCC og Færøernes Kommando eftirfylgjandi hava fingið stórt rós fyri sín leiklut í bjargingini. - At sama kanning so eftirfylgjandi er taglað sundir í bitar, har ting eru tikin úr heildini, soleiðis at tey skulu líkjast einum lemjandi kritikki, er at grugga málið púrasta til, sigur Bjørn Kalsø. Men eftirfylgjandi ber væl til at siga, at tú skuldi verið kunnaður um trupul- leikarnar. Millum annað við tyrlutilbúgvingini. Kanst tú sum landsstýris- maður hava álit á um- sitingini eftir hetta. - Tað haldi eg avgjørt. Og fatanin her í húsinum hevur verið og er framvegis, at ar- beiðið viðvíkjandi Jøkulfell gekk væl. Sjálvandi er tað harmiligt, at upplýsingar koma fram á tann hátt, at ein tingmaður hevur fingið eitt tipp um nakrar upp- lýsingar, sum eg ikki havi. Og gekk tað rætt fyri seg, so máttu tær upplýsingar heldur komið til mín, enn at leka út til aðrar partar. Heildarmyndin verður gruggað Landsstýrismaðurin sigur, at hansara fatan framvegis er, at bjargingararbeiðið viðvíkjandi Jøkulfelli gekk væl. Men at batar sjálvandi kunnu gerast í hesum VIÐMERKINGAR Sosialuri Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skrá Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið