Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 180 - 22. september 2005 22. september 2005 rundar ein kendur Miðvingur tey hálvthundrað. Tað ljóðar so løgið, at hesin unglingi skal hava ein 50 ára føðingar- dag. Tey flestu, ið kenna Jógvan Elias, munnu halda hann vera onkunstaðni ímillum 30-40 ár, men tey, sum kenna hann kanska betri, vita, at tað býr ein 18 ára gamal unglingi, ið ong- antíð verður eldri enn tey 18 árini í hesum lívsstykk- inum. Jógvan Elias vaks upp í Miðvági og er sonur John Frits og Johild. Pápi hans- ara plagdi at taka hann upp í føvningin, tá hann var lítil, og siga við teir eldru beiggjarnar: „Bíðið tit bara, tá hesin verður vaksin, so tekur hann tykkum báðar undir hvønn arm". Hann var so stoltur av hesum pragtstykkinum av einum dreingi, ið sum smádrongur vigaði væl meira enn teir eldru beiggjarnir. Jógvan Elias gekk á skúl- anum á Giljanesi til 7. flokk, men tá 8. 9. og 10. flokkur komu aðrastaðni í Føroyum, gjørdu foreldrini av, at hann skuldi fara til Strendur at ganga í fram- haldsdeildini og so var, J. E. endaði inni á Strondum og búði hjá abbasystir síni har í 3 ár. Hesi trý árini á Strondum, mentist Jógvan Elias so ótrúliga nógv. Góðir lærarar og góðir vinir mentu hann so nógv, at hann næstan ikki var til at kenna aftur, tá hann kom heimaftur og so við langum hári eisini. Tað má sigast, at Jógvan Elias er føddur sjónleikari, og hesi evnini komu veruliga fram tíðina inni á Strondum. Tá Jógvan Elias kom vestur aftur til Miðvágs, fór hann fyrst til skips við Reynsatindi til Grønlands. Pápi hansara sum var í Grønlandi tað árið við Hvítubjørn, gjørdist ógvu- liga kløkkur, tá hann frætti, at Jógan Elias var í Grøn- landi við Reynsatindi, og har á Kappanum hittust teir, og pápi hansara skundaði sær at geva honum hosur og vøttir. Árið eftir mistu Jógvan Elias og hansara fýra systk- in pápa sín, sum fórst við íslendska skipinum „Sjó- stjørnuni". Tað var ein smeitur, ið hann, mamman og systkini arbeiða við enn. Sama árið fór J. E. í læru sum bygningssnikkari hjá Jonfinn á Plógv, og á lær- lingaheiminum hitti hann sína komandi konu, Edith. Hon starvaðist í køkinum á lærlingaheiminum. Edith er úr Tjørnuvík, dóttir Dáva og Elly Isaksen. Tað var ein øgilig koyring tey frígg- ingarárini ímillum Miðvág, Havnina og Tjørnuvík. J. E gjørdi vegirnar vanda- miklar í sínum lítla Mazda 323, ið var málaður gulur. Í 1977 giftust Jógvan Elias og Edith, og J. E bleiv ein slags knæbóndi, hann lærdi av Dáva (við harðari hond kanska) at fletta- fleyga lunda- ja, alt, ið ein tjørnu- víksdrongur eigur at duga, minnist til, at Jógvan Elias kemur av sjómansætt við ongum kunnleika til seyð og haga, so tað vóru stór tøk, ið skuldu takast, kanska eisini tí at har vóru einans døtrar i húsinum. Hetta megnaði hann ógvu- liga væl, sum so mangt annað. Um hesa tíðina arbeiddi Jógvan Elias sum snikkari hjá eldra beiggjanum, Valdemar. Seinni fór hann aftur á sjógvin, fyrst við Ennibergi og so niður til Danmarkar (Hirtshals) við nótabáti í nøkur ár. Síðani arbeiddu brøðurnir saman aftur nøkur ár, har teir bygdu hús og settu mangan køk upp. Í hesum tíðarskeiðinum fingu Jógvan Elias og Edith trý børn, Johnhild í 1978, Eydis í 1980 og so Kristinu í 1987, og bygdu hús í Miðvági. J. E fór seinni at starvast við ymiskt, setti vindeygu og hurðar í fyri Gluggan, og síðan fór hann at seta Windsor garagu- hurðar upp. Seinni fekk hann sær einkarrætt fyri hesa fyritøku, sum einaferð í 90-unum var keypt av Crawford, sum seinri aftur er blivið til Lindab. So fór Jógvan Elias í gongd við at umboða, selja og seta upp garaguhurðar, ein fyritøka, ið hann nú hevur latið upp í hendurnar á elstu dóttrini og svigar- soninum, orsakað av at hann fekk starv sum um- sjónarmaður í skúlanum í Hoyvík, seinni á Tekninska skúla, har hann starvast í løtuni. Ímillum øll tey størv, Jógvan Elias hevur fingist við, hevur hann eisini virk- að sum brandmaður í Mið- vági í nógv ár, hann er út- búgvin froskmaður. Tað eru ikki so fá hol, gørn og endar, ið hann hevur skorið av skrúvum gjøgnum árini, hann hevur tikið skeið sum uppsetari av garaguportrum og skeið sum umsjónar- maður, og nú koma vit til tær listarligu gávurnar. Jógvan Elias er nevniliga ein framúrskarandi tónleik- ari. Nevnast skal, at hann var við í bólkinum Tónlist, hetta var áðrenn Tónlist gjørdust kendir. Hann hevur verið við í onkrari út- gávu hjá Petur Oluf og Niels, og tá systkini á Løg- mansbø góvu tvey bond út í 1992-93 við sjómanssang- um eftir Harry Birtilíð. Um somu tíð stovnaðu beiggj- arnir Jógvan Elias, Tummas Jacob og Valdemar, saman við systirsoninum Frans Johansen og John Johansen bólkin „Skuggar", og spældu teir saman runt alt Føroya land til 1996, tá systirsonurin Frans doyði í syndarligari bilvanlukku, 20 ára gamal. Seinnu árini hevur Jógv- an Elias spælt saman við ymiskum undirhaldarum í Tórshavn, er fastur gittar- spælari hjá Jens Eli Ellef- sen til bygdaveitslurnar í Miðvági og harmoniku- monnum i Havn. Hann hev- ur verið nógvar, nógvar harmonikutúrar við Norr- ønu og spælt til óteljandi tiltøk runt allar Føroyar. Og hann er still going strong! So ikki er undur í at vit kalla hann ein 18 ára gaml- an ungling. Gloymdu vit at nevna at hann, saman við Edith, sjálvandi, hevur dansað í nógv ár í „Upp á tá", og at bæði eru framúrskarandi dansarar. At Jógvan Elias er skemtari burturav kemst ikki burturfrá. Tá hann fer at herma eftir ymiskum persónum, so liggur øll familjan fløt, so hann kundi til eina og hvørja tíð stillað upp ímóti Hilmar Jan. Nú hava vit nevnt so nógvar góðar eginleikar, at tað einki ger, um tað nega- tiva eisini kemur við. J. E. dugir bara at sparka fótbólt frá síðulinjuni, er ógvuliga kvøldsvøvntur, snorkar illa og tosar í svøvni. Nú hesin unglingi rundar tey hálvthundrað, mugu vit ikki gloyma tað ótalið av haruveiðum hann og beigg- in Valdemar hava verið saman - veiðumaður er hann burturav - og so fugla- og nátuveiðu - og ikki at gloyma í grindadrápi. Óteljandi ferðir hava beiggjarnir staðið saman og skorið á háls, og aftaná at tey flestu eru stungin av av kulda, hava teir staðið og bundið hvalir saman og fingið fast umborð á bát- arnar, altíð er hann álítandi og støðufastur. Lat meg ikki gloyma, at Jógvan Elias er eitt ógvul- iga sosialt og nærlagt menniskja, hann elskar at vera ímillum nógv men- niskju, og av somu orsøk, so kennir hann túsundtals menniskju - at vera saman við honum á Ólavsøku kann vera sera strævið, tað ganga ikki minuttir ímillum so steðgar hann at tosa við onkran. Fólk heilsa frá høgru og vinstru, og ger tað sama hvar tú enn ert við honum, umborð á Norrønu, til fótbóltsdyst ella bara ein biltúr, so kennir hann so nógv fólk, ella tey kenna hann. Jú, Jógvan Elias er fram- úrskarandi og góður til alt, hann fæst við (uttan fót- bólt). Hann er eitt hjarta- gott menniskja, sum altíð er til reiðar at hjálpa har hann kann, og hann er ógvuliga lættur at koma í tos við. Ja, ein kundi sagt so mangt um henda hálvthundrað ára gamla unglingin, men tað fer at taka minst eini seks vikubløð ella eina bók, so vit fara her at ynskja Jógv- an Elias á Løgmansbø hjartaliga tillukku við deg- num og ynskja honum alt tað besta framyvir. Familjan á Løgmansbø Jógvan Elias á Løgmansbø 50 ár NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygardagin lat upp nýggjur handil, har til ber at keypa eldir útgávur av fløgum, filmum og øðrum slíkum tilfari. – Vit fara at hava sera lagaligar prísir, sig- ur eigarin, Jesper Sundien HANDIL Snorri Brend Havn: - Eg haldi, at tað er í fínasta lagi við einum slíkum handli. - Her havi eg funnið fleiri fløgur, sum eg havi leitað leingi eftir. Eg hevði faktist uppgivið at finna tær, men her hjá Jepser, her fann eg tær. Ein av fyrst kundunum í handlinum "Music og Movies" var Vár í Gong. Hon kennir Jesper og visti tí um henda hand- ilin. - Eg haldi at hetta er eitt gott hugskot. Her ber nevniliga til at fáa góðar fløgur, og so kosta tær haraftrat 3-4 ferðir minni enn tær nýggju, sigur Vág í Gond við Sosialin. Henda fyrsta dagin vóru fleiri fólk inni og hugdu. Og fleiri teirra fóru út aftur við einum gamlari fløgu í posanum. Gamla tilfarið farið Eigarin, Jesper Sundien er sera spentur uppá mót- tøkuna av hesum handli- num. Sjálvur dámar Jesper væl at ganga í slíkar handlar í Danmark, og so líðandi var hugsanin komin, um ein ikki átti at farið undir ein slíkan handil í Føroyum eisini. - Í teimum stóru handl- unum er lætt at fáa fatur á tí nýggjasta tilfarinum. Men spyrt tú eftir tí gamla tilfarinum, so er tað langt síðani útgingið hjá teimum, sigur hann. Men í Music og Movi- es ber til at finna tær gomlu fløgurnar – tað gamla gullið, sum Jesper málber seg. Ein annar av kundun- um henda fyrsta dagin, ið opið var, hevði eisini leingi leitað eftir eini ávísari gamlari fløgu við Deff Leppard. Higartil uttan úrslit, men í nýggja handlinum fann hann júst hesa fløguna. Jesper hevur fingið samband við góðar leve- randørar í Danmark, so- leiðis at hann altíð fer at kunna hava eitt breitt og gott úrval av eldri fløg- um, filmum og DVD’um. - Hóast hetta eru eldri fløgur, so er kortini ikki talan um nakað bílagt bras, sigur Jesper. Tær gomlu fløgurnar fara at kosta um 49 kr., meðan DVD-filmarnir fara at hava ein lágan, men kortini meiri skift- andi prís. Hølini hjá Music og Movies liggja væl fyri í Sverrisgøtu í Havn. Tí kann væntast, at nógv fólk fara at vitja inn á gólvið hjá nýggja handl- inum. – Gott og gamalt fløgugull Vár í Gong leitar eftir eldri fløgum, og her hjá Music og Movies fann hon fleiri teirra