hósdagur 22. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 22. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Hemming
Petersen, Klaksvík, fer
úr kapellinum á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi miku-
dagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður
hósdagin klokkan 13 úr
Betesda.
Tey, ið ynskja at lata
blómur
ella
krans
kunnu í staðin lata
Kristnastovu eina pen-
ingagávu. Konto í pen-
ingastovnunum.
Páll Petersen, úti á
Boðaneshamri í Havn,
fer til gravar úr Havnar
Kirkju í morgin, miku-
dagin, klokkan 14.
Engelbreth Hansen fer
til gravar úr Fugla-
fjarðar kirkju í morgin,
hósdagin, klokkan 14.
Andlát og jarðarferðir
Magnus Madsen var føddur 8.
oktober 1918 á Teigunum á Sandi
og var sostatt út ímóti teimum 87
árunum, nú lívstráðurin slitnaði
hósdagin 15. september, tveir dagar
eftir, at hann hevði fingið eina
heilabløðing. Foreldur hansara
vóru Maria á Teigunum og Jóan
Petur Madsen, skipari úr Kvívík, ið
búsettist á Sandi. Magnus var elstur
av seks systkjunum, ið komu til, og
tíðliga vísti hann stak góð evnir til
tað bókliga. Hann var tí sendur til
Havnar sum 10 ára gamal at ganga
í millum- og realskúla. Eftir at hava
fingið realprógv fór hann á sumri
1935 til Danmarkar og tók stu-
dentsprógv í Sorø í 1938. Hann fór
tá at lesa til kemiverkfrøðing, men
um mánaðarskiftið februar-mars
árið eftir fekk hann tey tungu boð,
at pápin var deyður av tuberklum.
Hetta var ein ógvisligur smeitur
fyri Magnus, men hann gavst ikki á
hondum, hóast peningaligi stuðulin
heimanífrá helst steðgaði upp.
Hann helt á og fekk lestrastuðul
eina avmarkaða tíð, og við ótrúlig-
um seiggi arbeiddi hann dúgliga
við lestrinum og var liðugur longu í
1943.
Hann fekk starv við "H.C. Ørsted
Værket" og var har í eini 2-3 ár,
men fór so í starv hjá "Rockwool-
koncernini", ið framleiðir bjálving-
artilfar. Í 1947 var hann nakrar
mánaðir í Føroyum og royndi at fáa
starv her, men einki spurdist burtur
úr. Niður aftur komin fekk hann
starv hjá "Hanias", men tey sein-
astu nógvu arbeiðsárini vóru hjá
"Dansk Brandværnskomite". Tá
ferðaðist hann runt alt Danmark og
kannaði um bjálvingar vóru sum
tær skuldu. Tær ábøtur, sum in-
stituttið mælti til, vórðu gjørdar, tí
tryggingarfeløgini kravdu tað.
Magnus hevði stóran tokka til
føðilandið, og var sera virkin í Før-
oyingafelagnum í Keypmannahavn,
og tá ið hann fór frá fyri aldur, gekk
leiðin heim aftur. Hetta var í 1983.
Í Hoydølum høvdu teir trupulleikar
við at fáa lærarakreftur tá, so boð
vóru eftir Magnusi at koma at
hjálpa. Har undirvísti hann so sum
vikarur í hálvt ár, til lærari fekst.
Magnus giftist undir krígnum við
Kirsten, ið var donsk, og tey fingu
tveir synir, Óla Bjørn og Niels
Petur. Eg kann minnast, tá ið eldri
drongurin Óli Bjørn á fyrsta sinni
kom til Sands, hann mundi vera
eini 6-7 ára gamal. Vit undraðust
hvussu væl hesin smádrongur
dugdi at tosa føroyskt. Tað hevði
pápi hansara lært hann.
Í 1961 komu Magnus og Bergljót
Hátún saman, og tey giftust. Tey
fingu trý børn, Anniku, Jóannes og
Turid.
Magnus hevur verið ein virkin
maður alt sítt lív eisini sum pen-
sjónistur. Var nakað tiltak í mið-
býnum í Havn, so sá tú sum oftast
Bergljót og Magnus, ja, tey vóru
ein býarmynd. Tað er ikki av tilvild,
at tey eru fremst í permumyndini á
bókini "Aftur og fram 91/92" hjá
Finnboga Ísaksoni sála. Í Tilhald-
inum í gamla Føroya Banka vóru
tey fastir luttakarar, og sjálvt á út-
oyggjastevnuni í Svínoy í summar
vóru tey við. Á ólavsøku sóu vit tey
á sjónvarpsskugganum greiða frá
myndaframsýning í Tilhaldinum.
Eisini sást tú tey stuðla, tá ið tey
samkyndu savnaðust í miðbýnum
fyri fáum vikum síðani
Hóast Magnus bert var 10 ára
gamal, tá ið hann flutti av Sandi,
hevði heimbygdin hansara stóra
tokka, og tað fór neyvan nakar til
gravar har, uttan at tey vóru til
jarðarferðina. Pápi hansara keypti
gomlu handilshúsini á Grótteigum,
tá ið handilsvirkið hjá Rasmusi í
Koytu fór av knóranum í 1925.
Húsini vórðu seinri tikin niður, og
tá ið systkini lutaðu eigindómin á
Teigunum sundur, skipaði Magnus
fyri, at honum lutaðist handils-
grundstykkið á Grótteigum, og tað
liggur dygst uppat "Aksalsahandli"
hjá Sands Bygdarsavni. Í summar
handaði hann bygdarsavninum
tinglýst skeyti uppá hetta grund-
stykki, ókeypis.
Magnus er farin, ein vitandi
maður, ið visti so nógv at práta um,
og saknurin er stórur hjá teimum
mongu, yngri sum eldri, ið kendu
hann. Men størstur er saknurin hjá
tær Bergljót og børnum og abba-
børnum. Tað gleddi hann nógv, at
felags fotomynd varð tikin í
summar av tykkum øllum.
Mátti hann, ið øllum valdar,
styrkt tykkum í sorgini og saknin-
um.
Ólavur Clementsen
Magnus á Teigunum farin
Nú Jóna er farin, renna tankar fram
fyri meg, eg sum altíð var so
vælkomin í tykkara fyrimindarliga
heim, altíð við einum góðum orði,
aldrin eitt øvugt orð at hoyra frá tær
Jónu, altíð so positiv, spurdi hvussu
gekk, hvar eg sigldi, og hvussu
mamma hevði tað. Tú segði mær
altíð frá tínum børnum, sum tú var
so góð við og ynskti alt tað besta.
Mangt prátið høvdu vit tvørtur
um garðin, tá tú var á snórinum og
eg í túninum, ella tá eg møtti tær,
altíð so smílandi onkustaðni í
býnum.
Manga góða løtu sótu eg og Pól
Jóhan og eisini Sigrid í tykkara
heimi, ið eg seint komi at gloyma.
Eisini eru eg og dóttir tín Annefía
javngomul.
Saknurin man vera stórur hjá
tykkum Hans Jakup, Sigrid, Pól
Jóhan, Andreas, Annefía og Maria.
Ein stórur uggi er, at Jesus sigur:
Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey
skulu síggja Guð. Ærað veri minni
um Jónu.
Alex
Til minnis um
Jónu Andreasen
Dagurin
22. september. Mauritius, deyður umleið ár 300.
Rómverskur herhøvdingi, sum saman við 6666
hermonnum í liði sínum (tebanska lógin), ið allir vóru
kristnir, varð tikin av døgum.
Navnið merkir blámaður.