hósdagur 22. september 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 180 - 22. september 2005
Mynd: Reuters
Væntar semju
um Barents-
havið
Í mong ár hava norð-
menn og russar verið
ósamdir um, hvussu teir
skulu býta Barentshavið
og ikki minst undir-
grundina
sínamillum,
men nú sigur russiski
tilfeingismálaráðharrin,
at hann væntar eina
skjóta semju um málið.
- Eg vænti, at vit
kunnu fáa eina semju við
norðmenn um eitt hálvt
ár ella so, segði Juri Trut-
nev á einari frálandaráð-
stevnu í Sk. Pætursborg.
Í
summar
samdust
stjórnirnar í Oslo og
Moskva um at taka sam-
ráðingarnar um býtið
uppaftur, eftir at tær hava
ligið stillar í fleiri ár. Í
veruleikanum hava lond-
ini verið samd um at lata
málið liggja, og tí er at
kalla einki hent tey sein-
astu umleið 30 árini,
skrivar Nordlys.
Teir tríggir flokkarnir,
sum nú samráðast um at
skipa stjórn í Noregi,
hava sagt, at teir fara at
leggja størri dent á at fáa
greiði á viðurskiftunum í
Barentshavinum.
Tað
kemst ikki minst av tí
ovurhonds stóra oljuríki-
døminum í økinum.
Kann skriva
søgu
Eydnast tað javnaðar-
kvinnuni Helen Clark at
skipa stjórn í Ný Sæ-
landi, skrivar hon søgu, tí
so er hon tann fyrsti
javnaðarpolitikarin har
síðani seinna heimsbar-
daga, sum er stjórnar-
leiðari í trý valskeið á
rað.
Val var í Ný Sælandi
seinasta vikuskiftið. Ar-
beiðaraflokkurin
hjá
Helen Clark fekk 40,7
prosent av atkvøðunum
og tann borgarligi and-
støðuflokkurin 39,6 pro-
sent, so í tinginum er
bara eitt umboð á muni
millum flokkarnar. Ar-
beiðaraflokkurin hevur
stýrt sum minnilutastjórn
tey seinastu árini og ætlar
at halda fram, men tað
krevur, at hann fær stuðul
frá einum av hinum
flokkunum.
Nógv bendir á, at tað
verður tann nýggi flokk-
urin hjá ný sælendska
upprunafólkinum, sum
fer at tryggja stjórnini
hjá Helen Clark tann
neyðuga
meirilutan.
Maorarnir, sum uppruna-
fólkið eitur, gjørdu av at
stovna egnan flokk fyri at
fáa størri lut í framburð-
inum í samfelagnum. Eitt
nú er arbeiðsloysið mun-
andi størri ímillum upp-
runafólkið enn tað hvíta
fólkið, og tey hava heldur
ikki somu útbúgvingar
sum meirilutin av fólkin-
um.
Vandsmikil
mýggjabiti
Asiatiskir heilsumyndug-
leikar vilja vera við, at
meiri enn 1.000 fólk eru
deyð av einari sjúku, sum
tey
fingu,
eftir
at
mýggjabitar høvdu bitið
tey. Í Nepal hava mynd-
ugleikarnir staðfest, at
har eru minst 271 fólk
deyð av sjúkuni, og í
India er talið 783.
Talan er um eitt slag av
heilabruna, sum elvir til
nógvan fepur, krampa og
spýggju. Sjúkan tók seg
av álvara upp fyri einum
hálvum ári síðani. Hon
stavar frá svínum, og tað
eru mýggjabitar, sum
bera hana við sær og
smitta fólk. Tað ber væl
til at viðgera fólk ímóti
sjúkuni, men trupulleikin
er, at sjúkrahúsini eru ov
illa útgjørd, og harafturat
hava tí ov lítið av heili-
vági, skrivar AP.
Tað eru serliga børn,
sum fáa sjúkuna. Soleið-
is er eisini í India, men
sambært heilsumálaráð-
harranum í landspartin-
um Uttar Pradesh hevði
tað verið alt ov dýrt at
koppsett øll børnini har
ímóti sjúkuni. Tað hevði
kostað einar 350 milli-
ónir krónur, og tað er
tríggjar ferðir meiri, enn
landsparturin brúkar til
heilsumál um árið, skriv-
ar AP.
Stillar ikki
upp
Tá tann kendi danski
sjónvarpsmaðurin Claus
Borre fyrr í ár fór úr
starvinum í Danmarks
Radio, segði hann, at
hann hevði gjørt av at
stilla upp fyri flokkin
Vinstra í Keypmanna-
havn á kommunuvalinum
í november. Men tað
verður av ongum.
Sambært
Politiken
hevði Claus Borre biðið
flokkin um hjálp til at
heingja valplakatir upp,
men svarið var nei. Tað
vil tann 60 ára gamli
Borre ikki góðtaka, og
hann
heldur
manna-
gongdina hjá flokkinum
vera løgna.
- Fyrst biðja tey meg
stilla upp. So kravdu tey,
at
eg
skuldi
gjalda
15.000 krónur fyri pla-
katirnar. Nú krevja tey, at
eg sum 60 ára gamal skal
klúgva upp í ljóssteyrar-
nar við plakatunum, men
tað geri eg ikki. Tí havi
eg gjørt av at sleppa
uppstillingini, sigur ein
misnøgdur Claus Borre
við Politiken.
Bara tríggjar vikur
eftir at ódnin "Katr-
ina" oyðilegði stór øki
í amerikonsku suður-
statunum, er tann
næsta á veg. Hon
kann gerast líka ring
VEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann stóri spurningurin er,
hvussu nógv "Rita" fer at
versna, nú hon er á veg
tvørtur um Meksikanska
Flógvan, har sjógvurin er
rættiliga heitur.
Eins
og
"Rita"
bar
"Katrina" fyrst við Florida,
men tá var hon ein av teim-
um veiku ódnunum. Uppi
yvir Meksikanska Flógvan-
um menti hon seg til eina
av teimum hørðu ódnunum
og elvdi til ta størstu
náttúruvanlukkuna í nýggj-
ari amerikanskari søgu.
Minst 973 fólk lótu lív, og
fólk í tíggjutúsundatali í
statunum
Louisiana,
Mississippi og Alabama
mistu hús og heim. 80
prosent av býnum New
Orleans stóð undir í vatni,
og fólk eru ikki sloppin til
hús enn.
- Vit kunnu ikki siga, at
"Rita" er eitt avrit av
"Katrinu", men tær líkjast
nógv, og munurin er ikki
stórur, segði Frank Lapore
á amerikonsku veðurstov-
uni í gjár.
Enn duga teir ameri-
konsku serfrøðingarnir ikki
at siga, hvussu ring "Rita"
verður, og hvar hon fer at
koma inn yvir land. Tær
flestu útrokningarnar vísa
kortini, at hon verður í
flokki trý, tá hon verður
miðskeiðis í Meksikanska
Flógvanum, men aðrar útr-
okningar siga, at hon
verður í flokki fýra.
Tað er ikki óhugsandi, at
hon fer at bera við land á
New Orleans-leiðini, men
tað er mest sannlíkt, at hon
fer inn yvir land í Texas.
Ein útrokning vísir, at hon
helst fer í land við býin
Houston, har 273.000 fólk
búgva, og sum júst nú hýsir
fleiri túsund av teimum,
sum vórðu flutt úr New
Orleans. Houston er olju-
býur og kann verða sera
meint raktur, tí ódnin verð-
ur helst upp á tað ringasta,
tá hon kemur hagar, siga
veðurmenninir.
Býarmyndugleikarnir í
New Orleans ætlaðu at lata
fólk sleppa at flyta heim-
aftur hesa vikuna, men
George W. Bush, forseti,
segði nei.
- Vit mugu síggja veru-
leikan í eyguni, sjálvt um
tað sær út til, at "Rita" fer í
land longri vesturi enn
"Katrina". Í øllum førum er
vandi fyri, at hon kann elva
til nýggja vatnflóð í New
Orleans, og tað noyðast vit
at taka til eftirtektar, segði
Bush mánadagin.
Bardagarnir eru
kyknaðir aftur,
samstundis sum
partarnir sita við
samráðingarborðið
SUDAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Júst sum tekin vóru um frið
í tí borgarakrígsherjaða
sudanska
landspartinum
Darfur frættist frá hørðum
bardøgum ímillum upp-
reistrarherin SLM og su-
danskar stjórnarherin.
Leiðslan í SLM kunn-
gjørdi í gjár, at uppreistrar-
menn hava tikið valdið í
einum býi, og at minst 80
stjórnarhermenn lógu eftir-
á. Herleiðslan í Khartoum
váttaði seinni tíðindini,
men vildi ikki siga, hvussu
nógvir hermenn vóru falnir.
Annars vóru útlit fyri
friði í Darfur, eftir at part-
arnir herfyri samdust um at
fara til samráðingarborðið.
Samráðingarnar
eru
í
Nigeria, men mánadagin
hóttu uppreistrarmenninir
við at rýma, tí teir vildu
vera við, at stjórnarherurin
hevði lopið á fleiri øki, sum
uppreistrarmenninir hava
valdið í. Teir játtaðu kortini
at halda fram við samráð-
ingunum, eftir at teir høvdu
fingið vissu fyri, at Afri-
kanski Eindarfelagsskap-
urin skuldi kanna, hvat
veruliga var hent. Summar
keldur halda, at tað eru
partar av uppreistrarherin-
um, sum hava tikið vápn í
hendi fyri at forkoma frið-
arsamráðingunum.
Borgarakríggið í Suður-
sudan hevur kostað nógv
túsund mannalív, og sivil-
fólkið hevur liðið nógv
undir krígnum. Fleiri tús-
und eru deyð, og fleiri
hundraðtúsund eru flýdd
frá húsi og heimi.
Aftur bardagar í Darfur
UTTAN ÚR HEIMI
So er tað »Rita«