Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 180 - 22. september 2005 Tað eru ikki bara tær vaksnu kvinnurnar, sum duga at spæla fótbólt í Klaksvík. Eisini tær yngstu genturnar roynast væl, og um vikuskiftið vann Kí pinkudeildina, sum er fyri gentur upp til 10 ár. Fýra tey bestu pinkulið- ini spældu tvey finaluum- før – eitt í Vági og eitt á Argjum – og KÍ vann allar sínar seks dystir. Liðið fekk harvið fult stigatal og gjørdist tryggur føroya- meistari. VB vann silvur, AB bronsu, og ÍF var nummar 4. Hetta er triðja árið á rað, at KÍ vinnur pinkudeildina, so tað eru nógvir góðir gentuspælarar á veg upp gjøgnum deildirnar í KÍ. Kvinnurnar rukku ikki bronsuni Føroysku U-19 landsliðini í flog- bólti hava hesa sein- astu vikuna roynt seg í altjóða kapping í Noreg FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Serliga hjá kvinnunum gekst væl, men tað var tó eitt stórt vónbrot, at tær ikki megnaðu at vinna bronsuna, sum annars tóktist liggja beint fyri. Høvdu Føroyar í sein- asta dystinum bara vunn- ið eitt sett móti norsku mótstøðuni, var bronsan vís. Hetta tí føroyska liðið hevði vunnið tryggan sig- ur á einum enskum liði. Tað varð eisini roknað við, at føroysku kvinnur- nar skuldu vinna hendan dystin, men her vildi einki bera til. Serliga gekst illa í hond tey bæði fyrstu settini, men í triðja sett- inum kom føroyska liðið tó fyri seg. Nóg mikið var tað tó ikki, og norska liðið vann tí 25-23 í hesum seinast settinum, sum altso avgjørdi bronsuna. Tað var sjávlandi eitt stórt vónbrot, men hin- vegin taldi tað avgjørt rætta vegin, at Føroyar vunnu seg av niðasta plássinum. Og fyri fram- tíðina er tað helst eitt gott tekin, at ikki færri enn sjey av føroysku spælar- unum eisini kunnu spæla í U-19 næstu trý árini. Ov lítil spælitíð Hjá dreingjunum gekst ikki heilt so væl. Allir dystirnir í kappingini vórðu taptir við 3-0, og serliga tóktist tað vera kropsliga støddin og styrkin, sum kostaði dýrt hjá okkara. Boðini úr føroysku leg- uni vóru eisini hampuliga greið í so máta. Tað kost- ar, tá spælararnir at kalla ikki fáa spælitíð í bestu deildini, og tí verða teir afturúr sigldir sammett við útlendsku javnaldrar- nar, verður sagt. Tað tóktist kosta dýrt hjá unglingunum, at teir í alt ov lítlan mun hava royndir úr bestu deildini KÍ pinkur føroyameistarar Hjá gentunum 12-14 ár B, var finaluumfarið spælt í Sandavági seinasta vikuskifti. Her eydnaðist heimaliðnum at vinna meistaraheitið. Liðið, sum er mannað við gentum úr Sandavági og Kvívík, var mannað soleiðis: Miriam Akselsen, Maria Svabo Samuelsen, Laila Kjarbak, Maja H.Heinesen, Lis Elin Weihe Nilsen, Linda Davidsen, Olivia Jensen, Sólgerð Joensen, Asta Müller og Oddvør Vang. Venjari var Silva da Braga Í meistarabólkinum í piltadeildini eydnaðist A- liðnum hjá HB at vinna meistarheitið. Liðið mátti bert tvær ferðir í ár taka til takkar við javnleiki, og tí var munurin niður til næstu liðini eisini somikið tryggur, at gullið kom til høldar longu á næst seinasta leikdegi. KÍ pinkur føroyameistarar 2005. Aftan frá vinstru: Ása Klein Olsen, Elinborg Olsen, Mina Sirdal, Maria K. Thomsen og Bára S. Klakstein, venjari. Framman frá vinstru: Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Lydia Marsten, Tina Joensen og Sigrun Sirdal Meistarar úr Sandavági HB eigur bestu piltarnar HB-piltarnir, sum nú eru meistarar. Aftast f.v.: Áki Johansen (venjari), Oyvindur Lützen, Fríði Atlason, René Joensen, Ivan G. Hofgaard, Allan Hansen, Alexandur L. Black, Tróndur Jensen, Tróndur Jensson, Ingolvur Gunnarson (venjari). Fremst f.v.: Frank Askildsen, Jógvan á Steig, Høgni Klein Olsen, Regin Gregoriussen, Sverri M. Mortensen (liðsk.), Hallur Biskupstøð, Tóki á Lofti, Rógvi Reinert