hósdagur 22. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Torkil Veyhe, Gunnar
Dahl-Olsen og Sverri
Mohr Edvinsson,
gjørdust allir føroya-
meistarar, tá FM í 100
km súkkling varð
hildið leygardagin
SÚKKLING
tíðindaskriv
Soleiðis eita føroyameistar-
arnir í súkkling á 100 km.
Kappingin var seinasta
leygardag, hin 17.09.2005.
Leiðin gekk av keiini á
Toftum, til Funnings, um
Eiðisskarð, suður gjøgjum
sundalagið, niðan á Oyggj-
arvegin og málið var á
vegnum við plantusøluna í
Hoyvík. Unglingarnir fóru
tó ikki niðan á Oyggjar-
vegin, men gjøgnum tunn-
ilin til Havnar.
Uppmøtingin til kapping-
ina var vánalig, og tað er
væl skiljandi, tí veðrið var
av tí ringasta til súkkling.
Serliga tí farast skuldi nið-
an í fjøllini at súkkla. Men í
alt vóru 8 súkklarar møttir
á Toftum, og tí var avgjørt
at byrja kappingina. Hóast
veðri var ringt, vóru trygd-
arumstøðurnar góðar, tí
fleiri fylgibilar vóru súkkl-
arunum til hjálpar, um okk-
urt skuldi verið.
Allir fylgdust fyrsta tein-
in inn móti Funningi, men
niðan á Eiðisskarð slitnaði
alt sundur. Gunnar fór frá
Esmari, meðan Torkil fór
frá Sigmundi og Bergi.
Gunnar og Torkil fylgdust
líka til rundkoyringina í
Kollafirði, tá Torkil fylgdi
leiðini hjá unglingunum
gjøgnum tunnilin, meðan
Gunnar fór um Oyggjar-
vegin til Havnar.
Hjá
teimum
vaksnu
súkklaði Esmar einsamall-
ur, eisini unglingarin Sig-
mund og Bergur súkklaðu
einsamallir alla leiðina til
Havnar.
Tá vóru motiónistarnir
snildari, teir gjørdu nevni-
liga av at fylgjast so langt
sum gjørligt. Á henda hátt
hjálptust teir, serliga í móti
vindinum, har teir skiftust
um at liggja fremst, meðan
hinir hvíldu seg aftanfyri.
Tá teir komu til brekkuna
úr
Kollafirði
niðan
á
Oyggjarvegin skiltust teir,
Sverri koyrdi nakað skjót-
ari enn hinir niðan, meðan
Kjartan ikki kláraði at
fylgja gamla góða Evaldi
eftir Oyggjavegnum.
Á málinum høvdu trú-
føstu fólkini sum hjálpa til í
súkklifelagnum skipa fyri
við ymsum, har var, uttan
kostnað, sunkist, kaffi,
heitt kakao og bollar at fáa,
hetta mundi eisini koma
væl við hjá køldu áskoðar-
unum og vátu súkklar-
unum.
Úrslitini vóru hesi
Unglingar
1 Torkil Veyhe
Unglingar
2 Sigmund Olsson
U
3 Bergur Ingemarsson
U
Vaksin menn
1 Gunnar D. Olsen
Elita
2 Esmar Joensen
Elita
3 Sverri M. Edvinsson
Motión
4 Evald RasmussenMotión
5 Kjartan Egholm Motión
30 ára gamli norð-
maðurin, Olaf Dahl,
sum hevur føroyska
mammu, bleiv í viku-
skiftinum norður-
lenskur meistari í
styrkilyfting í bólkin-
um 125+ kilo.
NM-kappingin í
styrkilyfting varð
hildin í Borlãnge í
Svøríki
STYRKILYFT
Jákup Mørk
Kappingarnar í styrkilyft-
ing eru settar saman av
trimum lyftum: beindbend
(squat), bonkpress (bench-
press)
og
rættstøðulyft
(deadlift).
Í beinbendi bleiv tað til
320 kilo hjá Olafi. Liggj-
andi á beinkinum pressaði
hann 250 kilo upp frá. Og í
rættstøðulyft
knógvaði
hann 320 kilo. Samanlagt
lyfti Olaf 890 kilo. Í allari
kappingini var Olaf tann
lyftarin, ið lyfti mest í
bonkpress.
Slíkar kappingar verða
eisini gjørdar upp í stigum.
Umframt sjálva lyftingina
verður tá eisini tikið hædd
fyri, hvussu nógv lyftarin
sjálvur vigar. Teir løttu
lyftararnir standa seg ofta
væl her, og tí varð ein
lyftari, ið vigar 67,20 kilo,
kosin besti lyftari.
Olaf hevur áður verið við
í NM-kappinginum, men
ikki við so góðum úrsliti
sum hesaferð. Eisini hevur
hann luttikið 8 ferðir í
kappingini um sterkasta
mann í Noregi. Her gjørdist
hann fyrr í ár nummar trý.
Næsta stóra avbjóðingin er
heimsmestaraskapið
í
styrkilyfting í 2006, sum
verður í Stavanger í Noregi.
Sterki hálvføroyingurin,
sum býr í Tróndheimi,
hevur vant styrkilyfting,
síðani hann var 19 ára
gamal. Hann venur 6 dagar
um vikuna einar 3-4 tímar
hvørja ferð. Um veturin
verður vant fram til NM, og
um summarið verður tíðin
sett av til kappingarnar um
sterkasta mann. Tá ið Olaf
ikki venur ella er til kapp-
ingar, stendur lesnaðurin á
skránni.
Mamma Olaf er Jóhanna
Elisabeth Sofía, vanliga
nevnd Hannefía, f. Nicla-
sen, úr Hvalba. Pápin eitur
Svein Dahl og er ættaður úr
Aalesund. Tey búgva í
Tróndheimi.
FM 100 km Súkkling
Sviin
aftur á
odda
Bæði Heini Olsen og
Hans Kristian Sim-
onsen vóru í dag
partur av remis talv-
um, meðan Johan
Eriksson enn eina
ferð fekk fult móti
Helga Dam Ziska
TALV
Jóannes Hansen
Í
dag
eydnaðist
tað
svenska IM Johan Eriks-
son aftur at leggja seg
einsamallan á odda í al-
tjóða
talvkappingini,
Klaksvík International,
sum í hesum døgum er í
Leikalund í Klaksvík. Í
triðja umfarinum vann
hann við svarta fólkinum
á Helga Dam Ziska, og í
dag vann hann aftur á
yngsta føroyska telvaran-
um. Hesa ferð var tað við
hvíta fólkinum. Eftir 43
leikir legði Helgi kongin.
Undan sætta umfarinum
lógu IM Johan Eriksson
og Hans Kristian Simon-
sen undir liðini á hvør
øðrum. Í dag spældi Hans
Kristian
remis
móti
danska IM Jens Ove
Fries-Nielsen. Teir samd-
ust eftir 49 leikir um, at
talvið var javnt. Í dag
hevði
Hans
Kristian
svarta fólkið. Tá ið teir
hittust í triðja umfarinum,
hevði Hans Kristian hvíta
fólkið. Eisini ta ferðina
endaði talvið við remis.
FM Heini Olsen og
norski IM Eirik Gullak-
sen samdust í dag um
remis eftir 50 leikir. Hesa
ferð hevði Heini hvíta
fólkið. Í triðja umfarinum
vann Heini við svarta
fólkinum á norska IM ar-
anum.
Støðan eftir seks umfør er
henda:
1. IM Johan Eriksson
4,5 stig,
2. Hans Kristian
Simonsen
4,0 stig,
3. FM Heini Olsen
3,5 stig,
4. IM Eirik Gullaksen
2,5 stig,
5. IM Jens Ove Fries-
Nielsen
2,5 stig
6. Helgi Dam Ziska
1,0 stig.
Gunnar Dahl Olsen, sum her
sæst fremstur, og Torkil
Veyhe drógu frá hinum
súkklarunum, tá farast skuldi
um Eiðisskarð
Hálvur føroyingur norðurlenskur
meistari í styrkilyfting
Her stendur nógv á í
beinbend
Nr. 180 • hósdagur • 22. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo