Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 181 - 23. september 2005 Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen var miku- dagin partur av ein- um stórum og søtum sigri, tá ið Portus Group vann kapp- ingina at gera eitt nýtt íslendskt tjóðar- konserthús fyri 12 milliardir íslendskar krónur. Gøtumaðurin hevur verið við til at tekna tað stórfingna húsið, og meðan heimskendir arktitektar snávaðu á vegnum, hildu Ósbjørn og hansara strikur hildu allan vegin í kappingini ARKITEKTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinnapartin mikudagin var avdúkað, hvør hevði vunnið kappingina um at gera, byggja og reka eitt nýtt risaprojekt í Íslandi, har eitt stórsligið konsert- hús fyri meira enn eina milliard føroyskar krónur er í miðdeplinum. Valið fall á fyritøkurnar, sum høvdu tikið seg saman í Portus Group, og ein av monnunum í hesum sam- starvinum er gøtumaðurin Ósbjørn Jacobsen. Hann er arkitektur hjá Henning Larsen Tegnestue, og danska felagið hevði fingið uppgávuna at snið- geva nýggja konserthúsið hjá Portus Group. Hetta var ein týðandi og sentral upp- gáva í projektinum, tí um- framt at fáa projektið at hanga saman fíggjarliga, so var tað avgerandi fyri lagn- una hjá verkætlanini, hvussu konserthúsið kom at síggja út. – Hetta er eitt umfatandi samstarv millum átta feløg av ymsum slagi, og tað hevur verið eitt gott team- work. Vit hava havt upp- gávuna at tekna konsert- húsið, og vit eru sera fegin um, at vit vunnu kapping- ina, sigur Ósbjørn Jacob- sen, sum mikudagin var í Reykjavík til avdúkingina av verkætlanini. Harðar kappingar um bygningar Ósbjørn Jacobsen tók í 2000 útbúgving sum arkit- ektur í Århus, og tað var gjøgnum endaliga projektið hjá sær, at hann fekk starv hjá Henning Larsen Tegne- stue, sum er eitt sera kent og virt arkitektafelag í Danmark. Har hevur hann starvast síðani 2000 og hevur verið við til at mynda nógvar stórar bygningar í fleiri ymiskum londum. – Vit eru allatíðina við í kappingum um at tekna ymsar bygningar, men tað er kanska einaferð út av 10, at tú vinnur eina kapping, og tí eru vit sera fegin um, at konserthúsið, sum vit vóru við til at gera í Íslandi, verður til veruleika, sigur Ósbjørn. Hann hevur verið annar av arkitektunum hjá Henn- ing Larsen, sum hava ar- beitt mest sum burtur av við hesum projektinum í næstan eitt ár. – Vit hava verið tveir, sum hava teknað og arbeitt við hesum alla tíðina, og á vegnum hava vit so avlev- erað fyribils uppskot, kjak- ast um tey, fingið ráð og meiningar, og síðani farnir víðari við tekningunum, sigur hann. Vann á heimskendum arkitektum Tað var ein søtur sigur, sum Ósbjørn Jacobsen og hans- ara starvsfelagar høvdu í Reykjavík mikudagin, tí kappingin um at standa fyri nýggju verkætlanini hevur verið sera hørð. Umframt at tekna kon- serthúsið umfatar projektið nógv annað. Kravið var, at tey, sum vildu standa fyri projektinum, ikki bara skuldu sniðgeva og koma við hugskotum, tey skulu eisini byggja, fíggja og reka konserthúsið í 35 ár. Harafturat skuldu skitsur eisini gerast fyri økið, har stórt gistingarhús, handils- depil og annað eisini skal byggjast. Hesin parturin av projektinum er ikki enn so ítøkiligur, sum sjálvt kon- serthúsið er, men alt økið skal við tíðini sniðgevast av vinnaranum. Gøtumaður teknar til eina milliard kr Henning Larsen Tegnestue, har Ós- bjørn Jacobsen arbeið- ir, var við til at gera nýggju donsku Oper- una, og fyritøkan hev- ur eisini verið við til at mynda onnur tónleika- hús. – Tá ið Operahúsið í Keypmannahavn var liðugt, var tað líkasum eitt vakum í fyritøk- uni, tí júst tá høvdu vit eingi projekt við tón- leikahúsum, men nú eru aftur fleiri projekt, sigur Ósbjørn. – Vit eru við at gera eitt konserthús í Upp- sala, og nú arbeiði eg við at tekna eitt opera- hús í Dubai. Hetta er ein kapping, sum vit eru við í, og eg skal brúka komandi tíðina til hetta projektið, sigur hann. Teknar opera- hús í Dubai Ósbjørn Jacobsen starvast hjá danska arkitektinum Henning Larsen, og hann er annar av teimum, sum hava arbeitt burtur av við at tekna nýggja íslendska tjóðar- konserthúsið Mynd: Bárður Eklund