fríggjadagur 23. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 23. september 2005
3
Stór íslendsk og útlendsk
feløg tóku seg saman í
bólkar, og tá ið kappingin
byrjaði
vóru
tað
fýra
ymiskir bólkar við hvør
sínum íslendskum banka
uppi í. Tey fóru í gongd, og
spenningurin var stórur, tí
heimskendir
arkitektar
vildu eisini verða við.
Eitt nú var bretski Nor-
man Foster uppi í tí eina
bólkinum, og franski Jean
Nouvel var við í einum
øðrum, men báðir snávaðu
á vegnum. Norman Foster
gav upp á hálvari leið, og
ætlanin hjá Jean Nouvel var
vald frá áðrenn endaligu
avdúkingina.
Heim at njóta sigurin
Tá ið vinnarin so var kosin
mikudagin, var tað projekt-
ið hjá Portus Group, sum
varð valt, og harvið vóru
strikurnar og hugskotini hjá
Ósbjørn
Jacobsen
og
starvsfeløgunum staðfest
sum tey bestu.
– Tað er stuttligt at vinna
eina slíka kapping, tí tað
hava verið heimskend nøvn
innan arkitektur uppi í, men
kanska høvdu vit tær bestu
íslendsku kontaktirnar. Vit
hava millum annað sam-
starvað nógv við íslendska
listarmannin Ólafur Elias-
son um fasaduna á húsin-
um, og íslendsku fyritøk-
urnar, sum eru við í bólk-
inum, eru sjálvandi ein av-
gerandi orsøk til, at vit
vunnu kappingina, heldur
Ósbjørn Jacobsen.
Á
middegi
hósdagin
lendi hann aftur í Keyp-
mannahavn. Ætlanin var at
fara til arbeiðis beinanveg-
in, men hann broytti ætlan
og valdi at taka frí hós-
dagin, tá ið hann eisini
kundi halda sín 32 ára
føðingardag.
– Hetta var ein góð føð-
ingardagsgáva at fáa, so nú
fari eg heim at slappa av og
njóta sigurin, segði Ós-
bjørn, tá ið hann var á veg
ígjøgnum flogvøllin í Kast-
rup.
r konserthús
rónur
Nýggja og stórsligna
konserthúsið, sum
gøtumaðurin Ósbjørn
Jacobsen hevur havt ein
týðandi leiklut í at mynda og
skapa, liggur út ímóti
havinum. Íslendski staturin
og Reykjavíkar býur hava
tikið stig til at byggja
konserthúsið
Forhøllin í nýggja konserthúsinum er líka stórsligin, sum húsið annars er
Designið av íslendska
tjóðarkonserthúsinum
og rástevnudeplinum
er gjørt við íblástri í
stórslignu íslendsku
náttúruni við gosfjøll-
um, goskeldum, stór-
um áum og stórfingn-
um fossum. Íslendska
náttúran hevur enda-
leysar litir – frá skín-
andi reyðum til ísblátt
– og sjógvurin hóttir
stundum við brimi og
aldum, og stundum er
hann spegilsblankur
og róligur.
– Vit hava grundað
okkara tekningar á
íslendsk
eyðkenni,
men vit hava gjørt tað
á ein modernaðan hátt,
sigur Ósbjørn Jacob-
sen.
Konserthúsið liggur
á einum framúrskar-
andi plássi út ímóti
havinum, har heita
vatnið
hittir
kalda
Atlantshavið. Bygn-
ingurin er sum ein
svølgjandi alda ímóti
teimum trimum høll-
unum á bakkanum.
Nýggja konserthús
liggur í útjaðaranum
av Reykjavík. Fasadan
er eitt fjølbroytt ljós-
spæl. Innbúgvið vísir
skiftið í árstíðunum
við ymiskum litum og
skapi og skal eisini
geva ábendingar um
lívð og virksemið í
húsinum.
Íslendski listamað-
urin Ólafur Eliasson
hevur sett sítt fingra-
merkið á forhøllina og
takið, og hann hevur
eisini
funnið
sín
íblástur í íslendsku
nátturuni.
Íslendsk
náttúra
givið
íblástur