Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 181 - 23. september 2005 Tilsamans 28 komm- unur hava søkt um studning til frukt, grønmeti og ísakalt vatn til skúlabørnini og skipanin verður sett í verk um eina góða viku HEILSUTILTAK Í FÓLKASKÚLANUM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fara skúlabørn kring landið at fáa frukt, grøn- meti og kalt vatn í skúlan- um. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í heilsumálum, hevur framum nakran ann- an sett hugtakið fólkaheilsu á dagsskránna í Føroyum Eitt lið í hesum er at royna at fáa eina skipan í lag, sum skal fáa skúlabørn at fáa sunnari matvanar fyri at bøta um heilsustøðu teirra. Og nú er komið so mikið langt, at tað er klárt at fara undir eina skipan, har kommunur kunnu fáa studning úr landsstýrinum til at keypa frukt og grøn- meti fyri, sum skúlarnir í kommununum síðani kunnu lata skúlabørnunum. Kommunurnar kunnu eisini fáa studning til at keypa vatnkølarar fyri, so at børnini altíð kunnu fáa leskiligt, ísakalt vatn at drekka í skúlanum. Tankin við vatnkølarun- um er, at hetta skal føra til, at børnini fara at drekka meiri vatn og minni soda- vatn og annað drekka við nógvum sukuri í. 28 kommunur søkt um studning Nógv varð gjørt burturúr at fáa kommunur at søkja. Sostatt vóru umsóknarbløð og frágreiðingar sendar øll- um skúlunum, samstundis sum at allir skúlar og øll skúlastyri vórðu kunnaðir. Hans Pauli Strøm sigur, at tá ið umsóknarfreistin var úti 15. september, høvdu 28 kommunur í Før- oyum søkt um stuðul til vatnkølarar og til at keypa børnunum frukt og grøn- meti fyri. Skipanin fevnir um allan fólkaskúlan úr fyrsta upp í tíggjunda flokk. Í summum kommunum eru fleiri skúl- ar og tær 28 kommunurnar, sum hava søkt um studning, fevna tilsamans um 50 skúlar. Talan er um kommunur og skúlar um alt landið. Í fyrstu syftu kunnu kommunurnar søkja um studning til at seta eina skipan í verk frá nú av til ársskifti og síðani kunnu tær aftur søkja um studning til at halda fram við skip- anini frá 1. januar til skúla- árið endar. Tá ið kommunurnar so hava fingið studningin, gera tær sjálvar av, um tær eisini sjálvar vilja seta pening av til endamálið fyri at fáa gera eina betri skipan enn tær kunnu fáa fyri studningin einsamallan. Hans Pauli Strøm sigur, at hann veit, at summar kommunur ætla at seta eyka pening av til endamál- ið afturat studninginum frá landinum, fyri at gera eina serliga góða skipan til teirra skúlabørn. Fyribyrgingarráðið skal nú viðgera umsóknirnar og geva Almanna- og heilsu- málaráðnum eitt tilmæli um, hvørjar kommunur lúka treytirnar fyri at fáa studning og, hvussu nógv hvør kommuna skal fáa í studningi. Og tað skal Fyribyrg- ingarráðið gera so mikið skjótt, at skipanin kann setast í verk longu fyrsta august, ella um eina góða viku. Íverksetarastuðul Hans Pauli Strøm sigur, fyribils er hetta ein roynd- arskipan sum vara hetta skúlaárið. Næsta summar skulu so kommunurnar, sum fáa studning, geva almanna- og heilsumálaráðnum eina- frágreiðing um, hvussu skipanin hevur eydnast. – Endamálið við studn- inginum er at seta gongd á eina skipan og landsstýris- maðurin fegnast um, at kommunurnar hava tikið seg væl undir við tiltakin- um, at heilar 28 kommunur við 50 skúlum, sum eru sinnað at fara undir eina slíka skipan við ókeypis frukt og grønmeti og vatni til børnini. Hann vísir á, at á fíggjar- lógini í ár eru fýra milliónir settar av til endamálið og at ætlanin er eisini at seta pen- ing av á fíggjarlógini fyri næsta ár so at skipanin kann halda fram alt skúla- árið. Men Hans Pauli Strøm vónar avgjørt, at skipanin fer at halda fram, hóast ætl- anin bara er at lata almenna studning til ætlanina í hesum skúlaárinum. Hann vónar sostatt at onnur, sum vara av skúlanum, kunnu taka yvir, so at skipanin kann varðveitast, eitt nú kommunur, foreldur, ella hvussu hvør kommuna sær heldur vera rættast. P/F Wenzel søkir eftir lærlingi til mekaniska verkstaðin. Lærlingur P/F WENZEL Um tú ynskir eina framtíð saman við okkum, er tú vælkomin at senda eina skrivliga umsókn til Att: Herolvur Hansen Eisini er møguligt at telduposta umsóknina til: hh@wenzel.fo P/F Wenzel Postboks 3043 110 Tórshavn Akranesgøta 5 Tórshavn Tel 354500 P/F Wenzel leggur stóran dent á kundanøgdsemi, og tí ynskja vit nærlagni og álit frá umsøkjarunum. Vit seta stór krøv til starvsfólki, men kunnu eisini veita eitt gott og varandi arbeiði undir skipaðum viðurskiftum í góðum arbeiðsumhvørvi, har tað er umráðandi, at starvsfólki trívist. Ávís førleikakrøv eru ikki beinleiðis neyðug, men fyrimunir eru um viðkomandi hevur S.I.T. (Støðis- útbúgving innan tøkni) og koyrikort til persónbil. Møguligar umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 27. sept. 2005. www.wenzel.fo Nú fáa børnini frukt og kalt vatn í skúlanum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú tikið stig til eitt veruligt átak fyri at bøta um fólkaheilsuna hjá skúlabørnum. Tann 1. oktober kemur ein skipan í gildi, har kommunur kunnu fáa studning til at keypa børnunum fáa frukt og grønmeti í skúlanum og til at seta vatnkølarar upp fyri at minka um brúkið av søtum sodavatni